hósdagur 20. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 20. januar 2005
11
Petur Simonsen
Fara
broytingarnar
í
landskappingini í 2005 at
skunda undir miðsavnan-
ina av fótbóltinum? Og
verða tað bert 6 heldur
enn 10 lið í fremstu deild-
ini um nøkur ár?
Skuldi kanska ikki havt
blandað meg upp í hetta
málið um hvussu lands-
kappingin í 2005 verður
skipað. Avgerðin er jú
longu tikin skilst, og har-
umframt so eri eg ikki po-
litikari, men praktikari í
føroyskum fótbólti. Men
kanska er tað júst tær
praktisku royndirnar, sum
fáa meg úr stólinum.
Má siga, at eg eri rætti-
liga samdur við Finni
Helmsdal um, at tað er sera
sannlíkt, at ætlaðu broyt-
ingarnar hjá FSF í lands-
kappingini fyri 2005 so við
og við vilja hava tað við
sær, at fremsta deildin end-
ar við 8, ella helst 6 liðum.
Stutt og greitt tí hvørki
manpower ella kapital-
grundarlag verður til fleiri
1. deildarlið.
Men júst hetta, sum
Finnur og eg eru samdir um
verður úrslitið, um hildið
verður fast við kappingar-
leistin hjá FSF í nøkur ár, er
eisini orsøkin til, at vit eru
púra ósamdir, um hann skal
setast í verk ella ikki.
Sum eg lesi Bjarka Mohr,
formann í kappingarnevnd
FSF’s, so er hann ikki
ósamdur við Finni um, at
broytta kappingin væl kann
viðføra færri lið í fremstu
deildunum. Tað merkir
kortini ikki, at hetta er tað,
hann eisini ynskir. Og satt
at siga, so rokni eg neyvan
við, at færri lið í fremstu
deildini liggja fremst í
huganum hjá kappingar-
stjóranum og heimasands-
manninum.
Finnur vísur á, at smærru
feløgini ikki fara at megna
fyrisitingarligu og fíggjar-
ligu avbjóðingina, og tí
verður
logiska
loysnin
størri eindir. Eg nevndi í
fyrru greinini, at "vandin,
við at trýsta so nógv á, er,
at serliga teir meira til-
komnu leikararnir, familju-
menninir og teir, sum hava
størri avbjóðingar á ar-
beiðsmarknaðinum, velja
heldur at gevast á hægsta
stigi. Og spurningurin er,
um føroyskur fótbóltur hev-
ur ráð til at missa tað
minsta vetið av ábyrgdar-
kenslu og rutinu".
Hesi bæði tilsamans gera
tað meira sjálvsagt at mið-
savna. Og so hendir júst
tað, sum eg eri bangin fyri,
men sum Finnur so staði-
liga vónar, og sum hann
hevur skrivað upp og niður
um seinastu mongu árini —
færri lið í fremstu deildini.
Men tað er ikki serliga
áhugavert hvat Finnur ella
eg ynskja ella ikki ynskja.
Tað, sum er áhugavert, er
hvat feløgini halda og
ynskja. Ynskja
tey at
smalka "fótbóltsføroyar"
frá 10 til 6 lið í bestu
deildini? Ynskja tey, sum
eina natúrliga fylgju av
hesum, at smalka um
rekruteringina til fótbóltin
kring landið? Ynskja tey at
sleppa tí serstøðu fótbóltur-
in hevur á flestu plássum í
landinum?
Stutt
sagt,
ynskja feløgini eina enn
størri miðsavnan í før-
oyskum fótbólti?
Skal kanska siga beinan-
vegin, at halda feløgini og
FSF, at logiska fylgjan av
broytingini við tíðini ikki
verður til færri lið og einar
smalri "fótbóltsføroyar", so
er best skjótast gjørligt at
gloyma hetta innleggið.
Men er tað so, at nøkur
fynd er tí, sum Finnur og eg
siga, ja, so eigur tann
spurningurin at standa sína
roynd, opið og erligt, á
røttum stað. Hann eigur
ikki at vera avgreiddur, um
eg so má siga, í gjøgnum
eina fjalda dagsskrá undir
skjólinum av einari broytt-
ari landskapping. Slíkt stór-
mál hevur uppiborið eitt
breitt og sakligt orðaskifti,
grundað á øll viðkomandi
viðurskifti.
Segði at byrja við, at eg
var ikki politikar, men
praktikari. Og eg vil leggja
aftrat, at er tað nakað, vit
praktikarar práta um, so er
tað júst hetta: hvussu
menna vit tann einstaka
leikaran og føroyskan fót-
bólt sum heild.
Ikki tað, at praktikararnir
eru á einum máli. Og eg
havi higartil ikki hoyrt um
nakra patent loysn, tá talan
er um menning í fótbólti.
Men lyklaorðini í hesum
práti eru: eitt áhaldandi,
miðvíst og dygdargott ar-
beiði í feløgunum og so tað,
at hvør einstakur leikari fær
tær avbjóðingar, sum eru
hóskandi til førleikan —
bæði í gjøgnum venjing og
dystir. So kappingin hevur
eisini avgjørt týdning fyri
hvussu fótbólturin her á
landi mennist. Onki ivamál
um tað.
Eisini er breið semja um,
at kvantitetur er ein fyri-
treytin fyri kvaliteti. Tað
verður ongin elita uttan
eina ávísa breidd. Og
smalka vit "fótbóltsføroy-
ar", er vandi fyri, at vit tá
sjálvi saga greinia av, sum
vit sita á.
Ein tøkk til Bjarka Mohr
fyri, at hann alment í grein-
ini. Á gáttini til kappingar-
árið 2005 kemur við síni
frágreiðing og nøkrum
viðmerkingum til málið.
Men eg fari at enda at loyva
mær at tríva í okkurt av tí,
sum Bjarki skrivar (skrivað
við skákskrivt).
Bjarki sigur, "at talan er
ikki um nakað nýtt mál.
Fremstu venjarar og leik-
arar okkara hava tosað um
júst hesar broytingar í fleiri
ár". Kann vera, at við tað,
at talan er um"fremstu
venjarararnar", at eg eri so
lítið vitandi. Men tað, sum
eg kenni til, so hava nógvir
ymiskir leistir verið nevnd-
ir. Leisturin við 3 umførum
og
uttan
summarsteðg
hevur ikki mær vitandi
ligið ovastur.
Bjarki sigur "At feløgini
eru til reiðar at taka ímóti
hesum broytingum, kom
týðiliga til sjóndar á árliga
fundinum beint eftir kapp-
ingarlok. Tað varð, og er,
mín greiða fatan, at flest
allir, ið góvu sína áskoðan
til kennar, vóru samdir um,
at tað er neyðugt at fremja
broytingar, skulu vit menna
okkum leikliga framyvir".
Trupulleikin við hesum er
bara, at fundurin dró út, og
at ein fittur partur av feløg-
unum var farin, tá málið
bleiv lagt fram. At siga, at
viðgerðin av hesum stór-
málið var óvanliga stutt og
ikki serliga djúptgangandi,
er ikki ov nógv avgjørt.
Ikki minst um hugsað verð-
ur um drúgvu viðgerðina,
okkurt "minni" mál fekk.
Og tá Bjarki "seinastu
tíðina, afturvendandi, hevur
hoyrt útsagnir um, at ætl-
aðu
broytingarnar,
av
landskappingini, skulu góð-
kennast av aðalfundinum
hjá Fótbóltsambandi Før-
oya í februar 2005", kundi
tað kanska títt uppá, at tað
kortini ikki er so greitt,
hvat er avtalað og ikki á
fundinum í november.
"At tilrættisleggja kapp-
ingarskipanina, – hava
valdu nevndarlimirnir fulla
ábyrgd av, og tilsvarandi
heimild til at fremja í
verki". Púra samdur, men
tað er nú ein stórur fyri-
munur, um avgerðirnar
hava breiða undirtøku mill-
um tey, tær viðkoma. Vón-
andi er tað eisini soleiðis í
hesum føri. Men eg loyvi
mær at ivast, ikki minst um
Finnur hevur rætt í sínum
spádómi um tey 6 liðini í
fremst deildini.
Tá vil eg siga, at tað varð
óklókt at "seta gerð aftan
orðini". Tá er dekan ov
seint at "staðfesta, hvørt vit
eru á rættari leið, ella vit
eru noyddir at saðla um".
Við elastikkinum er tað
soleiðis, at longri tað verð-
ur spent út, jú "smalari"
verður tað. — Til eitt vist,
so støkkur tað. So illa
gongst
neyvan,
hóast
toygda kappingin smalkar
"fótbóltsføroyar". Men fyri
at halda meg til eina venj-
aramálisku, so kann nýggi
kappingarleisturin lætt ger-
ast til eitt fram og tvey aftur
fyri føroyskan fótbólt. Livst
so spyrst.
Smalkaðar fótbóltsføroyar
Zakarias Wang
Nú verður nógv tosað um, at
Suðuroyggin er tilafturs-
komin í mun til oyggjarnar
norðanfyri.
Einki er yvir at dylja at so
er, men vert er at hugsa um,
at fyri einum hundrað árum
síðani var tað øvut. Tá vóru
tað oyggjarnar norðanfyri
Suðuroyarfjørð, sum vóru
tilafturskomnar.
At framgongdin er ymisk í
ymsum landslutum og í
ymsum londum er eitt al-
kunnugt fyribrigdi. Í søguni
sígggja vit at nøkur lond taka
seg fram um onnur, men so
støðgar framgongdin. Vit sóu
Bretland taka seg fram í 19.
øld. So tók Týskland dyk á
seg og fór fram um Bretland,
og verður tjóðarúrtøkan í dag
roknað fyri hvønn íbúgva, so
er Italia framman fyri Bret-
land.
Men hetta sleppur ongum
undan at kanna, hvussu slíkt
hendir. Hvør er atvoldin til
framburðin? Hvør er so
atvoldin til at hann støðgar?
Kann nakað gerast fyri at fáa
framburð aftur, um stígur er
komin í?
Spyrja vit hvør atvoldin
var til at Suðuroyggin var
tann partur av Føroyum sum
kláraði seg best eftir at vit
fingu fríhandil í Føroyum og
fram móti fyrra heimsbar-
daga, so er greitt, at kapital-
isman var ein sólskinssøga í
Suðuroy. Framtakshugaðir
menn settu virki á stovn, og
teir fingu loyvi til at virka á
tann hátt sum tað hóvaði
teimum. Teir vunnu pengar,
men forkomu teimum ikki í
eyri og seyri. Í staðin settu
teir pengar í nýggj virki,
keyptu skip og vunnu upp
aftur meir.
Hvat var tað so, sum gekk
galið?
Ein orsøk var sjálvandi, at
einskiljingin av jørðini ong-
antíð kom í lag. Fyri at
kapitalisman
skal
rigga,
krevst at nýggj virki støðugt
koma í staðin fyri tey gomlu
sum fara fyri bakka. Av tí at
ein stórur partur av jørðini
her eins og aðrastaðni í Før-
oyum var almenn ogn, bar
ikki til at reisa kapital til
nýggj virki við at seta jørð-
ina í veð.
Ein onnur orsøk var at
kapitalistarnir í Suðuroy ikki
sóu til, at børn teirra fingu
nóg góða útbúgving. Teir
høvdu havt ráð til at sett ein
studentaskúla á stovn so tað
unga ættarliðið kundi lært
fremmand mál og fingið
hægstu
útbúgving
innan
handil og samskifti, men tað
hendi ikki. Úrslitið var tí, at
teir t.d. ikki høvdu nakran í tí
uppvaksandi ættarliðinum,
sum megnaði at seta ein
banka á stovn. Høvdu teir
gjørt tað, er væl hugsandi, at
vit norðanfyri framvegis
noyddust at koma til Suður-
oyar at arbeiða.
Í staðin kom bankin at vera
í Havn. Kapitalistarnir í
Suðuroy noyddust at koma
norð um fjørð sum biddarar
tá ið hart stóð á hjá teimum,
og ofta fingu teir krakk,
soleiðis at virki teirra fóru á
heysin.
Eitt sum gjørdi sítt var jú,
at tað yngra ættarliðið, sum
ikki hevði nóg góða út-
búgving til at fóta sær í tí
modernaðu
tíðini,
eisini
gloymdu at grundarlagið fyri
at reka virki var at spara í
góðum tíðum, fyri at hava
nakað at standa ímóti við, tá
tíðirnar vóru vánaligar.
Somuleiðis skiltu teir ikki,
at fortreytin fyri at kapital-
isman kann rigga er at vit
hava eitt statsvald, sum kann
loysa nakrar av teimum upp-
gávum, sum privatfólk ein-
særis ikki kunnu loysa. Til
hetta krevst skattainntøka, og
einasti mátin at fáa skatt er
við at ein partur av fram-
leiðsluni hjá virkjunum verð-
ur goldið í skatt. Teir hildu,
at teir t.d. kundu sleppa und-
an at gjalda tað sum havnir
og vegir kostaðu.
Samstundis kom ein polit-
iskur flokkur fram, sum
bjóðaði teimum skattafrælsi,
tí hann kundi fáa danir at
gjalda tað sum tað kostaði at
loysa almennar uppgávur í
Føroyum. Hetta var Sam-
bandsflokkurin, og kapital-
istarnir í Suðuroynni lótu seg
tøla. Teir høvdu ikki nóg
góða útbúgving til at skilja,
at tað sum hendir í einum
samfelag sum fær stuðul
uttanífrá er at øll framleiðsla
dettur niðurfyri, tí tað einasta
sum loysir seg í einum slík-
um samfelaga er at flyta inn
vørur at selja teimum, sum
fáa pengar uttanífrá. Teir
dugdu ikki at síggja, at hetta
als ikki kundi gagna teimum,
men mest sum bara handils-
vinnuni norðanfjørðs.
Síðani hendi sum kunnugt
tað, at vit fingu enn ein polit-
iskan flokk, Javnaðarflokkin,
sum segði seg duga enn betri
enn Sambandsflokkurin at
útvega pengar úr Danmark,
og eisini sýndi tað í verki.
Enn verri gekst, og tað er har
vit eru nú.
Skulu vit so bara lata
standa til og siga, at einki er
at gera?
Tað er eingin orsøk til.
Eitt sum vit kunnu gera og
sum einki kostar, men hevði
gjørt nógv gagn, var at
einskilt ta almennu jørðina.
Tað hevði beinan vegin loyst
upp fyri nýggjum vinnu-
møguleikum.
Eitt annað, sum hevði
hjálpt Suðuroynni almikið,
hevði verið at sett tær donsku
veitingarnar til Føroya niður
á 0 kr. Hetta hevði gjørt at vit
í øllum landinum noyddust at
framleiða nakað heldur enn
at liva av posamati, og í tí
kappingini liggur Suður-
oyggin væl fyri.
Eitt annað, sum hevði gjørt
fittan mun fyri Suðuroynna,
hevði verið at fingið skil á
samferðsluviðurskiftini.
Í so máta er bert eitt at
gera, og tað er at binda Suð-
uroynna til føroyska sam-
ferðslukervið. Vit skulu hava
breiðar og høgar tunlar í
Suðuroynni, eisini til Vestur-
víkar, og vit skulu hava
undirsjóvartunnil til Sando-
ynna og úr Sandoynni til
Streymoynna. Tá
verður
strekkið úr Vági til Havnar
ikki nógv longri enn úr Havn
til Vestmanna. Tá fer at bera
til at seta eitt virki á stovn í
Suðuroy og fáa arbeiðsmegi
norðanífrá, tí tá fer at bera til
at koyra millum morgun og
kvøld.
Hetta er sjálvandi nakað,
sum kostar pengar. Íløgan er
umleið tað dupulta av tí sum
Norrøna stendur okkum í,
men raksturin er bíligari enn
tann vit hava við núverandi
ótíðarhóskandi skipan.
Eitt slíkt tiltak hevði kunn-
að fingið vend í gongdina í
Suðuroynni.
Í hesi støðu er tað kanska
heppið, at vit hava fingið ein
løgmann, sum er valdur í
Suðuroy.
Frammanundan
honum høvdu vit ein løg-
mann, sum var valdur í
Norðuroyggjum, og hann
fekk í lag at binda hesar
oyggar til høvuðsvegakervið,
so tað er at vóna, at hesin fer
at roynast suðuroyingunum
eins dyggur.
Hendir hetta, so er eingin
orsøk til at tala um nakran
sorgarleik, men um eina
gleðisøgu.
Suðuroyarsorgarleikurin