hósdagur 20. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 13 - 20. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Á innanhýsis samkomu hjá
fútanum
mánadagin
3.
januar 2005 fingu átta
starvsfólk
handað
»politiets hæderstegn«.
Heiðursteknið verður lat-
ið á nýggjárinum til teirra,
sum hava havt 25 ára
starvsdag í farna árinum.
Aftara rað f.v.: Eyðun
Arge, politistøðin í Havn,
John Damberg, politistøðin
í Klaksvík, Kári Thorst-
einsson, Karl H. Johansen
og Rani Wardum, politi-
støðin í Havn.
Fremra rað f.v.: Halldis
Poulsen, Fútaskrivstovan,
Kristina Christiansen, Jens
Jensen, politistøðin í Havn.
Mynd: Politistøðin
Dagurin
20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um teir
báðar Fabianus og Sebastianus. Teir eru ikki brøður,
men vórðu fyri trúar sakir tiknir av døgum sama dag
í árinum, Fabanus, sum var pávi, umleið ár 250, og
Sebastianus – kristin hermaður – umleið ár 288. Tað
sigst, at teir báðir eru jarðaðir undir tí núverandi
kirkjuni San Sebastian í Róm.
Fabianus er rómverskt ættarnavn. Sebastianus er
upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Føroya Landfúti:
Átta starvsfólk heiðraði
Havnar leksikon:
Sersjanthúsini
- Føroya fyrsta
fotoatelier
Hendan myndin er tikin
miðskeiðis í 1930-unum
yviri við Strond í Havn.
Húsini uttast til vinstru eru
tey sum Julius Clementsen
(í Syðradali), átti (har sum
bygningurin hjá Smyril
Line er í dag), í miðuni er
fyrrverandi grótvirkið, og
uttast til høgru eru tey
sokallaðu
Sersjanthúsini
(við pílin).
Tað var í 1849, at sergent
Frederik Hansen Jager kom
til Føroyar sum ovasti á
Skansanum.
Sama ár fóru menn undir
at byggja honum hús, og
stóðu tey liðug í 1850.
Húsini vóru bygd yviri
við Strond, ella sum økið tá
kallaðist, »Blegestykket«.
Jager var virkin fotograf-
ur, og í 1850 innrættaði
hann sær fotoatelier í norð-
ara endanum í húsunum.
Hetta var fyrsta fotoateleir í
landinum.
Jager búði í húsunum til
1861, tá hann flutti aftur til
Danmarkar.
Í 1865, tá »politikorpset«
bleiv sett á stovn, og fram
til 1875, búði »kvartermes-
ter« í Sersjanthúsunum.
Í 1875, tá meslinga-
epidemiin breyt út, og fram
til umleið 1919, bleiv húsið
brúkt sum epidemihús, og
eftir tað vórðu tey leigað út
til íbúðir.
Í dag stenda Sersjanthús-
ini (ella rættari, ein lítil
partur á teimum) úti á
Reyni.
Á myndini sæst at fyrsta
vegastrekki
yviri
við
Strond er gjørt. Arbeiðið
bleiv boðið út í 1934, og er
myndin tí tikin einaferð
miðskeiðis í 1930-unum.
Innsettu myndina hevur
Jager sjálvur tikið í 1852,
og
vísir
hon
hvussu
Sersjanthúsið sá út, tá tað
var nýbygt.
Tey, sum hava okkurt at
viðmerkja í sambandi við
myndina, eru vælkomin at
seta seg í samband við
Birgar Johannessen, ið
savnar tilfar til Havnar
leksikon,
á
telefon
314647/273168.
➔