Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- Po mm Fundurin hosdagin Fýra mál vóru á skránni fyri ting- fundin hósdagin JOHN JOHANNESSEN Ein tiðja viðgerð, tvær aðru viðgerðir og ein fyrsta viðgerð vóru á dagsskránni til tingfundin hósdagin. Fundurin varð settur klokkan hálvgum tvey semnapartin, og fyrsta málið á skránni var triðja viðgerð av tingmáli nummar 11/1999, sum var uppskot til løgtingslog um broyting í løgtingslóg um avgjøld í sambandi við panting. Uppskotið varð samtykt við aðru viðgerð við 21 atkvødum fyri. ongari ímóti og ong- art blankari. Á tingfundi- num hósdagin varð málið endaliga samtykt við 27 atkvødum fyri. ongari í- móti og ongari blankari. Næsta málið á skránni var onnur viðgerð av ting- máli nummar 9/1999, sum var uppskot til løg- tingslóg um leiðbeinandi folkaatkvødu um samráð- ingargrundarlagið fyri Næsti fun nýggjar! foroyskari stjórnarskipan. Til hetta uppskot komu broyting- aruppskot frá einum minniluta í uttanlands- neyndini, nevniliga Heð- ini Mortensen og Edmund Joensen, um at útseta folkaatkvøduna, men uppskotið fall alt sum tað var. Triðja málið á skránni var onnur viðgerð av ting- máli nummar 13, sum er uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Utnorður- ráðnum í 1999 og um frá- greiðing um virki ráðsins í 1999. Málið varð sam- tykt við 27 atkvødum fyri, Í ímóti og ongari blank- ari. „ Seinast á skránni var I. viðgerð av tingmáli nummar 5/1999, sum er uppskot til eykajåttanar- løgtingslóg fyri november 1999 - 3. Málið varð beint í figgjarnevndina. 24. legtingsfundurin hesa setuna var lokin klokkan hálvgum seks. dur 25. tingfundurin hesa setuna, verð- ur settur týsdagin klokkan 10 JOHN JOHANNESSEN Tingfundurin = týsdagin verður merktur av frá- greiðingini um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki. A skránni fyri tingfundin er neyniliga aðalorðaskifti um tingmál 101-3/1999, sum er frågreiding sam- bært grein 51, stykki 4, í tingskipanini frá Signari á Brúnni, landsstýris- manni, um ráðlegging av útbúgvingar- og gransk- ingarpolitikki í framtíðini og í sambandi við sjálv- stýrisverkætlanina. Tingfundurin endar við framløgu. Tvey møttu ikki Runa Sivertsen, løgtings- kvinna, og Finnbogi Arge, landsstýrismaður, Jenis ímóti Allir tinglimir uttan Jenis av Rana atkvøddu fyri uppskotinum til samtykt- ar um tilráðingar frá Ut- møttu ikki á tingfundi- num hósdagin. norðurráðnum í 1999 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1999. tíðindablaðið S0S'2/ Ur 8 Nr. 222 - 20. november 1999 Fleiri missa starvið á Suðuroyar Sjúkrahúsi Næsta ár verður neyðugt at fremja umfatandi sparingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, i AKA Leiðslan á sjúkrahúsinum hevur biðið landsstýrið boða frå, hvar sparast skal — Sunnur fornuftur má kunna siga, at her eru ikki fleiri sparingar at heinta, um hetta framvegis skal virka sum eitt sjúkrahús, sigur leiðslan á Suðurovar Sjúkrahúsi í einum brævi til Almanna- og heilsumálaráðið. AKI BERTHOLDSEN --Fær Suðuroyar Sjúkrahús ikki hægri játtan næsta ár, enn tað, sum landsstýrið ætlar, fær tað at fáa álvar- sligar avleiðingar. Ronnie Midjord, fyri- stødumadur á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at játtanin, sum landsstýrið ætlar at seta av til Suðuroyar Sjúkrahús komandi ár, er so lítil, at skal hon haldast, verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk. Síðani Landsstýrið legði uppskotið til fíggjarlóg fyri komandi ár fyri tingið, hev- ur nógv verið at hoyrt um, hvussu álvarsligar avleið- ingar tað fer at fáa fyri Landssjúkrahúsið og Klaks- víkar Sjúkrahús við spar- ingum og hópuppsagnum. Men stødan verður akku- rát líka ring á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tvær milliónir mangla í Í ár er játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús uppá 28.848.000 krónur. Men í mars mánaða í ár hækkaðu lønirnar góð try prosent. So á eini eykafíggj- arlég, sum liggur í tinginum nú, er ætlanin at jåtta Suð- uroyar Sjúkahúsi 736.000 krónur afturat til at fíggja lønarhækkingina við. Sostatt er játtanin til Suð- uroyar Sjúkrahús tilsamans 29.584.000 krónur í ár. Men næsta ár hevur landsstýrið bara skotið upp at játta 29.020.000 til Suð- uroyar Sjúkrahús. — Sostatt koma vit at mangla tvær milliónir næsta ár, bara fyri at halda virk- semið á sama stødi sum í ár, sigur Ronnie Midjord. Hann sigur, at hetta er nevniliga tað, sum lønar- hækkingarnar í vår koma at kosta Suduroyar Sjúkrahúsi komandi ár. Onki eftir at spara Spurningurin er so, hvørjar avleiðingar, hetta fær fyri Sjúkrahúsi. Ronnie Midjord sigur, at í ringastu kreppuni var raksturin skorin inn á bein. — So skulu vit aftur undir umfatandi sparingar nú, ber ikki til at gera tað við ration- aliseringum og effektiviser- ingum á ymsum økjum á sjúkrahúsinum. Tað vil siga, at skal meiri sparast, verður tað neyðugt at skerja heilar funktiónir burtur. Tí nú er so nógv spart, at nú eru bara lønirnar at fara eftir. Vanliga sigst, at fýra starvsfólk ganga uppá milli- ónina. Sostatt fer tað at kosta átta størv á Suðuroyar Sjúkra- húsi næsta ár, um ætlaða játtanin skal haldast. — Og so nógv ber ikki til at spara við at taka eitt fólk her og eitt fólk har. Skulu so umfatandi sparingar set- ast í verk, slepst ikki utt- anum at skerja heilar funkt- iónir burtur, sigur Ronnie Midjord. Men hann leggur afturat, at summar funktiónir eru smáar. — So verður spariknívurin settur á tær smáu funktónir, kann væl henda, at fleiri funktiónir mugu sparast burtur. Tilsamans eru 67 fulltíð- arstørv á Suðuroyar Sjúkra- húsi. Landsstýrið má sjálvt finna sparingar Men leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi vil ikki sjálv á- taka sær at finna tær neyð- ugu sparingar. Ronnie Midjord heldur, at tað ber ikki til at skerja játt- irnar ár um ár, og so bara at kasta bóltin yvir til stovns- leiðarunum at finna spar- ingarnar. Hann heldur eisini, at tað er ósakligt av politikarum at hækka lønirnar, men at lata stovnsleiðararnar sita eftir við trupulleikunum, ið standast av hesum. Tí hevur leiðslan á Suð- uroyar Sjúkrahúsið kastað landsstýrinum bóltin aftur og biðið Almanna og Heilsumálastýrið = sjálvt boðað frá, hverjar funkt- iónir skulu niðurleggjast á Suðuroyar Sjúkrahúsi kom- andi ár. Fyrst ár sendi Suðuroyar Sjúkrahús landsstýrinum eitt yvirlit yvir, hvat rakst- urin for at kosta komandi ár, við tí virksemi sum er. Men síðani hevur lands- stýrið boðað frá, at játtanin verður ikki meiri enn góðar 29 milliónir komandi ár, tvs tvær milliónir lægri enn tað, sum sjúkrahúsið metti, skuldi til. — Men vit fara ikki at leggja eina fíggjarætlan fyri komandi ár, har heilar funktiónir skulu skerjast burtur, sigur Ronnie Mid- jord. Ronnie Midjord ásannar, at tað er leiðslan, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum á sjúkrahúsinum. — Men tað er ein politisk- ur spurningur, hverjar funktiónir skulu verða á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tí má landsstýrið siga, hvørjar funktiónir skulu burtur, nú ongir aðrir møguleikar eru at spara. — Suðuroyar Sjúkrahús hevur eitt utreidslustødi, sum er 12 milliónir lægri enn Klaksvíkar Sjúkrahús og heilar 200 milliónir lægri enn Landssjúkrahúsið. — So má sunnur fornuftur kunna siga, at her eru íkki fleiri sparingar at heinta, um hetta framvegis skal virka sum eitt sjúkrahús, sigur leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi í einum brævi til Almanna og Heilsumála- stýrið. Tí hevur hon biðið Al- manna og heilsumálaráðið boðað frá, hvørjar funktión- ir ætlanin er at niðurleggja. Sjúkrahúsið skuldi havt sent Landsstýrinum fíggjar- ætlanina fyri komandi ár tann 18. oktober kl. 12. Men enn er onki svar komið uppá, hvørjar funkt- íónir skulu vera. Og tískil hevur sjúkrahúsið ikki sent landsstýrinum nakra fíggj- arætlan enn, sigur Ronnie Midjord. Spurningurin nú er bara, hvørja lagnu Suðuroyar Sjúkrahús fær í løgtingin- um. Men fyribils er ivasamt, hvussu stórur åhugin er. Tí trivnadarnevndin hevur ver- ið bæði í Klaksvík og á Landssjúkrahúsinum. Men vit hava onki hoyrt um, at tey ætla sær suður higar, sigur Ronnie Midjord.