Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 20. november 1999 — Eg eri von- brotin av Javn- aðarflokkinum tíðindablaðið Edmund Joensen sigur seg á tingfundinum hós- dagin hava fingið prógv fyri, at Javnaðarflokk- urin arbeiðir saman við samgonguni í fullveld- ismålinum, og hesum er hann vónbrotin av JOHN JOHANNESSEN Talan er bert um lótir, tá Javnaðarflokkurin sigur seg ynskja at verða verðandi í ríkisfelagsskapinum. Veru- leikin er, at Javnaðarflokk- urin við arbeiða saman við samgonguni í fullveldismál- inum, men ætlanin skal bert hava eitt annað heitið. Edmund Joensen er ikki sért argur inn á Javnaðar- flokkin eftir tingfundin hós- dagin, har uppskot Sam- bandsfloksins um løgtings- lóg um leiðbeinandi fólka- atkvóðu um samráðingar- grundarlagið fyri nýggjari stýrisskipan var til aðru við- gerð og fall. Tað var bert Sambandsflokkurin, ið at- kvøddi fyri uppskotinum. Javnaðarflokkurin atkvøddi allur blankt, meðan hinir flokkarnir atkvøddu ímóti uppskotinum. Væntaðu stuðul frá Javnaðarflokkinum Formaður Sambandsfloks- ins sigur, at hann hevði væntað sær stuðul og undir- tóku frá Javnaðrflokkinum fyri hesum uppskoti, og tí er hann ógvuliga vónbrotin av, at Javnaðarflokkurin ikki atkvøddi fyri ti. — Javnaðarflokkurin hev- ur leingi riðið á tveimum hesum, tá tað um ríkis- felagsskapin ræður. Hann hevur tó leingi meldað út, málinum JOHN JOHANNESSEN Landstýrið arbeiðir í løt- uni við at orða samráð- ingaruppleggið um ríkis- rættarligu stóðu Føroya. Men tað er ikki heilt klárt enn, og tískil er ikki vist, at málið kemur fyri í utt- anlandsnevndini fyrr enn í byrjanini av desember. Høgni Hoydal sigur, at tað gongst væl at orða at hann ynskir at vera ver- andi í ríkisfelagsskapinum, men hetta eru bert lótir, fyri at tekkjast teimum, sum eru ímóti fullveldisætlanini. Edmund Joensen ásannar, at Sambandsflokkurin nú er einsamallur um at verja rík- isfelagsskapin. Javnaðar- flokkurin hevur, eftir hans- ara tykki svikið, tá hann ikki hirdi at atkvøda fyri upp- skotinum um at lata fólkið tala í fullveldismálinum. Fólkaræðið sviki Sambandsflokkurin heldur, at tað var upplagt, at fólkið slapp at gera greitt gjógnum eina fólkaatkvóðu, um vit skulu hava eina nýmótans- gerð av heimastýrislógini ella loysing. Men nú er staðfest, at eingin fólkaatkvóða kemur upp á tal áðrenn samgongan fer til Danmarkar at sam- ráðast um ríkisrættarligu viðurskifti Føroya. Lands- stýrið hevur fingið heimild frá einum meiriluta í løg- tinginum til at samráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu viðurskifti okkara, og somuleiðis hevur landsstýrið fingið heimild frá løgtinginum til at seta eina grundlógarneynd at arbeiða við uppskoti til grundlóg fyri Føroyar. Hetta heldur Edmund Jo- ensen vera at seta fólkaræð- ið til viks. Hann vísir á, at Samráðingarupp- leggið ikki klárt Samráðingaruppleggið um ríkisrættarligu stóðu Fór- oya er ikki klárt enn, men landsstýrið arbeiðir við uppleggið, tí landsstýrið er væl fyrireikað, og sipar hann til Hvítubók, aðal- orðaskiftið á tingi og so fram vegis. Men upplegg- ið skal viðgerast væl og virðiliga, fyri at fáa eina so breiða semju sum møg- uligt. Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið helst fer at vid- gera uppleggið einaferð seinast í månadinum, og um rætt varð atborið, áttu tvey løgting við vali ímill- um at samtykt loysing frá Danmark, um tað er tað, føroyingar ynskja. Edmund Joensen vísir eisini á, at skulu vit hava fullveldi, krevst ein stórur meiriluti av fólkinum at vera fyri hesum. Hann vísir á, at í Íslandi vóru nærum hundrað prosent av landsins íbúgvum fyri teirra full- veldisætlan, meðan hetta ikki er galdandi í Føroyum. Tí heldur hann, at vit áttu at hildið eina leiðbeinandi folkaatkvødu í Føroyum, so finnast kann út av, um meirilutin av fólkinum er fyri at gera broytingar í heimastýrisskipanini, ella um meirilutin av føroya fólki ynskir at loysa frå Danmark. — Eg haldi tað vera betur fyri fólkaræðið at hava eina folkaatkvødu ov nógv enn eina ov lítið. Og vit hava havt alt ov fáar. Vit hava havt tvær um rúsdrekkalóg, eina í 1946 og síðani skulu vit hava eina um semjuna, sum samgongan fer at gera við donsku stjórnina. Edmund sigur at enda, at hann ikki vil siga, hvussu stóran meiriluta hann krev- ur, fyri, at fullveldisætlanin skal vera fólkaræðislig, men hann stendur fast við, at hann skal vera væl oman- fyri tey fimti prosentini. síðani fer tað í uttanlands- nevndina. Høgni vil einki siga, um landsstýrið hevur havt samband við Javnað- arflokkin seinastu tíðina, meðan arbeitt hevur verið við upplegginum. Men hann fegnast um, at Ed- mund sigur, at Javnaðar- flokkurin tekur undir við samgonguni. Edmund Joensen sigur seg nú hava fingið prógv fyri, at Javnaðarflokkurin er farin í part við samgonguni í fullveldismálinum GSM FARTELEFONIR + GSM FARTELEFONIR * GSM FARTELEFONIR * GSM FARTELEFONIR * GSM FARTELEFONIR GSM FARTELEFONIR * GSM FARTELEFONIR * GSM FARTELEFONIR * GSM Foroya besta úrval av GSM fartelefonum Ericsson I Handilskjárnanum * Tlf. 320595 Fartelefonir - Sjónvarp - Radio - Video - Parabolar + Fax. 320596 GSM FARTELEFONIR « GSM FARTELEFONIR * GSM FARTELEFONIR * GSM HINO437131HV4 NS + HINO4337131HV4 NS + HINO4S3131HV4 NSÐ + HINO4S37131HV3 WSD + HINO4S3131HV4 NS9