Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 20. november 1999 tíðindablaðið Nýmótans Gummiskugg- ar gera vart við seg Bólkurin Gummiskuggar hevur givið út flóguna Grísaflísapætur. Ein nýmót- ans og vælsvingandi barnafløga, har vit m.a. hitta Grísaflísapætur, Lumma- lykta Ola og Dorius í Depli og Valdemar av Viðareiði. DAGFINN OLSEN I gjár kom út fløgan Grisa- flisapætur. Hetta eru ord eft- ir Alexandur Kristiansen og løg hjå Knut Olsen. Eisini eigur Jensina Olsen eitt lag. Talan er um skjaldur, sum Alexandur gav út í bók i 1992. Knút fekk hug at seta løg til og hava sangirnir ver- ið nýttir innan skúlagátt og i barnagørdum. Á fløguni hava teir tó fingið væl eydn- að og nýmótans snið. Bókin er útseld og verð- ur tíverri ikki endurprentað, sigur Jensina Olsen, sum hevur staðið fyri at fáa nýggju fløguna út. Saman við bólkinum Gummi- skuggar hevur hon latið sangirnar í nýmótans búna. Orðaspæl Jensina er á odda í bólki- num. Vit minnast hana t.d., tá hon sang um, at hon tosar sum omma og abbi í Før- oyum. Men ger hon nú tað? Burturúr tí, at hon og eini limurin í bólkinum skuldu finna eitt navn kom løgna navnid Gummiskuggar. - Eg og Andrias sótu og royndu at finna eitt navn. Vit hugsadu um Tikk Takk ella okkurt år tekstunum å fløg- uni. Ella bara Jensina og vinfólk. Men tað var so keð- iligt. So kom hugskotið Gummiskógvarnir, sum á barnamáli má eita gummi- goggar og sum so endaði við Gummiskuggar, greiðir Jensina frá. Og hetta orðaspæl er hóskandi, tí lógini hjá Knút hóska stak væl til Alex- andur, ið er ein dugnaligur orðasmiður, ið sum fáur er førur fyri at spæla við orð- unum. Bert børn Nýggja fløgan er Oivad ein fløga, ið vaksin kunnu lurta eftir, eins væl og børn. Men Jensina leggur dent á, at hó- ast hon hevur alt gott at siga um tær barnafløgur, ið eru komnar seinnu árini, so lava mangar teirra í stóran mun verið vendar ímóti ungdómi. - Vit hava bara hugsað um ørn. Bæði tá tað snýr seg um rútmurnar og eisini tón- eikin. Við vilja hava vit ikki nógv kór við og so hava vit roynt at sungið sera klárt. Eisini hava vit havt røddina angt frammi í ljóðmyndini, sigur Jensina. - Barnaoyru í dag eru ødr- vísi, enn tá eg var barn. Oyr- uni eru meira von. Í dag skal tónleikurin til børn vera elskuligur, men vid trumm- um og øllum. Tå eg var barn, so vóru tað Skiparin Lítli og Barnarímur. Hetta vóru mínir sangir, men so er ikki í dag og hetta hava vit tikið til eftirtektar, men roynt at havt røddina langt frammi og at lagt dent å orðini, sigur Jensina. Blindur í oyrunum Jensina metir tað vera strævi at standa fyri slíkari ætlan. Tá er ødrvisi bert at vera kreativur luttakari, ið ikki skal hugsa um pening og at fáa alt at ganga sum best. Hon takkar útgevara- num, 3'arin í SMS, ið hevur verið sera góður samstarvs- felagi og stuðul. Jensina er skapandi fólk. Hevur spælt nógv sjónleik. Vit kenna hana frá sangi og hon fæst eisini við at mála, hevur luttikið á 6lavsøku framsýning og skal í næst um sýna fram Jensina býr niðri í Dan- mark á 12. ári. Hon fór á tónleikaháskúla, hitti mann- in Lars og saman eiga tey barn. Lars leikar við á fløg- uni, hevur tikið upp og ljóð- blandað. Hann eigur upptøkuut- gerð, ið tey hava havt stand- andi í einum kamari, men nú hava tey fingi eitt hóli uppá 100 fermetrar til vega og tað er har, í Sinus Studio, at Grísaflísapætur er festur á fløgu. Arbeiðið byrjaði í 1998, men hevur ikki verið støðugt. Hetta metir Jensina hevur verið gott, tí tá steðg- ur hevur verið í, so hava tey havt tíð at fáa tilfarið burtur frá eina stund. - Tá ein situr í tí alla tíð- ina, og hoyrir lógini fleiri hundrað ferðir, so gerst ein at enda blindur í oyrunum, sigur Jensina. James Í gjár kom fløgan á markn- aðin, nakað seinkað, tí trup- ulleikar vóru við prenting. Talan var um „Г - trupul- leikar. Ella Ð' ið, sum hvarv. Men fløgan er nú veruleiki Knút Olsen, Hógni Zachariassen, Gissur Patursson og Jensina Olsen á móttókuni í 3'aranum í gjár í samband vid, at Jensina og Gummiskuggar geva út Grísaflísapætur Mynd: Jens Kristian Vang og í gjár var móttøka í 3'ar- anum. - Gummiskuggar er ein stuttligur bólkur, ið virkar væl og vit eru samd tónleik- aliga, sigur Jensina. Tað er fyrsta ferðin hjá teim flestu, at tey eru bein- leiðis við í fløguætlan. Men ein meira garvaður er við og tað er James Olsen. - Vit høvdu prátað um, hvussu vit skuldu gera vid trummur. Eg var so til eina konsert, har James spældi og so visti eg, at hann skuldi tað vera, sigur Jensina. Og James ikki bert leikar trummur, men syngur og rappar elsini. Í Gummiskuggum eru Jensina Olsen, Lars Hellbo Jensen, Andrias Rasmus- sen, James Olsen, Morten Vittrup Graversen og Jan Petersen. Bárður Jákupsson hevur við eyðkendum stíli mynd- prýtt og 3'arin stendur fyri útgávuni. 11 løg eru á út- gåvuni. Oivað verður Gisaflisa- pætur at hitta í útvarpslurti- num í komandi tíðum, sam- an við Gummiskuggum. Botnur: 3 eggjahvítar 150 gr. sukur 150 gr. knústar mandlir Jensina Olsen er á odda í Gummiskuggum. Hana minn- ast vit eitt nú sum flata á flatlondum ella tá hon syngj- andi tosaði sum omma og abbi í Fóroyum saman við Haldurs Café. Á nýggju fløguni spyr eisini ein rappandi James Olsen, um hann skal fiska hvalin ella kvala fiskin Mynd: Jens Kristian Vang lsur: 4 Daim 3 eggjablommur 1/2 dl. sukur 3 di. rómi Piska eggjahvítar og sukur til stivt marengs. Vend varisliga tær knustu mandlirnar i. Koyr deiggi í ein vælsmurdan breyðform. Bakast niðast í ovninum á 165* í uml. 45 min. Til ísin pískast eggjasnapsur av eggjareyðunum og sukrinum. saman við tí groft hakkaða Daim'inum. Hav tó eitt sindur eftir til pynt. Tak tann avkølda kakubotnin úr forminum,vaska formin og koyr bakipappir í og legg botnin í aftur. Koyr ískremið yvir botnin og stilla formin í frystaran í 2 tímar. Pynta kokuna við hakkaðum Daimi og møguliga eitt sindur av róma. Arbeiðstíð: 30 min. Frystast: Minst 2 tímar. NB! Eisini kann ískakan gerast í springformi. Næsta leygardag uppskrift 2: Daim Triffla : Rómin pískast stívur og vendist varisliga í eggjasnapsinum - -4 = 5 k Sosig