leygardagur 20. november 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 20. november 1999
tíðindablaðið
13
aði við einum skipi hjá
Lauritzen.
Eg sigldi bæði við køl-
iskipi og við tangabáti. Um-
framt at sigla í Europa
komu vit víðan. Eg kann t.d.
nevna, at vit sigldu gjøgnum
Suez veitina og umvegis
Aden og Singapore komu
vit bæði til New Zealands
og Kina, og hinvegin sigldu
vit úr Onglandi og umvegis
USA og Kanada og suður
til Braisilia og Argentina.
Tå eg fekk møguleikan
at søkja kjans við Reyða
Krossi, vóru vit staddir onk-
ustaðni mitt í Indiska havi-
num. Kjartan Dalsgarð úr
Skálavík var skipari. Hann
helt, at tað gjørdi tað sama,
um eg valdi at halda fram
at sigla, ella um eg fór heim.
Eg fór at iðra meg um báðar
avgerðirnar, og eg havi skilt,
hvat tað var, sum hann
meinti við.
Inn við móðurmjólkini
Tá Jukim Olsen í 1964 kom
á Matrikulstovuna, kendi
hann tað, sum um hann
hevði fingið starvið, ið
hevði við alt tað at gera,
sum hann, heilt frá tí at hann
var smådrongur, hevði hoyrt
um og havt áhuga fyri úti í
Svínoy.
- Tá varð arbeitt við at
matrikulera, og eitt tað
fyrsta, sum tey fingust við,
tá eg kom hagar, var at matr-
ikulera Havnina. Framman
undan var matrikulerað nið-
an um plantaguna. Vit matr-
ikuleradu eisini úti á bygd,
og tað var um somu tíð, at
tað varð arbeitt við útskift-
ingum, bæði innangarðs og
uttangarðs. Nógv av tí ar-
beiðnum gekk fyri seg á
Matrikulstovuni. Hans O-
lávus Danielsen og Ólavur
Clementsen plagdu at vera
stjórar fyri útskiftingunum,
og Vit vóru uppii og vóru
m.a. til staðar, tá útskifting-
arnevndirnar hildu fundir
saman við bygdafólkunum
kring landið. Tað var læru-
ríkt, spennandi og til tíðir
ikki sort stuttligt eisini.
Eg havi ikki arbeitt suð-
uri í Suðuroy, men í flestu
av hinum oyggjunum er tað
fallið í mín lut at vera uppíí,
og tað er ein av orsøkunum
til, at eg kenni og beri
kenslu á hilt fitt av fólki, og
tá tað er soleiðis, so verður
tað nátúrligt ofta at fara at
heilsa uppá, tá serlig høvi
eru. Og nú er tíðin til tað,
nú arbeiðsdagurin er lokin.
Stórar broytingar
Tá tosið dettur á Svínoy og
svínoyingar, minnist Jukim
aftur á barnaárini:
- Hjalmar Hátún var lær-
ari í Svínoy. Svínoyingar
hildu so ógvuliga nógv av
honum, og tað var ikki at
undrast á, tí hann var framúr
í skúlastovuni og eisini á so
mongum øðrum økjum. Eg
fór í skúla tann dagin, tá eg
fylti seks ár, og eg minnist,
at vit sum smådreingir
plagdu at telja, hvussu nógv
fólk búðu í bygdini. Hetta
var eitt sindur fyri kríggið,
og vit plagdu at koma upp í
237 og 238. Skulabørnini
vóru onkuntíð 44 í talið, og
eg haldi, at úti á Kirkju vóru
tey umleið so nógv, sum tey
vóru í Svínoy, so tað kann
ikki sigast annað, enn at tað
er nógv broytt.
— Fólkatalið tók ikki at
minka rættuliga fyrrenn væl
Tey eru mong, sum kenna mannin, og tey flestu munnu komast við hann. Jukim er svinoving
ur, og tey, sum ikki Vila
tað frammanundan, verða skjótt greið yvir tað, tá tey hoyra hann taka orðið eitt nú í Ebenezer, har hann hevur havt
sína dagligu gongd, síðani hann kom til Havnar
eftir kríggið. Onkur fluttu
millum kríggini, men lívs-
mynstrið við skipsmonnum,
sum vóru heima um vetrar-
nar, helt sær leingi, og tað
var ikki fyrrenn tað broytt
ist, at fólkatalið av álvara
tók at minka.
Tað var avmarkað, hvussu
nógvir menn fingu kjans at
sigla niður við fiski undir
krígnum. Nógv fólk var
heima, og tí var nógvur út-
róður. Roynt varð at betra
um umstødurnar hjá teim
um, sum róðu út, og svín
oyingar vóru millum teirra,
sum bygdu sær íshús, sum
tað varð kallað. Har
goymdu teir agnið, og so
avreiddu teir inni í Sundi,
sum teir siga. Eitt skifti varð
fiskurin seldur til S. P. Pet-
ersen í Fuglafirði.
I 1944 varð mær litið
til at umsita íshúsið. Tá teir
ætlaðu sær til útróðrar, so
sendu teir boð eftir mær at
flýggja teimum agn, og tað
kundi vera allar tíðir á deg-
num. Teir flestu, sum tá
róðu út, eru nú farnir, men
eg minnist teir við tøkk og
virðing, og tú kanst ætla, at
eg royndi at leggja meg eftir
tí, sum teir tosaðu m.a. um
veður, vind, streym og fisk
iskap.
Førningurin
Jukim Olsen er yngstur av
I morgin røkkur Jukim
Olsen dustsins år. Hann
hevur mangan verið hollur
í ráðum og leiðbeiningum
Mynd: Jens Kristian Vang
fýra synum hjá Jógvani á
Geilini og Elsebeth Malenu,
sum var ættað frá uppi á
Húsi. Olivur, sum var
nummar tvey í rødini, býr í
Klaksvík. Esbern var næst
yngstur. Hann búði í barn
dómsheiminum í Svínoy.
men nú eru longu nógv ár
síðani hann doyði. Petur ella
Pedda, sum doyði fyri ein-
um ári síðani, var elstur
Hann var brekaður, og Juk
im hevur so ofta tikið til,
hvussu góður og umhugsin
Pedda var fyri lítla beiggja-
num:
Tað vóru sjey ár millum
okkum báðar. Pedda gekk í
skúla inntil hann var tólv ára
gamal. Tá hann var farin úr
skúlanum hevði hann meg
við sær norður í gerði og
aðra staðni, har hann fór. og
eg haldi. at tað millum ann-
að var fyri at tey skuldu
hava betri tak á, hvar eg var,
at foreldrini sendu meg í
skúla, longu tá eg var seks
ára gamal
Svínoyingar vita at siga
frá, at bæði Jógvan og Els
ebeth Malena á Geilini vóru
fróðarfólk, og tað er sjón
Mynd: Jens Kristian Vang
fyri søgn, at Jukim hevur
lagt sær væl i geyma. Hann
tykist hava vitan um og inn
lit í familju. jørð og land
búna, skip, bátar og fisk
skap. skúla. kirkju og sam
komu, skaldskap og soleiðis
kundi vit hildið á
Tá vit spyrja. hvar hann
hevur lært um stadarnøvnini
í Svínoy. so hevur tað eisini
sina søgu
Eg minnist væl menn,
sum vóru føddir tidliga í
seinnapartinum av fyrru
øldini, og hvat teir tosaðu
um, t. d. í sambandi við fjall
og útróður. Mammubeiggi
mín, Heini Justinussen ella
Heini uppi í Húsi, hevði
sera gott innlit í nógv við
urskifti, hann var góður frá-
søgumaður, og hann hevði
serligan áhuga fyri staðar-
nøvnum
Hetta sigur Jukim Olsen,
sum hjå mongum må kenn
ast sum imyndin av Svinoy
og svinoyingum. I morgin
røkkur hann dustsins år
Hann hevur mangan verið
hollur í ráðum og leiðbein-
ingum. Vit heilsa honum og
1-1
ynskja hjartaliga tillukku
Hvar tú finnur okkum?
„..allastaðni
FJ STRANDFARASKIP