leygardagur 20. november 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 20. november 1999
Gamli
maðurin
Í
Cojimar
Miðsíðurnar
Fingið rullið við móðurmjólkini
Í trý ár legði hon
30.000 fjórðingar aftur
um seg á
heimshøvunum. Á
ferðini sigldi hon somu
teinar sum kendu
sjófararnir Columbus.
Cook og Heyerdahl.
Mánadagin kemur
Durita Holm út við
bók um ferðina
„Ferðin um bláu
gongustjórnuna“
Iurið Kjølbro
Hon hevur siglt síðani hon var trý
ára gomul. og sjógvurin hevur altíð
hugtikið hana. Hon er 24 ára gomul,
men hevur longu sligið sitt navn
fast sum skipari og sjófari. Og nú
sum høvundur
Tad var umborð á seglbåtinum
Sølku Vølku, at ferðin um bláu
gongustjørnuna varð gjørd. Tveir
dagar áðrenn Olavsøku í ár legði
Salka Valka inn at landi, haðani hon
fór fyri trimum árum síðani. Og
tíðarbilið síðani hevur Durita
skrivað bókina
- Eg havi skrivað ógvuliga spont-
ant, eg gjørdi ikki nakra stórvegis
ætlan, áðrenn eg fór í holt við at
skriva hana. Hon er skrivað í
tíðarrað, og so royni eg at lýsa
stødini, vit vitja á leiðini,
upplivingar og annað. Tað hevur
verið ringt at avmarka meg, tí nógv
er at siga frá, sigur Durita.
Bókin byggir lutvíst á dagbók,
Durita skrivaði á ferdini, og skips-
dagbókina. Ráð og vegleiðing hevur
Durita fingið frå kønum fólki.
- Eg gleddi meg ógvuliga nógv at
koma heim, og tað var gott at sleppa
at skriva um ferðina so skjótt eftir
heimkomuna. Meðan eg havi
skrivað, havi eg kunnað gleðst um
at vera komin heim samstundis sum
eg havi gleðst um upplivingarnar,
eg havi havt á ferðini. Var eitt
sindur frá liðið, til eg fór undir
bókina, kundi verið, at mær fór at
leingjast.
- Eg vóni, at fólk halda bókina
vera undirhaldandi og spennandi.
Vit eru ein sjófarandi tjóð, men
stuttleikasigling er ikki viðurkend
fyrr enn fyri stuttum. Kanska bókin
gevur fólki hug til stuttleikasigling,
sigur Durita.
Durita Holm hevði ongar trupulleikar við at finna bústað í Havn. Hon býr saman vid familjuni umborð á Fifie of Sand, sum pápi
hennara eigur. Hetta er ein skotskur sildabátur, ið er bygdur í 1933. Á myndini er Durita saman við dóttrini Freyju, sum verður
tvey ár á jólum.
Dagurin ókendur
Enn leingist henni ikki út sum so,
men hon heldur, at tað er meiri
fábroytt at búgva í einum samfelagi
sum tí føroyska, enn at ferðast og
flyta seg alla tíðina millum ymisk
lond.
- Tað er nógvur spenningur og
turbulensur, tú flytir teg alla tíðina
inn í eitt nýtt øki, og tú veitst
ongantíð, hvussu dagurin í morgin
verður. Ferðin hevur lært meg nógv,
eg havi fingið ein stórri sjónarring,
tá ið tað snýr seg um ymiskar
lívshættir, og um hvat hevur týdning
í lívinum og hvat hevur minni
týdning. Samstundis havi eg sæð
ymiskt, ið er gott í okkara sam-
felagi, og annað, sum er minni gott.
Tað ber ikki til at renna undan
egnari mentan, tað er her, eg eri
uppvaksin og tað er her, virðini eru
løgd í meg. Tey, sum renna undan
hesum, flýggja frá onkrum í teim
sjálvum.
- Vit eru so rík, hava alt, vit
kunnu ynskja okkum, og kortini
grenja vit um, hvussu ringt vit
hava tað. Og vit vilja bara hava
meiri. Vit gloyma at liva. Á
nógvum stóðum, vit*vitjaðu, vóru
tey ógvuliga fåtøk, men tey vóru
altíð glað. Vit hava nógv at læra av
teimum.
Meiri fyrivarin
„Ferðin um bláu gongustjórnuna“
er søgan um sigling, fjarskotin
lond, kærleika og at gerast mamma
á leiðini. Á ferðini hitti Durita
norðmannin Erik og á jólum fyri
tveimum árum síðani átti hon
dóttrina Freyju í New Zealandi.
- Sjálvsagt hevur tað verið
strævið at siglt við einum barni.
Men Freyja kendi jú ikki til annað,
og í so máta haldi eg, at tað hevur
verið framúr, tí hon hevur havt
meg og pápan um seg allan dagin
alla tíðina. Áðrenn Freyja kom, var
eg fullkomiliga óttaleys í øllum
lutum, men beinanvegin hon var
fødd, gjørdist eg meiri varin. Fyrr
kundi eg sigla uttan mun til,
hvussu veðrið var, eg lurtaði ikki
eftir veðurtíðindunum, men eftir, at
hon kom, havi eg ansað betur eftir.
Bókin kemur út mánadagin, og
fyrst í komandi ári fáa hyggjararnir
hjá SvF høvid at síggja seks
sendingar frá ferðini. Til eru upp 43
tímar á bandi og í hesum døgum situr
Durita í Vørdsluni og ger tilfarið til
sendingar.
Durita hevur verið í sambandi við
eitt danskt forlag, sum er ógvuliga
áhugað at fáa hana at skriva eina bók
á donskum um ferðina.
- Hetta hevði verið ein stórri og
ødrvisi bók, sum lýsti mini privatu
viðurskiftini meiri. Um hon verður
veruleiki, veit eg ikki enn.
Framtíðin
Eftir summarfrítíðina næsta ár fer
Durita at lesa fólkalívsfróði í Oslo.
Men at ferðast er framvegis ógvuliga
umráðandi í lívi hennara.
- Eg fari altíð at ferðast nógv,
eisini í longri tíðarskeið, men eg havi
ongar stórar ætlanir fyri framman.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað er nógv, eg ikki havi sæd, og
annað eg havi sæd, men sum eg
kundi hugsað mær at vitjað aftur.
Men tað er ógvuliga umráðandi at
hava eitt heim, og vita, at tú hevur
nakað at koma aftur til. Eg taki synd
í teimum, sum selja alt og fara út í
verðina at sigla.
Durita leggur ikki í at verða
kallað konubrot. Hon fór ikki út í
verðina fyri at vísa seg, men fyri at
fáa nakrar upplivingar.
- At fá trúðu, at henda ferðin
hevði nakað uppá seg, hugsi eg ikki
um í dag. Var eg ein ungur drongur,
hevði eg helst eisini hoyrt nakað tað
sama. Eg haldi ikki, at tað hevur
nakað við kynið at gera, men
heldur, at fólk hildu ferðin vera
býttisligt tvætl at brúka tíðina uppá.
- At eg havi gjørt hesa ferðina, og
fingið eitt barn á ferðini, er nakað
serligt í eygunum hjá fólki. Fyri
meg hevur tað bert verið at gera ein
dreym til veruleika, sigur Durita
Holm at enda í viðtali.
a