Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 meini tað Pl et / Dánjal Højgaard, al journal istur, skrivar Prag - Tór £SjU al n skvan shavn studentarnir í Ke S kia gnum gøturnar í g A emokra r fallin og eftir g g ist å fridarligan komn S maræðinum Sek sk e g ' g i arbeidsørindum g gs ey. S óru við í november 1989, 3 størsta avbjóðingin i nystovnada kekkiska raðu tey oll sum við ein munn: Demokrati- "la peningalig vælferð, men demokratiið IKKI DUSKAD At endurreisa fólkaræðið for at vera ein nógv drúgvari På t umskipa buskapin, tóktist semja at vera um Mc itið á eina fria og óhefta pressu hevur verið ik. Eftir 50 ár undir einaræði eru kekkar ikki hefta pressu og politikararnir hava ikki hava tikið ta fjórðu statsmaktina í fullum álvara. „Fyri tað um »kkurt blað skrivar “ hevur mangan verið niðurlagið, tå ið politikarar hava staðið fyri skotum, greiddi ein vónsvikin blaðmaður mær frá. Væl dokumenteradur kritikkur hevur verið ignoreraður ella sligin uppí glens Gongdin í Kekkia gevur nakað at hugsa um. Hon vísir at gjandi borgararættindi sum talu- og skrivifrælsi eru eingin sjålvfylgja, og at tað ber til at undirgrava trúvirðið hjá eini frælsari pressu. Uttan at leggja nakran undir miðvíst undirgravingarvirksemi, so haldi eg, at vit í Føroyum seinastu tíðina hava upplivað ein ódámliga framferð móti okkara fjølmiðlum. Ein framferð, sum fær teg at hugsa um Kekkia eftir Floyalskollveltingina grund Vit hava sæð, hvussu politikarar gremja seg um at vera skeivt endurgivnir. Ja, á sjålvum tingsins rødarapalli hevur løgmadur sagt, at hann ikki hevur stundir at svara spurning- um um landsstýrismenn, sum verða skeivt endurgivnir í fjølmidlunum. Tíbetur kundi útvarpið í viðkomandi máli skjalprógva, at rætt var endugivið. Slík generell úttalilsi, sum tey hjá løgmanni, eru við til at oydileggja trúvirðið hjá fjølmiðlunum — og tað átti løgmaður at hildið seg burtur frá. Einki duga føroyskir journalistar at endurgeva verri enn aðrir — heldur tvørturímóti. Hinvegin havi eg varhugan av, at okkara politikarar gera sær mangan ikki greitt, at tað teir siga kann fáa avleiðingar. Og higartil eru teir slopnir alt ov lætt vid at geva fjølmidlunum skyldina, tá dragast skal í land. Politikararnir hava eisini hug at leggja seg beinleiðis út í arbeiðið hjá fjølmidlunum. Sambandsmenn skriva kæru upp og kæru niður um útvarpið, ti flokkurin skal hava fingið nøkur sekund ov lítið í onkrari sending. Ein javnaðartingmaður reið so lágt, at hann fór í blødini at fortelja fólki, hvussu Dagur og Vika skal snikkast saman, tí hann var misnøgdur við at hansara egnu áhugamál ikki vóru nógv væl røkt í onkrari tíðindasendingin Eingin av hesum kritikarum tykist at geva gætur, at pressufrælsi í roynd og veru er frælsi at velja og vraka. Demokratiið í Kekkia er nú 10 ára gamalt. Okkara er 150. Kortini kann tað tykjast sum at fjølmiðlarnir í løndunum báðum dragast við nakrar av somu barnasjúkum: at polit- ikararnir ikki rættiliga hava vant seg við, at frælsir og óheftir fjølmiðlar eru ein av skorðunum undir demokratinum. Tað tekur tíð og krevur eina hugburðsbroyting at stilla seg um frå einaveldi til fólkaræði. Í okkara føri er tað helst tað langa tíðarskeiðið við flokspolitiskum bløðum, sum setir síni spor. Fjølmiðlar fáa rætt og slætt ikki verið óheftir, tykist at vera rótfest hugsanin hjá mongum. Tann partapol- itiska etikettan hongur við. Sjálvsagt skulu vit allatíðina seta spurning við, um fjøl- miðlarnir gera sína skyldu. Men politikaranir mugu ansa eftir, at teir ikki undirgava álitið á teir frælsu fjølmiðlarnar og leggja seg út í teirra arbeiði, so at demokratiið kemur í vanda. Heldur skuldu politikararnir kjúklað um fjølmidl- arnar, so at teir gerast enn betri, enn meira frælsir og óheftir av politiskum áhugamálum — enn meira kritiskir. Saman við eini vælvirkandi politiskari skipan er frælsi fjølmiðlanna besta trygdin fyri, at vit ongantíð koma í ta stóðu, sum kekkar og slovakar vóru í til november 1989. ta 8 =. TA D 2 2 8 2 MA S= Nr. 222 — 20. november 1999 TR FannnenENNENEREN Sav N3yEENS NEN STELRITETIEREERE REKA FARIN rr: MYRATFYNNTTT Myndviðgerð Alvur Haraldsen Bilurin verður í 1960 førur fyri at ferðast bæði á landi og á sjógvi og hevur radar til nýtslu í mjørka. Í 2001 er meguligt hita mat í bilinum í mikroovni At spáa um framtíðina er ikki lætt Ofta verður havt á munni, at hetta at spáa um framtíðina er trupult. Men fólk hava Dagfinn Olsen Danska blaðið Samvirke hevur í greinarød gjørt nógv burturúr, nú ár 2000 nærkast. Blaðið byrjaði í 1928 og hevur nú savnað ymisk brot við spádómum, ið ikki hava hildið. Í grein í 1943 um flog- før millum USA og Europa verður m.a. sagt, at nóg mikið verður ikki við at bjóða ein stól til hvort ferðafólk, men eisini verða sovirúm, veitslurúm, lesirúm, matstova og barr. Í 1953 var spátt, at um fólkatalið vaks við somu ferð, sum tað vaks frá 1800 til 1830, so vildi tað í ár 2060 vera 14 milliónir fólk í Danmark. Í 1953 vóru 4,5 milliónir fólk í Danmark. Bilurin verður í 1960 førur fyri at ferðast bæði á landi og á sjógvi. Hann verður grundleggjandi gjørdur úr plasti og hevur klárt tak, vindskerm og rútar, alt í einum. Hvorki kobling ella gervi eru. Motorurin verður aftanfyri og so er útvarpstól, radiotelefon og eisini radari til nýtslu í mjørka. Soleiðis stóð í grein í 1946. Ein lesari skrivar í 1929, at hann metir, at tíðin við lýsingum, reklamum, er um at vera av, tí mong munnu rokna lýsingar fyri tað tær eru, nevniliga fjant og fjas. Lesaranum leing- ist eftir eini tíð, har bert vanligar kunngerðir eru at síggja. Spátt var í 1948 um tyrluna, sum fólkavognin í luftini. Men staðfest var eisini, at tyrlan mátti mennast nógv, áðrenn miðal hampamaðurin kundi seta seg í tyrluna í aldingarði sínum og flúgva inn á takið á skriv- stovubygninginum. Málið broytist og virð- ingin fyri t.d. eldri fólki er ofta víst við at siga tygum. Men eisini her er nógv broytt á mongum økjum. Um hetta við at tosa við eina kvinnu, var sagt í 1957, at „ein vildi fegin sæð, nær ein lærarinna ikki longur er ein , frøken” hjá skúlanæmingunum“. Í 1964 spáddu tey um framtíðar handlar, har ein kundi gera skjótt av: Í holkorthandlum standa bert vøruroyndir. Ein fær skjótt eina heildarmynd og velur við at taka eitt hol- kort. Hesi liggja í dungum á hillum undir vøruroynd- unum. Holkortini letir ein inn við kassan og áðrenn talt verður til tvey, er rokning skrivað - enntá í tveimum eintøkum. Tann eina verður stungin inn í rúmið aftanfyri handilin, har handilsfólk eru. Vor- urnar verða tiknar av hill- altíð gjørt hetta, og ofta eru tey farin skeiv um og lagdar í eina kurv. Kalendarin: Ein verð- inskalendari skal takast í nýtslu við byrjanina av einum ári, har fyrsti dagur er mánadagur eftir núver- andi tíðarrokning. Hetta hendir 1. januar 1968, men so skjótt fæst neyvan semja um hetta, og so ganga 11 ár - 1979 - til tíðin aftur er búgvin. Vón- ast má, at tjóðirnar hesi tólv árini semjast um henda trupulleika. Soleiðis varð skrivað um amerik- anska hugskotið um ein verðinskalendara, ið hevði 13 mánaðir við 364 døg- um, so allir vikudagar fullu sama dato í mánað- inum. Dagur nummar 365 var so verðinsdagur, beint áðrenn ársskiftið. Hug- skotið skuldi beina fyri óskilinum, ið kom av, at meira enn helvtin av fólk- inum á jørdini nýta annan kalendara, enn Vestur- heimurin. Greinin er skrivað í 1967. Serfrødingar spåddu í 1966 um gerandisdagin um 20 år. Teir spåddu, at gátan um krabbasjúku var loyst í 1986. Hetta passaði ikki, men restin passaði. Td. at vit eta mat frá allari verðini, hús og innbúgv eru úr eftirgjørdum tilfari, vit hava meira frítíð, meira ferð og minni bilar, elektronisk dagbløð og vit kunnu keypa inn og samskifta við at samskifta millum elektroniskar heilar (teldur). Enzym nevnist á før- oyskum kveiki. Í 1969 vóru stórar vónir hesum viðvíkjandi. Hvussu við góðgæti, ið beinleiðis forðar fyri holum í tonnunum? Burturbeining av blédtøppum við inn- spræning av kveiki ella lekjan av krabba? Alt hetta var í 1969 hildið at koma um fá ár, takkað verið kveiki. I grein í 1993 varð spátt, at vit í 2001 hita mat í bilinum í mikroovni, og at sjónvarpslýsingar eru rættaðar ímóti børnum við ábyrgd og ávirkan á húsar- haldið. Fróðin um veður og vind var í 1970 hildin at mennast so skjótt, at ein brátt kundi spáa um veður í ein heilan mánað framyvir. Føroyingar ferðast nógv og mangir hava roynt nýggju floghavnina í Kast- rup. Í 1968 skrivaði Salt- holm nevndin, ið kannaði viðurskifti í samband við komandi altjóða floghavn í Danmark, at ikki var hugsandi, at Kastrup kom uppá tal, tá tað snúði um komandi flogferðslu. Ringt er at spáa, serstak- liga um framtíðina. Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2'aran: turid&sosialurin fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller. Blaðstjórn: Turið Kjølbro. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.