leygardagur 20. november 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 222 — 20. november 1999
17
Læknin hevur Orðið...
Jenis og Jesus samstarva. Hóast mótstøðu og skørp skoðsmál, stuðlar læknin og løgtingsmadurin einum virknum
kristindómi treytaleyst
Hógni Mohr
My boss is a Jewish carpenter
Soleiðis stendur á skeltinum í við
taluhølunum hjá Jenisi av Rana,
kommunulækna og løgtingsmanni
Bíðirúmið er heldur ikki sum tey
vanligu. Fert tú til lækna, er vanligt,
at tú nærum ikki fært sitið fyri
heilsublødum og læknafrødiligum
tidarritum. Men ikki hjå Jenisi
Kirkens Ugeavis, Udfordringen,
Trub6tin, Troens Bevis og Skandin
aviskt missions- og vækkelsesmaga-
sin fylla borðini i bíðirúminum hjá
læknanum í Jóannes
Paturssonargøtu 22. A bróstinum
hanga vakrar náttúrumyndir við
stuttum og beinraknum
bíblugrindum, og á sama veggi
stendur eisini riðil av kristiligum
bókmentum í einum upphongdum
rimaverki: Jobs Gud. Himmelsen
paa forskud. Vinden fra Pensacola,
við undirheitinum, Hellig Ild.
Ju, Jesus er vælkomin hjå Jenisi
Knýttur at Kristusi
Jenis er føddur í Trongisvági í 1953
Hann hevur tvær systrar og ein
bersagdan beiggja, sum er bóndi
Men orsøkin til, at Jenis ikki
gjørdist bóndi, er sambært Jenisi
sjålvum, at hann valla kennir seyð
frå oðrum kriatåri, meðan beiggin
kennir hverja kleyv í syðru helvt í
Suðuroy
Jenis valdi læknastarvið fram um
landbúnað. Hann varð útbúgvin í
1983, og fór í starv sum hjálpar
lækni á Landssjúkrahúsinum. Seinni
gjørdist hann kommunulækni, og
síðani 1995 hevur hann havt viðtalu
í Havn. Men hann er eisini
politikari. Kommunalur í Havn í
tíðarskeiðnum 1993-96, og í
løgtinginum síðani 1994.
Jenis er løgtingsmadurin við
teimum hvøssu og óbendiligu
áskoðanunum um sidalæru og verju
hins veika. Ein frelstur rebellur, sum
dúgliga blaðar í Bíbliuni og endur-
gevur føgur ørindi um næstrakær-
eika, æviga livid og vinin, Jesus
Men ikki allir starvsfelagarnir i
øgtinginum taka hann i ålvara
Jenis? Tad nervar ikki hann,
vat hendir í politikki og her á jørð
sum heild. Bara hann fær sítt
ummiriki tå hann einaferð liggur
kaldur undir moldum, sigur ein
øgtingsmadur.
Men Jenis sigur tað vera umvent
Orsøkin til, at hann fór upp í
politikk var, at hann vil knýta
Kristus upp í tað tímiliga.
— Tað ber ikki til at skilja tað
andaliga frá ollum hinum. Ég sigi,
at Guð hoyrir heima í øllum
verkum. Í viðtaluni eins og í
løgtinginum, sigur hann.
Virknan kristindóm
Onki beinleiðis kall er orsøk til, at
Jenis gjørdist politikari. Orsøkin var
forargilsi. Tað kom honum fyri
oyrað, at ongin politikari í Føroyum
hevdi hug at taka einkarrættin hjá
Útvarpi Føroya av, og loyva
kringvarpi. Kristiligum ella ei. Tað
helt Jenis vera skeivt.
Hann helt eisini lítið um
fosturtøku. Sama hvat hann skrivaði
í journalin, so hvurvu fostrini sum
dogg fyri sól úti á
Landssjúkrahúsinum. Harumframt
var hann ørkymladur av pornografi
og legalisering av homoseksualiteti.
Øll málini høvdu vid sær, at tað
brådliga klárnaði fyri honum. Jenis
staðfesti, at stóru virðini í kristin-
dóminum áttu at verði nýtt í stórri
mun. Hann vildi hava ein virknan
kristindóm. Eisini í politikki.
- Kristindómur er tabu í mongum
fórum. Tað haldi eg ikki vera rætt,
sigur Jenis.
Opportunistur
Fleiri løgtingsfólk og nakrar
kvinnur halda lítið um virkna
kristindómin hjá Jenisi. Ein
stríðskvinna er ill við Jenis, tí hann
ætlar at avtaka javnstødunevndina.
Jenis er de lánte sagers mand.
Og eg ivist í, um hann hevur so
nógv upp á hjarta. Hann tekur onkur
hissini mál upp, sum eru passaliga
eldfim, og so ger hann burtur úr sær
í einum sonnum fýrverki av
kristiligum páhaldum, sum eru
sterkt kryddað við litríkum gosum
av betongchauvinismu. Tá læknin
hevur Orðið, og soleiðis stendur og
sveiggjar sínum reaktionera koyrli á
tingsins rødarapalli, fái eg ilt fyri
hjartað, men havi eisini ilt við at
taka hann fyri fult, sigur hendan
algoysta óneynda.
Sjálvur heldur Jenis, at er nakar
afturhaldssinnaður, eru tað nakrar
heilt fáar kvinnur, sum tíbetur ikki
hava systrarnar við sær.
Kvinnustríðið skýrir Jenis djúpt
tápuligt.
Og eg haldi als ikki. at eg eri
afturhaldssinnaður. Spyr mínar
starvsfelagar...
Tað gjørdu vit
Og flestu svarini vóru í sera stóran
mun merkt av spei og smíring. Ein
énevndur løgtingsmadur sigur stutt
og greitt, at hevði hann vitað okkurt
positivt at sagt um Jenis, so skuldi
hann sagt tað. Ein annar, eisini
énevndur, er meira itøkiligur.
Jenis av Rana er gløggur og
hevur stóra vitan. Men sum allir
opportunistar er hann sera kønur í at
ríða á tveimum rossum í senn. Tá
talan er um almannaveitingar, er
hann vinstravendur. Er talan um
familjupolitikk, er hann høgrahallur.
Í fullveldismálinum er hann fyri. til
eitt samráðingarúrslit fyriliggur,
men hevur vissað sær møguleikan at
taka eina aðra støðu tá. Sostatt
hevur hann altíð møguleikan at taka
støðu út frá tí ráki, sum er í
veljarafjøldini…
Vinstrumegin Javnaðarflokkin
Men Jenis sjálvur heldur seg hvorki
vera opportunist ella vingliskølt í
fullveldismálinum. Hann sigur seg
hava gjørt upp við politiska >kassa-
mentalitetin<. Hann heldur, at ein
og hvor eigur at taka støðu eftir
egnum virdum, og ikki eftir
floksfyriskipanum.
— Eg eri ímóti at verða flokkaður.
Sagt verður, at tå tú ikki ert í sam-
Tekning Óli P.
gongu, so ert tú í andstøðu. Onki
eitur eitt andstøduskjal, men tú skalt
partú vera ímóti. Hetta er ólogiskt
Eg vil hava frælsi til at taka undir
við samgonguni og vera ímóti
andstøduni, havi eg hug til tess
Mær dámar ikki vanabundnan
politikk, men tann veiki hevur altíð
tydning eftir mínum tykki. Tí havi
eg m.a. lagt stóra orku í, at fáa ein
løgtingsins umboðsmann, sigur
hann.
Hetta ljóðar jú so serliga sosial-
demokratiskt, og tað er ikki logið
Jenis er uppvaksin í Suðuroynni, har
sosialdemokratiska vøggan stóð og
har pápin, Dánjal av Rana, var ein
av oddamonnunum í mong ár.
Summir løgtingsmenn halda Jenis
vera sera vinstravendan. Undir
orðaskifti á tingi miðskeiðis í níti
árunum, tá Verkamannafylkingin
var umboðað. segði Oli Breckmann,
at fylkingin. eftir at vera komin
buldrandi á ting, nú hevði lagt seg
at sova undir liðini á
Javnaðarflokkinum. Men knappliga
vaknaðu báðir flokkar við kaldan
dreym, tí annar flokkur kom inn frá
vinstru. Oli sipaði til Miðflokkin,
sum onnur hava nevnt ringu
samvitskuna hjå eini og hvørjari
samgongu.
Jesus leidir Jenis
Hóast sosialdemokratiska grundar-
lagið, hevur Jenis lítið gott at bera
Javnaðarflokkinum.
Hann er als ikki í ætt við upp
runaliga Javnaðarflokkin. Sum aðrir
Javnaðarflokkar í Evropa. er hann
koppaður til høgru. Tá eg minnist t
tað. sigi eg tí altid, sokallaði Javn
aðarflokkurin. Tørvur er á flokki. ið
av álvara verjir hin veika. sig
ur
Jenis og leggur kortini dent á, at
týdningarmesta uppgáva
Miðfloksins er at fáa andaligu
virðini sjónsk í gerandisdegnum
Eg haldi, at trúgvandi skulu tora
at liva sum slík á arberðsplassum
skúlum og aðrar staðir. Tora at fáa
Jesus til sjóndar. Í hesum eru stór
virðir, sigur hann
Kristindómurin hjá Jenisi er
heldur ikki merktur av
gudfrødiligum tulkingum og
ritualun erandislivinum. Hann er
har í hvørjum andaræði
Eg fari snimma á føtur og Jesus
er við frá byrjan. og eg biði næstan
uttan íhald, og royni at lata meg
leiða av tí andaliga. Eisini undir
læknaviðtalu. Onkuntíð kenni eg
meg leiddan til at siga okkurt við
sjúklingin. T.d. at spyrja. um eg ska
í sjúklingar við slíkum. Og
upp } 19 NOSI r verða
stillaðar
Genta grødd
Fleiri ferðir hevur Jenis upplivaØd, at
sjúklingar eru grøddir við bøn. Og
tað verður skrivað í journalin
Skrivarin hevur vant seg við hes
óvanligu boðini á diktafonini. tå
Men aðrir læknar ert asamir og
kenna seg traðkaðar á tær eymu
fakligu tærnan. Millum hesar starvs
felagar hevur Jenis mett mótstøðu
Hann arbeiddi í lítlari bygd fyri
nøkrum árum síðani. Har hevði
hann skrivað í journalin. at hann
hevði biðið fyri einari 7 ára gamlari
gentu, sum var nivd av bruna í
blødruni. Hon varð sett í
langtíðarviðgerð
Eg bað fyri henni, og mamman
avgjørdi síðani at taka heilivágin frá
gentuni. Tað skrivaði eg. Læknin,
sum kom aftan á meg, hótti við
morði og brandi og segði seg fara at
klaga til landslæknan. Eg spurdi,
um gentan var vorðin sjúk aftur
Nei, segði hann. Men nú kundi vera
nóg mikið. Eg lovaði at geva honum
telefonnumm-arið hjá
landslæknanum, tí eg helt málið
vera áhugavert; serliga tí gentan var
frísk. Og tað er hon annars enn,
sigur Jenis, sum hevur verið nevnd-
arlimur i Læknafelagi Føroya í 6 år
Hóast ágang. læknaligan sum
politiskan, er Jenis óttaleysur. Og
tað sæst og hoyrist, hvaðani
óttaloysið stavar. Hann gerst fjarur
og røddin innilig, tå hann lýsir sítt
samband við jødiska træsmiðin,
Jesus
Eg eri forelskaður í Jesusi, sum
hekk á krossinum á Golgata. Hann
varð biðin um at frelsa seg sjálvan
Og Hann kundi skrætt naglarnar úr
og kallað herskarar av einglum til
hjálpar. Men Hann valdi at frelsa
okkum og sjálvur fara í deyðan.
Hasum manninum eri eg hugtikin
av. Hvønn dag, og hvørja løtu eg
livi…