leygardagur 20. november 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
bókini »Gamli maðurin og havið<. Hóast 102 í
amli maðurin í Coiimar
Í bygdini Cojimar uttan fyri Havana býr gamli vinmaður og skipari
Hemingways, Gregorio Fuentes. Tað er hann, sum er fyrimyndin í
på
friskur, og minninum bilar einki
Kk L o
Sa eo, sum Ernest
wK Sw OK leIMmseIt n
JEg 1 c e K ti 0
S S Or
Ureg ) Fuentes eitt g
>
KK Cc UZ o I
) C S i! KKI €
5 (á ul KUTK € )
1 8 3, I 3
k S ( e )
SK g KaDIaum DUKS
)re ð Hann c
K S<k rovk g A
HK N SKE
kK SK S o in }
Sk ( Gregorio
| s«. Og in skal av
S } ry t fá
) um, Hen
g id
»regorio og Hemingway. og beint
hann situr í, er ein
teimum báðum hvor
Pilar Heming-
um liggur ein
bók frá tíðini, tá søgan
maðurin og havid« varð
í Cojimar
ferð inn í heimsbók-
Eitt ævintýr og ein
i hvort um annað. Her
1 maður, sum allur heim-
1 hevur hoyrt ella lisið um. Tað
r eisini gestabókin, sum
verður løgd fyri tey vitjandi, um
Her hava fólk úr øllum heiminum
. og nú er eisini ein heilsa
i føroyskum komin í bókina
Men ikki visti húsfólkið, hvar
Føroyar eru, so har gjørdist ikki
enn at skriva positiónina á
nakki. 62N - 07V
skiparin nikkar
skrivað í
ge gamli
Eg eri Santiago
Alt umhvørvid minnir so mikið
nógv um bókina hjá Hemingway,
i: um, at
var til.
5 er tað eisini, greiðir
( Teir báðir.
Hemingway. vóru vinmenn og
ve
ir ner, DOKIN
vóru rættiliga nógv saman tey
reiðiliga 40 árini, teir kendust
Gregorio var skipari, og Heming
way átti bát, sum hann fekk vin-
mannin at føra
Men tað eru ikki bara uppliv-
ingar frå tidini umborð á »Pilar«,
sum båturin hjå Hemingway æt,
sum eru grundarlagið undir bók-
int, eins og filminum, sum kom
ir, Sigur Gregorio
Bókin byggir á eina veruliga
ng, sum for fram, tá eg var
zorio greiðir okkum frá. at
rá Cojmar. Einsa
ur við jollu sum hinir menn
inir. Men eitt kvøldid kom hann
r. og menn fóru at leita
nnu skjótt bátin við ungl
n í. Hann var fastur í
rættiliga stórum
marlini.
1 hann ikki fekk bast
einsamallur. Og so mikið
ur var hann. at hann
í Dlankt at gevast og lata
fiskin Sleppa
Hetta er sera væl lýst í filmin
um. sigur Gregorio
Við felags hjálp fingu teir lívið
iv fiskinum, og søgan um hendan
in livdi á mannamunni nógv år
eftir, at Hemingway kom til
Cuba
Sjálvandi hevur hann so lagt
aftrat og pyntað upp á søguna
Men eg eri fyrimyndin, sigur
hann púra avgjørdur
Men tað er ikki bara »Gamli
maðurin og havið<, sum er vorðin
til í hesum umhvørvinum. Eisini
»Islands in the Stream«, er sprott-
in úr upplivingum umborð á Pilar
Amerikanska sjóverjan var
heldur »døllalig« undir seinna
heimsbardaga, so amerikanarar
settu vanlig fólk at halda vakt og
siga frá møguligum tyskum kav-
båtum i farvatninum. Eisini Hem-
ingway og Gregorio vóru vaktar-
menn við »Pilar«. Tað var tá,
Hemingway fekk kodunavnið
»Papa«, sum cubanar enn nevna
hann. Gregorio varð nevndur
Gregolino.
- Tað var spennandi, men vit
sóu ongantíð nakran týskan
kavbát, sigur Gregorio Fuentes.
Eisini drongurin
Og Gregorio sigur, at smádrong-
urin í søguni, eisini er grundaður
á hansara egnu livssøgu.
Gregorio Fuentes er føddur á
canarisku oynni Lanzarote i 1897.
Men livilikindini vóru vánalig har
á leið um aldaskiftið, og nógvir
spaniólar fluttu til Cuba um tað
mundið.
Illa man hava staðið til, tí
kokkurin á einum av skipunum,
sum flutti fólk og farm vestur um
hav, hevði seks ára gamla sonin
við. Og hesin lítli var eingin
annar enn Gregorio Fuentes.
A ferðini doyði pápin, og skip-
arin stóð so eftir við ábyrgdini av
hesum lítla og ætlaði, sum vera
man, at hava hann við heimaftur.
Men ikki talan um. Smádrong-
urin noktaði púra at fara við aftur.
ira gamal, er henn púra
So mikið illa stóð til heima, at
hann sum seks ára gamal rýmdi
og varð verðandi á Cuba. Har
varð hann so í bygdini Cojimar og
vaks upp hjá fólki. sum tók sær av
honum.
Drongurin í søgu okkara byrjaði
eisini ungur at flóta. Og soleiðis
var lívið, greiðir Gregorio, gamli,
frá. Tað var at sleppa við onkrum.
sum hevdi hug og tíð at læra teg
tað, sum kravdist á floti.
Tó hevur Gregorio Fuentes havt
samband við familjuna á Lanza-
rote. Hann vaks upp á Cuba og
byrjaði at vinna pening, sum hann
sendi mammuni heim. Og hann
hevur vitjað aftur soleiðis av og á
Millum annað var hann til jarðar-
ferðina hjá mammu síni. Men tað
eru longu nógv ár sidan, sigur
hann
Men kortini hevur hann verið
aftur síðan tá. Seinast var fyri bara
trimum árum síðan, tá hann var 99
ára gamal
- Tað er einki fyri at ferðast nú,
flennir hann. Bara sita stillur í
einum flogfari nakrar tímar og
roykja sigar allan túrin.
Hittust í ódnarveðri -
Heimurin kann í grundini takka
Gregorio Fuentes fyri. at bók-
mentir Hemingways yvirhøvur em
til. Tí rithøvundurin kundi tað
sama verið sjólátin sum ungur
- Vit hittust fyrstu ferð í eini
caribiskari ódn í 1928, greiðir
Gregorio frá. Eg var skipari á
einum farmaskipi, og vit vóru á
veg norður eftir at lasta timbur.
Men ódnin noyddi okkum undir
land at kroka. Og undir eini
oyggj, nevnd Stóra
Skjaldbøkuoyggin, fingu vit eyga
á ein stuttleikabát, sum heilt
týðiliga var í havsneyð. Vit tóku
menninar upp. Ein teirra var ein
ungur amerikanari, Ernest
Hemingway. Tað var fyrstu ferð,
vit hittust, minnist Gregorio Fuen-
tes.
Hemingway segði, at hann ætl-
aði sær til Cuba og lovaði at koma
at vitja Gregorio, tá hann kom. Og
soleiðis varð. Teir báðir gjørdust
vinmenn fyri lívið. Og tá Hem-
ingway fekk sær egnan bát, bað
hann Gregorio til skipara. Og
hesum livdi hann so av í ein
mansaldur.
Ur havnini í Cojimar hava teir
gjørt mangan túrin í Floridasund-
ið. Og tað var eisini her, tær fyrstu
upptøkurnar til tann gitna filmin
um >Gamla mannin og havið<
vórðu gjørdar. Gregorio var eisini
við til hesar upptøkurnar, tá teir
skuldu fáa ein fisk, sum kundi
filmast.
Gregorio Fuentes var vinmaður við Hemingway. Gregorio er í dag
A rábondunum er tað Gregorio,
sum tá var 59 ára gamal, ið berjist
við fiskin. Men tá klipt varð, varð
Spencer Tracy settur inn.
Eftir at filmsupptøkurnar vóru
lidnar, fór Hemingway ein túr til
Peru at stuttleika sær og fiska.
Hann fekk tó ikki loyvi til at taka
»Pilar« við, men mátti leiga sær
ein lokalan bát har niðri. Tó slapp
Gregorio við sum skipari.
- Og tað gjørdist ein minniligur
túrur, greiðir Gregorio Fuentes
frá.
Teir fingu ein marlin, sum vig-
aði heili 1.542 pund, sum var
heimsmet. Hetta var í 1956, og
metið varð standandi í 40 ár. Ikki
fyrr enn í 1996 varð tað tikið frá
teimum.
Teir vóru eitt sindur harmir um,
minnist Gregorio, at teir ikki
fingu ein slíkan jass til filmsupp-
tøkurnar.
Ongantíð kom Gregorio aftur í
námind av slíkum fiski, hóast
hann saktans hevði møguleikarn-
ar. Hann róði út alt lívið, og 90
ára gamal var hann javnan á floti
- Tað er helst tí, eg yvirhøvur
eri vorðin so gamal, heldur hann.
Hemingway var ein serlingur
Um Ernest Hemingway sigur
Gregorio Fuentes, at hann var í
ávísan mun gðrvísi enn fólk flest.
Eitt sindur sjáldsamur, men tú
visti altíð, hvar tú hevði hann.
Hann duldi einki.
- Og vit høvdu virðing hvor
fyri øðrum. Tí helt vinalagið so
væl, sigur Gregorio.
Har varð einki fjalt, greiðir
Gregorio frá. Sjálvur visti hann
tone
02 åra gamal.
tiliga tíðliga av, at Hemingway
di fingið staðfest krabbamein í
»inum. Og hann visti eisini,
ir hann frå, at Hemingway
iði at taka lívið av sær. Og tað
rdi hann so eisini.
regorio Fuentes leggur aftrat,
yngsti sonur Hemingways er
kallaður eftir sær. Han eitur
egory.
Ernest Hemingway flutti seinast
ti árunum til Cuba, har hann
ttíst. Hann hevði verið í
ska borgarakrígnum sum
skorrespondentur« og hevði
nu brúk fyri einum staði, har hann
Kundi vera í friði. Hann skuldi
i og skriva, sum hann sjálvur
Frá ferðum, hann fyrr hevði
verið á Cuba, hevði hann lært at
Virða tann caribiska lívsháttin,
sum ivaleyst passaði honum væl.
Fólk fóru ikki so harðliga av stað
her, sum tey gjørdu i USA.
Og Hemingway helt til å kenda
hotellinum Ambos Mundos i
gamla Havana. Hiðani er ikki
langt til vertshúsini El Floridia
longri uppi i Calle Obispo ella tað
lítla. meira intima, La Bodegita
del Medio, sum liggur beint við ta
kendu dómkirkjuna.
Seinni keypti hann bóndagarðin
Finca Vigía, sum liggur stutt uttan
fyri Havana.
Har helt hann so hov, og tað
segðist ikki at ganga stillisliga fyri
seg. Onkur av gestum hansara
hevur seinni umrøtt hann sum ein
mann >við ávísum perfidum egin-
leikum.<
Tá Hemingway í 1954 fekk
Bókmentavirðislón Nobels, ogn-
aði hann cubanska fólkinum med-
aljuna, sum fylgdi við.
Hóast hann ikki lat politiska lit
sín vera ov sjónligan, er greitt, at
honum dámdi ikki Batista stýrið.
Og tá Batista varð rikin frá
valdinum í 1959, skuldi
Hemingway siga, at:
hvarv ein horuungi<.
Hvat Hemingway helt um Fidel
Catro og hansara stýri, veit helst
eingin. Nú doyði Hemingway
rímuliga skjótt eftir, at Castro
hevði tikið valdið, so hann fekk
kanska ikki tíð at síggja, hvat tað
varð til.
Men teir hittust tó einaferð,
Castro og Hemingway báðir. Tað
var til eina fiskikapping í Havana,
sum Fidel annars vann.
Hinvegin verður sagt, at Fidel
Castro dámdi væl Hemingway
Og sagt verður, at meðan hann
krógvaði seg í fjøllunum undir
partisankrígnum móti Batista.
plagdi hann hava til dagdvølju at
lesa bøkurnar hjá Hemingway.
Serliga skuldi honum dáma væl
>Gamla mannin og havið<.
„har
Museo Hemingway
I dag er bústaður rithøvundans
vorðin til »Museo Hemingway«.
Taxabilurin steðgar við portrið
nakað væl frá sjálvum húsunum.
Ein eldri kvinna kemur og spyr,
hvussu nógv vit eru. Førarin sigur
henni á sponskum, at her er
danskur ferðamaður, sum vil
síggja savnið.
- Tað verða tríggir dollars, svar-
ar onnur kvinnan, sum komin er
til bilin. Ein ung, reyðhærd >kan-
in< við stórur revolvara í beltin-
um.
Eg hvøkki við. >Guð viti, hví
hatta er neydugt?«
Og har sær út, sum tað gjørdi,
tá Hemingway fór haðani í 1960.
Ein herur av miðaldrandi
kvinnum syrgir fyri, at eingin,
sum ikki vil rinda fimm dollarar
fyri hvørja mynd, sleppur at taka
myndir inni í húsinum. Uttan fyri
ber til at avmynda, sum einum
lystir.
Men tað er inni, tað er rættiliga
áhugavert. Uniformurin, Heming-
way hevði í spanska borgara-
krígnum, hongur á akslatrænum
Skógvarnir standa í beinum rað á
gólvinum. Veggirnir eru avtiknir
av djårahøvdum, sum hann hevur
veitt ymsastaðni á Jørdini. Bóka-
hillarnar eru fullar av bókum, og
gamla skrivimaskina hansara er
eisini at síggja á eini hill. Og á
vegginum beint yvir skriviborði
hansara hongur eitt stórt búffla-
høvd og glødir illsliga at tær.
Eg biði um loyvi at taka tvær
myndir. Tað er í lagi, men einki
blitz. Okay, tað er ljóst inni, so
tað fer kanska at eydnast kortini
Tá myndirnar eru tiknar. tekur
ein av kvinnunum ein tráleysan
Storno sendara og sigur eitthvørt,
sum verður svarað beinanvegin
Eg skilji, tá eg komi aftur til port-
vaktirnar, at har er rapporterað. at
eg havi tikið tvær myndir, og tær
verða so 10 dollarar goldnar fyri
til ta reyðhærdu. »Tenga«
Men tað er tó eisini spennandi
at ferðast í garðinum uttan um
húsini. Båturin »Pilar« er settur til
framsýningar, hóast ein ikki
sleppur umborð. Men opið er. og
brúgv gjørd soleiðis, at væl ber til
at kaga innar
Og við síðuna av svimjihylinum
er ein heilur kirkjugarður. har fýra
av hundum Hemingways liggja
grivnir. Við gravsteini og tí heila
Alt er tilgrógvið við pálmum og
ymsum tropiskum plantum. Mær
rennir í hug søguna um tiltikna
skiparan av Tvøroyri, sum var
farin uttanlands vid slupp at selja
lastina. Ivaleyst hevur hann hildið
seg verið langt heiman, og ikki
líktust umstødurnar teimum, hann
var vanur við í Valinum. So hann
sendi soljóðandi fjarrit úr lýkkuni
>Her sejler vi under palmer og
bananer, men hvad laver I .....huse
i Tverå?«.
Jú. ikki var sørt, tå hugt varð
upp undir kokosnøtirnar í erva, at
hugurin leitaði til fjallmenninar
har heima, sum nú kanska sótu
við naglakulda Undir Rókunum
og bíðaðu eftir gonguni úr Oksna-
dali her stutt fyri veturnætur.
Fall fyri egnari hond
Ernest Miller Hemingway varð
føddur í Oak Park í Illinois i USA
tann 21. juli 1899
Tá hann hevði fingið staðfest
krabbamein í blóðinum - leukæmi
flutti hann av Cuba aftur t
USA. Men skjótt
at sjúkan ikki var lekilig
ætlaði ikki undir ein harðan
uppslítandi bardaga. sum hann
ásannaði
framman undan helt seg fara at
tapa. Hann valdi at falla fyr
egnar: hond
Í heimi sínum í Ketchur
Idaho setti hann 2. juli 1961 ei
revolvara fyri pannuna og trýsti á
stillipinnin. Honum restaði
knappar triggja
6?
ara gamal
Men í einum lítlum húsum uppi
í brekkuni, nidan frá matstovuni
La Terraza i Cojimar byr ein gam
al maður, sum livir við minnunum
um heimsgitna rithøvundin Ernest
Hemingway. Gamli bjargingar
maðurin. vinmadurin og skiparin,
Gregorio Fuentes
Hann er madurin, sum var fyri
myndin í heimsgitnu skaldsøguni,
sum fær heilt nýggja meining. tá
tú lesur hana einaferð aftur í tí
umhvørvi, hon varð skrivað
Tann veruligi >Gamli madurin«
Á Hemingway savninum uttan fyri Havana, stendur skrivstovan,
sum hon stóð, tå rithøvundurin fór haðani.