Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 222 — 20. november 1999 fortoyning uttan fyri bygdina Alofi á Niue. Kaptein Cook, sum er mín størsta hetja, nevndi Niue The Savage Island tann villa oyggin, ti hann ongantid slapp i land. Tey innføddu, sum høvdu reyðmálaðar tenn, forðaðu honum og róku hann burtur Niue er í frælsum felagsskapi við New Zealand, og har búgva einans 2300 fólk. Niue er eisini heimsins næststørsta koraloyggj. Fólkið á Niue var sera kristið. Har vóru allar møguligar kristnar kirkjur til tær fáu sálirnar, og fólkini vóru als íkki vill og ófyrikomandi sum á Cooksa døgum, tvørturim6ti. Manningin var skjót í land. Vit høvdu øll lisið um oynna, sum tóktist sera spennandi. Har vóru nógv dropasteinshelli inni í berginum. Hellini skuldu verða heilt einastandandi við atliti til ljós og litir. Niue hevði eisini smáar lagunur, har litfagrir fiskar svumu, oyggin var ofta umrødd sum ein av perlunum í Kyrrahavinum. Eg var verandi umborð tað mesta av degnum, eg fór bara í land at gera pappírsarbeiði og so út aftur á Sølku, har var nógv at fáa skil á aftaná tað ringa veðrið. Um kvoldið, tá ið manningin kom umborð aftur, vóru tey á gosi um hesa deiligu oyggj, og eg gleddi meg at fara í land dagin eftir. Men so skuldi ikki vera. Um náttina skifti ættin og skilliga sást, at best var at fara áðrenn vindurin vaks. tó skuldu Kári og Jonhard fyrst í land at keypa onkur småting, áðrenn vit loystu. Vindurin vaks skjótt, og tá ið Jonhard og Kári komu oman aftur á lendingina, brutu aldurnar langt uppá lendingina, og tað var ikki hugsingur um at sjóseta tað lítlu jolluna, hon hevði farið í knús. Tveir aðrir seglbátar høvdu ligið fyri akkeri, men teir loystu beinanvegin, tí nú var vesturætt og eingin lívd. Aldurnar vuksu, og skjótt rullaði Salka Valka verri, enn hon gjørdi, tá ið vit sigldu. Tá ið Salka siglir, stuðla seglini henni, og hon flytir seg undan aldunum, meðan her, við eina stutta fortoy ning, lá hon og rullaði, rykti og skry kti. Tað var ein stak vánalig stóða, vit vóru komin í. Salka lá nær klettunum. vindurin lá at landinum, og vit vistu ikki um fortoyningin helt. Tvær ferðir sendi eg Heina niður at hy geja eftir fortoyningini, hann helt, a hon fór at halda. Eitt var um hon slitnaði, so fór ikki at vera tíð til at starta motorin, áðrenn Salka rak upp á teir brimbardu klettarnar. Høvdu vit kunna farið, vóru vit farin alt fyri eitt, men vit kundu ikki fara uttan Kára og Jonhard. Vit seymaðu segl allan dagin, men vit høvdu ongan frið á okkum og vónaðu at ættin skifti. Tað gjørdi hon ikki fyrr enn um nåttina, tå før hon meir i ein sunnan, og tidliga um morgunin eydnadist tad Jonhardi og Kåra at flota jolluna og rógva út. Eitt petti var tó brotnað úr stavninum á jolluni, tå ið teir sjósettu hana, og tað var um reppið, at teir megnaðu at koma sær frá tí vandamiklu lendingini, uttan at verða tiknir av aldunum og slongdir inn ímóti. Kongaríkið Tonga Vit loystu beinanvegin, og vindurin var fínur, vit struku av stað fyri fullum seglum á veg til Kongaríkið Tonga, ið einans lá 220 fjórðing rar fy ri vestan. Tongaoyggjarnar eru 170 i tali, men einans 36 av teimum eru bygdar, harumframt er kongaríkið býtt i tríggjar ymiskar oyggjabólkar, vit skuldu vitja tann norðasta av oyggjabólkunum., Vava'u oyggjabólkin. Kaptein Cook vitjaði eisini Tongaoyggjarnar og kallaði tær Friendly Isles — vinarlagsoyggjarnar, tí hann var so væl móttikin, tá ið hann kom Kári, Heini og Jonhard við einum dorado, teir hava fiskað fyrstu ferð í 1773. Kongurin og hansara fólk borðreiddu við meir mati, enn teir nakrantíð høvdu sæð, og til teirra æru varð skipað fyri boksikampi og dansi. Tonga menninir royndu seg eisini til stuttleika í holmgongu við bretarnar, men tað var ikki so stuttligt í longdini, tí Tonga búgvarnir kendu næstan onga mótstøðu frá hvítingunum. Søgan sigur, at ætlanin var at taka Cook og hansara menn til fanga og eta teir sum líður í veitsluni, men Cook takkaði konginum og hansara fólki so miriliga, at Tonga menninir lótu teir sleppa. Cook gav konginum eina Galapagos skjaldbøku, sum var slept at ganga í tí kongaliga urtagardinum, og har ge kk hon heilt til 1966, tå hon yvir 200 ára gomul doyði. Oyg ggjarnar vóru vakrar, og vit trivust "oll væl, alt talaði fyri at her fór at vera stuttligt. Fólkini vóru nógv ødrvisi enn aðrastaðni í Kyrrahavinum vit høvdu verið. men tað var kanska ikki so løgid, Kongaríkið Tonga eru einastu oyggjar í Kyrrahavinum. sum ongantíð hava verið hjáland. Tó kann kanska sigast, at tey óbeinleiðis hava havt innrás, tí ongastaðni í Kyrrahavinum havi eg sæð so nógvar kirkjur sum á Tonga. Allar vóru kristnar, og eg las, at 16 ymisk kirkjusamfeløg eru i oyggjunum. Fólkini vóru eyðsæð nógv fátækari enn í Franskt Polynesia, Cook oyggjunum ella Niue, tað komst sjálvandi av, at tey ikki høvdu nakra ríka tjóð aftanfyri seg at stuðla figgjarliga. Fólkið var ógvuliga trúgvandi. Tað var næstan sum at ferðast í einum muslimskum landi. Kvinnurnar gingu í longum ermum, niðurdeili og uttaná niðurdeilinum høvdu tær tað sonevndu ta ovala, tað er ein mátta vovin úr pandalus- bløðum, tær høvdu hana rundan um seg og rakk niður á skógv. Tær bundu hana fasta við einum bandi gjørt úr kokosnøt fibrum. Menninir brúktu eisini hesar mátturnar, og tað sá heilt øgiliga logið og ópraktiskt út, tá ið tey komu gangandi. Tá ið vit vóru í landi. gingu vit ikki í stuttum buksum og stuttermaðum blusum, vit krógvaðu í minsta lagi kngini og herðarnar, men tað var troyttandi í hitanum. Eg gekk nakrar túrar á oynni, har var fátæksligt, men eingin tóktist tó líða nakra neyð, og oll vóru tey serstakliga væl í holdum, mest sum ov eftir okkara tykki, men á Tonga verður vakurleikin hjá eini kvinnu m.a. mettur eftir, hvussu væl í holdum hon er. Kirkjur vóru allastaðni, og eg kundi ikki lata vera at hugsa, at betur hevði verið at nýtt peningin, sum fór til allar tær mongu vøkru kirkjunar, til onnur samfelagslig áhugamál. heilsu. útbúgving ella okkurt tílíkt. Allastaðni runnu smágrísar, høsn, hundar og børn hvert um annað. Lívið tóktist friðarligt og dovisligt. Konurnar sótu uttanfyri húsini og slatraðu, og menninir hampaðu um bananplanturnar ella bara nutu dagin. Fólkini tóktust tó ikki eins fyrikomandi móti fremmandafólki, sum har vit higartil høvdu verið í Kyrrahavinum, tey vóru tó heldur ikki óvinsæl bara líkasæl. Ein dagin fóru vit á eitt gistingarhus. Har høvdu tey svimjihyl, og vit trongdu øll til at slappa av og njóta eitt sindur av luksus. Har sat ein ung genta og las. Hon æt Sonya og var úr Kanada, hon hevði arbeitt í fýra mánaðir á Tonga saman við einum fornfrødingi og var nú liðug og visti ikki heilt, hvat hon skuldi. Hon var so fitt, at eg spurdi, um hon hevði hug at koma við okkum, tað vildi hon fegin, og hon flutti umborð dagin eftir Jonhard, Elin og eg vitjaðu eina lítla bygd longur eystri á høvudsoynni, har skuldu vit uppliva. hvussu gar. gantuan veitslur vóru hildnar. Á Tonga ganga tey høgt uppí ymisk hátíðarhald sum giftarmål, jarðarferð, kongshúsið og fínar gestir, tað verður í høvusheitum hátíðarhildið við mati og dansi. Hendan veitslan var ikki ein rættilig veitsla, hon var fyri ferðafólk, men tá ið steðgurin er Stuttur, er torført at uppliva ta ektaðu vøruna. Eg hugsi ongantíð, eg havi smakkað so góðan mat, eg havi heldur ongantíð sæð so nógvan mat til so fá fólk. Maturin, taro. yams, cassava, breyðfrukt, søt eplir, spinatblød, fiskur. hummarar, høgguslokkar, høsnarungar og grisaungar, var tilgjørdur í einum jørdovni. Tað var gjørt soleiðis: Fyrst gróvu tey eitt djúpt hol, síðan tóku tey matin, stoyttu kokosróma yvir hann, ballaðu bananblød uttanum, løgdu hann niður i holid, og gróvu útyvir aftur. So kyndu tey bål omanå, tað skuldi ikki loga, men bara gløda. Soleiðis lá maturin í fleiri tímar. áðrenn hann var grivin uppaftur og borin inn til gestirnar á 19 stórum heimagjørdum trogum Vit ótu í fleiri tímar, sitandi á vovnum máttum. øll ótu av sama trogi. Tað var spennandi at lata bananblødini upp. tí vit vístu ikki altíð, hvat var i, men tað smakkaði alt heilt ævintýrligt Tá ið vit endiliga vóru liðug at eta, dansaðu gentirnar fyri okkum, ikki dansur soleiðis sum vit kenna tað, ikki so rútmiskt. men meira glíðandi rørslur við ørmum. hondum og beinum Vit lógu nakrar dagar fyri akkeri við høvudsoynna og hittu nógvar gamlar kenningar Danska bátin Calypso við Mads umborð, hann hittu vit fyrstu ferð á Nuku Hiva á Marquesas oyggjunum, og new zealandska bátin Johannu, sum vit hittu fyrstu ferð á Barbados. sjálvt Maria, týska gentan vit hittu á Rarotonga, var her. Hon sigldi nú við einum ungum eysturríkara, sum hon heyrði hitt. Vit avgjørdu øll somul at fara út til nakrar av teimum óbygdu oyggjunum at hugna okkum, har var ein Ørgrynna av væl egnaðum víkum at kasta akker í Vit hugnaðu okkum so sanniliga eisini, vit svumu á sjónum. vóru nógv saman við fólki frá hinum bátunum. og eitt kvoldið gjørdu vit øll mat hvor í sínum lag og tóku við til katamaranina Moana Uli Uli hjá Valentino, sum Maria var umborð á. Katamaranir hava stórt dekspláss. og har sótu fýra manningar og ótu og prátaðu til langt út á kveldið Umleið 20 føroyi ingar r hava verið við i styttri tíðarskeið umborð Sølku Vølku tey try árini skipið sigldi jørdina runt. Bert Durita Holm var vid allan tårin