leygardagur 20. november 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 222 — 20. november 1999
23
Liggur kanska í blóðnum
Torkil Strøm er 86 ára gamal, men hóast høga aldurin, ristist hann ikki á hondum. Sum 14 ára gamal byrjaði hann
sum timburmaður saman við pápanum og hann helt á at smíða, til hann var 80 ár. Síðani hevur hann havt betri
stundir til frítíðarítriv sítt, ið er málningalist
Orð og myndir:
Dagfinn Olsen
Sum 14 ára gamal byrjaði hann
at smíða saman við pápa sínum.
Hann hevur saman við bróðuri
sínum starvast sum húsasmiður,
til bróðurin fall frá.
Tekniska skúlan tók hann í
Danmark, tí hetta var ikki
gjørligt í Førovum tá. I 1936 var
hann f Grønlandi og bygdi
sjómansheim har. Undir seinna
veraldarbardaga bygdi hann
saman við pápanum skúlan í
Vági og smíðað hevur hann, til
hann 80 ára gamal legði
hamaran frá sær.
- Tíðirnar vóru ringar undir
krígnum og arbeiði var einki. Eg
koyrdi olju og var millum teir
fyrstu, sum hevði bil, sum hevði
last, sum kundi vippa, greiðir
Torkil frá
I dag er Torkil Strøm í Vági
86 åra gamal og ristist ikki å
hondum. I åravis hevur hann
fingist vid målningalist.
Hjålpti
- Tað var ikki so vanligt fyrr. at
fólk fekst við málningalist. Í dag
er hetta komið inn í skúlarnar,
sigur Torkil.
Tað byrjaði við, at Torkil
keypti máliútgerð til sonin Hans
Paula.
- Tað gekk kanska ikki so væl
hjá honum í byrjanini, so eg
royndi at hjálpa honum við at
fáa luftina, sum hon skuldi vera.
A henda hátt byrjaði eg sjálvur
at mála, greiðir Torkil skemtandi
frá.
Torkil hevur ikki verið á
skúlabeinki fyri at læra seg
málningalistina, men hann hevur
altíð havt áhugan. Í Vági vóru
systkini Ruth og William Smith,
ið vóru før við penslinum.
Mammusystir Ruth var gift
islendingi, ið málaði. Hann
neyndist Magnussen.
Eisini keypti Torkil málningar
frá arkitektinum Hovgaard.
Hann teknaði Vágs kirkju og
stóð fyri stoypiarbeiðinum. Pápi
Torkil Stróm smíðaði og synirnir
vóru við, eins og aðrir vágbingar
eisini.
Eisini var dugnaligi málarin
Sigmund Petersen trímenningur
Torkils, so kanska liggur tað í
blóðnum, heldur Torkil.
86 ára gamli Torkil hevur í
dag góðar stundir til sítt ítriv.
Hann hevur latið nógvar
málningar millum ár og dag, og
er annars ikki dýrur.
- Ein má halda seg til tað, ið
fólk forvinnur. Tær stóru inn-
tøkurnar eru ikki her í útjað-
aranum, men í Havn, so ein má
tillaga seg eftir tí, metir Torkil.
Hann hevur vanliga fram-
sýning á jólum og á joansøku.
Náttúran
Tað er serstakliga náttúran. ið
hugtekur. Náttúran í Suður
oynni, men eisini aðrastaðir.
Td. eru málningar úr Vågunum.
Og tað er ikki úr ongum, at
Torkil hevur funnið myndevni
uttanfyri Suðuroynna.
Torkil og konan hava ferðast
nógv. Tey vóru við til at seta á
stovn Kirkjukórið Ljóm í 1939.
Tey vóru 25 fólk í byrjanini og
Esther Dahl stjórnaði. Kórið
ferðaðist nógv. Bæði norðan-
fjørds og uttanlands. Eini 40
fólk vóru í ferðalagnum, tá,
kórið vitjaði í Noreg, og í
Danmark, har tey sungu í
Radiohúsinum.
- Men Suðuroynna kennir
Torkil sum sín egna bróka-
lumma. Hann hevur eisini fingið
sær bil, so hann líkasum kann
rógva aftur á. Hann teknar og
ger skitsur.
Myndevnini eru tó mest úr
Suðuroynni og mangur máln-
ingur Torkils lýsir stórfingnu
náttúruna vesturi á Eiðinum í
Vági, har klettarnir hitta Vestur-
havið.
Tó kann kennast trupult at
vera listamaður í oynni.
Keðiligt er tað, at í Suður-
oynni er eingin handil, ið hevur
útgerð til ein listamann. Hetta
sakni eg, sigur Torkil.
Minnist langt
Sum barn og unglingi leikti
Torkil fótbólt og annað, sum
óvitar flestir. Hann minnist langt
og nevnir t.d. ein kavbåt, sum
undir fyrra krígnum mátti leita
til lands og legði inn í Lopra, tí
hann hevði fingið okkurt um
skrúvuna. Hann kundi bert vera
inni eitt samdøgur og fólk gingu
til Lopra fyri at skoða kavbátin.
Torkil Strøm
hevur latið
nógvar mál-
ningar millum
ár og dag og
er annars ikki
dýrur.
- Ein má
halda seg til
tað. ið fólk
forvinnur.
Tær stóru
inntøkurnar
eru ikki her i
útjaðaranum,
men í Havn,
so ein má
tillaga seg
eftir tí, metir
Torkil.
Torkil eigur í dag 5 børn, 3
døtur og 2 synir, abbabørn og 13
langabbabørn
Lættari og lættari og dyrari og
dyrari
Um nýggju tíðina veit hann ikki
hvat hann skal halda.
- Tey nevndu hetta atom-
øldina. Teldutíðin er yvir okkum
og eg veit ikki hvat eg skal
halda. Ein kann uttan
trupulleikar sita í Føroyum og
prata við ein mann á gøtuni í
Kina. Menniskjað er komið
langt. Kanska ov langt. Alt gerst
lættari og lættari og dýrari og
dýrari, heldur Torkil Strøm.
Stúttur á hondunum er hann
og eygunum bilar einki. I løtuni
leggur hann síðstu hond á
jólaframsýningina, so um
gávuhugskot tróta, so er kanska
ikki av leið at leita innar til
Torkil Strøm til eitt prátt og eina
náttúruuppliving.
Myndevnini eru
mest úr
Suðuroynni og
mangur
málningur
Torkils lýsir
stórfingnu
náttúruna
vesturi á
Eiðinum í Vági,
har klettarnir
hitta Vesturhavið