leygardagur 20. november 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
2
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: postÆsosialurin.fo
At byggja brúgv inn í framtíðina
r verið frammi
im fjølmiðlum.
brýr eru í
eiga VIK SO
bert einu. sum fer um
| V og bindi
saman. so siglast
ndir. Tað er brúgvin
Í Danmark er ólíka
Keypmannahavnarbúgvin
kann longu nú koyra í bili
evropeiska
| inlandið. ja heilt til
Kina um viljin er til staðar
Og brátt kann eisini sviin
handan Oyrasund koyra um
alt Danmark og fáa somu
landføstu sum
atgongd
danin
sin í farnu viku
løgdu borgmeistararnir
báðu megin Oyrasund, Jens
Kramer Mikkelsen í
Keypmannahavn og Imar
Reepalu i Malmø. fram eina
bók. sum ikki einans lýsir
Fríggjadas
nen eisini vil fáa
FA
}. tá ið umræður
) ing Oyrasund
i
S d
U %
í 3
k er he }
y >
' Cs N KCY T og ec
) { ntøkun
S gevararn
STeg en kan kun
samarbejde. hvis
Øresundsforbindelsens
prispolitik bliver |
overensstemmelse med den
integrationspolitik, som den
danske stat har proklameret
Øresundsregionen som
nodelregion”
Vidar: verður í bókini
„Vores Nye Region“ sagt
frá um ymisk fyribrigdi,
sum knýta hesi bæði okini
saman. Umframt søgulig
viðurskifti, verður eisini
nútíðin vidgjørd
Listasavnið Lousiana, sum
er donsku megin, er mest
vitjaða savnið kring
x>
á
pi
(70)
KR
r
z
løj
%
Oyrasund. Útsýnið er frítt
til Skáne og haðani er eisini
ein tridingur av teim
vitjandi. I Malmø er
vatnlandið Aq-va-kul mest
Vitjaða staðið. Eisini í
hesum føri er ein triðingur
av teim vitjandi farin um
Oyrasund. Tey koma úr
Danmark. Soleiðis er tað av
týdningi at byggja brýr
millum fólk, siga báðir
borgmeistararnir og nevna
fyritókur sum TetraPak,
ISS, Maersk Line og
Absolut Vodka.
Staðfest verður. at
innanfyri 50 kilometrar frá
flogvollinum í Kastrup eru
11 lærdir háskúlar - hin elsti
grundaður i
Keypmannahavn i 1478 og
hin nýggjasti í gerð i Malmø
við tilsamans 120.000
lesandi og 7.500
granskarum.
Landspartarnir báðir hava
skipað seg í tvey ráð,
„Region Skáne“ og
»Hovedstadens
Udviklingsråd”, at fåa sum
best burturúr gongdini.
Brúgvin um Oyrasund er
longu lidug, men klårt
verður ikki at koyra á henni
fyrr enn 1. juli næsta ár. Ur
Malmø ber tó longu nú til
at verða ferðamaður á
brúnni. Koyrt verður í bussi
út á brúnna, har greitt
verður frá og útsýnið kann
njótast. Loyvt er tó ikki at
fara úr bussinum og ganga
á brúnni enn.
Bókin „Vores Nye
Region“ verður latin
skúlunum kring Sundið og
rithøvundarnir dylja ikki
fyri, at teir halda. at nú
verður bygd brúgv millum
„det, som naturligt herer
sammen”.
Nr. 222 — 20. november 1999
Ein ódeyðilig sål
og aðrar
Jens Pauli Heinesen fekk
í heyst føroysku menta-
| virdislønina fyri sítt
| drúgva verk innan før-
oyskan skaldskap.
Nevndar vórðu tann slóð- |
brótandi skaldsøgan
| „Frænir eitur ormurin“ og
| drúgvasti skaldsøguring-
urin i føroyskum bók- ;
mentum, „Á ferð inn í en úsleyðilig sá |
eina óendaliga sogu“, Os
sum er i sjey pørtum. Nú
letur høvundurin aftur
eina bædi åhugaverda og
skemtiliga skaldsøgu frå
sær, har vit bera kensl á
fleiri leikarar.
Saman við Kánusi
| Turpin og Mass Foss hitt-
ir lesarin eina rúgvu av
persónunum úr skald-
skapinum hjá Jens Paula
ens paul
Heinesen
Heinesen, og enn eina-
ferð kann lesarin flyta |
seg inn í eina fjølbroytta
verð, sum er so beist-
aktiga lík okkara egnu.
Og sum Kånus sigur:
Tíðin er íkki til.
Lousiana nýggjan stjóra
Nýggjur stjóri er settur á Lousiana, sum er mest vitjaða
staðið kring Oyrasund, antin tú ert svii ella dani. Nýggi
stjórin er Poul Erik Tøjner, sum í 10 ár hevur verið á
Weekendavísini og ma. gjørt vart við seg sum
arbeiðssaman ummælara á myndlistarliga økinum og innan
list annars. Í fjør skrivaði hann eina bók um altjóða
viðurkenda danska listamannin Per Kirkeby. sum stundum
verður sammettur við Ingålv av Reyni. Poul Erik Tøjne:
er cand. mag. og er 40 ár.
Subject: Teldubræv
Date: Fri 19. nov. 1999
To: post(Dsosialurin.fo
From: birgirQmail tele.dk
Reply to: birgirQmail tele.dk
Familie Journalen, kjarnhúskið og jólini
Nú er so langt útliðið, at bert seks vikur
eru eftir av árinum. Men enn koma bloðini.
tey donsku vikublødini, sum á hvørjum
ári telja 52 útgávur. Viku eftir viku verða
tey trúliga prentað, keypt og lisin. Ikki er
tað oftani, at eg kagi í tey, tíansheldur keypi
tey. Men eina ferð um árið unni eg mær
tað ótrúliga marglæti, at keypa eitt
glæsiligt, danskt vikublað. Tað plagar at
verða í seinnu helvt av oktober, tá fjøllini
eru gingin og reiðiliga tað. Tí tá er
jólablaðið hjá Familie Journalen í
búðunum. Størsta danska vikublaðið
Longu hin 25. oktober kom blaðið í ár
og boðaði á henda stillføra hátt á 123. sinni
um tað, ið koma skal. Advent og alt stákið
upp undir jólini. Frelsari føddur og í menn-
iskjum góður tokki
Meðan eg varnist fyrsta glampandi jóla-
pyntið í Keypmannahavnsku strætunum og
krambakalurin handar mær blaðið. er mær
dátt við at sanna. at síðsti borgaraligi skansi
Ríkisins neyvan fer heiðurskrýndur inn í
nýggja túsundáraríkið.
Jólablaðið hjá Familie Journalen er í ár
munin lakari enn tey undanfarnu. Er tjúgu
síður styttri enn næsti kappingarneyti Ude
á Hjemme. Er minni í vavi, við tynri
permu enn nakrantíð. og hevur hartil ongan
stívan = rygg. Gamaní er "Julens
Gemmebog” eitt fagurt ískoyti, men hetta
er ikki góða, gamla Familie Journalen, tá
jól eru í hond. Sjálvt lýsingin frá Anton
Berg er horvin. Eingin konfekt á jólum í
ár. Júmen mugu tey á Familie Journalen
ásanna, at Nummar tvey er fyrsti taparin,
sum ein av bókunum í ársins jólabúðum
ræðandi rópast
Tað var tann tíð, tá húskið savnaðist um
donsku vikublødini. Familie Journalen,
Hjemmet og Ude & Hjemme. Og so eisini
Dansk Familieblad vid teim fråliku popp-
tekstunum hvørja viku. Hollies, Herman's
Hermits og teir. Blød, sum myndadu ættar-
lið, ætt eftir ætt. Og tekningarnar hjá Kurt
Ard á hvørjari framsíðu á Familie Journa-
len. Og so hitt norska Familien, sum megn-
aði at fevna um kristna lesaraskaran. sum
annars ikki tókst við at lesa litað blød. Tey
blød, ið alt síðani hugsanin um tjóðríkið
bleiv til í farnu øld, skaptu kjarnhúskið og
lýstu verðina, sum hon var uttangarðs. Har.
sum eingin genta fór. fyrr enn hon hevði
funnið hin rætta.
Men nú er onnur olja á pressuni. Tey trý
stóru donsku vikublødini hava mist so
nógvar lesarar. at heldur henda gongd fram.
so verða eingi vikublød at lesa í Danmark.
tá vit skriva 2013. Ein karmur um
Ríkisdanska kjarnhúskið verður burtur.
Og nú hátíðin yvir øllum brátt er í hond
og fólk undir kátum stjórnum leita upp
teirra kæru, er kanska vert at stødga og
spyrja seg sjálvan um kjarnhúskið og
familiublødini hava nakað rúm longur.
Mamman og omman, sum stákaðust har
heima, arbeiða allar samlar úti dagin
langan og hava neyvan stundir at leita upp
køku- og matuppskriftir í vikublødunum.
Keypa tær vikublødini, so leggja tey ungu
í húsinum lika í tað. Novellurnar ganga
uttan slit í sjónvarpinum og í alt minni
mun taka tey ungu við teim lærdómum. ið
undanfarnu ættarlið funnu í vikublødunum.
Tey ungu skapa teirra virði, í felag við
vinum og samsintum. Á marknaðarbúskap-
arligum botni elur samfelagið fram eina
mentunarliga sjálvstóðu, ið sum frálíður
verður ein djúpari gjógv millum ættarliðini.
Tí gomlu virðini, sum vórðu staðfest í viku-
bløðunum, vikna alsamt. Hava fallandi
gangvirði.
Fyrr fekst tú liv og lagnu í vøggugåvu.
Lívsleiðin lá greið úr vøggu í grøv. Í
dagsins talgilda samfelag velur tú sjálvur
tín identitet. Eitt nåptak, eitt blueprint. Ein
til hvort høvi, tå tú ferðast í markleysa
cyberspace. Men trúgvi ikki, at valið er
frítt, óheft og fólkaræðisligt. Nei. sigur
týskarin Ziehe. Longu innan tú vart í
talgilda móðurlívi varð sjålvstødan ásett
og gjógnumtulkað. Í modernaðu
samfelagsligu miðlunum. sum telja hvort
hár á høvdinum.
Helst verða spádómar og ástoði hjá tyska
mentunarsosiologinum, Thomas Ziehe.
aktuellari enn nakrantíð hetta komandi
skeiðið. Hugtakið modernitetur hevur
funnið veg innar í nýggju donsku-føroysku
orðabókina. Tilvaksandi ættarliðið er á
fjalli og má bjarga sær sum frægast og
finna stevið í heimsins meldri.
Lívsuppgávan verður, at fáa sum frægast
burturúr dagsins mentunarligu sjálvstóðu.
Eina og aleina. Tí bert tú hevur
kumpassina. Til egið lív og virki. Við ella
uttan Ziehe og Familie Journalen.
PS! Hóast blaðdeyði leingi hevur verið
eitt kent orð í øllum kjarnhúskjum og eisini
finst í omanfyrinevndu orðabók. so er enn
hópur av blaðbúðum, serliga kring jarn-
breytirnar, sum titvega alskyns blød. I hes-
um sambandi gevur DSB út ”Blad guiden”,
sum er eitt ókeypis, men snotuligt yvirlit.
har avísir, blød og tidarrit, sum fáast í Dan-
mark, verða umrødd. Tilsamans fleiri enn
2200 útgávur. Lagt verður fyri at lýsa tær
donsku avísurnar og síðani tær útlendsku.
Fyrst nevnda útlendska er altjóða avísin
Financial Times og átjanda útlendska avis-
in, sum fær umrødu í hesum skreytblaði
frå DSB er Sosialurin: "Færósk dagblad.
der dækker bredt om livet í de færøske
lokalsamfund. Der er dybdeborende bag-
grundsartikler og derudover et stort
rubrikafsnit om forlystelseslivet på øerne”.
So enn lýsir undir lågari lon.
Birgir Kruse, Keypmannahavn