Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum týsdagin sannførdi landsstýrismannin í oljumálum um, at vit nú síggja nógv meira realistiskt uppá hetta stóra mál enn vit gjørdu í ár 2000. Hann er eisini sera fegin um, at nýggj altjóða oljufeløg vísa Føroyum áhuga RÁÐSTEVNA Jan Müller – Dagurin í dag hevur sann- ført meg um, at tað kanska ikki er ein spurningurin um men nær vit finna kolvetni, sum er í rakstrarverdugum nøgdum. Hetta er avgjørda niðurstøðan hjá landsstýris- manninum í oljumálum, Bjarna Djurholm eftir olju- ráðstevnuna í Norðurlanda- húsinum týsdagin. Bjarni Djurholm lat Tinganes vera Tinganes allan henda dagin og brúkti tíðina til at fylgja teimum mongu áhugaverdu fyri- lestrunum, sum snúðu seg um olju og aðrar vinnu- greinar. Eisini fekk hann innlit í íslendsk og norsk viðurskifti. – Hetta hevur verið ein sera áhugaverdur dagur fyri meg. Tað gleðir meg at síggja, at fleiri nýggj og stór altjóða oljufeløg eru komin inn á landgrunnin og vilja leggja nógv fyri at finna olju og gass. Tað eig- ur at sannføra okkum um, at tað ræður bjartskygni millum feløgini. Lands- stýrismaðurin ásannar um somu tíð, at tað er gott, at vit eru sloppin burtur úr tí støðu, sum var í 2000, tá ketan leyp av hjá teimum flestu. – At vit í dag kunnu síggja meira realitiskt uppá tingini og kunnu síggja nøkur ár fram í tíðina, áðrenn verulig framleiðsla, um tað kemur so langt, verður framd. Vit eru kom- in til eitt náttúrligt støði, har vit kunnu síggja fram til eina lagaliga menning, so samfelagið eisini kann fylgja við. Uppá fyrispurning nær hann heldur ein kolvetn- isvinna kann gerast eitt veruligt bein at standa á hjá búskapinum sigur Bjarni Djurholm, at tað fer at henda so við og við. – Vit síggja longu ein part av oljuvinnuni á landi av øllum handa slag, og tað verður tann vegin, at vit fara at síggja broytingarnar. Tað verður partur av vinn- uni, sum kemur at servisera eina møguliga komandi oljuvinnu og soleiðis fara vit at síggja tað sum eina glíðandi positiva gongd við øktum virksemi. Um so verður, at vit finna olju í rakstrarverdugum nøgdum, so koma inntøkur beinleiðis í landskassan, men tað er uppá longri sikt. Eg trúgvi sjálvur, at vit eru á rættari kós nú í mun til tað, sum væntandi og vónandi fer at koma. Bjarni Djurholm vísir á, at vit longu komandi ár fara at síggja brunnar boraðar eitt nú í øki 6. Um tað fer at geva okkum eina greiðari ábending um olju, so fer tað at leggja størri trýst á Oljufyrisiting og fylla meira hjá landsstýrismann- inum. Og tað er jú bara gott. Kunnu vit økja um virksemi í landinum, so er tað bara positivt heldur landsstýrismaðurin. Bjarni Djurholm eftir oljuráðstevnu: Ikki spurningur um men nær vit finna kolvetni Nr. 13 • hósdagur • 20. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Aðalstjórin í Vinnumálaráðnu m var millum mongu áhoyrar- nar í Norður- landahúsinum. Her er hann saman við øðrum luttakarum Mynd Jan Müller Bjarni Djurholm, landsstýrismaður setti oljuráðstevuna Mynd Jens K. Vang Løgmaður og stjórin í Vinnuhúsinum høvdu nógv at tosa um á ráðstevnuni Mynd Jan Müller