hósdagur 20. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Míni ráð til føroy-
ingar, nú 2. útbjóð-
ingin er farin av
bakkastokki, er at vísa
tol. Sjálvandi skal
bjartskygni til, tí tað
er tað, sum drívur
verkið, men tað skulu
nøkur verulig gjøg-
numbrot til, áðrenn
man kann fara at gita
um framtíði Føroya
sum oljutjóð
RÁÐSTEVNA
Jan Müller
Orðini eigur ein av teimum
stóru kanónunum í al-
menna norska oljufelag-
num Statoil. Gregory T.
Himes er varaforseti fyri
altjóða leiting hjá Statoil og
hevur sera drúgvar royndir í
oljuvinnuni kring allan
heimin. Hóast arbeitt verð-
ur við nógvum verkætlan-
um í milliardaklassanum í
øðrum stórum londum, so
raðfestir hann kortini leit-
ingina við Føroyar høgt.
Hann var millum fyrilest-
rarhaldarnar
á
oljuráð-
stevnuni í Norðurlanda-
húsinum. Í fyrilestri sínum
heitti hann á føroyingar um
ikki at taka nakað fyri
givið, tí enn er bert skjøtil
settur á leitingina. Hann
vísti á, at oftani verður sagt,
at 20% møguleiki er fyri at
finna olju. Tvs. at ein út av
fimm brunnum gevur úr-
slit. – Eg haldi vit heldur
eiga at vera realistisk og
venda hesum við og siga, at
tað er 80% møguleiki fyri,
at einki verður funnið.
Hóast hesa staðfesting, so
fegnaðist Himes kortini
um, at Statoil hevði fingið
heili fýra loyvi aftrat til leit-
ing á føroyska landgrunnin-
um.
Himes sigur, at tað er
ætlanin hjá Statoil at bora í
næsta ár. Teir hava enn ikki
ásett staðið, har borurin
skal setast í. Í løtuni eru
samráðingar um hetta mill-
um bæði feløgini og við
myndugleikarnar.
– Nú hevur tú arbeitt við
oljuleiting
kring
allan
heimin. Við tínari vitan og
tínum royndum, hvussu
góðir eru møguleikarnir
fyri, at Føroyar gerast ein
verulig oljutjóð tey næstu
fimm til tíggju árini sam-
anbera vit við leiting aðra-
staðni í heiminum?
– Teir eru sera avmark-
aðir. Hetta er eitt ”frontier”
øki tvs. eitt øki, har lítið er
gjørt av kanningum og enn
einki fund gjørt. Vit hava
brúk fyri nøkrum verulig-
um gjøgnumbrotum á øki-
num. Møguleikarnir fyri sl
íkum eru lágir, men fær tú
gjøgnumbrot, so gera tey
stóran mun.
Hóast hann velur at vera
sera varin, so dylur hann tó
ikki fyri, at Rosebankfund-
ið í bretskum øki og beint
við føroyska markið her-
fyri, var eitt slíkt gjøgnum-
brot, og hann útilokar
heldur ikki, at tað ber til at
gera
Rosebanklíknandi
fund á føroyskum øki. –
Okkara ætlan er nú at
skjóta seismikk í teigunum
vit hava fingið og her ikki
minst í loyvinum, sum
liggur næst Rosbankfund-
inum. Vit vóna at kunna
brúka vitanina og royndir-
nar frá kanningunum í
loyvunum 3 og 6 í fyrstu
rundu, tá vit fara undir
skjóta nýggjan seismikk.
Tá tað er gjørt vóni er betur
at kunna svara spurning-
inum, hvussu áhugavert alt
hetta sær út.
Gregory Himes vil av-
gjørt ráða føroyingum til at
hava tol. Næsta ráð hansara
er kortini eisini at vera
bjartskygd. – Eg eri í leiti-
bransjuni. Eg hevði ikki
kunnað gjørt tað eg geri,
um eg ikki var bjart-
skygdur. Tit høvdu heldur
ikki sæð Statoil gjørt so
stórar íløgur í Føroyum og
søkt um so nógv loyvi, um
vit ikki eisini vórðu bjart-
skygd.
Við sínum drúgvu roynd-
um í Statoil og kunnleika
sínum til føroyingar og
Føroyar, heldur Gregory
Himes, at tað er heilt
náttúrligt og rætt, at felagið
raðfestir Føroyaøkið so
høgt í síni leiting. – Tá eg
tosi við fólk hjá Statoil og
eri millum teirra føli eg, at
ikki bert Statoilfólk men
eisini norðmenn sum heild
kenna eitt serligt tilknýti til
Føroyar og føroyingar. Eg
haldi eisini, at man hevur
verið sera heppin við valin-
um av einum føroyingi at
standa fyri leitingini og
verkseminum her í oyggj-
unum. So eg síggi fram til
eitt framhaldandi fruktagott
samstarv við føroyingar.
Varaforseti fyri altjóða leiting:
Føroyingar mugu hava tol
Nr. 13 - 20. januar 2005
15
Tveir oljuveteranar í Norðurlandahúsinum. Tv. Dave Lewis leitistjóri hjá ChevronTexaco og Gregory Himes, varaforseti fyri
altjóða leiting hjá Statoil høvdu nógv at tosa um, nú teir eru saman í samtaki á føroyaøkinum eins og hinumegin markið
Mynd Jan Müller
Fyrrverandi aðalstjórin í Oljumálaráðnum, Herólvur Joensen hevði eisini lagt leiðina niðan í
Norðurlandahúsinum henda dagin. Her saman við Rúna Hansen, leitistjóra hjá Statoil og
Gregory Himes, Statoilstjóra fyri altjóða leiting
Mynd Jan Müller
Nógv kend andlit vóru at síggja í Norðurlandahúsinum. Her hevur fyrrverandi løgmaður júst
”fýrt” eina góða av
Mynd Jan Müller