hósdagur 20. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 • hósdagur • 20. januar 2005 • 79. árg.
Peugeot 407 SW
vendir upp og niður
upp á alla vanahugs-
an um, hvussu ein
stationcar eigur at
síggja út. Designið er
avbjóðandi og smart,
og hesin 3,0 V6 er ein
sonn uppliving at
koyra
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað var við stórum spenn-
ingi, at vit fóru at royndar-
koyra nýggja Peugeot 407
SW 3,0 V6 við tiptronic
automatgirum, ið er tann
fínasta og dýrasta útgávan
av 407 røðini við leður-
setrum og allari hugsandi
útgerð.
Bilurin sær meira út sum
eitt designstudie, enn tað
sum vit vanliga ímynda
okkum sum ein stationcar.
Forgangarin hjá 407 SW
er Peugeot 406 stationcar,
men hesir hava so at siga
einki við hvønn annan at
gera. Meðan 406 stationcar
er ein regulerur rúmligur
stationcar, er 407 SW meira
sportsligur, spennandi og
framkomin við nógvari ný-
hugsan og smartum de-
signi.
Undirvognurin,
róður-
greiðir
og
upphangini
framman og aftan eru sera
framkomin við t.d. multi-
link bakakslum, ið geva
trygd og koyrieginleikar í
serklassa.
407 SW hevur panorama-
glastak, ið røkkur yvir tað
mesta av takflatuni og gev-
ur sera gott ljós inni í
kabinuni. Undir glastakin-
um er ein el-gardina, sum
kann dekka glastakið heilt
ella lutvíst, alt eftir tørvi
hjá teimum ferðandi í
bilinum.
407 SW er praktiskt inn-
rættaður, t.d. kann rúturin í
baklúkuni latast upp, so
sleppast kann frá at lata
sjálva baklúkuna upp, tá tað
ikki er neyðugt.
Av trygdarútgerð kunnu
vit nevna t.d. ARS (anti-
spinn), ESP (elektroniskt
stabilitetsprogram), EBA
(emergency brake assi-
stant), EBD (elektroniska
bremsukraft deiling), air-
bag framman, í síðunum,
gardinairbag og airbag í
rattstammuni, sum verjir
beinini hjá bilføraranum.
Seks ymiskir motorar eru
at velja ímillum, fýra ben-
sin og tveir HDi diesel:
bensinmotorarnir eru hesir:
1,8 litur við 116 hk, 2,0
litur við 136 hk, 2,2 litur
við 158 hk, og 3,0 litur V6
við 211 hk. Dieselmotorar
eru: 1,6 litur HDi við 109
hk og 2,0 litur við 136 hk,
báðir hava teir innbygt FAP
sótfiltur.
Bilurin
við
royndar-
koyrdu hevði 6-trins auto-
matiskan
Tiptronic-gir-
kassa við sportsfunktión og
eini funktión til kavakoyr-
ing.
3,0 litur V6 motorurin
við 211 hk er er ein upp-
living í sær sjálvum, bæði
tað at hann ljóðar gott, og at
hann er so kvikur.
Bilurin hevur eisini t.d.
2-zonu-klimaanlegg
við
køling av handskarúmin-
um, el-síðuspegl, sum el-
drivin kunnu leggjast inn
móti bilinum, fartpilot,
viskarar við regnsensor, el-
stilling av báðum forsetrun-
um o.s.fr.
Bíligasti Peogeot 407
SW, 1,8 SR við 116 hk,
kostar 256.000 krónur.
Peugeot 407 SW 3,0 V6:
Sportsligur luksus stationcar
Peugeot 407 SV 3,0 V6 SR
Motorurin
3,0 litur V6 besnin við 211 hk
0-100 km/t
9,6 sek
Bensinnýtsla
10,1 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
215/55-17
Stødd og vekt
Longd
476,3 cm
Breidd
181,1 cm
Hædd
147,1 cm
Eginvekt
1625 kg
Viðførisrúm
448 litrar
Prísur
kr. 342.000,-
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo
Peugeot 407 SW 3,0 V6 er ein sportsligur luksus stationcar við
framúr góðum koyrieginleikum
Mynd: Jens Kristian Vang
Bilurin er tann fínasta
og dýrasta útgávan av
407 røðini við
leðursetrum og allari
hugsandi útgerð
Mynd: Jens Kristian Vang
Designið er avbjóðandi, smart og vendir upp og niður upp á alla vanahugsan um, hvussu ein
stationcar eigur at síggja út.
Mynd: Jens Kristian Vang