Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 20. januar 2005 17 Fleiri ófødd børn enn nýføðingar doyggja í ferðsluvanlukkum í USA, sigur Laura Thackray, granskari á Volvo Cars trygdar- sentrinum í Göteborg Volvo Cars eru við í kanningum av bil- vanlukkum, har kvinnur við barn eru uppi í FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Volvo í Göteborg hava í meira enn 30 ár havt eitt lið av serfrøðingum, sum kanna allar ferðsluvanlukk- ur, har ein Volvo er uppi í. Nú hava Volvo Cars sam- an við deildini fyri burðar- frøði og gynækologi á Sahl- grenske Akademi á Göte- borg Universitet eisini gjørt kanningar av títtleikanum og fylgjunum av bilvan- lukkum í Svøríki, har kvinnur við barn hava verið uppi í. Nógvar av trygdarskip- anunum í dagsins bilum eru gjørdar við hjálp av test- dukkum í ymiskum stødd- um, bæði sum vaksin og børn. Fyri at læra meira um børn í móðurlívi og kvinnur sum eru við barn og koma út fyri ferðsluvanlukkum, h a v a V o l v o C a r s g j ø r t e i n a teldudukku, sum er við barn. Nú dekka vit eisini eina aðra tilgongd í lívinum hjá okkara kundum, sigur Laura Thackray, verkfrøð- ingur við biomekanik og kollisiónsútrokning sum sergrein á trygdarsentrinum hjá Volvo Cars. Hon hevur sjálv gjørt eina dukku, sum skal eitast at vera við barn og givið henni navnið Linda. Linda er eitt teldu- modell av eini testdukku. Dr. Harold Weiss, ið er professari við universitetið í Pittsburgh og arbeiðir við skaðakanning, sigur, at fleiri børn í móðurlívi enn smábørn lata lív í ferðsluni í USA. Royndir við testdukkuni Lindu hava víst, hvussu barnakonur skulu spenna trygdarbeltið rætt, so barn- ið fær minst møguligan skaða í einum ferðslu- óhappi. Simolator-royndir verða eisini gjørdar við bæði airbag og trygdarbeltunum. Hjá Volvo Cars ivast tey onga løtu í, at tað altíð er rætt av barnakonum at brúka trygdarbeltið og at brúka tað rætt. Toyota 240 Mazda 160 Citroën 147 Suzuki 131 Ford 128 Peugeot 78 Volkswagen 73 Opel 64 Hyundai 46 Daewoo 37 Volvo Cars, Göteborg: Fleiri ófødd børn doyggja í ferðsluvanlukkum Volvo Cars granska í hvussu teir best verja kvinnur við barn í ferðsluni Bilasølan í Føroyum 2004 Topp 10 listin Kelda: Bileftirlit Føroya Linda er eitt teldumodell av eini testdukku, ið er við barn Hjá Volvo Cars ivast tey onga løtu í, at tað altíð er rætt av barnakonum at brúka trygdarbeltið og at brúka tað rætt Samstarva um motorar Tað er vorðið alt meira vanligt, at fleiri av stóru bilverksmiðjun- um samstarva um menningina av motor- um. BMW og PSA skulu samstarva um ein felags bensinmo- tor, sum skal nýtast til Citroën, Peugeot og BMW Kelda: Motor Magasinet Sleppa ikki at sovna Saab hava gjørt ein elektroniska trygdar- skipan, sum heldur eyga við at bilførarin ikki sovnar undir koyr- ing. Skipanin regist- rerar t.d. hvussu eyg- uni og høvdið hjá bil- føraranum flyta seg, og ein alarmur sigur frá, um bilførarin er við at sovna Kelda: www.bilpriser.dk Fiat og OL í Torino Hóast ein løta er enn til teir 20. olympisku leikirnar í Torino í Italia byrja í 2006, bleiv rutan fyri olymp- iska eldin, sum byrjar 8. desember 2005, her- fyri almannakunngjørd í Rom. Fiat eru spon- sorar og skulu leiða fylgið við olympiska eldinum gjøgnum størstu býirnar í Italia Kelda: www.bilpriser.dk