Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 13 - 20. januar 2005 Tað eru teir smáu marginalarnir, sum telja, tá vit koyra í hálku. Bara við at koyra einar tveir ella tríggjar km/t meira, økist vandin sera nógv. Munurin mill- um at koyra trygt og at missa tamarhaldið á bilinum í hálku er sera lítil. Tí snýr tað seg um at halda høvdið kalt og duga at meta um umstøð- urnar FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo At størstu mistøkini í ferðsluni í kava verða gjørd, tí fólk ikki duga nóg væl at meta umstøðurnar - og ikki koyra eftir umstøðunum, fingu vit eftirtrykkiliga staðfest á koyriteknisku breytini hjá Norsk Trafik- ksenter, tá Sosialurin sam- an við GoodYear-umboð- num í Føroyum, Fríðriki Bláhamar frá Super Dekk í Havn, luttók á GoodYear Safety Driving School - ið er eitt kavakoyriskeið, sum GoodYear í Noreg skipar fyri. Dagsskeiðið, ið er ætlað GoodYear-kundum, fer fram á størsta koyritekniska anlegginum í Norðanlond- um. Tað er Norsk Trafikk- senter, sum eigur anleggið, ið eisini verður nevnt Vålerbanen. Tað liggur nærindis Elverum einar 170 km norðan fyri Oslo. – Endamálið hjá okkum er, at øll sum koyra við okkara vetrardekkum, eis- ini skulu fáa kunnleika um vetrarkoyring, søgdu um- boð fyri GoodYear í Noreg, áðrenn skeiðsluttakararnir sluppu út á sjálva breytina. – Vit síggja tað sum eitt gott endamál at læra fólk at koyra í hálku, ti vit eru sannførd um, at tess trygg- ari bilførarar vit hava, færri verða vanlukkurnar og óhappini. Undirvísingin á skeið- num gekk í stuttum út upp á at bremsa á einum beinum, hálum strekki, um at bremsa við ABS bremsum, um at stýra gjøgnum eitt hált sving, um at bremsa í kurvum, og um brádliga at stýra undan vanda. Tað er øllum kunnugt, at bremsulongdin økist, tess hægri ferðin er. Men á hesi breytini fingu vit rættuliga høvi at royna, hvussu lítil ferðøking skal til fyri eitt nú at tvífalda bremsulongd- ina. Tykkara útsendu koyrdi í einum vælútgjørdum VW Passat TDI við bæði ABS og ESP (antispin). Okkara fyrsta uppgáva var at koyra við 50 km/t fyri síðani at smekka bremsurnar í og halda, til bilurin steðgaði. Við hesi ferð gleið bilurin fram eftir ísinum heilar 90 metrar. Tað var heldur lýtt hendan dagin, hitin lá um 5 stig, so nógv væta var oman á ísinum, sum gjørdi breyta sera hála - als ikki ókendar umstøður á okkara leiðum. Nú skuldu vit økja ferð- ina við 10 km/t til 60 km/t. Hetta hevði við sær, at bremsilongdin øktist til 150 metrar. Síðani øktu vit ferðina til 65 km/t, og nú var bremsilongdin næstan 200 metrar. Næstan uppgávan var at koyra í einum hálum svingi. Hetta er ikki so fjart frá tí, vit royna í hálku úti á vegunum heima í Føroyum, men tað er bara eitt sindur øðrvísi, tá tú kanst kanst royna mørkini - uttan at vandi var á ferð. Uppgávan var at finna fram til, hvussu spakuliga tú skalt koyra, fyri at vera 100% tryggur. Síðani skuldi ferðin økjast líka til vit ikki høvdu tam- arhald á bilinum longur. Tað áhugaverda við hesum var, at tað snúði seg um nakrar fáar km/t - eina fimm til átta, sum gjørdu útslagið. Ein onnur uppgáva var eitt venda brádliga undan einum vanda - sum at venda undan seyði á føroysku landsvegunum. Her sóu vit eisini, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at tú dugir at gera tær dælt av útgerðini, sum bilurin hevur. Í okkara føri hevði bilurin bæði ABS-bremsur og antispin - og tað krevur, at tú ert tilvitaður um, hvussu henda útgerð upp- førir seg, annars fært tú ikki fulla nyttu av henni. Við at kenna eginleikarnar - og ikki minst við at halda høvdið kalt, so fært tú arbeitt teg úr eini slíkari støðu. Men sum altíð, so hevur tað stóran týdning at halda høvdið kalt, at hava røttu dekkini og at koyra eftir umstøðunum - og tá skal ferðin altíð havast í huga. Dekkini hava alt at siga FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo »Hálka var orsøkin til óhappið…« Soleiðis velja tíð- indafólk - og enntá løgreglufólk við - at lýsa orsøk til óhapp í hálku. Lesa vit henda setning nágreiniligari, so er mótsøgnin full- komin. Tí hálkan kann ikki vera ein orsøk. Tað vildi verið tað sama sum at sagt, at »eldurin var orsøkin til, at húsini brunnu«, ella at »sjógvurin var orsøkin til at báturin sakk« ella at »krútið var orsøkin til, at bumban brast…« Umstøðurnar kunnu vera so ymiskar, men tað er altíð førarin - og metingarevni hansara, ið eru avgerandi fyri, hvussu trygt vit koyra - og um vit í heila tikið skulu koyra! Tað er heldur einki dulsmál, at tilvitanin um dekk og týdningin av góðum dekkum, ikki er serliga stór. Fólk flest skilja mill- um summardekk og píkadekk - og so kanska eisini tað heldur diffusa hugtak- ið, »heilársdekk« - tá verður oftast hugsað um lamelldekk, sum í veruleikanum eru vet- rardekk. Vit geva okkum heldur ikki nóg stórt far um, hvønn týdning tað hevur, at dekkini eru í lagi, at mynstur- dýpdin er tað, hon skal vera, og at vit hava somu typu av dekkum á øllum hjólum. Í hálku snýr tað seg hjá teimum flestu bara um at koma fram - meðan minni verður hugsað um, hvussu væl vit klára at steðga! Dekkini eru bindi- liðið millum bilin og vegin - tí hevur tað so alstóran týdning, at hetta samband er so trygt og so gott, sum til ber. Kavakoyring: Størstan týdning at halda høvdið kalt Fríðrikur Bláhamar roynir seg á hálkubreytini á Vålerbananum í Noreg. Í hesi royndini skal hann vita, hvussu skjótt hann kann koyra, áðrenn hann missir tamarhaldið á bilinum. Tað vísti seg, at hann ikki skuldi koyra meira enn 28 km/t, áðrenn bilurin fór egnar leiðir… Mynd: Eirikur Lindenskov Ein av skeiðleiðarunum greiðir Fríðriki Bláhamar frá Super Dekk í Havn og trimum norskum skeiðluttakarnum frá, hvussu teir skulu koyra í næstu royndini Mynd: Eirikur Lindenskov Vålerbanen, sum koyritekniska anleggið hjá Norsk Trafikksenter verður nevndur, er størsta anlegg av sínum Tað verður nýtt bæði til koyrifrálæru og til motorítrótt. Heilt vist hevði tað verið eitt gott hugskot at skapt slíkar umstøður í Føoryum - og allir bilførarar í landinum áttu at sloppið at roynt seg á hálkubreytini Mynd: Eirikur Lindenskov