týsdagur 23. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áby tjóri: | Marknaðardeild:
Jan Múller Jonhard Hammer
Blaðstjóri: Daghjort S- Hansen
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
| Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
| Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Ville og Bestubitar
Oddagrein
Tað hevur verið áhugavert at sæð sjón-
varpssendingarnar um tuberklarnar í For-
oyum í roðini Bestubitar. Ahugavert at
síggja og hoyra um sjálvt evnið, bróst-
sjúkuna, og áhugavert er eisini, at Sjón-
varp Foroya megnaði at gera eina slíka
sending í trimum pørtum fyri skjótt 10
árum síðani. Spell, at vit ikki síggja og
hoyra meira um slík avrik í dag.
Tuberklasjúkan var ein álvarsom sjúka,
sum hevði nógv syrgiligt og dapurt við
sær. Men tað er helst ikki at taka munnin
ov fullan og staðfesta, at tað var læknin
Vilhelm Magnussen, Ville i Saksun, sum i
Otroytiliga arbeiði sínum fekk bilbukt við
sjukuni og at enda basti henni. Sjålvandi
við hjálp - betri heilivågi og góðum hjálp-
arfólkum.
Í seinasta parti sóu vit, hvussu eldhugaður
hann var og hvussu nógv hann legði fyri.
Ta einu tíðina ferðaðist hann til allar bygðir
í Føroyum fýra ferðir um árið. Og tá vóru
vegirnir nærum eingir og rurusambandið
vánaligt. Alitið hjá honum vóru tí heita for-
oyska kotið, knæbuksurnar, og báturin,
hann hevði. Ahugavert var at hoyra sjúkr-
asystrina siga frá hesum ferðunum millum
bygdir. Upp um fjøll og um sund og firðir.
Hann gekk upp í arbeiði sítt av fullum
huga. Ja, vit kunnu íkki siga, at hetta
arbeiðið at fáa tamarhald á tuberklasjúk-
uni var eitt kall hjá honum. Tað eydnaðist
honum og hjálparfólkum hansara so væl,
at tá vit komu upp í fimtiårini, vóru tilburð-
irnir fækkaðir niður í einki. Foroyska tjóðin
hevur tí nógv at takka Villa Magnussen
og hjálparfólkum hansara fyri.
Eisini aðrir læknar í Føroyum hava av
fullum huga gingið upp í arbeiði sítt - og
tað gera læknar okkara framvegis, tíbetur.
Men umstoðurnar tá vóru mangan våna-
ligar og ferðasambandið vánaligt. Og
neyvan hóttu teir við at rýma av landinum,
tí læknalønin i Danmark var 10 ella 15
prosent hægri enn í Føroyum!
Sjónvarpið skal hava takk fyri, at teir vísa
okkum aftur nakrar av teimum bestu send-
ingunum, Sjónvarpið hevur gjort. Hetta,
at taka nakrar einstakar sendingar burtur
úr, tykist meiri áhugavert, enn tiltakið hjá
útvarpinum fyri einum tveimum vetrum
síðani. Tá kundi úrvalið kanska havt verið
breiðari úr nógvum at tí góða, sum Ut-
varpið hevur í bandagoymsluni.
Sendirødin um tuberklarnar í Føroyum var
eitt gott journalistiskt avrik. Tað dramati-
seraða var eisini frålikt, livandi og sigandi.
Hon toldi at verða send aftur.
Sosialurin
menn: Postadr: Postsmoga 76, >
Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn |
Álvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720. |
Sp/f Sosialurin | e-mail: post 8 sosialurin.fo |
Bústaður: Lýsingar: lysing Øsosialurin.fo |
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin )
Viðmerking:
Viðmerkingar til álitið frá
útbúgvingarpolitikknevndini
Tíðindaskriv frá Meginfelag Fór-
oyskra Studenta
Síðani álitið frá útbúgving-
arpolitikknevndini (UBPN)
varð = almannakunngjørt
hava verið reaksjónir frá
fleiri síðum. Serliga ávísar
av hesum reaksjónum hava
fingið Meginfelag føroyskra
studenta at gera hesar við-
merkingar.
MFS metir álitið sum eitt
týðandi stig á leiðini fram
ímóti at skipa føroyska út-
búgvingarverkið eftir for-
oyskum fortreytum. Henda
umskipan hevur verið til-
trongd leingi.
MFS hevur funnið mong
skilagóð tilmæli og fleiri
beinraknar lýsingar í áliti-
num frá útbúgvingarpoli-
tikknevndini.
MFS tekur undir vid at
seta å stovn eftirmetingar-
skipanir innan fyri útbúgv-
ingarverkið.
MFS fegnast um, at
landsstýrismaðurin harum-
framt hevur sett sær sum
mál at seta á stovn gransk-
ing og hægri útbúgvingar
innan fleiri oki.
MFS vónar, át álitið frá
UBPN fær eina positiva
viðgerð, og at tilmælini
verða konstruktivt vidgjørd.
Gransking og hægri
útbúgvingar í Føroyum
Vit hava eina skyldu at fara
væl um okkara tilfeingi, Ó-
ansæð um tað snýr seg um
reina umhvorvið, stóra hav-
ríkidómið ella fólksins við-
føddu evni.
Fleiri útbúgvingar á hægri
stigi í Føroyum vilja leggja
meira gransking eftir seg.
Við meira gransking fæst
nýggj vitan. Við samstarvi
við vinnuna og við tilknýttu
útbúgvingunum kann vitan-
in gagnnýtast í vinnu og fyr-
isiting sum nýggj håttaløg
og nýggjar loysnir.
MFS metir tað sum ein
stóran miss fyri føroyska
samfelagið, at lesandi ætt-
arliðið ikki er í Føroyum, tí
tá fer nógv vitan fyri skeyt-
ið. Samstundis missa tey
lesandi við tíðini sambandið
við heimlandið, og vandin
økist fyri, at tey ikki koma
heim aftur eftir loknan lest-
ur.
Við fleiri útbúgvingar-
møguleikum og betri møg-
uleikum at taka partar av
útbúgving í Føroyum vilja
lesandi uttanlands varðveita
tættari tilknýti til Føroyar.
Eitt umhvørvi við gransking
og hægri útbúgving í Før-
oyum vil eisini hava somu
ávirkan.
MFS fegnast tí um, at
landsstýrismaðurin hevur
sett sær fyri at seta á stovn
gransking og hægri útbúgv-
ingar innan fleiri oki.
MFS tekur undir við at
stovna gransking og út-
búgving innan KT á uni-
versitetsstigi.
MFS tekur undir við upp-
skotinum um hvussu ein
læknafrødisligur gransking-
ardepil og læknaútbúgving
kann skipast í Føroyum
(lýst í UBPN-álitinum, 2.
bind, kap. 6.3.1.1). MFS
fegnast um, at landsstýris-
maðurin hevur tikið hetta
uppskot til sín.
Men samstundis er tað til
stórt gagn fyri føroyska
+
Vid hesum verdur kunngjørt, at kæra mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
ANNA KATHRINA CARLSEN
(fødd Eldevig) í Elduvík tann 26. juli 1926
andaðist á Landssjúkrahúsinum 17. november 1999
og varð jarðað í Havn tann 19. november 1999.
Her verður samstundis veitt ein tøkk til starvsfólkini
á B7, B6 og skurðstovuni, sum vóru um hana og
lættu um á sjúkraleguni, og til tykkum, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Friður verði yvir minnunum um mammu.
Familjunnar vegna
Victor
Flóvin Eidesgaard,
formaður granskingar- og
utbugvingarnevnd MFS
samfelagið, at føroyingar
hava so góðar lestrarmøgu-
leikar uttanlands, og at før-
oyingar eisini taka útbúgv-
ingar uttanlands. Møguligt
verður ongantíð at taka allar
útbúgvingar í Føroyum, og
neyðugt er tí framvegis at
styrkja sambandið við tey
lesandi uttanlands.
Eftirmetingarskipanir
MFS metir eftirmetingar-
skipanir sum eitt stýrings-
og leiðsluamboð, sum við
skilagóðari nýtslu kann vera
við at menna føroyska út-
búgvingarverkið.
Alitið hjá UBPN mælir
til, at leiðsla og starvsfólk
eru saman um at skipa inn-
aneftirlit. MFS hevur tí ilt
við at skilja, at Føroya Lær-
arafelag brúkar orð sum
"njósning" og "misálit"
(Dimmalætting 19. novem-
ber 1999) um slíkar skip-
anir.
Endamálið má vera at
næmingar og studentar fáa
best møguligu undirvísing-
ina. Vit skulu tí hava so góð-
ar undirvísarar og so góðar
útbúgvingarstovnar sum
gjørligt. Eftirmetingarskip-
anir kunnu vera við til at
tryggja hetta.
Kvalifiseraðar og óheftar
Kristian Danielsen,
forkvinna í MFS
eftirmetingar kunnu um
somu tíð styrkja álitið á
undirvísarar og stovnar í út-
búgvingarverkinum og
forða tilvildarligum atfinn-
ingum og tiltøkum.
Eftirmetingarskipanir eru
ti til gagns fyri okkara fel-
ags áhugamál.
MFS tekur undir við at
seta á stovn eftirmetingar-
skipanir innan fyri útbúgv-
ingarverkið.
MFS harmast um at Før-
oya Lærarafelag ger eftir-
metingar til ein spurning um
ålit ella misålit. Slikt aftur-
haldssinni hevur føroyska
skúlaverkið ikki brúk fyri i
næstu øld. MFS heitir tí á
Føroya Lærarafelag um at
lesa ålitid av nyggjum og
vidgera tilmælini meira
konstruktivt.
Vinarliga vegna MFS
Flóvin Eidesgaard, for-
maður í granskingar- og
útbúgvingarneynd MFS,
tlf. 8232 0107
og Kristina Danielsen,
formadur i MFS, tlf.
3296 1082
+
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri maður,
pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
DANIEL JOENSEN
fyrrverandi skipari úr Vági,
búsitandi á Vatnsoyrum
andaðist í heiminum sunnudagin 21. nov., 93 ára
gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Familjunnar vegna
Amanda, Jonna, Mourits og Anna
Tey, ið vilja minnast Daniel, kunnu lata eina gávu til Malta í
Hirtshals, kontonr. 4150958 í Norðoya Sparikassa.