týsdagur 23. november 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Almanna
r ár 2000
NSIONsiOe 1
Hetta varð
SKOV
NKU! Henda
og er FTØroysk (I
ISVEI
seinast
Upphæddir
OkKurt "nn, áðrenn
NS1IOnsøKinum
ja0. Reglur um
javning av penst
1
gjald
.ø og um
Í
ud á almennum
sum helst eru
rd og tydning
VIOUFSKITtI,
einstaka
nevn
I
í NYggTU i0gini eru
* fólkapensión
* hægsta fyritidarpension
* miðal fyritíðarpensión, og
* lægsta fyritidarpensi6n
Fólkapensiónin
Fólkapensiónin verður ikki
so nógv broytt. Tó so, at
ongin fær fólkapensión fyrr
enn hann ella hon hava fylt
67 ár. Eftir galdandi lóg
hava kvinnur, ið eru 62 ár,
rætt til fólkapensión, um tær
eru giftar við einum pensi-
onisti ella eru einsamallar
(einkjur, ógiftar).
Somuleiðis kunnu fólk
við serligum tørvi í dag fáa
framskundaða følkæensiøn
frá 60 ára aldri, orsakað av
heilsuligum trupulleikum,
vantandi arbeidsmøguleik-
um ella øðrum serligum
umstødum, sum gera, at
mett verður, at tey varandi
hava brúk fyri hjálp til uppi-
halds. Hesin møguleiki
verður framvegis til staðar
nýggju pensiónslógini, tí
ægsta Nn ritíðarpensión
kann jåttast frá 50 ára aldri,
tá umstødurnar varandi eru
serliga truplar av omanfyri
nevndu orsøkum.
Fólkapensiónin verður út-
goldin við eini grundupp-
hædd og eini viðbót. Grund-
upphæddina koma allir
fólkapensionistar fáa uttan
mun til, hverja aðra inntøku
teir hava umframt pensión
ina. Viðbótin minkar - eins
og pensiónsviðbótin í dag -
líðandi, tá årsinntøkan hjá
báðum hjunafeløgunum til-
samans ter uppum
nark
Fær smáu vidbøturnar, t
e. aldursviðbót (til pension-
ist, ið hevur fylt 80 ár) og
hjúnabandsviðbót (til pens-
tonist, ið er giftur við einum
ikki-pensionisti), fella burt-
ur í nýggju lógini. Adur (i
1992) varð sonevnda bíði-
viðbótin tíkin burtur, men
varðveitt fyri pensionistar,
ið tá fingu hana. Tey, sum í
dag fáa aldurs- ella bíði-
viðbót, koma at varðveita
hesar framyvir við somu
upphædd sum í dag
avist
Fyritíðarpensiónirnar
Treytirnar fyri at fáa fyri-
tíðarpensión eru tær somu
sum fyri at fáa avlamispen-
sion, einkjupensión og
framskundaða fólkapensión
í galdandi lógum. Tó er ald-
ursmarkið fyri møguleika-
num at fáa játtað fyritíðar-
pension orsakað av “sosial-
um” umstødum (fram-
skundað fólkapensión i
galdandi lóg), lækkað niður
í 50 ár mótvegis 60 ár í dag.
Aldursmarkið fyri yvirhøv-
ur at fáa pensión játtaða er
sett upp frá 15 til 18 ár.
Harumframt eru tað ikki
bara kvinnur, men eisini
menn, sum koma í einkju-
stóðu, ið kunnu søkja pen-
sion eftir nýggju lógini
Tey, sum í dag fáa fram-
skundaða fólkapensión,
fólkapensión til kvinnur
millum 62 og 67 ár ella
einkjupensión til kvinnur, ið
ikki hava børn undir 18 år,
koma at verða flutt yvir í
lægstu = fyritíðarpensión.
Einkjupensionistar, ið hava
børn undir 18 år, koma at
fáa miðal fyritíðarpensión.
Felags fyri allar fyritíð-
arpensiOnirnar er grundupp-
hæddin. Hon er i upphædd
hin sama sum hjá fólkapen-
sionistum. Eins og áður
minkar grundupphæddin
hjá fyritíðarpensionistum, tá
årsinntøkan fer uppum åvist
mark.
Fyritíðarpensionistar
koma framyvir at fáa eina
viðbót. Men støddin av við-
bótini er treytað av, um talan
er um hægstu, miðal ella
lægstu fyritíðarpensión, har
viðbótin til hægstu pensión
er størst og lægstu minst.
Av ti at lógin um ásetan
og javning av pensiónsupp-
hæddunum enn ikki er sam-
tykt, verða upphæddirnar,
sum tær eru í løtuni, nýttar
í talvunum niðanfyri. Sum
kunnugt eru ætlanir um at
hækka allar viðbótur.
I staðin fyri at fáa pen-
stónsviðbót, avlamisviðbót
og óarbeiðsfórisviðbót
koma tey, sum í dag fáa
hægstu avlamispensión -
framyvir hægstu fyritíðar
pensión - at fáa eina viðbót,
sum verður støddin av hes-
um trimum viðbótunum til-
samans.
Stakur pensionistur
Miðal avlamispensionistar
og einkjupensionistar við
bórnum undir 18 ár koma
at fáa eina viðbót, sum verð-
ur penstónsviðbót + avlam-
isviðbót tilsamans.
Stakur pensionistur
Í staðin fyri at fáa = grund-
upphædd og avlamisvið-
bót, koma tey, sum fáa
lægstu avlamispensión í
dag, at fáa fulla grundupp-
hædd og viðbót. T.v.s. ein
hækking í krónum hjá teim-
um, sum í dag fáa lægstu
avlamispensión við fullari
upphædd (tey, ið lítla ella
onga inntøku hava við síð-
una av pensiónini).
Stakur pensionistur
Avgerandi munurin millum
avlamispensiónina og
nýggju fyritíðarpensiónina
er, at øll pensiónsupphædd-
in kemur at verða treytað av,
hvørja inntøku, pensionist-
urin hevur vid siduna av
pensiónini. I dag verður 6-
arbeidsføris- og avlamis-
viðbót útgoldin uttan mun
til inntóku, meðan grund-
upphædd og pensiónsviðbót
minka, tá årsinntøkan fer
uppum ávíst mark. Hetta
mark kenna vit ikki fyrr enn
lóg um ásetan og javnan av
veitingum er samtykt.
Avlamisveiting
Avlamisveitingin fellur
burtur í nýggju lógini.
Henda veiting kann í dag
tillutast persónum, sum
læknaliga sæð, eru avlamnir
í eins stóran mun og tey, ið
fáa hægstu ella miðal av-
lamispensión. Tey hava tó
ikki kunnað fingið pensión,
tí tey eru før fyri at forvinna
so mikið stóra inntøku
sjálvi, at tey ikki kunnu fáa
pensión. Upprunaliga var
henda upphædd tann sama
sum avlamisviðbótin í
pensiónini og endamálið
við henni var hitt sama,
nevniliga kompensatión fyri
meirútreiðslur, sum stóðust
av avlamninum. Utreiðslur,
sum í dag fyri ein stóran
Nr. 223 - 23. november 1999
part verða endurgoldnar t.d.
við heilivágsstudningi,
hjálpartólum o.t.. Fólk, ið
fáa avlamisveiting, kunnu
umhugsa møguleikan at
søkja pensión av nýggjum.
Hetta um ikki inntøkan er
so mikið høg, at onki kemur
til útgjaldingar álíkavæl.
Upphæddir til
støk og hjun
Í galdandi lóg er tað soleið-
is, at ein stakur pensionistur
og ein pensionistur, ið er
giftur við einum ikki-pen-
sionisti, fáa hægri upp-
hæddir enn tveir samgiftir
pensionistar. Í nýggju lógini
verður einans skilt millum
gift og støk (ógift). Sostatt
fáa allir giftir pensionistar
somu upphædd í nýggju
lógini. Fyri pensionistar, ið
eru giftir við ikki-pension-
istum, kemur grundupp-
hæddin sostatt at lækka. Hjá
teimum, ið eisini koma at
fáa viðbót, t.v.s. teimum, ið
ikki hava inntøku við síðuna
av av týdningi, kann henda
lækking møguliga koma at
verða útjavnað av teim
hækkingum, ætlanin er at
gera í viðbótunum yvirhøv-
ur.
Umsókn um pensión
Eftir galdandi lóg skulu fólk
lata inn umsókn um bý- ella
bygdaráð til Vanlukku-
tryggingarráðið og Almann-
astovuna. Framyvir skulu
allar umsóknir latast bein-
leiðis inn til Almannastov-
una. Umséknarblød fáast á
Almannastovuni.
Aðrar broytingar
Nýggja lógin ásetur meiri
nágreiniliga enn galdandi
lóg, hvor inntøkan er, sum
skal liggja til grund fyri
savnsmynd
møguligari minking av pen-
sionini. At tað er inntøkan
árið fyri og at tað er skatt-
skylduga inntøkan umframt
rentuinntøka av innistand-
andi. Skattskylduga inntøk-
an árið frammanundan skal
tó ikki nýtast við fyrstu pen-
stónsútrokningina, um inn-
tókan broytist í samband
við, at viðkomandi kemur
at fáa pension. Skattskyld-
uga inntøkan skal heldur
ikki nýtast sum grund fyri
útrokningini av pensión, tá
varandi broytingar henda
við inntøkuni hjá einum, ið
longu er pensionistur.
Tær báðar lógirnar, sum
enn vanta, koma at svara
spurningunum um, hvussu
stórar pensiónirnar verða í
krónum, hvussu stóra inn-
tóku tað ber til at hava fram-
íhjá, áðrenn pensiónin byrj-
ar at minka, á hvønn hátt
(t.d. eftir pristalinum), og
hvussu ofta pensiónin verð-
ur javnað, hvat hendir við
pensiónini, tá ein pensió-
nistur fær uppihald á røkt-
arheimið, o.s.fr.
Vit fara at Kunna um pen-
sionsupphæddir, útrokn-
ingar, gjald á stovni o.t., tá
lógirnar, ið enn vanta, eru
samtyktar.
ikki treytað av inntøku
eftir galdandi lóg, men
inntøkutreytad í nýggju
lógini
” ikki treytað av inntøku
eftir galdandi lóg, men
inntøkutreytad í nýggju
lógini
ætlandi hækka sambært
nýggja lóg, men minkar við
inntøku yvir ávíst mark