týsdagur 23. november 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 23. november 1999
tíðindablaðið
15
Ingi og VÍF vunnu á bróðrinum Áka og Neistanum í dystinum tierra millum í Vestmanna um vikuskiftið. Hó-
ast stutt er fráliðið í hesum kappingarárinum, so er einki sum bendir á, at Neistin fer at gera seg galdandi mill-
um tey bæði fremstu liðini. Til tað eru teir ov veikir i verjupartinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Kollektivið vann á
einstaklingunum
Hondbóltur: Væl samanspælda vestmannaliðið setti enn einaferð einstakl-
ingarnir úr Havn upp á pláss, tá teir á heimavglli vundu burtur neistaliðnum,
sum ongantíð fekk spælið at koyr«
JÁKUP MORK
VÍF — Neistin
34-22 (18-11)
Tað gjørdist rættuliga skjótt
greitt, hvønn veg tað bar, tá
Neistin sunnudagin kom til
vestmanna í eini roynd at
taka vestmenningarnar aftur
á stigatalvuni.
VIF byrjaði beinan vegin
at toga seg frameftir, og
spakuliga, men støðugt,
øktu teir um leiðsluna, so
hvort sum dysturin leið.
Tá farið varð til hálvleiks
var munurin longur komin
upp á 7 mál, og ongantíð
var líkt til, at Neistin fór at
gera nakað sum helst fyri at
vinna munin aftur.
Tá saman um kom, heyði
VIF skotið 12 mál fleiri enn
mótstøðuliðið, og var hetta
ikki eitt mál ov nógv.
Tvorturímóti kann sigast, at
hetta var í minna lagi, tí
høvdu Bogi og serliga Petur
í neistamålinum ikki staði
seg so væl, sum teir gjørdu,
hevði munurin verið nógv
stórri.
Einmansavrik
Tað hevur verið skrivað
fleiri ferðir áður, og so
leingi sum eingin broytign
verður, verður skrivingin
framhaldandi tann sama.
Neistaliðið riggar als ikki
sum ein eind, og hóast teir
hava nakrar ødiligar skjútt-
ar, sum móti veikaru liðun-
um megna at avgera ein
dyst einsamallir, so er hetta
ikki nóg mikið, tá teir leika
móti hinum toppliðunum.
Bæði móti StIF og VIF
hava vit fingið prógv fyri,
at hvorki spæl ella hugburð-
ur eru á slíkum stødi, at hesi
geva rætt til eina endastødu
uppi á ovastu rók.
Teir tríggjar dystirnar,
sum Neistin hevur tapt,
hava teir tapt so dyggiliga,
og kemst hetta serliga av,
at stríðsviljin á liðnum ikki
er nóg góður. Leikarar
hyggja uppgevandi á hvønn
annan ístaðin fyri at taka í
egnan barm.
Fyri at Neistin skal røkka
einari hægri endastødu, enn
3. plássið, sum teir hava í
løtuni, verður neyðugt hjá
øllum leikarunum, at teir
ganga nógv meira inn fyri
sakini. Harumframt tykist
tað eisini løgi, at ein so-
mikið góður skjútti sum Aki
Olsen ikki verður spældur
meira upp.
So at siga øll mál hansara
eru úrslit av einmansavrik-
um, og nærum ongantíð av
skjótum uppspæli, har
pressið verður ført upp móti
mótstøðuverjuni, soleiðis at
tað verður meira opið fyri.
Vælvirkandi eind
Hjá vestmenningum kann
av sonnum sigast, at har er
ødrvisi statt. Alt liðið riggar
sera væl saman, og talan er
á øllum plássum um leikar-
ar, sum tora og vilja taka
ábyrgd, um so er at tað ikki
koyrir so væl fyri aðrar part-
ar av liðnum.
Serliga tykist verjupartur-
in at vera sera sterkur hjá
vestmenningum, og tað
hendi meira enn tað einu
ferðina, at skot frá neista-
monnum vórðu blokeraði.
Harumframt tykist verjan
eisini at vera sera væl skip-
að, soleiðis at tað ikki gerst
óneyðuga lætt hjá mótstøð-
uliðnum at koma í góðar
skotstødur.
I ålopspartinum eru vest-
menningar eisini sera væl
fyri, og er tað serliga sam-
starvið millum Sámal og
Inga, sum gevur mótstøðu-
liðunum trupulleikar. Hin-
vegin hava teir eisini aðrar
streingir at spæla upp á, og
vengirnir í báðum borðum
munnu helst teljast millum
vandamiklastu vongar i
landinum.
Harafturat hava vest-
menningar eisini tann egin-
leikan, sum neistaliðið
manglar í ólukkumát. Teir
stríðast allir fyri ein í sam-
fullar 60 minuttir, og hesin
eginleikin er kanska tann
týdningarmesti av øllum.
Komandi vikuskifti skal
VIF leika móti kollfirð-
ingum, ímeðan Neistin skal
hitta hitt botnliðið. H71, so
á pappírinum skuldi talan
verið um tveir tryggar sigr-
ar.
= Neistaliðið må tó vera
Aka Olsen fyri uttan til
henda dystin, tí hann megn-
aði at fáa sær reyða kortið,
tá hann púra óneyðugt tók í
armin á gamla liðfelaga sín-
um Agnari Joensen, tá hesin
móti endanum av dystinum
var um at sleppa leysur í
skjótum mótálopið. Dyst-
urin var tá langt síðani av-
gjørdur, so tað einasta Aki
fekk burtur úr hesum, var
at áskoðararnir fingu enn
eina orsøk til at rópa at hon-
um.
Dysturin í tólum:
VIF: Sámal Joensen 11 (2).
Ingi Olsen 7, Harald Bjørg-
vin 5, Martin Hummeland
4, Agnar Joensen 4, Sjúrður
Holm 2, Petur Fr. Joensen
|
Neistin: Heini Joensen 6
(4), Aki Olsen 5, Kåri Mort-
ensen 4, Finnur Hansson 4,
Karl O. Rasmussen 1, Elm-
ar Oså 1, Aki Mørk I
Brotskøst: VIF 3, Neistin
5
Utvisingar: VIF 3, Neistin
3
Burturvísing: Neistin 1
Janus Einar
= »
stórskjútti
Hondbóltur: Kyndil vann granna-
uppgerðina móti hoyvíkingum greitt
SVEINUR TRÓNDARSON
Kyndil-H71
31-23 (17-13)
Landskappingardysturin
millum manslidini hjå
Kyndli og H71 håttadi
sær just sum væntað varð
frammanundan og endadi
við einum greiðum sigri
til Kyndil.
Tað einasta, sum víkir
frá einum vanligum dysti
millum liðini er, at navnið
á málslúkaranum er eitt
annað enn tað vanliga er.
Hesaferð var tað ikki
talan um ein av Wardum
bróðrunum ella Jakob
Jónsson, men Janus Einar
Sørensen, sum skjeyt
níggju mál móti hoyvik-
ingum.
Missurin merkist
Sum tey flestu vita, so
misti H71 tveir av sínum
mest knáu leikarum við
rsbyrjan. Fedgarnir báði
COS i
sítt herðashorn og
slíkur missur merkist aft-
ur á H71 liðnum.
Eingin beinleiðis mál-
slúkur er, og tí mugu hinir
berjast so mikið meira
fyri lívinum í fyrstu deild.
Um tað fer at eydnast
er alt ov tíðliga at siga
Tað er ikki so ofta, at vit hoyra um henda fýrin á
nakað um, og tað ber
heldur ikki til at siga nak
að út frá dystinum í viku
skiftinum. Til tað er mun
urin millum Kyndil og
H71 ov stórur
Vit kunnu til seinast
leggja afturat, at H71 vóru
skerdir til dystin sunnu-
dagin, tí Halgir Dahl-
Olesen var ikki við, og tað
er hann, sum vanliga er
størsti málslúkur
hoyvíkinga.
Dysturin í tólum:
Kyndil: Janus Einar Sør-
ensen 9, Bjarni Wardum
8 (2). Jakob Jónsson 5,
Regin Petersen 3, Leivur
Holm 3, Uni Wardum 1
(1), Niels Viggo Niclasen
1, Høgni Klein 1
H71: Annfinnur N. Deb-
ess 6 (1), Allan Mørkøre
4, Eydun H. Højgaard 3,
Jákup á Borg 3. Bárður
Brimvík 3. Olaf Vester-
Brotskøst:Kyndil 5, H71
Utvisingar:
H71 7
Diskvalifikatiónir: H71
1
Dómarar: Hjalmar Peter-
sen og Kristian Johansen
Kyndil
Kyndlaliðnum. Janus Einar Sørensen, spæl-
ir á strikuni fyri Kyndil, hevdi ein góðan dag
|