Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Róligur sigur Hondbóltur: Hóast teir langt ífrá leiktu upp til sítt besta, so megn- aðu klaksvíksgenturnar at fáa eina rættuliga tryggan sigur við sær aft- ur, tá tær sunnudagin vóru gestir í ítróttarhøllini í Runavík JÁKUP Mørk Tjaldur — Stjørnan 15-23 (8-11) Eingin ivi var nakrantíð um, hvørt av liðunum fór at standa seg betri, tá lokalu genturnar skuldu royna at taka stig frá hig- artil suverenu klaksvíks- gentunum. Stjórnan tók leiðsluna beinanvegin, og eftir hetta var bert ein vegur, og hóast klaksvíksgentur- nar ongantíð spílaðu seg rættuligani út, so høvdu tær alla tíðina tamarhald á dystinum. Ongan útskiftara Hóast tað neyvan hevði broytt stórvegis um úrsl- itið, so var tað ein dyggur smeitur fyri Tjaldur, at vanligi toppskjútti teirra, Sunrid Gledishey gg, fekk triðju útvísingina og har- við reyða kortið, tá fyrri hálvleikur var um at vera liðugur. Tá dysturin byrjaði, vóru tað einans 8 útileik- arar á heimaliðnum, og við tað at Sunrid mátti gevast so tíðliga í dyst- inum, kundi heimaliðið onga útskifting fremja all- an seinna hálvleik. Hetta hevði eisini sína ávirkan á ferðina í dyst- inum, tí ístaðin fyri at seta trýst á, valdu klaksvíks- genturnar at taka tað ról- igt, soleiðis at munurin hóast alt ikki varð stórri enn 8 mál. At heimaliðið bert hev- ur tann eina skiftisleik- ararn við til heimadyst, sigur nakað um, hvussu lítið av fólki tær hava at taka av. Hjá Stjórnuni hava tey í hvussu so er ikki slíkar trupulleikar at dragast við. Dómaraseðilin er fullur hvønn dyst, og al- oftast sleppa allar at royna seg í dysti. Í leyg- ardagsblaðnum nevndu vit, at størsti vandin hjá Stjórnuni helst fór at verða, at tær ikki fóru at taka uppgávuna í nóg stórum álvara. Soleiðis tóktist eisini at vera, men við tað at mun- urin millum liðini bæði var somikið stórur, heyði hetta onga ávirkan á end- aliga úrslitið. Askoðararnir í Klaks- vík hava nú í nakrar vikur gingið og tosað um, at teirra lið fer at verða kos- ið sum nummar eitt, við ingarárslok. ðrenn hetta kann lata seg gera, sku.u tó 14 dyst- ir afturat fáa frá hondini, Anna K. Samson skjeyt fýra mál móti Tjaldrin- um og tað man helst vera 6- neyðugt at siga, at klaks- víksgenturnar skulu sýna heilt ødrvisi hugburð, um tær skulu halda fast um oddasessin. Lítið er tó at ivast i, at tær verða meira uppsettar til aðrar dystir. Aloftast er ringt at seta seg upp, tá mundurin á liðunum er somikið stór- ur, sum hann vísti seg at vera í Runavík sunnudag- in, og hóast tær tóku sær av løttum, so vórðu kravdu stigini fingin til høldar, soleidis at Stjørn- an framvegis liggur klårt å odda vid fullum stiga- tali. Komandi — vikuskifti hava tjaldursgenturnar fri, meðan Stjørnan á heima- velli skal taka ímóti VIF, sum man metast at vera eitt av teimum liðum, sum hava møguleika at skala Stjórnuni. Lítið er at ivast i, at klaksviks- genturnar fara undir hesa uppgåvu í størri álvara enn talan var um sunnu- dagin. Dysturin í tólum: Tjaldur: Oddvá Foss- dalsá 3. Sunrid Gleðis- heygg 3 (1), Kristina Ell- ingsgaard 2, Mona Lang- gaard 2, Sonja Gleðis- heygg 2, Elinbjórg Hammer 2, Hansa Mikk- elsen 2 Stjórnan: Andriana Mil- odanovic 5 (1), Vesna Tomajek 4 (2), Anna K Samson 4, Jastrid Gullak- sen 3, Simona Hansen 3, Annika Ljósstein 2, Ragna Andreasen 1, Joan M. Joensen Í Brotskest: Tjaldur 1, Stjørnan 5 Utvisingar: Tjaldur 7, Stjørnan 2 Diskvalifikatión: Stjørn- an I tidindabladid JÁKUP MØRK Tjaldur — KIF 24-22 (15-11) Dysturin byrjadi annars rættuliga javnt, men sum fyrri hålvleikur leið, togaði Tjaldur seg longur og long- ur fram um KIF. Eitt skifti var munurin heili 6 mál, men móti endanum av hálv- leikinum megnaðu kollfirð- ingarnir at minkað nakað um henda munin. I seinna hálvleiki byrjaðu kollfirðingar, har teir sleptu í fyrra, og framhaldandi tóku teir burtur av leiðsluni hjá heimaliðnum. Frá 16. til 23. minutt skoraðu kollfirð- ingarnir 4 ferð á rað, og nú var stødan brådliga 21-20 til útiliðið. Stóra takið hevði tó kostað rættuliga nógv, og seinastu løtuna kom Tjaldur aftur í aftur, og var hetta serliga orsakað av, at orkan var farin at ganga undan hjá kollfirðingum. Heimaliðið fekk nú 3 mál á rad, og hóast KIf enn eina- ferð royndi at svara aftur, g DA MGS so var hetta til fånytis. Breiddin ov litil Sum heild var talan ikki um nakran væl leiktan dyst. Liðini bæði stríddust væl, men talan varð ongantíð um tað stóra hondbóltsuppl:v- ilsið. Teknisku villurnar vóru nógvar, og førdi hetta ofta til óneyðug bólttap, sum mótsstóðuliðið kundi gera sær dælt av. Fyri at byrgja fyri, at koll- firðingarnir skuldu fáa glið á spælið, royndu runavík- ingarnir so at siga allan dystin at ansað liðskiparan- um hjá KIF, Petur Martini. Hann var tó ikki manns- vardur, men verjan hjá heimaliðnum fór sera tidl- iga út ímóti, og var hetta avgjørt við til at tryggja Tjaldrinum sigurin. Harum- framt var tað dyggur smeit- ur fyri kollfirdingarnar, at venjarin, Egil Steintórsson, stríðist við skaða í økslini, og tískil var noyddur at sita á beinkinum. Snøgt sagt er breiddin á KIF liðnum ikki nóg stór til so Nr. 223 - 23. november 1999 Mundu tveitt alt burtur Hondbóltur: Tá 7 minuttir vóru eftir av dystinum, høvdu kollfirðingarnir strítt seg fram um Tjaldur fyri fyrstu ferð í dystinum. Runavíkingarnir megnaðu tó at svara aftur, og kundu sostatt fáa sín næsta sigur í ár. at bera slíkar hendingar, og hóast Jákup og Vagnur sam- an við Ola Kristiani í mål- inum royndu at gera sítt, so var hetta ikki nóg mikið til at taka nakað við sær heim- aftur. Góðar skjúttar Hjá Runavíkingunum var tað sum iki einaferð Sverri Justinussen, sum sýndi besta spælið. Eina lotu í seinna hálvleiki royndu kollfirðingar at mansverja, og tók hetta nakað av broddinum úr álopinum, men við tað at liðið eisini telur aðrar góðar skjúttar, var hetta ikki nóg mikið til at steðga runavíkingunum. Seinasta kappingarár varð Súni Fríði Johannesen at síggja á liðnum hjá Koll- firðingum, men sunnudagin fór hann heldur illa við fyrr- verandi lidfeløgum sínum. 6 mál stóðu út fyri navn hansara, tá dysturin var lok- in, og átti hann sostatt sín part í sigrinum. Fremsta orsøkin til sig- urin man tó helst vera, at runavíkignarnir hava ein nógv sterkari álopspart enn kollfirðingarnir. Fleiri góðir skjúttar eru á liðnum, og er hetta samstundis størsti vansin hjá kollfirðingunum. Komandi vikuskifti kunnu runavíkingarnir halda frí, ímeðan kollfirð- ingar skulu royna seg móti VIF. Dysturin í tólum: Tjaldur: Súni F. Johanne- sen 6, Elias Hansen 5, Sverri Justinussen 5, Arn- finn Langgaard 3, Tummas Magnussen 2, Pole Hansen 2, Mortan Hansen I KIF: Petur M. Johansen 6 (3), Jákup Dam 5, Vagnur Johannesn 5, Finn H. Hann- esen 3, Petur M. Poulsen 2, Kristian Madsen I ; Brotskest: Tjaldur 2, KIF 3 Utvisingar: Tjaldur 2, KIF 3 Démarar: Hanus Kurberg og Hans Thomassen Se Enn einaferð eydnaðist Tjaldri at fáa tvey stig i posan og samstundis løgdu teir sjógv millum seg og kollfirding- ar í botnstríðnum í fyrstu mansdeildini í hondbólti. Pole Hanen skjeyt tvey av málunum hjá fjarbúgvunum (savnsmynd) SVEINUR TRÓNDARSON Føroysk ítróttarfólk klára seg framúr væl uttan- lands. Tað er mangan staðfest, og varð tað aftur um vikuskifti, tá tann 19 ára gamli leirvíkingurin Ás- bjørn Hansen, saman við SGI úr Esbjerg vann meist- araheitið fyri lið í Danmark. Her heima kenna føroy- ingar Ásbjørn Hanen frá svimjilandsliðnum, sum hann svam fyri á Oyggja- Asbjørn Hansen danmarksmeistari Svimjing: Ein av føroysku landslidssvimjarunum gjørdist um vikuskifti Danmarksmeistari saman við liðið sínum úr Esbjerg leikunum á Gotlandi í summar.