týsdagur 23. november 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 23. november 1999
tíðindablaðið =
17
Badmintonleikararnir kappaðust í Havn um vikuskiftið, og enn einaferð varð tað staðfest, at Erland Poulsen er í einum flokki fyri seg hjá monnunum. Hann vann
allar sínar dystir, og einastu ferð hann fekk kapping var í dystinum móti Heðini Joensen. Tann dystin vann Erland 2-1
Mynd: Álvur Haraldsen
Erland er í einum flokki fyri seg
Badminton: Einstaklingakapping var í Havn um viku-
skiftið har teir bestu leikararnir hittust. Erland vann hjá
monnum og hjá kvinnum tók Elin Jacobsen yvir, nú
Ingun fekk skaða
SVEINUR TRÓNDARSON
Bestu badmintonleikararnir
í landinum hittust til ein-
staklingakapping í Badmin-
tonhøllini í Havn um viku-
skiftið.
Hjá monnunum varð tað
enn einaferð staðfest, at Erl-
and Poulsen er besti bad-
mintonleikari, sum føroy-
ingar eiga.
Hann royndist alt ov kná-
ur hjá hinum at gera nakað
við og hann fór ósigraður
gjógnum kappingina sunn-
udagin.
Jógvan Joensen, kapping-
arleiðari, sigur við Sosialin,
at tað er ein veruleiki, at
Erland er væl betri enn hinir
leikararnir her á landi, og
skal hann hava kapping, so
má hon koma aðrastaðni
frá.
— Erland er ein serstakliga
góður leikari, og sum úrsl-
itini visa, so vann hann allar
dystirnar, og hann tapti bara
tað eina setti ávegis móti
sigrinum, sigur Jógvan.
Ingun skadd
Hjá kvinnum hevur tað
verið so, at Ingun Hansen
úr Stráluni hevur verið tann,
sum hinar hava runnið aft-
aná.
Hon hevur verið besti
leikarin her á landi, men fyri
stuttum var hon so óheppin
at fáa ein snudd í aðra hond-
ina.
Hóast tað royndi hon at
spæla um vikuskiftið, men
eftir litlari løtu staðfesti
hon, at tað var ikki ráðiligt,
og tí gavst hon. Hetta hevdi
so við sær, at »nyggjur«
vinnari skuldi finnast hjá
kvinnum.
Henda møguleika fangaði
Elin Jacobsen, sum vann
allar hinar dystirnar. Hon
fór sostatt ósigrað gjøgnum
kappingina.
Ov lítið sett við
Stóri trupulleikin hjá bad-
mintonítróttini í Føroyum er
ti, at tilgongdin er ov lítil.
Ov langt er ímillum
nýggju leikararnar, og tað
viðgongur Jógvan Joensen
eisini.
Kortini heldur hann, at
tað nú sær betri út, tí í fleiri
bygdum er av álvara komið
lív í badmintonítróttina, og
sambært hann, er tað serliga
hugaligt tá talan er um
bygdir, har ítróttin ikki fyrr
hevur verið so kend.
— Hygg at Vestmanna til
dømis. Har eru fleiri ungir
leikarar á veg fram, og
megnað vit at halda teimum
til, so beri eg ikki ótta fyri
menningini, sigur Jógvan
Joensen, sum eisini vísir á,
at í Vágunum og í Fugla-
firði er gongd við at koma í
badmintonspæli.
Stórt arbeiði
Jógvan sigur orsøkina til
hesa brádligu menningina í
eitt nú Fuglafirði og Vest-
manna vera, at tveir royndir
leikarar eru fluttir til bygd-
ar, og at teir síðani hava lagt
doyðin á fyri at menna bad-
mintonspæli á staðnum.
— Men tað er slíkum fólki
vit hava brúk fyri skal
gongd koma á menningina,
sigur Jógvan.
Menning tekur tíð, og tað
ber sum kunnugt ikki til at
ganda ein árgang inn ímill-
um onkustadni, og ti må
náttúran fylgjast.
— Tað er tí tað verður so
tungt at koma afturumaftur.
Vit mistu - av ymsum åvum
- nógvar leikarar í kreppu
árunum, og tað skal eitt ord-
ans hál til fyri at koma aftur
í sama stað, sigur Jógvan
Joensen.
Men sum skilst, so eru
tey, sum vara av badmin-
tonítróttini í Føroyum í fer
við at hála innaftur eftir
seinasta = nótakast eftir
nýggjum leikarum.
Sum vera mann skal
góðskast áðrenn tað sæst
hvat spyrst burturúr, og ofta
tekur slíkt góðskingarar-
beiði tí, áðrenn úrslitið dag-
ar undan.
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað gongur heldur enn
ikki misjavnt á hjá teim-
um føroysku flogbólts-
leikarunum í donsku elitu-
deildini.
Um vikuskifti spældu
kvinnurnar hjá Fortuna,
sum Gudrid Nolsøe leikar
Gongur misjavnt
Flogbóltur: Misjavnt er, hvussu tað gongur hjá føroysku
flogbóltsleikarunum uttanlands
við móti TV55, sum hevur
Anniku Joensen og Alvildu
Ólavsdóttir á liðnum.
Her gjørdu Gudrid og
hinar Odensedámurnar
skjótt av og vunnu dystin
2-0.
Við sigrinum liggur Fort-
una á tríðja plássi við átta
stigum eins nógvum og
HIK Álborg. Frammanfyri
tær liggur DHG við 12 stig-
um og Holte við 10 stigum.
Bárður tapti
enn einaferð
Hjá mansliðnum hjá Fort-
una, sum hevur Bárð Mikk-
elsen á liðnum, gongur
verri. Teir spældu móti
Lyngby, og taptu teir enn
einaferð.
Úrslitið hevur við sær, at
Fortuna Odense nú liggur á
næstaftasta plássinum við
bara fýra stigum. Tó er eitt
»lop« niður til botnlidid,
sum er Roskilde, tí teir hava
einki stig fingið enn.
Bárður Mikkelsen sigur,
at teir hava verið ótrúliga
óhepnir fleiri dystir higartil
í ár.
— Vit spæla rímiliga væl,
og eru rættiliga væl við í
dystinum, men tá ein av-
gerð skal finnast eru vit
ikki nóg neyvir, og tí end-
ar tað við, at vit ferð eftir
ferð draga tað styttra strá-
ið, sigur hann. |
Næsta vikuskifti skulu |
bæði liðini hjá Fortunu |
spæla móti Gentofte Voll-
ey, og hjá monnum kann |
hesin dysturin vera avger- |
andi fyri, um Fortuna |
kemur við í endaspæli ella |
ikki. Vit ynskja teimum |
góða eydnu. |