týsdagur 23. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Se
NG
Nr. 223 - 23. november 1999
tidindabladid
Tå påpin doyr
Hugleiðingar á eini sjálvstýrisleið eftir Karl Nolsøe
Eingin verður vaksin fyrr
enn pápin doyr, siga bretar.
Ikki tí tú mást bíða til hann
doyr, men at tú dagliga livir,
sum um hann ikki er her
longur.
Tú skal sjálvur taka álv-
arsligar avgerðir, ábyrgd og
møguligar avleiðingar. Fyrst
tá kanst tú kalla teg vaksnan.
Avgerðin um at vera vaks-
in stendur upp til hvønn ein-
stakan, men vit vita eisini
samstundis, at tað mangan
er vandamikið at verða
vaksin, og at tú í flest ollum
førdum sjálvur skal gjalda
kostnaðin.
I øllum samfeløgum i
heiminum fyrireika tey
vaksnu ungdómin, so hann
ein dag kann velja at verða
vaksin, og læra hann at seta
fótur undir egið borð.
Konfirmantarnir heima
hjá okkum fáa eitt nú at vita,
tá tey verða fremd, at nú telj-
ast tey millum tey vaksnu.
Hetta kennist ålvarsligt,
men samstundis spennandi
tå hugsað verður um teir
mongu møguleikar, sum
bida fyri framman.
Tað sum eg her havi
nevnt, er galdandi bæði fyri
einstaklingin eins væl og
samfeløgini. Tey verða
noydd at taka stóðu til
spurningin, um at tey ynskja
at verða vaksin ella ikki.
Veksa ella minka
Heimskendi vísundamaður-
in danin Sørin Kirkegaard,
segði, at ein og hvor fyrr ella
seinri verður noyddur at
velja, og best er um tú
sjálvur velur. Undir øllum
umstødum skal tú velja.
Velur tú kki sjálvur, fara
onnur at velja fyri teg, tað
verið seg umstødurnar ella
tín tilvera.
Men tú mást heldur ikki
gloyma, at fyri hvørja ferð
tú sjálvur velur, búnast tú.
Tað er sjálvandi týdning-
armikið at velja rætt, men
størsta tydning hevur tað, at
tú velur sjálvur, sjálvt um tú
tekur skeivar avgerðir.
Flest øll eru á einum máli
um, at ein tann mest álvars-
liga avgerðin í lívinum er
avgerðin um ynski er verða
vaksin. Sjálvur at skula taka
neyðugar avgerðir, men
samstundis skula bóta ella
fegnast um tær avleiðingar
og tann kostnað hesar av-
gerðir krevja.
Besta gáva tú kanst geva
børnum tínum er tann neyð-
uga hjálp og vegleiðing, so
tey kunnu standa á egnum
beinum.
Frígering og fullveldi
Undir og eftir seinna heims-
bardaga vistu bretar, at dag-
arnir hjá teimum sum stór-
veldi vóru taldir.
Teir stríddust hóast hetta
saman við teimum sameindu
fyri at bjarga demokratinum,
sjálvsavgerðarrættinum
bæði hjá londunum og ein-
staklingunum.
Stórleika sín vísti Bretland
í verki, tá teir einsamallir
bardust móti nazistisk-
facistiska devulskapinum,
og enn nú meira eftir krígg-
ið var lokið, tá teir við at
vísa stórsinni hjálptu teim-
um mongu hjålondunum til
fullveldi.
Bretskir
vóru sendir út um nærum
umboðsmenn
allan heim fyri at toga
bretska flaggið niður, með-
an tey nýggju tjóðarfløggini
vóru vundin á stong.
India, Pakistan, Sri Lanka,
Burma, Malaysia, Nigeria,
Ghana, Kenya, Tanzania,
Uganda, Singapore, Cypern,
Malta og mong onnur vóru
millum tey lond, sum fingu
sjálvstýri um hetta mundi.
Bretska Undirhúsið játtaði
í 1948 millum annað átta
mió. pund til at brúka í átta
ár til at byggja infrastruk-
turin í Nigeria, so landið
skuldi vera betur fyri at taka
fullveldi.
Hóast Bretland um hetta
mundið var so skuldarbund-
10, at landið var við at fara
av knóranum eftir tær
mongu útreiðslurnar í sam-
band við 2. heimsbardaga.
Men hóast trongu fíggjar-
ligu støðuna, vildu teir verða
við til at hjápa sínum hjá-
londum til fullveldi. Her
kunnu danir læra nakað.
Utbúgving
40.000 ungdómar úr Afriku
vóru undir útbúgving við
bretsk universitet og aðrar
hægri lærustovnar í 60'u-
num. Bretland fíggjaði út-
búgvingina hjá hesum ung-
dómum. Longu framman-
undan høvdu fleiri túsund
lesandi frá teimum mongu
hjålondunum nomið sær út-
búgving í Bretlandi.
Millum teirra vóru Nehru,
Kenyatta, Miltom Obote,
Nkhruma og nógvir aðrir,
sum seinri blivu heimskend-
ir politikarar.
Bretska hugsanin var, at
skilnaðurin frå hjålondunum
helst skuldi verða so vinar-
ligur sum møguligt til fyri-
mynd fyri báðar partar.
Teir mongu lesandi frá
hjålondunum fóru heimaftur
við skjáttuni fullari av
bretskari mentan, og ikki
minst vitan, teir kundu brúka
á fullveldisleiðini.
Túsundtals blivu tó ver-
andi í Onglandi og vóru sett-
ir í størv, har teir fingu vitan
og royndir, sum teir seinni
kundu ríka síni lond við, tá
teir settu kósini heimaftur
fyri at hjálpa til við fuliveldi-
num.
Tey fyrrverandi bretsku
hjálondini sum hava valt at
standa á egnum beinum og
varðveita demokratiið, eru
oll limir í Bretska Samveld-
inum »British Common-
wealth of Nations<. Felags
fyri londini er, at tey virka
fyri felags áhugamálum.
Einstók teirra góðtaka
bretsku drotningina, sum
teirra drotning, onnur hella
meiri til tjóðveldið. Men fel-
ags fyri øll hesi lond er, at
her er ongin >ovasti mynd-
ugleiki< - eingin statur. Øl
eru á jøvnum føti.
Iskoyti til danska búskapin
Sum flest øllum kunnugt so
arbeiða túsundtals føroying-
ar dagliga innan ídnað, land-
búnað, fiskivinnu, handil,
heilsurøkt, í handilsflota-
num, innan kunningarar-
beiðið og vísund á flatlond-
um.
Hesar kreftir eru við til at
vaksa um danska búskapin.
Teir eru vællýddir og sera
sínar skyldur móti tí danska
samfelagnum á jøvnum føti
við tann innfødda danan.
Hesir landsmenn okkara
kunnu í stuttum sigast at
vera ein >gávuútflutningur<
til Danmarkar, men ein
flutningur sum samstundis
minkar um møguleikan fyri
rakstrarmøguleikum å
mongum økjum heima å
landi.
Ungir føroyingar
Einir 1500 ungir føroyingar
eru undir útbúgving í Dan-
mark í løtuni. Ein stórur
partur av teimum fara heim-
aftur eftir lokna útbúgving -
til ein almennan stól, með-
an ein partur verður verandi
eftir í Danmark, tí møgu-
leikin fyri at fáa starv í Før-
oyum ikki er til staðar.
Orsøkin til hesa óhugnal-
igu gongd í føroyska sam-
felagnum skal fyrst og
fremst finnast í tí samfelags-
mynstri, at langt tann størsti
parturin av uppsparda før-
oyska kapitalinum - her er
talan um milliardir hjá bank-
um, tryggingarfyritøkum
eins væl og einstaklingum
og fyritókum, verða brúktar
til at keypa donsk virdisbrøv,
og koma á henda hátt at
hjálpa danska búskapinum,
meðan Føroyar og føroyska
vinnulívið situr eftir við
sviðið soð. Tí er eingin
møguleiki fyri fígging av
nýggjum fyritøkum ella ný-
hugsan av nøkrum sum helst
slag - ei heldur til vidlika-
hald av skipum ella virkj-
um.
Danskur vinningur
føroyskt tap
Føroyar hav alíka síðani
Føroya banki for undir virk-
semi sitt fgyri skjótt 100
árum síðani verið við til at
»Utflyta« stórar nøgdir av
føroyskum kapitali til Dan-
markar.
Kapitalútflutningurin til
Danmarkar er sum felst øll-
um kunnugt vaksin nógv
síðani heimskreppuna í
30'unum samstundis sum
fleiri og fleiri føroyingar eru
fluttir av landinum.
Henda gongd undrar ikki
tey mongu, sum hava innlit
í hjålandasøgu og búskap-
arviðurskifti.
Ta er júst hetta fyribrigdi
Minningarorð
2
um Hávard Lisberg
Tað kennist tungt og so óveruligt at
skula skriva minngarorð um mín elskaða
systurson Hávard, sum var við í
ferðsluvannlukkuni í Øravik tann 18
september í ár. Tað virkar so undarligt
og meininsgleyst at hesin fitti unglingin,
ið als ongan áhugað hevði í bilum ella
at fáa sær koyrikort júst skuldi doyggja
í einari ferðsluvannlukku.
Hann legði einki í bilar ella aðrar
materiellar lutir. Tað sum hevði hansara
stóra áhuga var tónleikur og ting sum
kundu skapa tónleik. Ein vanlig borgar-
lig karriera og pengar lógu sera aftarlagi
á hansara ynskilista. Hávardur vildi fram
um alt liva út sínar dreymar, sum fyrst
og fremst vóru at skapa tónleik, ið kundi
gleða hann og onnur. Hann sat altíð og
spældi gittar ella tosaði um tónleik.
Hann hevdi longu sum 19 ára gamal
komponerað fleiri løg og droymdi um
at kunna liva av tónleiki og fáa loyvi til
at vera seg sjálvur.
Hávardur var eitt sera gott og reint
menniskja. Tað búði einki ónt í hesum
fitta drongi. Hann elskaði øll síni med-
menniskju og um onkur særdi ella skuff-
aði hann, so bar hann altíð yvir við
teimum, tí sum hann segði >tey vita ikki
hvat tey gera< ella >tey meina tað ikki
so ringt<.
Hávardur var ein óvanliga erligur og
rættvísur drongur. Eg minnist einaferð
hann kom til Havnar at keypa sær ein
gittara og okkurt annað til gittaran. Vit
fóru oman til Simma at hyggja eftir
einum gittara. Tá ið vit vóru komnir
heim til okkum við gittarinum, so funnu
vit útav at hann hevði goldið 1000 kr.
ov lítið fyri gittaran. Onkur hevði kanska
verði glaður við at hava spart 1000 kr.,
men ikki Hávardur. Hann segði beinan-
vegin »eg vil ikki hava hesar 1000 krón-
urnar tí so verði eg aldrin glaður fyri
gittaran<. Hetta vísti hansara sanna lyndi
og eina styrki, sum Hávardur átti.
Tey fortaldu mær at hann sum smá-
drongur plagdi at fáa okkurt oyra frá
foreldrunum at keypa góðgæti fyri, men
ofta legði hann heldur peningin í eina
innsavningar bússu í stóð á diskinum
og fór tí útaftur úr handlinum við ongum
góðgæti, tí hann vildi heldur gleða tey
fátæku.
Tað var altíð stuttligt at fáa vitjan av
Hávardi, tí hann var so positivur og
glaður. Hávardur var føddur við einum
sera løttum sinni og tú fekst altíð eitt
heitt smíl frá honum, >halló hvussi er
vorið< plagdi hann at siga, tá ið vit
møttust.
Systkini Håvardur, Torbjørn og Kris-
tel vóru øgiliga góð við hvønn annan.
Tað er tí ein fragd at minnast alt tað
sum tey hava givið hvørjum øðrum.
Hann fekk 19 ár her á foldum, men fá
munnu verða sum hava givið so nógv
sum hann gjørdi hesi 19 árini. Tað er tí
ein sonn gleði fyri okkum at minnast
henda fitta og milda drongin, sum vit
hava so nógv at læra av. Hann øvundadi
ongum nakað, tí hann vildi bara øllum
tað allarbesta og hann gleddist yvir at
tað gekk hinum væl
Seinastu ferð eg sá Hávard, áðrenn
vannlukkuna, var tá ið hann búði hjá
okkum á veg til Klaksvíkar fyri at inn-
spæla eitt lag í upptøkuhølinum hjá
Gulla. Hetta var fyrstu ferð hann skuldi
royna seg í einum studio. Hann var sera
so øgiliga spentur áðrenn hann fór norð-
ur og eg minnist hvussu hann um kvøld-
ið fortaldi um hetta lagið, sum teir ein
leygardag seinnapart innspældu í Klaks-
vík. Tað var sum um hann heyði vunnið
alla verðina. Eyguni lýsti ímeðan hann
veipandi fortaldi mær um hetta lagið,
sum tíverri skuldi blíva hansara seinasta
her á foldum. Eg havi enn ikki hoyrt
lagið, men hetta lagið fer fyri okkum ið
kendu Håvard at vera lagið yvir øllum
løgum, tí tað var her ein av hansara stóru
dreymum, ein leygardag í august, gjørd-
ist veruleiki.
G60a Gudrid systur, Jens, Torbjørn
og Kristel tit eiga so nógv góð minnir
um Hávard. Tað er tungt at missa, men
sum ein kona einaferð segði >tann sum
onki eigur hevur onki at missa<. Há-
vardur var persónliga trúgvandi og var
tí ikki bangin fyri at doyggja, ti hann
visti at lívið á jørdini bert var fyribils
stødgur, har tað ráddi um at skapa so
nógva gleði sum gjørligt og at elska sín
næsta. Alt hetta náddi hann uppá 19 ár.
Eisini tit fýra náddu at geva honum allan
kærleika og nógvar ríkar løtur. Eg veit
at hansara størsta ynski er, at tit fara at
halda áfram og skapa gleði saman við
teimum sum eftir sita.
Eg vil eisini senda mína djúpastu sam-
kenslu til familjurnar hjá Alvi Morten-
sen og Eyðun Strøm i Trongisvågi, sum
eisini blivu mistu sínar elskaðu synir i
somu ferðsluvannlukku leygarmorgun,
tann 18 september í Øravik. Guð styrkir
tykkum og okkum sum eftir sita. Hartil
kunnu vit gleðast yvir at tann fjórði
drongurin slapp við lívinum og at hann
eftir umstødunum hevur tað gott. Ein
lítil vón er, at hugburðurin til ferðslu í
Føroyum er broyttur og at vit føroyingar
fara at fylgja teimum ráðum sum
Ferðslutrygd og aðrir myndugleikar
royna at geva okkum.
Eg vil at enda loyva mær at taka fram
nakrar reglur úr einum enn ikki útgivn-
um sangi hjá Kára P.
>hygg útum tí vár títt kemur,
sólins skar við hár títt nemur,
vónin skolar spakuliga upp á okkar
strond<.
Takk oll tit sum stuðlaðu og troystaðu
tá ið á stóð.
Heilsan
Mammubeiggin Fróði
1
sum ger, at eitt sokallað
>móðurland< ynskir at varð-
veita síni hjálond - fyri
egnan vinning og einki ann-
að.
Men tað hendir tó í ein-
stókum fórum, at eitt >móð-
urland< fær vaksandi áhuga
fyri at hjálpa einum hjálandi
at standa á egnum beinum.
Hetta er Bretland eitt talandi
dómi um. Men sjálvt um tey
formellu bondini loysna og
til seinast heilt hvørva til
hjálandið, hevur >móður-
landið< tó framvegis møgu-
leika at hava eina týðandi
ávirkan á tað nýggja sam-
felagið - við at nýta tann
sokallaða >ósjónliga kapit-
alin« og ikki misnt sum vit
so væl kenna fyribrigdi í
Føroyum - eina hjálpsama
5. kolonnu«, sum letur esg
keypa fyri >ussel mamm-
on< og makt.
Dulsmál
It er í løtuni at gera upp í
rónum, hvat eksporturin av
teimum mongu túsundtals
føroyingum til Danmarkar
hevur kosta føroyska sam-
felagnum, og enn meiri trup-
ult er at finna útav, hvussu
stórur tann danski vinning-
urin er og hevur verið av
hesum útflutningi og íkki
minst teimum avtalum við
NATO og USA um at brúka
Føroyar til hernadarlig enda-
mål.
Men vónandi verður slør-
ið lyft fyri hesum og enn
fleiri dulsmálum, tá for-
oyska sendinevndin kemur
til Danmarkar at samráðast
við donsku stjórnina um eitt
komandi føroyskt fullveldi
PS: Hesa grein um leiðina
til eitt møguligt føroyskt
fullveldi, skrivadi påpi okk-
ara bert fáar dagar áðrenn
hann andaðist.
Elin og Sigga Nolsee