mikudagur 24. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: www.sosialurin.fo
Eitt hopisleyst
uppskot
Oddagrein
Formaðurin í Sambandsflokkinum er vón-
svikin, tí Javnaðarflokkurin ikki tók undir við
uppskoti Sambandsfloksins um at hava eina
vegleiðandi fólkaatkvoðu undan samráðing-
unum við donsku stjórnina. | blaðgrein í
Sosialinum leygardagin heldur Edmund
Joensen fyri, at Javnaðarflokkurin ríður á
tveium hestum, og at flokkurin er fyri full-
veldisætlanini. Til hetta er at siga, at flokkurin
greitt hevur sagt, at ein nýggj skipan skal
vera í ríkisfelagsskapi.
Eingin flokkur í Logtinginum atkvoddi fyri
uppskotinum hjá Sambandsflokkinum utt-
an uppskotsstillarin sjálvur. Og tað er væl
Skilligt, ti uppskotið hoyrir ongastaðni heima.
Tað er fullkomiliga ókent at hava eina fólka-
atkvoðu um samráðingarheimildina hjá ein-
um landsstýri ella eini stjórn. Seinasta val
vísti greitt og týðuliga, at ein stórur meiriluti
av foroysku veljarunum vilja hava eina
nýggja og meiri viégongda skipan við Dan-
mark. Eina skipan, ella ein sáttmála, sum
røkkur frá oktum sjålvstyri til fullveldi. Teir
flokkar, sum vóru mest víðgongdir, skipadu
landsstýrið, og teir settu sær fyri at Foroyar
skuldu skipast sum fullveldi.
Hesir flokkar hovdu meiriluta tá, bæði í Log-
tingi og í veljaraundirtoku, og eftir veljara-
kanningunum at doma hava teir framvegis
meiriluta. Valið varð ikki nakað protestval,
sum formaður Sambandsfloksins segði, tá
hann í fjølmidlunum boðaði frá uppskotinum
um eina vegleiðandi fólkaatkvoðu. Lands-
stýrisflokkarnir hava fólkaræðiligan meiriluta,
og tað er neyvan nakar, sum ivast i, at
landsstýrið ikki hevur heimildir at sámráðast
við donsku stjórnina um eina nýggja skipan.
Samráðingarúrslitið skal leggjast fyri eina
fólkaatkvoðu, og tað skuldi verið nóg trygt,
um landsstýrið virkar í einum fólkaræðilig-
um anda. Men í hesum sambandi eiga vit
at seta spurnartekin við, um tað fólkaræði-
liga er nóg mikið, at ein vanligur - ella simpul
- meiriluti skal kunna avgera framtíð Foroya.
Ella um ein avgjørdur - kvalifiseraður - meiri-
luti skal til. Fólkaræði er eisini at taka hædd
fyri einum minniluta. Vanligt er tí, at tá týðandi
avgerðir skulu takast, skal ein ávísur pro-
sentpartur av veljarunum hava verið á vali,
og harafturat skal meirilutin verða so og so
stórur. Ti er rættast, at ein avgjørdur meirluti
skal vera til steðar, tá foroyingar skulu taka
stoðu til fullveldi ella eina aðra stjórnarskip-
an.
Harafturat eigur Logtingið eisini at tryggja
sær, at tvey Logting skulu góðtaka eina
nýggja stjórnarskipan. Líka mikið, um nýggja
skipanin er innan ella uttan fyri grundlógina
- ein sjálvstýrisskipan ella ein fullveldisskip-
an. Tað hevur týdning, um ein nýggj skipan
skal vera burðardygg og livfør. Og fólka-
ræðiliga tað rættasta. Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: |
Eirikur Lindenskov |
Marknaðardeild:
Jan Møller Jonhard Hammer
j , H
Blaðstjóri: Dagbjort S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
| Hegni Mohr
| Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Viðmerking:
Eyðun Klakkstein |
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, 2
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Álvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Utgevari, uppseting: |
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Um dóp og umskering
I innleggi her i blaðnum
mikudagin 17. november,
verður víst á, at eg í um-
taluni av umskering og dópi
í grein míni Samfelag teirra
heilagu, ikki vísi til >bók-
ina«. Fyn ikki at fylla grein-
ina við einari rúgvu av
skriftstødum, varð tað gjørt
við vilja. Langt frá altíð er
tað bíbilsk tala tá ið menn-
iskju fylla vitnisburðar, tal-
ur og greinar við bíbliu-
grindum. Ofta eru tað út-
klipp burtur úr einum sam-
anhangi, sum síðani eru
límaði saman fyri at undir-
byggja ein ella annan pá-
stand.
Men um tú ungi rmaður
saknar eitt skriftstað um
dópin, sum kom ístaðin fyri
umskeringina, skal tað ikki
standa á. Annars ætli eg
mær ikki at leggja meg út í
nakran polemik við teg.
At dópurin varð settur inn
ístaðin fyri umskeringina,
stendur eisini í >Bókini<.,
les eitt nú bræv Paulusar til
Kolossumanna, kap. 2
ørindi 9 o.f. vid paralell-
grindum, har ápostulin
skrivar, at frelsa og sigur er
hjá Kristi, sum teir í dópin-
um eru vígdir til.
Og vanlig fatan av Bíbli-
uni millum øll, sum trú hava
gjøgnum allar tíðir, hevur
verið, at tann, sum er grein
á trænum, limur í likam-
inum, ella v.ø.o. at tann,
Telefax. 314720
e-mail: post &sosialurin.fo
Lýsingar: lysing & sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
sum er i Kristi, er kristin.
Vinarliga
John S. Myllhamar
trúboðari
Best man vera sum er
Hvor kennir ikki til hetta,
at ein í tí lítla eins og í tí
stóra hugsar. >Best man
vera sum er<. Runnin úr
hesari kenslu, kanst tú
hoyra. >Hava vit tað ikki
gott«. >Eru vit ikki fræls<.
„Einki bagar stýrisskipan-
ini, tað eru vit sjålvi, sum
nakað er galið við<.
Vit flenna ofta at struts-
inum, at hann bara renur
høvdid undir sandin, tå ið
vandi er á ferð, men vit gera
tað sama.
Vit orka illa at hugsa um
heindina, sum vit eru ein
partur av. Tað dagliga krev-
ur eisini sítt. Ikki fyrr enn
vit sjålvi verða rakt, kvakl-
ast vit við og vilja tá í stund-
ini fáa alt í rættlag aftur. At
ólagið er partur av stórri
heild, sum má rættast, tíma
vit ofta ikki at fåast við.
Vit liva nú í eini tíð har
veldigar broytingar fara
fram og tað uttan mun til
fullveldið ella ei. Hetta
landsstýrið hevur longu
skrivað seg við stórum stav-
um í søgu okkara.
Fullveldismálið er eitt og
líkasum ein felagsnevnari,
men ljóskastarin er settur á
nærum hvort økid í samfel-
agnum, og tað er í tókum
tíma
Men so eru tað nakrir av
okkara landsmonnum, sum
svara øllum hesum aftur við
einum nei ella burturfor-
kláringum. Vidhvørt verður
tó roynt líkasum at koma
við eini skilagóðari grund-
geving. T.d. segði ein í
einum fimmara, at hann
kundi ikki vera fyri full-
veldi, tí teir sum vóru fyri
hesum góða veldi íkki
nøvdu álit á fólkinum.
Prógvið fekk hann við at
vísa á, at teir lótu eitt skip
byggja uttanlands, tí tað
oysti seg betur. Sum tað
skiltist hevði hann stórt álit
á teimum, sum ikki vildu
íta sínum landsmonnum
upp í hendur at hava evsta
vald yvir Føroyum.
Eitt orð sum frælsi verður
endavent og gjørt til nakað
ringt, samanborið við
óhoyrt misbrúk av orðinum.
At okkara merki skal
kunna veittra millum øll
hini í New York til eina lát-
urliga bagatell.
Samstundis vísir gløggur
norðmaður á í útvarpinum,
hvussu altumráðandi tað er
fyri okkara útflutning, at vit
gera vart við okkum, soleið-
is at hini vita, at vit eru til.
Hann vísti samstundis á, at
íslendarar gjørdu so nógv
vart við seg í Brússel, at ein
kundi hildið at teir vóru ein
stór tjóð. Og vit rósa av røtt-
um landsliðnum fyri teirra
leiklut at gera okkum kend-
ar.
Um degini hoyrdi eg, ta
ein segði, athann var vanur
at eta tvær breyðflísar um
morgunin. Kom fullveldi
mátti hann noyðast við eina
flís, tí hann var ímóti. Ein
annar skal hava sagt, at hon-
um dámdi væl, at kunna
drekka eina vinfløsku hvort
friggjakvøld. Kom fullveld-
ið, fekk hann ikki ráð til tað.
Fáa vit fullveldi fáa vit onga
pensión, og tey gomlu
doyggja í hungri, siga fleiri.
Tað sum liggur aftan fyri
hesi láturligu úttalilsir, er
ikki tápuligheit ella óvitan,
men leti.
Lat meg fáa frið. Eg orki
ikki ella tími ikki at hugsa
um framtíðina. Best man
vera sum er. Men framtíðin
kemur ikki av sær sjálvum.
Kemur ikki fullveldið, kem-
ur okkurt annað, sum sanni-
liga vil krevja eins nógv av
okkum. Fortíðin kemur ikki
aftur uttan sum dreyma-
myndir. Tann framtíðin,
sum kemur av sær sjálvum,
er ikki altíð tespulig. Nú er
ein stóru partur av fólkinum
við at vakna. Tey vilja vera
við til at skpa sína egnu
framtíð.
Sjálvandi, hitt er ímóti
sjálvari kjarnuni í øllum liv-
andi lívi.
Steinbjørn B. Jacobsen
Sjey listaverk til Íslands
Listasavn Ísafjarðar keypti
ikki minni enn sjey listaverk
eftir Aase Bømler Olsen,
Astri Luihn, Torbjørn Olsen
og Olivur vid Neyst aftan å
ta væleydnadu framsyning-
arrødina f heyst i Galleri
Slunkaríki í Ísafirði.
Fyri at hátíðarhalda fram-
sýning nummar 200 hjá
gallarínum vóru føroysku
listafólkini boðin at hava
stakframsýningar. Nógv var
gjørt burtur úr, tá listafólkini
vóru á vitjan í Ísafirði í au-
gust, tá framsýningina hjá
Astri Luihn lat upp.
Størsta tíðindablað i Is-
landi, Morgunblaðið, hevði
fleiri ferðir umrødu av
framsyningarrødina í sínum
leygardagsískoyti,
bókin.
Nú seinasta framsýningin
hjá Olivur við Neyst eru av,
kann sigast at væl hevur
Lesi-
Torbjørn Olsen, Aase Bømler Olsen, Astri Luihn og Olivur við Neyst
verid vitjad og åhugan fyri
føroyskari list hevur verid
stórur.