mikudagur 24. november 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 24. november 1999
tíðindablaðið
— Vit arbeiða ikki
saman við samgonguni
Formaður Javnaðarfloksins vísir aftur skuldsetingunum frá formanni
Sambandsfloksins um, at Javnaðarflokkurin er farin í part við samgonguni í
fullveldismálinum
JOHN JOHANNESSEN
— Sambandsflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin royna
báðir í hvor sínum leiri at
skapa iva um, hvar Javnað-
arflokkurin stendur í ríkis-
rættarliga spurninginum.
Hetta sigur Jóannes Eid-
esgaard, formaður Javnað-
arfloksins, í viðmerking til
útsagnirnar hjá ávíkavist
Edmundi Joensen og Høgna
Hoydal í Sosialinum leygar-
dagin.
Edmund Joensen segði
seg hava fingið prógv fyri,
at Javnaðarflokkurin er far-
in í part við samgonguni í
fullveldismálinum, tá hann
ikki atkvøddi fyri uppskoti
Sambandsfloksins um veg-
leiðandi folkaatkvødu und-
an samrådingunum um rik-
isrættarligu stødu Føroya.
Høgni Hoydal fegnaðist í
sama blad um, at Edmund
Joensen helt Javnaðarflokk-
in vera farnan i part við
samgonguni, men vildi ikki
svara spurninginum, um
samband hevur verið mill-
um samgonguna og Javnað-
arflokkin í seinastuni í sam-
bandi við, at tað í løtuni
verður arbeitt við at gera
samráðingaruppleggið, ið
skal liggja sum grundarlag
undir samráðingunum við
donsku stjórnina.
Taktikkur
— Tá Høgni Hoydal ikki vil
siga, um samband hevur
verið millum samgonuna og
Javnaðarflokkin meðan ar-
beitt hevur verið við sam-
ráðingarupplegginum, so
kann eg siga tað. Tað hevur
als einki samband verið.
Jóannes Eidesgaard held-
ur tað vera tvær orsøkir til,
at Høgni Hoydal ikki vil
siga, um samgongan hevur
havt samband við Javnað-
arflokkin ella ikki. Antin er
orsøkin tann, at løgmaður
hevur tikið málið í sínar eg-
nu hendur, og Høgni Hoy-
dal tískil ikki í løtuni veit,
hvat fram er farið, ella royn-
ir Høgni Hoydal at skapa
gåtuyføri um målid.
— Líkamikið hvat av hes-
um er orsøkin, so er orsøkin
taktisk, og endamálið er at
skapa iva um, hvar Javnað-
arflokkurin í veruleikanum
stendur í fullveldismálin-
um.
— Men okkara stóða er
greið, og tað hava vit meld-
að út fleiri ferðir. Vit taka
undir vid føroyskum sjálv-
ræði, men tað skal vera inn-
an fyri ríkisfelagsskapin,
slær formaður Javnaðar-
floksins fast.
Folkaatkvødan
åbyrgdarleys
Jóannes Eidesgaard heldur
ikki, at uppskotið frá Sam-
bandsflokkinum um veg-
leiðandi følkaatkvødu und-
an samrådingunum við
donsku stjórnina, var nakað
skilagott uppskot. Hann vís-
ir á, at fólk má hava nakað
ítókiligt at taka støðu til,
áðrenn tey skulu taka støðu
til nakað, og tí heldur hann,
at tað hevði verið ábyrgd-
arleyst, um fólk skuldu tikið
stóðu við eina fólkaatkvøðu
nú. Eftir hansara tykki er
nevniliga einki at taka stóðu
til, fyrr enn samráðingar
hava verið við donsku stjór-
nina.
Formaður Javnaðarfloks-
ins vísir í sama viðfangi á,
at landsstýrið sambært
stýrisskipanarlógini hevur
heimildir at samráðast við
donsku stjórnina um ríkis-
rættarligu stóðu Føroya.
Somuleiðis hevur landsstýr-
ið fingið hesa heimild frá
frá løgtinginum.
— Eg haldi, at vit eiga at
virða tær heimildir, ið
landsstýrið hevur. Tí eiga
vit ikki at taka stóðu við
eina folkaatkvødu nú. Vit
eiga at lata landsstýrið fara
til Danmarkar at samráðast
um ríkisrættarligu støðuna,
og síðani eigur fólkið at
taka stóðu til samráðingar-
úrslitið.
Men til ber hjá andstødu-
flokkunum at hava åvirkan
å, hvat landsstyrid fer til
Danmarkar at samráðast við
stjórnina um, og verður
hetta gjørt i næstum, tå løg-
maður ætlar sær at tosa við
flokkarnar og royna, um
hann ikki klárar at fáa í lag
eina breiða politiksa semju
um samráðingaruppleggið.
Taka fegin móti
fundarboðum
Hóast Jóannes Eidesgaard í
dag vísir aftur, at Javnaðar-
flokkurin hevur havt sam-
band við samgonguna með-
an arbeitt hevur verið við
samráðingarupplegginum,
merkir hetta ikki, at Javn-
aðarflokkurin ikki fer á fund
við samgonguna um full-
veldismálið, um hetta stend-
ur honum í boði.
— Fáa vit fundarboð frá
samgonguni um at koma at
viðgera samráðingarupp-
leggið, taka vit fegin ímóti.
Men viðmerkjast skal bein-
an vegin, at vit eisini fegin
Jóannes Eidesgaard vísir aftur, at Javnaðarflokkurin
hevur samráðst við samgonguna um samráðingarupp-
leggið um broytingar í ríkisrættarligu stóðuni
taka ímóti fundarboðum frá
Sambandsflokkinum, sigur
formaður floksins.
Jóannes Eidesgaard held-
ur ikki, at møguleikin fyri
breiðari semju er stórri nú,
enn hann var beint eftir
aðalorðaskiftið um Hvítu-
bók. Hann heldur, at rákið
hvørki hevur førkad seg
nærri einari semju ella long-
ur burtur frá einari semju.
Tískil stendur møguleikin
fyri einari breiðari semju
enn opin. Men skal semjan
fáast í lag, so má onkur av
pørtunum førka seg. heldur
hann.
Spurningurin er tískil, um
Javnaðarflokkurin vil nærka
seg ætlanum samgongunn-
ar, men svarið frá Jóannesi
Eidesgaard er, at Javnaðar-
flokkurin framvegis stedur
fast vid, at Føroyar skulu
verða verðandi i rikisfelags-
skapi vid Danmark.
Landssýrið til Seattle á stjórnarráðstevnu
Komandi viku fara umboð fyri landsstýrið til Seattle á altjóða stjórnarráðstevnu, sum altjóða handilsfelagsskapuin,
World Trade Organisation, skipar fyri
JOHN JOHANNESSEN
— Rådstevnan er av stórum
týdningi fyri foóroyskt
vinnuliv, og tað er tí sera
umráðandi, at landsstýrið
verður við á hesari ráð-
stevnu.
Hetta sigur formaðurin í
uttanlandsnevndini, Hergeir
Nielsen, í tíðindaskrivi í
sambandi við, at umboð fyri
landsstýrið í komandi viku
fara til Seattle á altjóða
stjórnarráðsteynu hjá WTO.
Formaðurin í uttanlands-
nevndini vísir í tíðinda-
skrivinum á, at altjóða
handilssamskiftið økist alt
meiri, og rákið gongur móti
meiri fríhandli. Hann stað-
festir, at Føroyar eru ein
partur av heimshandlinum,
og at fjarstøda okkara ikki
longur er nøkur fording fyri
samskifti vid onnur lond.
Men Hergeir Nielsen visir
samstundis å, at tad er um-
rådandi hjå Føroyum at gera
sær greitt, at neydugt er vid
fyrireikingum og tillaging-
um til broyttu umstødurnar,
skulu vit standa okkum í
kappingini við umheimin.
Tí heldur hann tað vera sera
áhugavert at fylgja við í,
hvat Føroyar kunnu fáa
burturúr WTO fundinum í
Seattle.
Fríhandilsavtalan
ógreið
Ein av ráðgevunum hjá
WTO í Geneve, Maria del
Carmen Pont-Viera, kunn-
aði uttanlandsnevndina, tá
hon var í Geneve í septemb-
er, um ymsar bilateralar frí-
handilsavtalur, og greiddi
hon millum annað frá, at
hon arbeiddi í einari deild
hjá WTO, sum hevði kann-
að 70 av teimum 120 regio-
nalu fríhandilsavtalunum.
Hergeir Nielsen sigur, at
hon greiddi frå, at føroyska
frihandilsavtalan var komin
undir WTO kanning, og tad,
sum serligur dentur varð
lagdur á, tá slíkar avtalur
vórðu kannaðar, var at
kanna avtaluna sum heild.
Kannast skuldi, um áseting-
arnar í henni vóru greiðar
og klárar, og kannast skuldi
somuleiðis, hvussu avtalan
virkaði.
Var talan ikki um eina
veruliga fríhandilsavtalu,
áttu handilsforðingarnar í
slíkum avtalum at fáast av
vegnum. Men givist varð at
kanna føroysku avtaluna, tí
hon var so ógreið á fiski-
vinnugkinum. Og í hesum
sambandi varð sipað til toll,
loft, kvotur og referensu-
prísir.
— Vit vita, at tollur er ikki
einasta hóttan ella forðing
fyri útflutningi okkara til
ES, og at tydningurin av
tolli sum handilsfording fer
at minka vid liberaliser-
ingini i heimsghandilinum,
sigur Hergeir Nielsen og
visir å, at hildid verdur, at
liberaliseringin av heims-
handlinum hevur positiva
åvirkan á heimsbúskapin,
og royna flestu lond tí at
vera við til sjålvar ráðstevn-
urnar, har sjónarmið verða
førd fram og avgerðir tikn-
ar.
Heilsufrødiligir
eftirbåtar
Formaðurin i uttanlands-
nevndini visir å, at å fleiri
økjum, sum eisini hava al-
stóran tydning fyri handilin,
eru vit tridjaland. Hann vísir
í hesum sambandi á, at vit
ikki eru við í altjóða avtal-
um um heilsufrødilig vidur-
skifti, og ti eru tad ES og
onnur lond, sum áseta
heilsufrødiligu treytirnar.
Somuleids visir hann å, at
roknað verður við, at ålvars-
;
Komandi viku skal landsstýrið til Seattle á ráðstevnu hjá altjóða handilsfelagsskapinum WTO
ligar forðingar verða lagdar
mótvegis triðjalondum, ið
ikki halda heilsufrødiliga
eftirlitið, har felags
góðkendar skipanir og
mannagongdir verða tryggj-
aðar í einum integreraðum
samskifti.
Fiskivinna viðgerast
Formaðurin í uttanlands-
nevndini sigur, at nevndin
er kunnað um, at feiri upp-
skot um fiskivinnu fara at
verða viðgjørd á rådstevn-
uni í Seattle. Hann sigur, at
eitt uppskot er úr Noregi um
betri marknaðaratgongd fyri
fiski og fiskavørum, eitt er
úr Íslandi um ymisk stud-
ningsviðurskifti til fiski-
vinnuna, og líknandi upp-
skot eru úr Íslandi, Japan,
Australia, NEW Zealandi,
Noregi, Peru, Filipinunum
og USA.
— Uttanlandsnevndin fekk
at vita, at Island var upp-
runin til hesi uppskot, og
fekk sidani onnur lond vid,
verður sagt i tidindaskrivi-
num.