mikudagur 24. november 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
o
tíðindablaðið
nn al ok de
Gomlu bygningarnir uppi á Hálsi i Sørvågi verður
helst karmur um krígssavn í Vágum
Arbeiðsbólkur
setast um
krigssavn
Felagskommunan í Vágum hevdi
fund í farnu viku og samtykt er at
halda á fram í arbeiðinum at fáa
Krígssavn í Vágum
ÓLAVUR Í BEITI
Enn er langt eftir á mál at
fáa eitt krigssavn í Vág-
um, men arbeitt verður av
álvara við málinum. Fel-
agskommunan í Vágum
hevði fund seinasta
fríggjadag, og tá vórðu
ymiskar ætlanir vidgjørd-
ar og eisini varð tosað um
at fáa settan arbeiðsbólk
at kanna alt hetta ymsika
í sambandi við at fáa
krígssavninum eini brúk-
lig hølir. Einki er meiri
sjálvsagt enn bygning-
arnir frá krígnum Uppi á
Halsi - beint við Flogvøll-
in - og tað eru eisini hesar
bygningar talan er um at
fáa settar í stand til eitt
krígssavn.
Báðar bygningarnar
eigur Landsverkfrøding-
urin og verða teir eisini
nýttir av hesum stovni í
dag. Spurningurin er so,
hvar Landsverkfrødingur-
in skal flyta, um so verð-
ur, at ætlanirnar um krigs-
savn i hesum bygningum
gerast veruleiki. Tosað
hevur verið um at Lands-
verkfrødingurin skal
byggja nyggjan bygning
i Grótbrotinum oman fyri
Sandavág, men enn eru
ongar avgerðir tiknar í so
máta.
Lutir
A fundinum fríggja-
kvoldið var samtykt at
setast skal arbeiðsbólkur
at kanna alt hetta ymiska
og taka samráðingar upp
við allar partar, eisini
Forngripasavnid, sum
hevur mikid av fornlutum
frå krignum. Føroyskt-
Bretskt felag åtti i sini tid
négv minnir frå krignum,
sum liggja å Forngripa-
savninum, og einki hevdi
verid meiri rimiligt enn
at hesir lutir fingu eini
hølir, so eftirtíðin fekk
meiri innlit f henda part
av okkara søgu.
Arkitekta- og rådlegg-
ingarstovan Westtech i
Sørvågi hevur sett eina
skitsu upp av hølunum,
sum eisini vard løgd fram
å fundinum friggjakvøld-
ið, so arbeiðið er longu
komið nakað ávegis, tó at
langt er eftir á mál.
Og tó at einki kann sig-
ast vist, um krígsavnið
verður í gomlu bygning-
unum á Hálsi, so verður
tó heitt á fólk í Vágum,
sum liggja inni við lutum
frá krignum, um at seta
seg í samband við Felags-
kommununa í Vágum.
Nr. 224 - 24. november 1999
avdukadur
Danska Ekstrablaðið avdúkaði í gjár, hvør vinnarin av Robinson kapping í ár
er. TV3 er í ødini og hóttir við endurgjaldskravi
(KEYPMANNAHAVN)
Ekstrablaðið torir, har onnur
tiga.
Hetta slagorð prýðir
hvørja einastu forsíðu á
danska fyrrapartsblaðnum,
og i gjár gav avisin enn eitt
dømi um, at hetta eru ikki
bara tóm orð.
Dagin eftir næstseinastu
Robinson-sendingina hjá
sjónvarpsrásini TV3 stóð
við stórum stavum um alla
forsíðuna á Ekstrablaðnum,
at Robinson-vinnarin var
avdúkaður. Inni í blaðnum
vóru tvær heilar síður við
neyvum frágreiðingum um,
hvat fer at henda í finaluni,
sum verður send mánadag-
in.
TV3 dylir annars sum
mansmorð, hvat úrslitið av
kappingini verður. Sending-
arnar vórðu upptiknar í
summar, men tær verða
sendar, sum um eingin veit,
hvat endaliga úrslitið verð-
ur, og tað er eisini ein týð-
andi partur av virðinum á
sendingini. Luttakararnir í
Robinson Ekspeditionen
hava skriva undir avtalur,
har teir lova at halda tætt
víðvíkjandi hendingunum í
kappingini.
Donsku fjølmiðlarnir
hava roynt at ligið fram við
eftir upplýsingum um ein
møguligan vinnara, men
eingin hevur enn skrivað
nakað álítandi um tað, hóast
fleiri uppskot hava verið at
finna á ymsum internetsíð-
um.
Ikki fyrr enn Ekstrablaðið
i gjár gjørdi nógv burtur úr,
Ársins Robinson
Dan Marstrand er ein av teimum fimm, sum eftir er í kappingini, ið eftir er í finaluni,
sum verður komandi månakvøld
at teir hava funnið fram til
vinnaran, áðrenn nakar
annar hevur gjørt tað.
TV3 hóttir
Sambært Ekstrablaðnum
hava journalistar á blaðnum
fingið hendur á einum vid-
eobandi, sum ikki skuldi
koma fram fyrr enn eftir
seinastu sendingina. Onkur
hevur latið blaðnum hetta
band, og á bandinum eru
allar = upplýsingar = um,
hvussu finalan spælir av.
Ekstrablaðið greiðir í
blaðnum í gjár neyvt frá,
hvussu seinasta sendingin
fer fram, hvørjari rød lut-
takararnir = verða sendir
heim, hvat teir siga, tá teir
verða sendir úr kappingini
og ikki minst, hvør verður
vinnari av kappingini.
TV3 vil ikki vátta ella av-
sanna upplýsingarnar hjá
Ekstrablaðnum, men teir
fjala ikki út yvir, at teir eru
sera misnøgdir um, at fjøl-
miðlarnir royna at avdúka
Thomas Mygind, vertur í
Robinson Ekspeditionin,
við steypinum, sum
vinnarin fær saman við
eini fjórðingsmillión...
vinnaran áðrenn seinastu
sendingina.
Talsmaður fyri sjónvarps-
rásina sigur, at teir fjølmidl-
arnir, sum geva TV3 figgj-
arligt tap, mugu standa til
svars fyri tí. TV3 fer ikki
víðari við málinum fyrr enn
eftir seinastu sendingina, tí
teir vilja ikki våtta, at Ekstr-
ablaðið hevur fingið fatur á
røttu upplýsingunum. Men
tað liggur í kortunum, at eitt
endurgjaldskrav kann koma
upp á tal, um tað aftaná vísir
seg, at Ekstrablaðið hevur
skatt áhugan fyri Robinson-
sendingini.
-Tað hava gingið nógvar
søgur um, hvor fór at gerast
vinnari í ár, men endaliga
úrslitið verður ikki avdúkað
fyrr enn mánadagin, sigur
Niels Jørgen Langkild frå
TVS.
Hann vidgongur t6, at
eingin hevur ådur havt so
någreiniliga frágreiðing um
endaliga úrslitð, sum Ekstr-
ablaðið hevur. Man hann vil
ikki våtta ella avsanna upp-
lýsingarnar hjá blaðnum.
Seinasti partur av Rob-
inson Ekspeditionen verður
sendur á donsku TV3 rásini
månakvøldid klokkan
19.00.
ek