mikudagur 24. november 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 24. november 1999
tíðindablaðið
Familjur syndrast
meðan einki hendir
Otrygg foreldur vilja hava greiði á, hvórji tilboð okkara samfelag hevur til
børn við serligum undirvisingartørvi. Men nidurstødan eftir pallborðsfundin
mánadagin um hendan spurning bendir ikki á, at tey kunnu vænta sær menn-
andi tiltók til frama fyri bórnini í bræði
TuriÐ KJØLBRO
Foreldur at børnum, ið hava
serligan undirvisingartørv,
vilja hava greiði á, hvørji
tilboð Sernámsdepilin hev-
ur til teirra børn. Tí skipaði
Meginfelag teirra brekaðu
fyri almennum pallborðs-
fundi mánadagin í MBF
húsinum við luttøku av
landsstýriskvinnuni í al-
manna- og heilsumålum,
landsstýrismanninum í und-
irvisingar- og mentamálum,
leiðaranum á skúlanum á
Sernåmsdeplinum, og øØr-
um
Nógvar broytingar eru
farnar fram tey seinastu
árini á Sernåmsdeplinum,
tað sum fyrr æt Skúlanum á
Fróðni. Hetta hevur ført við
sær, at foreldur at børnum
við serligum undirvísingar-
tørvi eru vorðin ótrygg, ti
tey meta seg vita alt ov lítið
og verða ov illa kunnað.
Endamálið við pallborðs-
fundinum var at lýsa málið
frá øllum síðum. Ein spurn-
ingur var, hvussu Almanna-
og heilsumálastýrið og
Undirvísingar- og menta-
málastýrið samstarva um
børn og ung, sum hava ser-
ligan tørv og sum bæði stýr-
ini varða av í felag. Ein ann-
ar spurningur er, hvørji til-
boð Sernámsdepilin hevur
til børn undir skúlaaldri og
børn í skúlaaldri.
Best at lýsa støðuna hjá
teimum. ið hava serligan
undirvisingartørv, var for-
eldraumboðið við pallborð-
ið, Oluva Vilhelmsen. Hon
hevur arbeitt innan MBF í
fýra ár, serligan innan sál-
arlig brek, hon hevur sitið í
nevndini í Autistafelagnum,
og arbeitt í neyvum sam-
starvi vid Javna, Sinnisbata
og MBD-Damp-felagið.
Sum foreldur at barni við
serligum undirvisingartørvi
saknar hon heilt greitt at fáa
at vita, hvørji tilboð okkara
samfelag hevur til hesi
børn.
- Tá ið ein tosar um tilboð
ella veiting, má tað metast í
mun til ein tørv, og tørvurin
må so aftur síggjast í mun
til nakrar trupulleikar. Og
áðrenn vit kunnu meta, um
ein veiting er nøktandi ella
ikki, mugu vit fyrst stað-
festa trupulleikar og tørv,
sigur Oluva Vilhelmsen.
Strævin
gerandisdagur
Í innleggi sínum á pall-
borðsfundinum vísti Óluva
Vilhelmsen á nakrar trupul-
leikar, sum tann brekaði og
avvarðandi hansara hava at
takast við í gerandisdegn-
um.
- Tað eru familjur, sum
á
- Í dag fáa børn við serligum undirvisingartørvi ikki skikkaða menning. Fakligi
kunnleikin er á Sernåmsdeplinum, men ikki í dagliga umhvørvinum hjá barninum. Og
tað er har, hann skal brúkast, um barnið skal fáa nakran ágóða av tí. sigur Óluva
Vilhelmsen.
ikki sleppa at sova um næt-
urnar orsakað av, at tann
brekaði hevur svøvntrupul
leikar. Tað eru familjur, har
onkur alla tíðina má hava
eyguni við tí brekaða, og
harvið er lítil orka eftir til
hini systkini. Kanska hevur
tann brekaði agressiva at-
ferð, so hini kenna seg
ótrygg, ella kanska tosar
viðkomandi alla tíðina, so
hini ikki fáa tosað. Kanska
er tann brekaði vorðin næst-
an vaksin, men er ikki sjálv-
bjargin í persónligum við-
urskiftum, greiðir Óluva
frá.
- Tað eru familjur, sum
ikki megna at røkja sítt ar-
beidsliv, orsakað av ov
tungari byrðu, og tað eru
systkin, sum kenna seg
svikin, tí ongin tíð er til tey.
Tað kann tí ikki undra nak-
ran, at vit sum foreldur mest
av øllum ynskja okkum eina
skikkaða menning av børn-
um okkara. Í dag fáa tey
ikki skikkaða menning.
Fakligi kunnleikin er á Ser-
námsdeplinum, men ikki í
dagliga umhvørvinum hjá
barninum. Og tað er har,
hann skal brúkast, um barn-
ið skal fáa nakran ágóða av
fi.
Munur å dygd
Oluva Vilhelmsen visir å, at
hvørja ferð vit hava fyri-
byrgt einum atferðartrupul-
leika og tann brekaði hevur
lært eitthvørt, hevur fakper-
sónurin gjørt eitt stórt
menningararbeiði.
- Tann brekaði verður
glaður, fær ein persónligan
vinning, og familjan fær
meiri orku til onnur ting.
Samfelagið fær eisini væl
burtur úr, tí familjurnar
hava tá ikki tørv á so nógv-
ari sosialari veiting sum tíð-
in líður.
Munur er sjálvsagt á, hvat
ein faklærdur kann og hvat
ein ófaklærdur kann.
Mynd: Jens Kristian Vang
- Tann faklærdi kann or-
sakað av síni vitan um brek-
ið fyribyrgja ella steðga ein-
um óynsktum atburði. Við-
komandi dugir í góðari tíð
at síggja, hvønn veg tað ber,
og er førur fyri at seta tey
røttu tiltøkini í verk bein-
anvegin. Hesi børnini eru so
serlig, tå ið tað kemur til
samskifti. Tey hava heilt
serligar måtar at gera vart
vid seg uppå og tey hava
eisini heilt serligar måtar at
fata verðina uppá. Kennir tú
ikki til hesi fyribrigdi, finn-
ur tú heldur ikki inn til barn-
10. Tann Ofaklærdi hevur av
røttum ikki fingið rætta
reidskapin til at loysa hesar
trupulleikar. Verdur ein
ófaklærdur settur at taka sær
av einum brekaðum, er tal-
an tå um ansing og ikki
menning.
Tíðin komin at broyta
hugburð
Á fundinum setti Óluva Vil-
ella úti í misnýtslu
á Christina Sarvik
TurID KJØLBRO
Christina Sarvik hevur å
egnum forlagi givið út
bókina „Ein misnýtari
var mín lærumeistari“.
Bókin vendir sær til
nógv, men serliga til for-
eldur, sum líða av ringari
samvitsku og skuldar-
kenslum í sambandi við,
at barn teirra er sálarliga
sjúkt, harðligt ella úti í
misnýtslu.
Men bókin er eisini um
at verða misnýttur. Nógv
lata seg misnýta, eitt nú
av familju, vinum, fólki,
sum taka synd í sær sjálv-
um, fólki, ið duga at
manipulera o.s.fr. Mis-
nýtsla finst í nógvum
formum.
Christina Sarvik hevur
skrivað bókina fyri at
siga frá, hvussu hon hev-
ur arbeitt seg úr skuldar-
kensluni og ringu sam-
vitskuni við at broyta
Ein misnýtari var
mín lærumeistari
Bókin „Ein misnýtari var mín
lærumeistari“ vendir sær serliga til
foreldur, sum líða av ringari samvitsku
og skuldarkenslum í sambandi við, at
barn teirra er sálarliga sjúkt, harðligt
hugburð til misnýtaran
og seg sjálva. Hon er 54
ára gomul og mamma at
einum sálarliga sjúkum
misnýtara. Bókin tekur
stóði í egnum royndum,
einum drúgvum kampi
fyri egnum frælsi.
Skelkandi uppliving-
arnar fingu hana at síggja
egnar veikleikar, og at
sannføra seg sjålva um,
at teir kundu brúkast til
nakað uppbyggjandi.
Annars høvdu sjúka. hat-
ur, ótti og beiskleiki etið
hana upp. Abyrgdin
mátti viðurkennast, ket-
an mátti brótast - eisini
fyri at hjálpa soninum,
um hann sjálvur vil
>Ein misnýtari var mín
lærumeistari« = hevur
fingið góð ummæli í
donskum bløðum. Bitten
Helweg, rithøvundur i
Holbæk, skrivar soleiðis:
„Lesið hesa framúr góðu
bókina - tú verður klók-
ari av henni og sam- |
stundis húðaleys innaní
tær. Høvundurin vísir,
hvussu tå vid eini hug-
burðsbroyting til tað so-
kallaða >ónda< uppdagar
tað »avgjørt góða<
Hvussu tú ígjøgnum
mótstøðu og líðingar fær
djúpasta innlit og per-
sónligu menning - og
verður fræls“
helmsen báðum landsstýr-
isfólkunum itøkiligar spurn-
ingar. Landsstýrismaðurin í
undirvísingarmálum varð
spurdur, um vit skulu hava
ansing ella menning til hesi
børn, og landsstyriskvinnan
í almannamálum varð
spurd, hví sparast skal uppá
tiltøk, ið kunnu menna tey
brekaðu, tá ið avleiðingarn-
ar ikki eru til at rokna út.
Spurd eftir fundin, um hon
varð nøgd við svarini, sigur
Oluva Vilhelmsen.
- Har kom lítið itøkiligt á
borðið. Ti er ikki nógv gott
í væntu, tá ið fremstu pol-
itikarar okkara ikki hava
stórvegis meiri at siga.
Spurningurin er so, hvor
kann gera nakað, tá ið pol-
itikararnir ikki kunnu. Und-
anførslan hjá øllum er rað-
festing og avmarkað orku
Eg havi búð aðra staðni og
fingið góða og mennandi
hjálp. Har fært tú eina
diagnosu og so kemur
hjálpin í stundini av sær
sjálvum. Í Foroyum fært tú
diagnosuna, og so hendir
einki meir. Eg ikki
góðtaka, at einki kann ger
ast
kann
Vit gevast kortini ikk
so, hvíla okkum nú eitt sind
ur, men so herja vit å aftur
Tidin er komin til at broyta
hugburð. Vit eiga at hug
um barnið sum eina heild
ið hevur brúk fyri ollum. og
síðani samskipa okið á best
an hátt. har barnsins tørvur
er í miðdeplinum, sigu
Oluva Vilhelmsen at enda i
viðtali
«dl