Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 13 - 20. januar 2005 - Samanbera vit bruttotjóðarúrtøku føroyinga (BTÚ) við úrtøkuna hjá okkara nærmastu grannum, eru vit nummar "sjokk". Hóast vit hava havt búskapar- vøkstur, eru vit fram- vegis fátækari enn nærmastu grannar okkara, segði Ólavur Gregersen á Offshore- ráðstevnuni, har hann serliga tosaði um nýskapan, gransking og menn- ing RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Offshore-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum seinnapartin týsdagin tosaði, Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland, um ný- skapan og hvørjar forðingar eru fyri nýbrotum. Í síni framløgu tosaði hann eisini um, hvørja "strategi" føroyingar eiga at nýta til tess at vinna fram í nýskapan, gransking og menning. - Mangan verður ført fram, at føroyski búskapur- in er ov einstáttaður, og at okkum vantar "bein" at standa á. Búskaparráðið spyr í síni frágreiðing, hví vit eru so rík – og kortini ikki eins rík og hini? Nummar "sjokk" Hann vísti á, at brutto- tjóðarúrtøkan, sum stytt verður BTÚ, er okkara samlaða framleiðsla av vørum og tænastum. – Vit kunnu eisini rópa hetta inntøkustøðið og rokna hetta tal út fyri hvønn íbúgva. Men um vit sam- anbera BTÚ í Føroyum við okkara grannalond, eru vit nummar "sjokk". Ólavur segði, at hóast vit hava havt búskaparvøkstur, eru vit framvegis fátækari enn nærmastu grannarnir. – Serliga er vert at leggja merki til, at vit eru væl minni produktiv enn eitt nú íslendingar, sum hava 14% hægri inntøkustøði enn føroyingar. Ísland er tað samfelag í heiminum, sum líkist tí føroyska mest. Tí er høgi produktiviteturin í Íslandi ein ábending um, at møguleikar eru fyri at økja um framleiðsluvirðið í Før- oyum. Hann vísti á, at tess meira orka verður sett av til ný- skapan, jú skjótari veksur vitanarstøðið og harvið eisini framleiðslustøðið. – Orðið "nýskapan" er her nýtt í breiðari merking, sum allur aktivitetur, ið hevur til endamáls at finna nýggjar og betri hættir at "gera tingini uppá", sum hann tók til. Leiðarar og fylgjarar Ólavur segði, at við tíðini eru vit farin at skilja ímillum tveir bólkar, nevni- liga leiðara lond og fylgjara lond. - Leiðaralondini skumpa tøkniligu frontlinjuna fram- eftir. Í hesum londum er vøkstur í høvuðsheitum úrslit av tøkniligum fram- brotum, sum standast av nýskapan. Fylgjaralondini herma eftir leiðaralond- unum og fylgja eftir við at kopiera og tillaga ta tøkni og teir bestu framleiðslu- hættirnar, sum verða upp- funnir í leiðaralondunum. Hann helt, at lítil ivi er um, at skal eitt samfelag verða kappingarført, hava áhaldandi vælferðarvøkstur og trivnaður millum tess borgarar størstan týdning – og nýskapan í breiðastu merking er lykilin at náa hesum málum. – Skulu 50.000 føroying- ar búgva í Føroyum um 20 ár, skulu vit framleiða ann- að og við størri inntøku, enn vit gera í dag. Annars tapa vit í kappingini um okkara ungdóm til okkara grannalond. Men, legði Ólavur aftrat: - Nýskapan er fyri tað mesta stigvís, sum ber í sær betringar í mun til fram- leiðsluaktivitet, tænastu, nýtslu, sølubari og annað. Innan matvøruvinnu er talan næstan altíð um stig- vísa nýskapan. Fyritøkur, sum koma fyrst á markn- aðin við eini vøru, verða róptar veruligir "innovatør- ar", meðan tær, sum fylgja eftir, verða róptar "imita- tørar". Nýskapan og forðingar Stjórin í Bitland vísti á nøkur viðurskifti, sum kunnu føra til nýskapan. Í hesum sambandi nevndi hann 1) óvæntaðir trupul- leikar fyri vinnugreinina, eitt nú broyttar kappingar- fyriteytir og nýggj umhvørviskrøv, 2) broyting í samansetingini av fólk- inum, eitt nú aldursbýti ella búsetingarmynstur, 3) broy- tingar í útbúgvingum, størvum og samlívsform- um, 4) broyttur tørvur og ynskir frá keyparum og 5) búskaparligar og politiskar broytingar ella teknologisk menning. Hann nevndi eisini nøkur dømi um nýskapan, 1) menning av nýggjum vør- um og tænastuveiting, 2) umlegging av framleiðslu- skipanum ella administra- tivar mannagongdir, 3) nýggj tøkni og 4) nýggir marknaðir. Ólavur helt, at tað serliga eru fýra høvuðsforðingar fyri, at nýskapan kann hava betri gróðrarlíkindi í Føroy- um, og í hesum sambandi nevndi hann 1) leiðsla, 2) strategi, 3) hugburður og 4) tilfeingi. - Tann stóri spurningurin hjá eini leiðslu er, hvussu hon kann skapa eina virkis- mentan, sum stimbrar starvsfólk til at náa nýggj- um málum. Sambært eini kanning av 80.000 leiðar- um og 2 miljónum starvs- fólkum um allan heim er eitt svar, at leiðslan skal fokusera upp á tað, sum fólk duga best – og upp á tey starvsfólk, sum duga best. Hann helt ikki, at henda niðurstøða er so "yvirrask- andi"; hon er heldur so sjálvsøgd hjá mongum. - Men samstundis vísa kanningar, at flestu starvs- fólk siga upp orsaka av sínum leiðarum – og ikki orsaka av fyritøkuni, segði hann. 12 spurningar Ólavur segði, at nevnda kanning vísti, at tað eru 12 Føroyingar fátækari enn nærmastu grannarnir: Íslendingar hava 14% hægri inntø