Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

spurningar sum avgera, um starvsfólk gera sítt besta ella ikki. Teir fyrstu seks spurningarnir lýsa sam- bandið við nærmasta leið- aran og snúgva seg um rættiliga "banal", men tó sera avgerandi viðurskifti. Teir seinnu seks spurning- arnir snúgva seg um víð- sjónir og virðir, og hvussu starvsfólk kenna seg heima í fyritøkuni. Og spurningarnir eru hesir: 1) Veit eg, hvat eg skal? 2) Havi eg røtt amboð fyri at arbeiða rætt? 3) Havi eg hvønn dag møguleika fyri at gera tað, eg dugi best? 4) Havi eg fingið rós seinastu dagarnar? 5) Er nakar á arbeiðsplássinum áhugaður í mínum persóni? 6) Er nakar á arbeiðs- plássinum sum stimbrar mína menning? 7) Eru mínar meiningar nakað verdar? 8) Fær endamálið hjá fyritøkuni meg til at føla meg týdningarmiklan? 9) Gera mínir samstarvs- felagar dygdararbeiði? 10) Havi eg ein besta vin á arbeiðsplássinum? 11) Hevur nakar seinastu seks mánaðirnar tosa um mín framburð og 12) Havi eg seinasta árið havt møgu- leika fyri at mennast og læra? - Teir bestu leiðararnir megna at leiða soleiðis, at svarið til flestu spurning- arnar er ja. Men er svarið nei til teir fyrstu seks, so nyttar einki, um tey seinnu viðurskiftini eru á eini leið. Tá vilja starvsfólkini ikki gera sítt besta, og hetta verður ein forðan fyri ný- skapanarevnini hjá fyri- tøkuni, segði hann og vísti á, at leiðarar skuldu dugað betri at sett orð á og at avlisið kenslur og tørvir hjá teirra starvsfólkum. Megn- ar leiðarin ikki tað, er hetta ein forðan fyri nýskapan. Men leiðslan skal eisini vera tolin og fokusera upp á tilgongdina – ella pro- sessina, hóast hon tekur fleiri ár. - Soleiðis er tað nú eina- ferð við nýskapan. Tað tekur tíð at vera kreativur, og tað krevur gott samstarv við góðum trivnaði. Leiðslan skal megna at skapa slíkar umstøður. Sabotørurin Ólavur segði, at leiðarin skal megna at skapa eina koalitión. - Vit kunnu eisini siga, at leiðarin skal fáa starvsfólk at verða sameind. Hetta gerst eitt nú við, at neyðugt tilfeingi er til nýskapan – peningur og fólk, og at starvsfólkini hava álit á leiðsluni. Bert á henda hátt fæst verulig nýskapan. Hann vísti á, at samvilji er føroyska orðið fyri "commitment". - At vilja tað sama – saman. Leiðslan skal kunna vísa á eina framtíðar støðu, sum fólk halda vera spenn- andi og ynskilig – og sum eggjar teimum fram á. Hann helt, at alt ov ofta eru vantandi víðsjónir ein forðan fyri nýskapan og menning. - Størstu hóttanina móti leiðsluskipanini í samband við nýskapan, rópa vit sabotørin. Hesin forðar øðrum í at taka felags tøk – og sabotørur er tann, ið situr sum formligur leiðari á tilfeingi ella resursum. Ólavur vísti á, hvørji eyðkennini hjá einum sabotøri eru: 1) hann útinnir sína leiðslu uttan initiativ, 2) álit er ikki um hann millum manna, 3) hann hevur ikki innlit í krøvini til leiðslu í felag, 4) hann hevur ikki vilja til at leiða í felag og 5) hann átekur sær ikki persónliga ábyrgd samsvarandi form- liga starvinum. - Ella stutt sagt; ein sabo- tørur situr á tilfeinginum, men vil ikki brúka tað, segði Ólavur Gregersen á Offshore-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týs- dagin. Sosialurin fer at venda aftur til ymiskt av tí, sum stjórin í Bitland segði, men sum vit ikki fingu við hesa- ferð. Nr. 13 - 20. januar 2005 21 økustøði enn føroyingar - Nýskapan tekur tíð, og tað tekur tíð at vera kreativur. Hetta krevur gott samstarv við góðum trivnaði. Ein leiðsla skal megna at skapa slíkar umstøður, segði Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland á Offshore-ráðstevnuni Mynd: Vilmund Jacobsen - Kanningar vísa, at flestu starvsfólk siga upp orsaka av sínum leiðarum – og ikki orsaka av fyritøkuni, segði Ólavur Gregersen á Offshore-ráðstevnuni Mynd: Vilmund Jacobsen - Tess meira orka verður sett av til nýskapan, jú skjótari veksur vitanarstøðið og harvið eisini framleiðslustøðið, men sum er, eru vit nummar "sjokk" í mun til okkara nærmastu grannar. Myndin er tilvildarliga vald Mynd: Vilmund Jacobsen