hósdagur 20. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 13 - 20. januar 2005
Rakul Juul Ketels,
sum er búsitandi
beint uttan fyri Port-
land, Oregon, hevur
júst verið heima og
fylgt mammu sínari
til hennara seinasta
hvíldarstað.
– Mamma var móð,
nú hon fór, og tað
hevði ómetaliga nógv
at siga fyri meg at
kunna vera hjá henni
ta seinastu tíðina,
sigur Rakul
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Dagin
fyri
nýggjársaftan kom Rakul
Juul Ketels til Klaksvíkar at
vitja mammu sína og rest-
ina av familjuni. Hon hevur
javnan verið heima og
vitjað hesi 41 árini, hon
hevur búð í USA. Serliga
seinastu fimm árini. Men
hendan ferðin heim hevur
verið tann tyngsta, tí Rakul
visti, at hon kom heim at
siga mammuni, sum var 91
ára gomul, farvæl. Hon
fekk tó næstan tvær vikur
saman
við
mammuni,
áðrenn hon doyði, og tað er
hon sera glað fyri.
Tá Rakul fekk boðini um,
at mamma hennara ikki
livdi so væl longur, gjørdi
hon beinanvegin av at koma
heim.
– Hetta var øgiliga svárt,
men eg eri so glað fyri, at
eg hevði møguleika til at
koma heim og vera hjá
henni. Tað eru tað so mong,
sum búgva uttanlands, ið
ikki fáa, sigur Rakul.
Mamma hennara, Kalla
Samuelsen, lá á Norðoya
Røktarheimi seinastu tveir
mánaðirnar, men hon hevði
tað gott og var púra klár.
Rakul sat hjá mammu
sínari ta seinastu náttina, og
hendan løtan stendur eftir
sum nakað heilt serligt fyri
Rakul, sum hevur búð so
langt frá mammu síni í so
mong ár.
Hon dugir illa at ímynda
sær, hvussu tómt tað hevði
verið at komið heim aftur
eina aðru ferð, um hon ikki
var við til jarðarferðina.
– Eg eri serliga glað fyri,
at vit fingu prátað eitt
sindur saman, áðrenn hon
bleiv heilt vánalig, sigur
Rakul, sum eisini undrast
yvir, hvussu heppin tey
vóru við veðrinum, tá Kalla
fór til gravar tann 15. jan-
uar.
– Veðrið hevur verið so
illfýsið, síðani eg kom
heim, men júst tann dagin
var púra stilli og pent
veður, sigur Rakul glað.
Familjan er í USA
Nú Kalla ikki livir longur,
býr bara ein systur hjá
Rakul eftir í barndóms-
heiminum á Vágsheygnum.
Hini fýra systkini búgva
ávíkavist í Havn og í Dan-
mark. Rakul hevur altíð
búð í barndómsheiminum,
tá hon hevur verið heima og
vitjað.
Rakul bleiv einkja í 2000,
men hóast tað hevur hon
ikki umhugsað at flyta
heimaftur á klettarnar at
búgva.
– Nú er mín familja har,
sigur Rakul, sum eigur
tveir synir og trý ommu-
børn í lítla býnum Damas-
cus, sum liggur beint uttan
fyri Portland, Oregon.
Tað yngsta ommubarnið,
sum er ein genta, sá dagsins
ljós dagin eftir, at Kalla var
farin. So tað var gleði hjá
Rakul mitt í allari sorgini
yvir missin av mammuni.
– Soleiðis er lívið bara.
Mamma fór tann 10. og
ommudóttirin varð fødd
tann 11, sigur Rakul rørd á
málinum.
Síðani heldur hon fram,
at hon gleðir seg at koma
heim at síggja ommudótr-
ina.
Marknaðarføra
Føroyar
Rakul hevur altíð trivist
væl, har hon hevur búð.
Hon viðgongur tó, at henni
longdist illa heim tey fyrstu
árini. Serliga tá onkur ser-
ligur dagur var á skránni,
har øll familjan var savnað.
Men so við og við kom hon
at kenna fleiri og fleiri fólk.
Tað búgva nógvir skand-
inavar í økinum, har hon
býr, og tað er so heppið, at
tríggjar systrar úr Klaksvík
eisini búgva í Portlandi.
Tær sær Rakul nógv til, og
tær hava nógvar hugnaligar
løtur saman.
Eitt nú plaga tær at hjálpa
til við at marknaðarføra
Føroyar sum ferðamanna-
land í statinum Oregon.
Rakul greiðir frá, at har
plagar eitt tiltak at vera,
sum eitur SCANFARE. Tað
er eitt tiltak, sum varir í
tveir dagar, har ljós verður
varpað á tey skandinavisku
londini. Hon og tvær aðrar
hava verið sera aktivar í
hesum seinastu árini.
– Fyrstu ferð vit vóru við,
høvdu vit onki flagg, tí tey,
sum skipaðu fyri tiltakin-
um, sóu Føroyar sum ein
part av Danmark, men vit
fingu skjótt útvegað okkum
eitt flagg, so nú veittrar tað
eisini saman við hinum til
SCANFARE, greiðir Rakul
ikki sørt errin frá.
Tær tríggjar vóru eisini í
føroyska búnanum til hetta
tiltakið, og hann vakti sum
vanligt stóran ans millum
øll tey vitjandi.
Eitt systkinabarn hjá
Rakul seymaði henni ein
stakk, og so vóru hinar báð-
ar í føroyska búnanum.
– Vit fáa faldarar send-
andi frá Kunningarstovuni í
Havn, og áhugin fyri Før-
oyum er stórur í Oregon.
Faldararnir eru í øllum
førum skjótt burtur.
Annars heldur hon ikki,
at amerikanarar ella fólk
har um leiðir, sum hon býr,
vita nakað serligt um Før-
oyar, og tí heldur hon, at tað
er stuttligt at kunna vera
við til at kasta ljós á henn-
ara fyrrverandi heimland so
langt burturi sum í Oregon,
USA.
Ofta flutt
Tann 8. januar 1964 flutti
Rakul saman við mannin-
um til USA at búgva. Hon
møtti honum, tá hann
arbeiddi í Mjørkadali. Tá
sigldi Rakul við Tjaldrinum
sum kahútsjomfrú. Árið
eftir, at tey hittust, skuldi
hann til Íslands at arbeiða.
Hon fór við, og tey giftust
eisini har. Seinni varð mað-
urin fluttur til Hawaii at
arbeiða, og har kom tann
eldri sonurin til verðina.
Maðurin hjá Rakul var
ikki í herinum, men hann
arbeiddi fyri eina stóra
telefonfyritøku, sum sendi
fólk út at arbeiða alla
møguliga staðni í heimin-
um. Tí fluttu tey so nógv
runt.
Eftir Hawaii gekk leiðin
til USA. Har hava tey búð
bæði í Oregon og Californ-
ia.
Rakul greiðir frá, at
veðurlagið í Oregon hesa
ársins tíð ikki er ólíkt veðr-
inum í Føroyum. Og tað
regnar eisini øgiliga illa
har, so man kann siga, at
Rakul í 1964 flutti frá ein-
um regnstaði til eitt annað.
– Kavin kemur, og so
liggur hann bara í ein ella
tveir dagar, so er hann
burtur aftur. Júst sum her,
sigur hon og hyggur út
gjøgnum vindeygað. Uttan
fyri dala tjúkkar kava-
flykrur niður, og tað kennist
heitt og fjálgt at sita í
stovuni í barndómsheimin-
um hjá Rakul.
Hon og familjan búðu
eisini eitt skifti í California.
– Tá longdist mær eftir
regninum,
sigur
Rakul
flennandi.
Henni dámar sera væl at
baka, brodera og at gera
ymiskt annað handaligt,
men tað ber ikki so væl til í
tí nógva hitanum í Cali-
fornia, so tí longdist henni
aftur til regnið og kuldan,
sigur hon.
Gravast út
Rakul hevur ikki flutt so
nógv tey seinastu árini,
men hon er júst flutt úr
teimum gomlu húsunum,
sum hon og maðurin búðu
í, til eitt heldur minni hús.
Tað bleiv ov nógv hjá henni
at passa, sigur hon, og nú
fegnast hon um, at hon
kann búgva har, hon altíð
hevur viljað búð.
– Eg búgvi nógv nærri
við hjá synunum og teirra
familjum nú, og tað havi eg
altíð ynskt mær, so nú
mugu tey grava meg út úr
húsinum, tí eg flyti ikki
aftur, so longi eg livi, sigur
Rakul flennandi.
Hon fór av aftur land-
inum mikudagin, men visti
ikki, nær hon vendir nøsina
aftur móti Føroyum. Flog-
ferðin úr Keypmannahavn
til Seattle tekur tíggju tím-
ar, men orsakað av tíðar-
muninum, so er Rakul kort-
ini heima sama dag, sum
hon fór úr Føroyum.
Heim at siga mammuni farvæl
– Tað var svárt at koma heim hesuferð, men eg eri so glað fyri, at eg hevði møguleika til at koma heim og vera hjá mammu ta seinastu tíðina. Tað eru tað so
mong, sum búgva uttanlanda, ið ikki fáa, sigur Rakul Juul Ketels, sum hevur búð í USA í 41 ár
Mynd: Bárður Lydersen