hósdagur 20. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 • hósdagur • 20. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Liverpool úti av
FA Cup
Enska
stórfelagið
Liverpool
noyddist
týskvøldið at siga far-
væl til ársins útgávu av
siðvandu steypakapp-
ingini FA Cup.
Liverpool leikti á
útivølli móti Burnley
úr næstfremstu ensku
deildini, og heimaliðið
vann dystin 1-0. Mál-
ið, ið kom í seinna
hálvleiki, var eitt sjálv-
mál.
Sigurin hjá Burnley
var uppiborin, tí sjáld-
an var vandi á ferð
framman fyri málinum
hjá danska Brian Jen-
sen í Burnley-málin-
um. Hinvegin kunnu
teir í Liverpool takka
málverja sínum, Jerzy
Dudek, fyri, at ósig-
urin
ikki
gjørdist
størri.
Boldsen og Bruun
ikki við til HM
Sunnudagin
byrjar
HM í manshondbólti í
Tunesia.
Danir,
ið
verða mettir sum eitt
tað sterkasta liðið í
kappingini, hava verið
illa plágaðir av skað-
um undan kappingini,
og nú er greitt, at tveir
av stuðulsleikarunum
ikki gerast klárir til
kappingina.
Talan er um spæl-
skiparan
Joachim
Boldsen og málverjan
Michael Bruun. Ser-
liga er missurin av
Boldsen úr týska stór-
felagnum Flensburg/
Handewitt svárur, tí
hann verur mettur sum
ein tann besti play-
makarin í heiminum. Í
staðin fyri teir báðar
eru Bo Spellerberg úr
Kolding og Peter Hen-
riksen úr GOG út-
tiknir.
Beckham letur
upp fyri United
Enski landsliðsskipar-
in David Beckham
sigur í samrøðu við eitt
blað, at um tað skuldi
hent seg, at hann fór úr
Real Madrid og aftur
til Onglands, so hevði
tað allarhelst verið til
Manchester United, tí
tað er hansara lið,
sigur hann.
Tað hevur leingi
gingið slatur um, at
Beckham, sum ikki
hevur havt tað lætt í
Madrid, fór at venda
aftur til Onglands,
men
sjálvur
sigur
enski miðvallarin, at
hann ætlar sær at vinna
spanska meistaraheitið
og Champions League
við
Real
Madrid,
áðrenn hann fer aftur
til Onglands.
tn
Innandura rógvikapping
TÍÐINDASKRIV
Havnar Róðrarfelag skipar fyri innandura rógvi-
kapping 29. januar 2005, kl. 10:00 í fimleikar-
hallunum hjá Tórshavnar kommunuskúla. Kapp-
ingin er fyri øll, bæði rógvarar og ikki rógvarar.
Róðrarfelagið hevur lánt báðar hallirnar til
kappingina, ovara høll verður til upphiting og niðara
til sjálva kappingina.
Bólkarnir eru:
• 16 ár og yngri
• 20 ár og yngri
• Opin bólkur
• 35 ár og eldri
• Blandaður bólkur
• Stafett
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Havnar
Róðrarfelag www.drekin.fo
Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 24
januar.
Mánakvøldið var
lutakast um, hvussu
spælast skal í kapp-
ingini um Løgmans-
steypið, og greitt er, at
finalistarnir frá í fjør,
HB og NSÍ, hittast
longu í øðrum umfari
LØGMANSSTEYPIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Lutakastið fór fram í sam-
bandi við sjónvarpssend-
ingina 3-2 mánakvøldið, og
ikki kann sigast annað, enn
at lagt er upp til nakrar
spennandi dystir, nú kapp-
ingin er broytt soleiðis, at
tapir tú ein dyst, ert tú úti
av kappingini.
Gott lutakast hjá KÍ
Fyrsti dysturin í kappingini
um Løgmanssteypið í ár
verður tann 5. marts, tá ið
FS Vágar fer til Hvalbiar at
dystast við Royn. Hetta er
einasti dysturin í undanum-
farinum. Í fyrsta regluliga
umfarinum av kappingini
koma SÍ, LÍF, AB, Sumba
og MB við upp í kapping-
ini. Tá ið tað umfarið er av-
greitt, koma øll liðini úr
bestu deildini og B68 og
B71 úr næstfremstu deild-
ini við í kappingina, og tá
er tað, at spenningur av
álvara kemur í.
Til dømis er lutakastið
fallið soleiðis út, at í øðrum
umfari, sum verður leikt
20. marts, hittast finalist-
arnir frá í fjør, HB og NSÍ,
í Gundadali, og tað plagar
verða góðir dystir, tá ið hesi
bæði lið hittast.
Eisini hitt havnarfelagið,
B36, skal á eina trupla
uppgávu, tá ið teir á útivølli
skulu dystast við bronsu-
vinnararnar frá í fjør av
Skála.
Bert í einum øðrum dysti
er talan um eina uppgerð
millum tvey lið úr bestu
deildini, og tað er dysturin í
Vági millum VB og ÍF.
Um tað er nakað av
teimum størru feløgunum,
sum tykist hava fingið eitt
betur lutakast enn hini, so
má tað verða KÍ. Klaks-
víkingar skulu í fyrsta dyst-
inum hitta vinnaran av
dystinum millum Sumba og
MB. Vinna teir tann dystin,
so skulu teir spæla móti
vinnaranum av EB/Streymi
og B68.
Kann gerast talan um
havnarfinalu
Soleiðis sum lutakastið
lagaði seg, er tað eisini so,
at vit í ár kunnu fáa eina
reina havnarfinalu millum
tey bæði stóru havnarfeløg-
ini B36 og HB, tí um hesi
lið hittast í kappingini um
Løgmanssteypið í ár, so
verður tað ikki fyrr enn í
sjálvari finaluni.
Hjá mongum havnarfólk-
um er hetta ein dreyma-
finala, og ikki síðani 1991
hava hesi bæði lið hitst í
finaluni
um
Løgmans-
steypið. Tá vann B36 1-0
við einum máli, sum Berg-
ur Magnussen skoraði á
ovara vølli í Gundadali.
Hvørji liðini verða, sum
skulu spæla steypafinaluna
á ólavsøku, verður ikki
greitt fyrr enn stutt undan
sjálvari finaluni. Í ár verða
hálvfinalurnar
nevnliga
leiktar rættuliga seint í mun
til undanfarin ár. Fyrru
hálvfinalurnar verða leiktar
6. juli, og tær seinnu verða
leiktar 24. juli, tað vil siga
einans fimm dagar undan
finaluni.
Um vikuskiftið bleiv 3. av
5 umførum i Grand Prix
kappingini í borðtennis
leikt í Ítróttarhøllini í
Trongisvági. Undirtøkan til
kappingina var avbera góð,
tí ikki minni enn 90 leikarir
luttóku í kappingini. Hesir
leikarir komu úr TBF og
TÓR.
Í kappingini í Trongis-
vági leygardagin, bleiv
leikt i 12 bólkum, og har
varð TBF tann stóri vinn-
arin, við tað at teir áttu 11
av 12 bólkavinnarum.
Grand Prix kappingin i
borðtennis, verður annars
spæld uppá ein, eitt sindur
ørðvisi máta. Har verður
einans leikt eftir styrki og
ikki eftir aldri ella kyni.
Allir leikarir, gentur og
dreingir, eru styrkismettir á
einum styrkislista, og verða
bólkar siðani gørdir út fra
hesum lista. Hetta ger
kappingina munandi meiri
áhugaverda, tí tá gerst talan
ofta um tættar og harðar
dystir. Hetta vísir seg at
vera sera mennandi fyri
leikararnar, og leikararnir
eru eisini sera væl nøgdir
við hesa skipan. Sagt
verður eisini, at greið tekin
eru uppá, at henda kapp-
ingarskipanin styrkir og
mennir munandi um hvønn
einstakan leikara, og vón-
andi fer hetta at síggjast
aftur i nærmastu framtíð, tá
ið føroyskir borðtennis-
leikarir fara at luttaka i
kappingum uttanlands.
M.a ferð eitt ungdoms-
landslið i næsta mánað
niður til Danmarkar, at
luttaka i Brøndby Cup, har
eisini leikarir úr øllum
norðanlondunum fara at
luttaka.
Bólkavinnararnir í Grand
Prix 3 vóru hesir:
Bólkur A: Fríði Jensen,
TBF
Bólkur B: Marin Í Dali,
TBF
Bólkur C: Hanus
Stórhamar, TBF
Bólkur D: Jákup
Thomasen, TBF
Bólkur E: Páll Heri
Nolsøe, TBF
Bólkur F: Martin
Mortensen, TÓR
Bólkur G: Gudfinn
Jespersen, TBF
Bólkur H: Heine M.
Mortensen, TBF
Bólkur I: Rannvá Joensen,
TBF
Bólkur J: Patrik
Johannesen, TBF
Bólkur K: Anna
Mikkjalsdóttir, TBF
Bólkur L: Marjun
Lydersen, TBF
Grand Prix kapping í borðtennis!
Ongin endurtøka av finaluni í fjør
Longu í fyrsta umfarinum av kappingini um løgmanssteypið
tørna teir báðir finalistarnir frá í fjør saman