Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Áb rblaðstjóri: | Marknaðardeild: ; Dagfinn Olsen | Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jan Múller Jonhard Hammer | John Johannessen Jens Kristian Vang 110 Térshavn sg Dagbjørt S. Hansen | Sveinur Tróndarson Alvur Haraldsen Telefon: 311820 Blaðstjóri: Eyðun Klakkstein ari, uppseting: Telefax. 314720 — Eirikur Lindenskov Blaðfólk: Hogni Mohr | Sp/f Sosialurin e-mail: post 2 sosialurin.fo | Áki Bertholdsen, Niclas Johannesen Bústaður: ; Lýsingar: lysing G sosialurin.fo Turid Kjølbro Yngd: Jåkup Mørk Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Viðmerking: Neyðugt við almenn- um iløgupolitikki Oddagrein Landsstýrismaðurin í figgjarmålum hevur avgjørt, at kommunalu iløgurnar næsta år Skulu í mesta lagi verða 165 milliónir krón- ur. Hetta talið liggur miðskeiðis ímillum tal- ið, sum Figgjarmålastyrid mælti til, og talið, sum kommunurnar ynsktu at gera iløgur fyri. So sigast kann, at Karsaten Hansen hevur roynt at viga fyri og ímóti og valdi miðlinjuna. Figgjarmålastyrid skal hava rós fyri, at tað roynir av álvara at seta skjøtul á ein iløgu- politikk í Foroyum. Hesin poltikkur ber í sær. at iløgurnar verða javnt byttar år frá ari, so tær ikki verða ov stórar saman borið við tjóðarúrtokuna. Hetta skapar eina betri javnvág, búskaparliga og viðvíkjandi Spurninginum um arbeiði. Tað er at fegnast um, at Foroya landsstýrið í dag hevur amboð, so tað ber til at stýra figgjar- og iløgupolitikkinum. Tað veri seg við Figgjarmålastyrinum, Hagstovuni, Landsbakanum og Gjaldstovuni. Haraft- urat kemur so Buskaparrådid, sum hvørt hálva ár kemur við metingum um buskap- arstoðuna og búskaparpolitikkin. Hesir stovnar og amboð við góðum og væl útbúnum fólki eru neyðug, um vit skulu hava eina fíggjarliga og búskaparliga stýr- ing í Feroyum. Tað ásanna allir flokkar óivað í dag. Men tá Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ferð eftir ferð vístu á hetta í sjeyti og áttatiárunum, hildu borg- arligu flokkarnir og bankaleiðslur hánt um hetta. Tað er skilligt, at summar kommunur eru firtnar, ti tær sleppa ikki at gera tær iløgur, sum tær hava sett sær fyri. Serliga tær kommunur, sum hava verið sparnar og eiga pening í bók. Men skal ein veruligur ílegu- og figgjarpolitikkur rekast, so må skil verða iløgunum, so tær ikki taka dyk á seg. og aftur gerast ein hóttan ímóti bú- skapinum. Kommunrunar eiga at hava í huga, hvussu álvarslig trongstoðan hevur verið, og hvussu nógv óneyðugt er godið í rentum hesi ár. Nakað annað er, at iløgutørvurin nógva- staðni er stórur. Men tað er ikki nóg mikið bara at gera ein iløgukarm. Neyðugt er eisini at hyggja at iløgunum og raðfesta tær, so tær tydningarmiklu iløgurnar verða gjørdar fyrst. Og tað kann gerast torført, tá iløgulykilin verður settur eftir fólkatali- num, og ikki eftir, hvar iløgutørvurin er storstur. Skjøtul er nú eisini settur á ein kommun- alan iløgupolitikk. Hetta má ikki bara vera eitt hirs í ár, men aftur ímóti ein fastur táttur í landsins búskaparpolitikki. Sosialurin Hava einki ímóti eftirmetingum Mánadagin 22.11.99 svar- aði Føroya Lærarafelag MFS uppá tað tíðindaskriv - ið, sum tey sendu fjølmidl- um og øðrum stovnum her- undir Føroya Lærarafelag gjøgnum Internetið. Tað er skiljandi, at MFS reagerar uppá tær óhepnu og áleypandi yvirskriftir og vendingar, sum Dimmalætt- ing nýtir fríggjadagin 19.11.1999 ” Utbúgving er so tydning- armikil, at vit hava ikki brúk fyri sensatiónsyvirskriftum og skeivum endurgeving um, sum loypa split í Formaður felagsins skilir ikki, at blaðmaðurin fekk hetta, sum hann skrivar, burtur úr telefonsamrøduni, ti tað fyrsta svarið hann fekk uppá spurningin um, hvat Foroya Lærarafelag heldur um frágreiðingina hjá Út- bugvingarpolitiknevndini, var, at sitat: "Vit hava júst fingið bøk- urnar inn á borðið við postinum. Eg fari nú at lesa hana um vikuskifti, og limirnir í nevndini fáa hvørt sítt eintak mána- dagin 22.11. So fara vit at viðgera álitið. Tí kann eg onki siga um hetta". Uppá nakrar fyrispurningar um eftirlit í skúlaverkinum, sum fyri mær sýnti eina á- vísa óvitinheit, greiddi eg frá, hvussu umsjón og eft- irlit verður praktiserað í for oyska fólkaskúlanum. Annars skal Føroya Læt arafelag bara staðfesta tey tíðindi, sum Útvarp Føroya so frálíkt bar frá felagnum. MFS nýtist ikki at stúra fyri. at Foroya Lærarafelag ikki fer at viðgera álitið um útbúgvingarpolitik kon- struktivt og við góðvilja. Føroya Lærarafelag hev- ur onki ímóti eftirmetingum av fólkaskúlanum. Vit gera eftirmetingar í fólkaskúla- num dag um dag, so tað er ikki nakað nýtt. Vit hava heldur onki ímóti tí skipaða eftirliti, sum myndugleikar- nir sambært lóg hava við fólkaskúlanum. Men skal eftirlit koma úttanífrá, so skal Føroya Lærarafelag vera vid til at åseta, hvussu tað eftirlitið skal skipast. Annars vita oll tey, sum vara av fólkaskúlanum, at fólkaskúlin kann ikki í øllum sammetast við mið- námsskúlarnar, tí folkaskul- in er ein skúli fyri øll, og spjaðingin er stór. Um eitt møguligt eftirlit skal vera gjørt á ein slíkan hátt sum fyrr, tá bæði næm- ingar og lærarar vóru vig- aðir við 13-ársroyndum, so siga vit beinanvegin, at hetta er ikki tann rætti måtin. Alitið frá Utbúgvingar- politiknevndini sær åhuga- vert út, men har eru útsagn- ir, sum mugu takast upp til viðgerar. Eitt er tó sikkurt, at har skulu nógvir peningar til, um øll ráðini í álitinum skulu fylgjast. Meira enn tað, sum vantar í til at fremja ta nýggju skúla lógina. Føroya Lærarafelag Elsa Birgitta P. Petersen Blokkurin tryggjar ongan Vandi er fyri at blokkurin aftur kollrennur føroyska búskapin. Tey flestu, sum eru bang- in fyri fullveldinum, ræðast tað, at blokkstuðulin verður tikin úr føroyska búskapi- num. Men hevur blokkurin veruliga verið so góður fyri Føroyar? Upp á stutt sigt er sjálvandi gott at fáa eina peningagávu, men upp á longri sigt hevur blokkurin givið okkum ein falskan tryggleika ella ongan trygg- leika. Vit kenna oll søguna um 80'ini, tá ið øll trøini vuksu upp í himmalin. Blokkurin hjálpti okkum tá til at hava eina ovurnýtslu, sum ongan enda hevði. Endin gjørdist tó brådur og vit kenna eins væl søguna um 90'ini. Nógv húski máttu fara úr húsum sínum, arbeiðsloysið herjaði og 5000 føroyingar flýggjaðu av landinum. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna og nú eru aftur góðar tíðir. Fullveldið nærk- ast og arbeitt verður við eini ætlan at fáa blokkin úr før- oyska búskapinum, so vit ikki gera sama mistak sum í 80'inum. Vandin fyri at gera sama mistak spøkir nevniliga aftur. Stórt trýst verður, hvønn dag lagt á Landsstýrið um at játta meiri pening til alt millum himmal og jørð. Men enn er líkt til, at fíggjarmálaráð- harrin Karsten Hansen megnar at standa m6ti tryst- inum. Tad er ti upplagt, at skera blokkin niður skjótast gjør- ligt, áðrenn hann aftur skal figgja eitt ein ovhitaðan før- oyskan búskap. Best hevði verið, um samgongan longu hevði skert blokkin, men ein slík víðgongd broyting krevur, at fólki verður spurt fyrst. Vit klára okkum uttan blokkin Komandi ár verður væntadi eitt yvirskot á fíggjarlógini upp á 449 mió. Av útreiðsl- um landskassans fara 188 mió at gjalda rentur til danir. Einar skuldarfrár landskassi hevði sostatt kunnað mink- að blokkin, sum er 969 mió., við 637 mió uttan at vælferðin hevði merkt nak- að. Sostatt vænta einans 332 mió í fyri at ein skuldarfríur landskassi kundi klára seg uttan blokkin. Ein lagalig skiftistíð skuldi kunna gjørt, at vit megnaðu at seta okk- urt í staðin fyri hesar 332 milliónirnar. Eg veit væl, at fiskiskapurin hevur verið serliga góður og rentan ser- liga lág. Men ætlan lands- stýrins er ikki at kvetta blokkin burtur frá degi til dags. Ég veit eisini væl, at danski statskassin hevur aðrar útreiðslur av Føroyum so sum, løgreglu, hervald, uttanríkistænastu og rættar- skipan. Hervaldið nýtast vit ikki, men løgreglu, rættar- skipan, uttanrikistænastu o. a. skulu vit eftir eina skiftis- tíð sjálvandi megna at gjalda sjálvi. Eitt annað er, at hervaldið hevur hevur helst givið dónum fleiri inn- tøkur av Føroyum, enn allar útreiðslurnar teir hava havt av okkum. Tað verður eisini tosað um, at ein uttanríkis- tænasta kemur at kosta, men virði av uttanrikistænastuni, eri eg rættuliga vísur í, er nógv stórri enn útreiðslur- nar. Spyr bara íslendingar. Vit eiga at minka tí blokk- in so skjótt sum gjørligt. Annars er vandi fyri at fyri at okkara búskapur kollsigl- ir aftur, og vit enda í somu støðu sum í 1992. Vit eru ikki býttari enn onnur fólk Tað skuldi ikki veri nakað, sum forðar Føroyum, at framleiða eins nógv fyri hvønn íbúgva og onnur lond. Vit eru so avgjørt ikki býttari enn onnur fólk. Fólki er væl útbúgvi og fá lond hava so nógv tilfeingi sum Føroyar. Tað einasta sum skal til, er at vit læra at um- sita okkara tilfeingi. Eingin skuldi verið betri førur fyri at stýrt Føroyum enn før- oyingar sjálvir. Tað krevur bara, at vit fáa øll tey neyð- ugu amboðini at stýra okk- ara landi. Vit mugu hava ræði á øllum viðurskiftum, sum hava við Føroyar at gera, og tað er tað sama sum at fáa fullveldi yvir okkara egna landi. Rói Joensen limur í Unga Tjóðældinum # Arligu jolatiltøkini hjá skótunum í Fuglafirði Arliga selutiltakið hjá KFUM- og KFUK-skótun- um í Fuglafirði verður sunnudagin 28. nov. Tiltak- ið verður í skótahúsunum í Fuglafirði og byrjar kl. 16.00. Sum undanfarnu árini verður aftur hópur av for- vitnisligum dygdarlutum at vinna í jólaspæli, kókutom- bola og við lutaseðlum. Til hugna og undirhalds verður bæði ókeypis kaffi og te við onkrum góðum heimabakaðum afturvið til tey vaksnu og saft til børn- ini. Sjálvandi vitjar jóla- maðurin, og lutakast verður millum børnini um 3 for- kunnugar jólakalendarar. Annars fara skótarnir í Fuglafirði í desember mán- aða, um veðrið verður til vildar, at seta upp eitt >sama-tjald< (eina LAVO) niðri í miðbýnum, har teir gera ymisk skótaarbeiðir, meðan teir bjóða teim vitj- andi fløva og blíðskap, so at fólk koma í rættan jóla- hýr. Øll eru sjálvandi hjarta- liga vælkomin til øll tiltók- ini. Við skótakvgðu Skótarnir í Fuglafirði