hósdagur 25. november 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 25. november 1999
tíðindablaðið
Grønlendski búskapar-
raðharrin vitjar
Seinnapartin í gjár kom grónlendski landsstýrismaðurin við búskapi og handli
til Føroya á stutta vitjan. Hann skal á vitjanini hitta Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharra og teir skulu m. a. tosa um møguleikarnar fyri einum nýggjum
dupultskattasáttmála landanna millum
SVEINUR TRÓNDARSON
Seinnapartin í gjár fekk
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, vitjan av
starvsbróðuri sínum í grøn-
lendska landsstýrinum Josef
Motzfeldt.
Endamálið við vitjanini
hjá Motzfeldt i Føroyum er
at hitta starvsvróðurin og
tosa um ymsik mál av felags
áhuga.
Men tað, sum stendur ov-
ast á skránni er ein dupult-
skattasáttmáli = landanna
millum.
Grønland hevði, til fyri
stuttum, ikki dupultskatta-
sáttmála við nakað annað
land. Øll hini nordurlondini
hava havt ein felags dupult-
skattasåttmåla, men grøn-
lendingar valdu at standa
uttanfyri tann såttmålan.
Endamålid vid einum
dupultskattasåttmåla er at
staðfesta hvat land hevur
skattingarrættin, og í vanl-
igum føri inniber ein dup-
ultskattasáttmáli, at tað er
bústaðarlandi, sum hevur
skattingarrættin.
Hetta er eftir øllum at
dóma nakað, sum grønlend-
ingar ikki hava vilja latið
sær lynda, tí skrivaðu teir
undir sáttmála, so merkti
tað, at teir søgdu farvæl til
eina rúgvu av skattakrón-
um.
Stødan er nevniliga tann,
60 fólk á
at ein stórur partur av teim-
um útlendsku sjómonnum,
sum sigla vid grønlendskum
skipum, teir hava bústað utt-
anfyri Grønland.
Kanna megu-
leikar fyri broyting
I 1992 varð kortini gjørd ein
protokoll, sum segði, at før-
oyingar, sum sigla í Grøn-
landi, verða fult skattskyld-
ugir til Grønland, hóast teir
hava bústað i Føroyum.
Tað merkti í stuttum, at
føroyskir sjómenn, sum
sigla í grønlandi vera ikki
skattaðir i Føroyum longur,
men einans í Grønlandi, og
í fyrsta um fari hevdi tað
ein skattalætta við sær, av
teirri orsøk, at skattapros-
entið í Grønlandi var lægri
enn í Føroyum.
Tað er tað ikki longur, so
tann fyrimunurin er burtur.
Henda skipan hevur koyrt
síðani, men nú er so ætlanin
at fara at hyggja at um tað
ber til at broyta hesa skip-
anina.
Ætlanin er, at hyggja at,
um tað ber til at gera ein
dupultskattasáttmála land-
anna millum, og tað er
grundina til tað arbeiði, sum
Josef Motzfelt kemur til
Føroya at leggja.
Avstað aftur í morgin
Talan verður ikki um nakra
langa vitjan, tí grønlendski
stovnandi fundi
Eini 60 fólk vóru á stovnandi fundi
hjá tiltakinum á Háskúlanum
sunnudagin 21.11.1999
Carl Johan Jensen bjóðaði
| vælkomin vegna stigtak-
| aramar og umrøddu tey
| vegamót, sum høvdu ver-
| ið í føroyskari søgu, har
| stóða mátti takast til
| framtidarstødu Føroya.
| Fleiri onnur høvdu orðið
um hvussu arbeiðast
skuldi, so føroyingar á so
greiðum grundarlagi sum
gjørligt kunnu taka
stóðu til framtidarstødu
| Føroya. Dentur varð lagd-
ur á, at tiltakið var opið
fyri øllum, eisini teimum
sum ivast ella hava sjón-
armið móti, at Føroyar
taka fullveldi.
Hesar endamálorðingar
vórðu lagdar fram á fund-
inum:
Atreka aftur mytur um
møguleikar og avbj6ding-
ar Føroya - undir donsku
grundlógini ella undir
fullveldi
At orða og loysa teir
tankar, sum orð ikki verða
sett á, í almenna orða-
skiftinum um framtíðar-
stóðu Føroya
Reiðiliga og veruleika-
kent at lýsa møguleikar,
avbjóðingar og avleiðing-
ar av núverandi statsrætt-
arskipan og eini skipan
við fullveldi
Við stødi í føroyska
samleikanum - við ment-
an og líst - at vísa á, at
vit mugu sjálvi taka á-
byrgd og leggja okkara
leið, um føroysku tjóðini
skal vera lív lagað. |
Limir í Hesuferð vóru |
teknaðir á fundinum og
ymiskt tilfar býtt úr. Til-
takið fer undir regluligar
limafundir og ætlar eisini,
at halda fundir úti um
landið
Meira um tiltakið er til
skjals á heimasiðuni hjá
tiltakinum
hesufer.olivant.fo
ráðharrin fer longu avstað
aftur í morgin.
Tíð verður ikki til stór-
vegis annað enn fundarvirk-
semi, men hóast tað verður
seinni í dag farið á vitjan
ymsastaðni í Havn.
Vitjað verður á Skipa-
smiðjuni og eisini verður
vitjað á Listasavninum har
Bárður Jákupsson fer at vísa
grønlendska ráðharranum
AN
runt.
Seinni í kvold verður
boðið til døgvera í Kirkju-
bø, og í morgin liggur leiðin
aftur vestur í Vágar.
Josef Motzfeldt, grøn-
lendskur landsstyrismadur
við búskapi kom til Føroya
á vitjan í gjár
To Biz
mt To Biz
Skalt tu handla ella ikki handla. Tad er
spurningurin. Faroe Islands Business
Guide gevur tær møguleikan
Tu kanst skráseta títt virki ókeypis í
Business Guide'ini og fáa eina ókeypis
frágreiðing um títt virki. Tú kanst
sjálvandi eisini lýsa. Kanna um títt virki
er skrásett ella skráset tað á
www.farbiz.com
Hevur tú ikki fingið faldaran um
Business Guide'ina, so send ein e-mail við
tínari adressu til farbizefarbiz.com ella
send eitt fax á 355 350
Guide'in verður gjørd í samstarvi við
Vinnuhúsið, TK-Stovuna og
Menningarstovuna. Reklamuhúsið Sansir
stendur fyri útgávuni
Kanna, um tú ert við í Faroe Islands Business Guide á:
www.farbiz.com
Faroe Islands Business Guide - Tinghúsvegur 47 - Box 1099 - e-mail: farbizGfarbiz.com - fax: 355 350