hósdagur 25. november 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Trætan um Krúnborg
endað í sátt og semju
Í gjáramorgunin vórðu tey síðstu pappírini avgreidd og seinnapartin skuldi
hon loysa frá landi í Noregi. Nýggja Krúnborg verður í Fóroyum fríggjadagin
7
Áki BERTHOLDSEN
Tad er sagt so oftam hesar
seinastu vikurnar- uttan at
tað er blivið til nakað
Men nú kann tað sigast
við vissu 7
Nýggja Krúnborg er á veg
til Føroyar
Ejler Jacobsen, reidari i
leirt vikur, men nú er hon á veg
Havn, og leiðslan á norsku
skipasmiðjuni Vestcon í Øl-
ensvág í Noregi, hava nú
loksins gjørt semju í trætuni
um Krúnborg.
Og í gjáramorgunin var
seinasta hond løgd á alt
pappírsarbeiðið, sum skuldi
fåast frá hondini í sambandi
við yvirtøkuna.
Men tað vóru ikki papp-
írini, ímillum Ejler Jacob-
sen og Skipasmiðjuna sum
skuldi avgreiðast, tí tey
vórðu longu avgreitt í fyrra-
dagin.
Tað, sum skuldi undir-
skrivast í gjár, vóru tey sein-
astu bankaskjølini i sam-
bandi vid sjålva figgingina.
Nu er knúturin endiliga loysnaður um nýggju Krúnborg. Trætan um gomlu Krúnborg hevur seinkað nýggju Krúnborg
Ejler Jacobsen sigur, at
teir ætlaðu at sleppa úr Øl-
ensvág í midnátt tyskvøldid,
men pappírini blivu ikki lið-
ug.
Men í gjáramorgunin
varð alt avgreitt og seinna-
partin skuldi Krúnborg
loysa frá landið so seta kós-
ina ímóti Føroyum.
Nr. 225 - 25. november 1999
Og hesuferð skuldi tað so
verið púra vist.…
Seinkað fleiri viku
Hendan trætan, sum tók seg
upp ímillum Ejler Jacobsen
og norsku skipðasmiðjuna,
hevur annars seinkað
nýggju Krúnborg í fleiri
vikur.
Hon varð doypt longu 30.
oktober og nakrar dagar
seinni skuldi hon koma.
Men onki hendi. Og síð-
ani skuldi hon koma vikuna
eftir.
Tá ið framvegis onki
hendi, kom undan kavi, at
ósemja hevði tikið seg upp
ímillum Ejler Jacobsen og
norsku skipasmiðjuna um
yvirtøkuna av nýggju Krún-
borg.
Avtalan imillum
partarnar var, at norska
skipasmiðjan skuldi
yvirtaka gomlu Krúnborg
fyri 20 milliónir og tað
skuldi vera parturin hjá
Ejler Jacobsen av egin-
pengunum í nýggju Krún-
borg.
Tilsamans er eginpening-
urin í nýggju Krúnborg 30
milliónir
Annars eigur norska fel-
agið Vik Sandvik 10 milli-
ónir í nýggju Krúnborg, tað
svarar til 33%.
Avtalan var, at gamla
Krúnborg skuldi hava full
klassapappír, tá ið norska
skipasmiðjan yvirtók hana.
Og tað hevði hon.
Men tå ið yvirtøkudag-
urin nærkaðist, kom undan
kavi, at norska skipasmiðj-
an var kortini ikki nøgd vid
gomlu Krúnborg.
Teir søgdu, at hon hevði
ymisk brek, sum gjørdu, at
teir kundu ikki góðtaka
hana, sum hon var. Og teir
vildu hava Ejler Jacobsen
at rinda tað, sum hesar åbøt-
urnar kostaðu.
Men lagt varð afturat, at
talan var ikki um heilt álv-
arlsig brek. Teir vildu kort-
ini ikki lata nýggju Krún-
borg loysa, fyrrenn semja
var fingin í lag um gomlu
Krúnborg.
Síðani hevur verið tingast
aftur og fram ímillum part-
arnar. Og eitt skifti varð upp
á tal, at Ejler Jacobsen
skuldi veita norsku skipa-
smipðjuni trygd fyri peng-
unum, so at nýggja Krún-
borg kundi sleppa til Før-
oyar - og ikki minst til fiski-
skap, inntil ein endalig
semja varð fingin flag.
Men i fyrradagin loysnaði
knúturin, soleiðis at endalig
semja fekst ilag imillum
partarnar.
Og i stuttum gongur semj-
an út uppá, at partarnir hava
slakað eitt sindur hvor í
sinum lagi.
Tvs, at Ejler Jacobsen
hevur góðtikið at rindar fyri
nakrar åbøtur á gomlu
Krúnborg.
Sjålvur vil hann ikki siga,
hvussu nógv hetta fer at
kosta honum. Men talan er
ikki um so stóra upphædd.
sigur hann.Nú er hann bara
fegin um, at knúturin loysn-
aði.
Og hann hevur sagt fyri
Sosialinum, at hóast nýggja
Krúnborg nú er nógv seink-
að, fer hann ikki at leggja
endurgjaldskrav ímóti
norsku skipasmiðjuni fyri
mista inntøku av ti, sum hon
kundi havt fiskað hesa tíð-
ina.
Ní vil hann bara hava
hetta málið lagt afturum.
Semjan ber so í sær, at
Krúnborg slapp at loysa úr
Noregi í gjár og er nú á veg
til Føroyar.
Tá ið óemjan tók seg upp,
var vónbrotið hjá Ejler Jac-
obsen so stórt, at hann
rýmdi til Danmarkar undan
øllum.
Men nú er hann aftur í
Noregi og ætlar sær heim
við nýggju krúnborg.
Ætlanin er ikki at koma
til Føroyar um nåttina, so
teir slaka av fyri at teir
kunnu leggja at bryggju i
Havn í fullum dagsljósi
fríggjadagin.
Veitingar munandi upp 1. januar
Sambært nýggja uppskotinum um áseting og javning av almannaveitingum, hækkar viðbótin til giftan fólkapensjónist
við 9.000 kr. um árið og til stakan við 11.000 kr. um árið. Viðbótin til giftan fyritíðarpensjónist við 4.000 kr. og til
stakan við 5.000 kr. Henda hækking er ætlað at koma í gildi frá 1. januar 2000
OLAvur í Beiri
Tysdagin legði Helena Dam
å Neystabø fram uppskot till
løgtingslég um åseting og
javning av almannaveiting-
um, og sambært uppskoti-
num er talan um munandi
åbøtur
Sambært hesum uppskoti
um åseting og javning av
almannaveitingum, hækkar
viðbótin til giftan fólkapen-
sjónist við 9.000 kr. um árið
og til stakan við 11.000 kr
um árið. Viðbótin til giftan
fyritíðarpensjónist við
4.000 kr. og til stakan við
5.000 kr.
28 mió. kr.
Í viðmerkingunum til upp-
skotið, sigur Helena Dam á
Neystabø, at mett verður. at
henda hækking kemur at
kosta umleið 28 mió. kr. fyri
ár 2000. Upplýst verður eis-
ini, at hetta er útroknað á
tann hátt, at áðrenn upp-
hæddirnar til fyritíðarpen-
sjón og viðbótin til fólka-
pensjón verða útroknaðar
eftir inntøku, er ein frådrått-
ur gjørdur í inntøkugrund-
arlagnum uppá 41.200 kr
ella 20.600 kr. Upphæddir-
nar verða hareftir lækkaðar
vid 60%
— Hetta merkir, at fyri
hvørja krónu pensjónistur-
in hevur í inntøku umframt
pensjónina, lækkar pensjón-
in við 60 oyrum. Tó ikki
grundupphæddin hjá fólka-
pensjónistum. Hetta er ásett
í lógini um almannapen-
sjónir.
— Viðbótin til fólkapen-
sjónistar verður ávirkað av
inntøkuni hjá báðum hjún-
afeløgunum tilsamans,
meðan pensjónin til fyritíð-
arpensjónistar verður ávirk-
að av inntøkuni hjá pen-
sjónistinum sjálvum. Hetta
er eisini ásett í lógini um
almannapensjónir, sigur
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum.
1. apríl
Og so skal javningin fara
fram Í. apríl á hvørjum ári.
Sambært uppskotinum
kemur hækkingin í gildi 1.
januar í nýggju øldini, og
umsitingarliga merkir hetta,
at Almannastovan fyrst skal
umrokna hækkingina til 1.
januar og hareftir javning-
ina til 1. apríl sama år.
At enda sigur Helena
Dam á Neystabø, at sam-
bært hesum uppskoti verða
upphæddirnar á hvørjum ári
javnaðar við prosentvísu
broytingini í miðalprístali-
num fyri undanfarna ár í
mun til miðalprístalið fyri
árið undan hesum.
Sambært uppskotinum um
áseting og javning av
almannaveitingum, hækk-
ar viðbótin til giftan fólka-
pensjónist við 9.000 kr. um
árið og til stakan við
11.000 kr. um árið. Við-
bótin til giftan fyritíðar-
pensjónist við 4.000 kr. og
til stakan við 5.000 kr
savnsmynd