hósdagur 25. november 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 25. november 1999
Fyrrapartin
verður nýggja fløgan hjá Terja og Eyðuni presenterað í 3'aranum
Nýggjur poppur í
Melodiøsur poppur stendur á skránni.
EYÐUN KLAKKSTEIN
Fyrsta fløgan, sum Eyðun
Nolsøe og Terji Rasmussen
hava gjørt í felag, kemur nú
út.
Tað er 3'arin, sum gevur
gesa fløguna út, og eftir at
teir hava presenterað fløgu-
na á tíðindafundi fyrrapartin
í morgin, verður hon at fáa
til keyps.
Eyðun og Terji hava spælt
nógv saman, líka frá tíðini í
Frændum miðskeiðis í
80'unum, seinni í Føstu-
fressum, og bæði fyrr og nú
sum duo. Og nú samstarva
teir eisini um eina nýggja
poppfløgu, sum er trúgv í-
móti tí, sum hesir poppgarp-
arnir áður hava latið frá sær.
A nýggju fløguni eru 10
nýggir sangir. Eyðun og
tá Eyðun og Terja
Terji hava skrivað hvor s. r
og í felag, og teir hava eis; i
samstarva við tveir tiltikn
yrkjarar — Steintór Rasmt -
sen og Anker Eli Peterse
Melodiøs poppfløga
Fløgan er upptikin f trimu 1
ymiskum upptøkuhølu: .
Fyrst var forarbeidi gjør i
heimastudionum hjá Ter a
Rasmussen, sum hann he -
og so fæst hon til keyps...
rá Eyðun og Terja
geva nýggja fløgu út í morgin
ur givið navnið Sightseeing.
Síðani var fittur partur av
tónleikinum upptikin í Stu-
dio Pegasus í Klaksvík.
Hetta var í august mánaði,
og eftir tað vóru seinastu
upptøkurnar gjørdar í Play-
ground í Keypmannahavn.
Flemming Hansson hevur
ljóðblandað tónleikin, sum
Eyðun og Terji sjálvir hava
produserað.
- Vit hava lagt okkum eftir
at gera eina lætta og mel-
odiøsa poppfløgu, men vit
hava lagt dent á, at tað
skuldi eisini verða kjøt uppi
á tónleikinum, sigur Eyðun
Nolsøe.
Saman vid Eyðuni og
Terja hava føroyskir tón-
leikarar spælt, umframt ein
dani, sum spælir á tveimum
løgum. Tróndur B. Hansen
spælir keyboard, Petur Hans
Niclasen el-gittar, Kolbein
Simonsen bass, Rógvu á
Rógvu trummur á tveimum
sangum og Jacob Millung,
sum spælir bass á tveimum
sangum.
Nýggja fløgan fæst til
keyps í morgin.
Færri útgávur frá 3'aranum
Útgávufelagið lagar seg eftir tí, sum fóroyski flógukeyparin klárar at taka ímóti. Tutl ætlar at halda fram við somu ferð
EYÐUN KLAKKSTEIN
Tað hevur verið nærum ein
endaleysur streymur av før-
oyskum fløgu seinnu árini.
Stór útskifting hevur verið
á hillunum, har nýggjur før-
oyskur tónleikur vanliga
stendur i fløgusølunum.
Men tað verður ikki út-
gávufelagið 3'arin, sum
framyvir fer at syrgja fyri,
at føroyski fløgumarknad-
urin verdur yvirfloymdur
við fløgum. 3'arin hevur
av gjørt at repa seglini, og tí
koma tað færri útgávur frá
felagnum nú.
- Vit hava skrúvað niður
fyri blussinum, og verður
tað neyðugt at skrúva meira
niður, so gera vit eisini tað,
sígur Høgni Zachariasen,
leiðari av tónleikadeildini
hjá 3'aranum.
- Vit mugu hugsa um, at
ein útgáva skal bera seg, og
tí nyttar ikki at útgeva eitt
endaleyst tal á fløgum. Vit
mugu geva færri fløgur út
Og so satsa meira upp á tær,
sigur hann.
Nevn sum selja
Nýggi politikkurin hjá 3' ar-
anum sæst aftur á jóla-
marknaðinum í ár, tí felagið
gevur bara fýra fløgur út,
afturímóti tí meira enn tví-
falda talinum hjá Plátufel-
agnum Tutl.
Og á útgávunum hjá 3' ar-
anum sæst eisini, at teir
undan jólum útgeva fløgur,
sum kunnu standa seg í
hørðu kappingini við allar
hinar fløgurnar.
Fríggjadagin kemur
fyrsta fløgan hjá Eyðuni
Nolsøe og Terja Rasmus-
sen, sum vanliga selja nógv
eintøk. Í síðstu viku kom
barnafløga vid Jensinu Ol-
sen. Magni Christiansen
hevur gott tak á teimum,
sum keypa andaligan tón-
leik, og rockbólkurin Í am
úr Klaksvík er eitt spenn-
andi nýtt navn, sum nú kem-
ur við síni fyrstu fløgu fyri
jól.
- Vit fara at geva út tað
talið av fløgum, sum vit
makta. Vit verða noyddir at
hugsa um, at vit skulu vinna
pengar burtur úr fløguiit-
gávunum, sigur Høgni Zac-
hariasen.
Tutl fegnast
um gongdina
Plátufelagið Tutl, sum er
størsti útgevarin í landinum,
hevur ongar ætlanir um at
seta ferðina niður, hóast før-
oyski fløgumarknadurin er
á tremur við føroyskum tón-
leiki.
Í ár gevur Tult 26 fløgur
út, og tað er tað mesta nakr-
antíð. - Ístaðinfyri at síggja
vandan í nógvu útgávunum,
haldi eg, at vit skulu fegnast
um, at so nógv lív er í før-
oyskum ftónleiki, sigur
Kristian Blak, stjóri í Tutl.
- Hvørja ferð ein føroysk-
ur tónleikari hevur verið í
upptøkuhølunum, hevur
hann lært nakað og er vorð-
in betri. Tí eru allar hesar
útgávurnar við til at hækka
um stødid á føroyskum tón-
leiki, og tað er neyðugt,
skulu vit hava stórri møgu-
leika fyri bróta igjøgnum í
útlandinum. Tutl fer at hava
átta nýggjar fløgur við í jól-
asøluni i ár, og millum
nøvnini eru Internal Heal-
ing, Kristina Heldarskarð
og Jens Mortan Mortanson.
- Stóra breiddin er í før-
oyskum popptónleiki, men
vit geva eisini út fløgur av
øðrum slagi, so sum fólka-
tónleik, eksperimenterandi
tonleik, klassiskt og spæli-
manstónleik, sigur Kristian
Blak.
Sølan hevur tydning
At 3'arin nú hevur girað
niður kemst fyrst og fremst
av søluni av føroyskum
fløgum. Fyrr var ikki 6van-
ligt, at årsins mest selda
fløga seldi fleiri túsund ein-
tók, men tað kemur næstan
ikki fyri longur. Í ár hava
higartil mest seldu fløgurnar
— sum eru Aria, Ragnar í
Vík og Prix Føroyar — selt
nakað omanfyri 1000 ein-
tók.
- Fer ein toppseljari í For-
oyum fram yvir at selja gott
túsund eintøk, ja, so mugu
vit laga okkum eftir tí.
Kanska er marknaðurin
mettaður í løtuni, sigur
Høgni Zachariasen, leiðari
á tónleikadeildini hjá 3'ara-
num.
- Stóri áhugin, sum fyrr
var fyri øllum føroyskum
útgávum, er burtur. Ungfólk
síggja ongan mun á eini før-
oyskari og útlendskari út-
gåvu, og ti krevur tað eisini.
at góðskan á føroysku út-
gávunum er eins góð og á
teimum útlendsku
Plátufelagið Tutl er ikki
so illa við av gongdini á
føroyska fløgumarknadi
num.
- Tað eru ikki allar útgáv-
ur, sum selja beinanvegin,
men tað hevur einki at siga,
um fløgurnar kunnu selja
eitt sindur allatíðina, sigur
Kristian Blak