fríggjadagur 26. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild:
Jan Møller | Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri: | Dagblen.S. Hans
Eirikur Lindenskov | Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo | Aki Bertholdsen,
Tungur burður -
samhaldsfesti slept
Oddagrein
Tað er at fegnast um, at pensjónin hækkar
einar 900 krónur um mánaðin 1. januar
Hinvegin er ivingarsamt, hvussu nógv er at
fegnast um tann stóra pensjónsreformin,
sum landsstýriskvinnan í almannamálum
partvist avdúkaði i Utvarpinum mikukvøldid.
Væntandi verður burðurin tungur, tí talan
um samráðingar við nógv fakfelog, og har-
afturat verður samhaldsfesti slept.
Taka vit vanligu fólkapensjónina fyrst, skal
staðfestast, at hon kundi verið hækkað fyri
einum ári síðani. Tá tað varð greitt, at í
uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1999 varð
roknað við stórum yvirskoti, skutu bæði
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
upp at hækka fólkapensjónina við einum
1000 krónum um mánaðin. Men landsstýr-
isflokkarnir søgdu nei. Teir untu ikki pen-
sjónistunum ein bata, sum vit hovdu ráð til
eftir fíggjarlógaruppskotinum at døma. Og
yvirskotið á fíggjarlógini verður ikki 250
milliónir, sum roknað varð við, men heilar
500 milliónir krónur. Betri seint enn ongatíð.
Nú fáa tey eldru so eina bata, og tað fegnast
tey sjálvandi um.
Ein orsok til, at pensjónirnar ikki skuldu
hækka fyri einum ári síðani var hon, at
arbeitt varð við einum pesnjónsreformi, og
alt skuldi ganga inn í eina samlaða skipan.
Uppskotið er ikki liðugt enn, men mikukvøld-
ið upplýsti Helena Dam á Neystabø, at nú
verða eftirlønarskipanir hjá fakfeløgunum
sammettar í Figgjarmålastyrinum. Líkt er
til, at kjarnin í uppskotinum, verða tær skip-
anir, sum tey flestu fakfelogini eftir hondini
hava gjørt við arbeiðsgevarar sínar. Men
tær skulu lúka treytir við atliti til stodd, um
talan skal gerast um lívslangar skipanir. Men
tað individuella skal varðveitast, og fólk
kunnu seta eina óavmarkaða upphædd i
eina slíka kapitalpensjón við skattafrádrátti.
Tey múgvandi kunnu so statt gjalda sær til
stóran skattalætta.
Samanumtikið: ein eftirlønarskipan, sum
byggir á tvungnar, persónligar skipanir. Tað
merkir: eftirlonin hjá okkara komandi pen-
sjónistum verður lutfalsliga høg, um viðkom-
andi hevur forvunnið nógv, og lutfalsliga lág,
um inntøkan í arbeiðsárum hevur verið lág.
Við ødrum orðum verður einki samhaldsfesti
í pensjónsreforminum hjá landsstýrinum.
Samhaldsfesti verður bara í fólkapensjónini.
Hon skal hækkast, men hon verður einasta
álitið hjá heimaarbeiðandi, arbeiðsleysum
og oðrum láglonarbólkum.
Verða ongar broytingar gjørdar, skulu vit
ynskja Fólkaflokkinum tillukku. Vit harmast
um Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin,
sum í síni tíð vóru við til at samtykkja Sam-
haldsføstu arbeiðsmarknaðareftirlonarskip-
anina. Tjóðveldismenn hava bedýrað at
samhaldsfesti verður varðveitt, men líkt er
til, at flokkurin hevur gjørt ein nýggja skil-
marking av hugtakinum samhaldsfesti.
Sosialurin
Turið Kjølbro
John Johannessen |
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
| Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
| Dagfinn Olsen
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720 — -
Sp/t Sosialurin | e-mail: post Gsosialurin.fo
Bústaður: Lýsingar: lysing Q sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir
Prent: Sosialurin
Viðmerking:
Tøkk Atlantic Airways og Strandferðslan
Få ein finnist at, og okkurt
verður broytt, skal ein ikki
gloyma at frambera eina
tøkk
Fyrst ein tøkk til Strand
ferðsluna fyri broytingina í
ferðaætlanini tórsdag, har
fráferðin úr Havn er broytt
til kl. 14
Nú er bert at vóna, at løg-
tingið hækkar játtanina til
Smyril. so vit fáa 2 túrar
dagliga alt árið frá 1. januar
2000
Hin tøkkin fer til Magna
Arge fyri broyting í tyrlu-
flúgvingini
Broytingin er stersta
frambrot fyri suðringar, síð-
an Smyril varð keyptur í
1975.
Broytingin er soleiðis, at
nú kunnu suðringar ónsdag
og fríggjadag koma bein-
leiðis av flogvøllinum til
Suðuroyar. Flogfar lendir í
Vágunum hesar báðar dagar
kl. 10.50 og tyrlan fer til
Suðuroyar kl. 11.10.
Takk fyri - næsta stigið
má vera, at man kann fá
somu tænastu úr Suðuroy t
Vágar í sambandi við frá
ferðir.
Páll Vang,
býráðsbrmaður
Fk-limir í Eysturoynni
Eins og undanfarin ár skipar
limanevndin hjá FK í
Eysturoynni fyri jólahugna-
kvoldi í ár, og verður hetta
hugnakvøldid hildið á
Muntra í Fuglafirði 2. des.
1999, kl. 19.30.
Borðreitt verður kaffi/te
við onkrum góðum aftur-
við. Felagssangur, upplest-
ur/undirhald, spurnarkapp-
ing og burturlutan.
Allir FK-limir í Eystur-
oynni eru vælkomnir til
hetta felags jólahugna-
kvøldið á Muntra í Fugla
firði, sigur limanevndini.
Sparikassin og Liv geva endurskin
Foroya Sparikassi og For-
oya Lívstrygging eru farin
undir eitt átak, nevnt »Vit
síggjast<.
Endamálið við átakinum
er at fáa oll børn og ung at
bera endurskin, so tey síggj-
ast betur í ferðsluni, nú vit
OLAvur Í BEITI
Rúna Sivertsen hevur í
seks spurningum spurt
Signar á Brúnni, landsstýr-
ismann um Skúlan á
Trødni. Rúna Sivertsen vil
hava at vita frá Signari á
Brúnni, hvat fyri undirvís-
ingarstað var Skúlin á
Trødni, og hvørjum lógar-
grundarlagi var skúlin und-
ir, áðrenn hann gjørdist
partur av Sernámsdepli-
num? Er Sernámsdepilin
ein almennur undirvísing-
arstovnur undir landinum?
Hvat var lógargrundarlagið
fyri at leggja Skúlan á
Trødni og Sernåmsfrødi-
ligu Ráðgevingina saman?
Hevur skúlin í Sernáms-
deplinum skúlastjóra, eins
og aðrir skúlar, og hvørjar
heimildir hevur hesin? Er
nøkur reglugerð samtykt,
sum Sernámsdepilin virkar
undir? Hví er barnadeildin
í sernámsdeplinum niður-
løgd sum viðgerðarstovn-
ur, og vidgerdarskyldan
flutt undir almannaverkið?
Landsskúla-
stjórin ímóti
I viðmerkingunum til
rættuliga eru komin inn í
myrku tíðina. Atakið er
gjørt í samráð við Ferðslu-
trygd, sum tekur sær av at
býta endurskini til allar
vøggustovur, barnagarðar,
barnaskúlar og framhalds-
deildir eins og miðnáms-
henda fyrispurning. greiðir
Rúna Sivertsen frá, at í
1988 kom Skúlin á Trødni
yvir á føroyskar hendur, og
á sumri 1990 gjørdi Føroya
landsstýri av, at skúlin
skuldi gerast ein almennur
skúli innan føroyska fólka-
skúlan.
— Hesa avgerð hevur
landsskúlastjórin tó ong-
antíð viljað góðtikið, og
fyrisitingin hevur tí arbeitt
við síni egnu ætlan fyri
skúlan og serundirvísing-
ini í fólkaskúlanum sum
heild.
Og víðari sigur Rúna
Sivertsen, at á heysti 1997
legði ein bólkur, mannaður
við fólki av Landsskúlafyr-
isitingini, fram eitt upprit,
har tey mæla til at seta á
stovn ein sernåmsdepil.
Hesin stovnur skuldi fevna
um alla serundirvising i
Føroyum, bæði tað virk-
semi, sum fór fram á Skúl-
anum á Trødni (serskúli,
serbarnagarður o. a.) og so
ta eygleiðing, kanning og
ráðgeving av næmingum í
ymsum barnagørdum og
skúlum, sum Landskúla-
fyrisitingin (SNR) skipaði
fyri.
skúlarnar.
Jákup í Stórustovu í Spar-
ikassanum sigur, at tað eitt
nú í Havn er serligur ruðu-
leiki við skúlarnar um
morgunin. Afturat tí er mót-
in svartur og gráur, og tað
hjálpir ikki upp á støðuna,
Um stutta tíð er eingin
serskúli í landinum
— Fyrisitingin ger av, hvørjir næmingar sleppa inn á skúlan, og næmingatalid er minkað hvort
ár soleiðis, at nú eru bara uml. 25 næmingar á skúlanum. Eisini verður arbeitt við eini heildar-
ætlan har skúladeildin minkar í næstan einki. Verður hendan ætlan veruleiki, er um stutta tíð
eingin serskúli í landinum, sigur Rúna Sivertsen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning
Noktað
- Uppriti sigur, at enda-
málið við sernámsdepli-
num er at gera alla skipan-
ina til eina ráðgevingar-
skipan, t.v.s. at øll børn
skulu vera úti á heimliga
barnagarðinum ella skúla-
num, sum skal hava á-
byrgdina av barninum.
Sernámsdepilin skal so-
statt ikki hava viðgerðar-
skyldu.
- Hvorki foreldur,
starvsfólk á Skúlanum á
Trødni, Javni, MBF, polit-
ikarar ella onnur vid áhuga
í málinum sluppu at siga
sína hugsan um uppritið.
— Landsstýrismaðurin í
skúlamálum tók undir við
uppritinum, og á fíggjar-
lógini fyri 1998 var oll jått-
anin til sernåmsfrødiligt
virksemi løgd til Sernåms-
depilin. Stjóri varð settur,
og hesin hevur umframt
petagogiska, fyrisitingar-
liga og fíggjarliga ábyrgd
eisini rætt til at flyta pen-
ing millum ymisku partar-
nar av skipanini.
25 næmingar
— Urslitid av samanlegg-
ingini er, sum væntad, at
vidgerdarparturin (barna-
garður, skúli o.a.) minkar,
meðan ráðgevingarpartur-
in veksur. Serbarnagarður-
in er longu niðurlagdur, og
barnagarðslærararnir eru
vorðnir eygleiðarar og ráð-
gevarar. Lærarar fara frá,
og eingin verður settur í-
staðin. Einasti lærarin, ið
ikki var tænastumaður, er
sagdur úr starvi, tí ikki
skuldi vera peningur at
lóna honum við. Men sam-
stundis er sålarfrødingur
settur í starv.
hvørjir næmingar sleppa
inn á skúlan, og næminga-
talið er minkað hvort år
soleiðis, at nú eru bara
uml. 25 næmingar á skúla-
num. Eisini verður arbeitt
við eini heildarætlan har
skúladeildin Í
næstan einki. Verður hend-
an ætlan veruleiki, er um
stutta tíð eingin serskúli í
landinum, sigur Rúna Siv-
ertsen at enda í viðmerk-
ingunum til fyrispurningin.
sigur hann.
Atakið fór av bakkastokki
mikudagin, og fingu børnini
í triðjaflokki í Sankta Frans
skúla fyrstu endurskinini.
Innan góða viku er vænt-
andi, at øll hava fingið end-
urskin.
— Fyrisitingin ger av.
J c >
minkar i