Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 26. november 1999 tíðindablaðið Fiskað fyri 100 millioni — Orsókin til tað framúr góða úrslitið er tað tætta samstarvid millum skip, reiðarí og sølulid, sigur Linjohn Christiansen, sum er skipari á Kaassassuk og sum hevur siglt hjá Royal Greenland í 13 ár Kaassassuk hevur, sum fyrsta grónlendska skipið, avreitt fyri meiri enn 100 milliónir krónur, og enn eru umleið 40 dagar eftir av árinum SVEINUR TRÓNDARSON OG HOGNI MOHR Tað gongur eftir øllum at dóma einastandandi væl hjá rækjuskipunum hjá Royal Greenland. Góður fiski- skapur og góðar marknað- artreytir hava havt við sær, at Kaassassuk, sum fyrsta grønlendska skipið, hevur avreitt fyri meiri enn 100 milliónir krónur. Vanliga evur skipið avreitt fyri um- leið 80 milliónir um árið, so talan er um eina dygga framgongd. Sum vera man frøir tað reidararnar, at tad gongur so væl hjå skipum teirra, og til tess at takka manningini, varð skipað fyri móttøku umborð á skipinum tá tað kom í havn. Eini 60-70 fólk vóru við til méttøkuna, og seinni um kveldið, var oll manningin boðin út til nátt- urða. Hjá manningini er tað sjálvandi eisini at fegnast um, at væl gongst í hond, tí tað kastar so mikið meira av sær. Upplýsingar, Sosi- alurin hevur fingið frá fólki, ið eru við privatum grøn- lendskum rækjuskipum, siga, at fyri hvørja millión, fiskað verður fyri, fella 10 túsund krónur í hvønn manningapart. Var Kaassa- ssuk á privatum hondum, var manningarparturin hig- artil í ár góða millión. Skiparin á privatum rækju- skipum fær vanliga 2 part. Og so eru 40 dagar eftir enn... Vit hava fingið orð á skip- aran, sum er føroyingur, og spurt hann, hvussu tað ber til, at tað hevur gingið so væl í hond hjá teimum. Linjohn Christiansen greiðir frá, at teir hava fing- ið 4.400 tons ella har á leið teir 11 túrarnar í år, so væl hevur gingist. Fiskiskapurin hevur verið góður, men so skal ein eisini hava í huga, at marknaðartreytirnar í ár hava lagað seg næstan júst sum Royal Greenland hevur havt tørv á. - Men samstundis eiga vit at minnast til, at sølulidid hjå Royal Greenland hevur gjørt eitt einastandandi gott arbeiði, sigur hann. Hann vísir á, at ein treyt fyri góðum úrsliti er, at tað verður samstarvað allan vegin frá at fiskurin — ella rækjurnar — vera veiddar, til veran er seld, og júst hetta hevur Royal Green- land lagt stóran dent á nøkur ár, og tað er tað, sum nú fer at kastað av sær. Men sum tú sigur, so er árið ikki liðugt enn. Hvussu eru vónirnar til tað, sum eft- ir er av árinum? - Tíðin er góð, og verður veðrið til vildar, eru vón- irnar góðar. Vit hava í løtuni fiskað fyri góðar 100 milli- ónir, og so kunnu vit kanska roknað við, at vit koma upp um 110 milliónir. Gott arbeiðspláss Annars heldur Linjohn eina av orsøkunum til framúr góða úrslitið vera tað góða samstarvið sum er umborð. Hann letur einastandandi væl at manningini, sum tel- ur 25 mans á hvørjum skifti. Afturat tí koma tveir eftir- litismenn fyri keypararnar og tveir frá myndugleiku- num. Manningin á brúnni er føroysk og tað er hon lutvist eisini í maskinuni, men ann- ars er skipið mannað við grønlendingum, og teir er Linjohn framúr væl nøgdur vid. - Grønlendingar eru eitt heilt ótrúliga raskt fólka- slag. Teir eru skjótir og duga einastandandi væl at ar- beiða, og tí er tað ein frægd at arbeiða saman við teim- um. Royal Greenland er sum heild eitt framúrskar- andi arbeiðspláss, ið eisini dugir væl at halda upp á Fakta um Royal Greenland Fyritøkan var fyrstu mongu árini beinleiðis partur av Kongliga Grønlendska handlinum, sum varð stovnaður í 1774. Í 1980 yvirtóku grønlendingar handilin og býttu arbeidsøkini í tvey, har fiskavirksemi var annar parturin. Í 1990 varð Royal Greenland umskipað til alment partafelag. Reiðaríið hevur10 skip í flotanum. Fýra teirra eru rækjutrolarar, eitt er verksmiðjutrolari, meðan hini fimm eru smærri skeljaskip. Umsetningurin hjá Royal Greenland var seinasta roknkaparár uml. 3 mia krónur. Tað starvaðust umleið 3000 fólk hjá felagnum, og samlaðu lønaritgjaldingarnar táttaðu í 700 mió. krónum. fólkið, sigur hann. Linjohn vísir á, at onkrir av teimum, sum sigla hjá Royal Greenland, hava ver- ið við skipunum síðani 1970. Hetta heldur hann vera eitt gott tekin. - Sjálvur byrjaði eg at sigla hjá grønlendingum í 1986, og Jógvan, sum er hin skiparin á Kaassassuk, byrjaði í 1987 Fastar landingardagar Tað, sum sermerkir skipan ina hjá Royal Greenland, er, at skipini eru inni fastar dagar á árinum - Vit hava longu nú fingið at vita, hvørjar dagar vit skulu landa næsta år, sigur Linjohn, og skoytir uppí, at tað ger tað munin lættari hjá øllum pørtum at arbeiða, tå ið alt er lagt til rættis. Hann leggur aftur dent á skjótleikan hjá fólkinum og sigur, at tað er meiri sjáld- samt, at skipið er inni long- ur enn 30 tímar. - Og tá er alt lagt upp eftir serligari skipan, sigur Lin- john, sum leggur afturat, at tað er slíkt, hann saknar heima í Føroyum Hann vísir eisini á, at Royal Greenland longu nú hevur sett sær spurningin, hvar fyritøkan skal standa í 2010. Fyritøkan er farin at brynja seg til næstu old. og m.a. er ætlanin at byggja nøkur nýggj skip. Eisini hetta sakni eg í Føroyum, ti tað er neyðugt við kjaki um hvor ætlanin er í framtíðini, sigur Linjohn. Skódeildin í Handilskjarnanum | Fjølbroytt úrval i ; av skóm. F BE Handilskjarnin . Finsensgøta 8 * Tlf. 317919 www. hi ndilskjarnir