fríggjadagur 26. november 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið
Nr. 226 - 26. november 1999
Hvalbingar besta seyðin í Suðuroy
Eliesar Poulsen í Hvalba hevur fingið tað skriftligt, at
Sudurov.
AkKI BERTHOLDSEN
Hvalbingar eiga vakrasta
seyðin í Suðuroynni
Hetta varð staðfest á
seyðasýning í Trongisvági
leygardagin
Tá var seyðasýning fyri
úrvalsseyð í allar Suður-
oynni. Og av teimum
níggju virðislónunum, sum
vórðu 6 lætnar, fingu
hvalbingar meiri enn helvt-
ina, ella fimm virdislønir
tilsamans.
Seyðasýningin í Trongis-
vági var ein finala, eftir
seydasyningarnar, = sum
hava verið í teimum ymsu
bygdunum nú í heyst.
Seyðasýningar hava
verið í øllum kommunum i
Suðuroy í heyst, uttan í
Fámjin, og avgjørt varð at
savna allan seyðin, sum
høvdu fingið úrvalsvirðis-
lønir í teimum ymsu
sýningunum, í eina finalu
fyri at velja tann vakrasta
seyðin av øllum.
Og hendan syningin var
á Tveroyri leygardagin, har
úrvalsseyðirnir í sýningun-
um í Hvalbiar Kommunu,
Tvøroyrar, Vágs og Pork-
eris Kommunu, blivu savn-
aðir til endaligan dóm.
Ongir seyðir vóru úr Øra-
vík, Hovi og Sumba.
Hvalbingar bestir
Kappast var í trimum bólk-
um.
Ein kapping var ímillum
lomb, ein ímillum vetur-
gamlar veðrar og ein ímill-
im veðrar, sum vóru eldri
sum er meiri enn ve turgaml
enn veturgamlir.
Og tá ið avtornaði, vísti
tað seg, at tað heyði hilnast
avbera væl hjá hvalbingum,
tí teir fingu ikki færri enn
fimm av teimum níggju
virðislónunum, sum lætnar
vórðu. Men porkenningar
eru kendir at gera nógv
burturúr veðrahaldi og tað
hilnaðist eisini væl hjá teim-
um, tí teir fóru við trimum
virdislønin. Níggjunda virð-
islønin fór til Vágs.
Sostatt fekk seyður seyð-
ur úr Trongisvågi virdisløn
å hesum sinni.
Eisini hjå summum ein-
staklingum hilnaðist væl.
Tí nevnast kann, at bæði
Eliesar Poulsen í Hvalba og
Sverri Christiansen í Pork-
eri fingu hver sínar tvær
virðislonir.
Tó verður ikki hildið, at
hendan finalusyningin gev-
ur eina haldgóða mynd av
støduni. Tí av teimum 54
seyðunum, sum høvdu fing-
ið úrvalsvirðisløn á teimum
ymsu sýningunum, vóru
bara 20 við á hesi sýningini.
Eitt nú vóru bara 8 lomb
við av teimum 21, sum
høvdu rætt at verða við, og
somuleiðis bara 6 vetur-
gamlir veðrar av teimum 21,
sum kundu vera við. 12
veðrar, tvey ár og eldri,
høvdu rætt at vera vid, men
taðvóru bara seks.
Urslitid av kappingini var
annar hetta:
Kappingin ímillum lomb:
1. Virdisløn: Josvein Ell-
endersen í Hvalba.
hann eigur vakrasta veðr í
2. Virdisløn: Sverri Christ-
iansen i Porkeri.
3. Virdisløn: Hanna Willum-
sen i Hvalba.
Kappingin imillum vetur-
gamlar vedrar:
I. Virdisløn: Vilmund Mich-
elsen í Hvalba.
2.Virdisløn: Sverri Christ-
iansen i Porkeri.
3. Virdisløn: Eliesar Poul-
sen í Hvalba.
Kappingin ímillum veðrar,
eldri enn ein vetur:
1. Virdisløn: Eliesar Poul-
sen í Hvalba.
2. Virdisløn: Josef Midjord
i Vågi. ;
3. Virdisløn: Oli i Hjøllum
i Porkeri.
Tey, sum fingu virdisløn,
fingu steyp, sum kommun-
ur í Suðuroynni høvdu latið.
Ogvuliga trupul avgerð
Sýnsmenn vóru Frits Poul-
sen úr Sumba, Oli í Hjøll-
um úr Vági, Asmundur
Bærendsen og Petur Karl av
Rana av Tvøroyri og Elies-
ar Poulsen úr Hvalba.
Petur Karl av Rana sigur,
at dømingin hesuferð var
ómetaliga trupul og at tað
einans vóru smálutir sum
Vilmund Michelsen hevdi
tann minsta veturgamla
veðrin, men hann var
feilfríur og vann sostatt
kortini
gjørdi av, hverjir fingu virð-
isløn, og hverjir ikki.
Ringast var at dóma ímill-
um teir veturgomlu veðr-
arnar.
Hugt var ikki so nógv eft-
ir stødd. Hinvegin varð
dømt eftir eftir heildarmet-
ing av seyðinum, hvussu
teir stóðu, hvussu ullin var,
og, hvussu teir annars bóru
seg. Trý mál vórðu tikin.
Hæddin varð máld, og ann-
ars vórðu teir máldir um
bringuna og um mjóryggin.
Eitt, sum fólk løgdu til
merkis, var, at tann vetur-
gamli veðrurin hjá Vilmund
Michelen, sum vann, var
tann minsti av øllum teim-
um veturgomlu,-sum vóru
á sýningini.
Petur Karl av Rana hevur
hesa frágreiðingina.
Hatta var ein ógvuliga
vakur veðrur og hann var
snøgt sagt feilfriur. Og hóast
hann var minstur, var hann
breiðastur um mjóryggin av
øllum, hann var 23 cm.
Hinir veturgamlu veðrar-
nir høvdu allir smávegis
brek, sum gjørdi, at tann hjá
Vilmund Michelsen varð
tikin framum.
Ahugavert er eisini, at
veðrurin, sum vann, hevur
gingið í feitilendi. men kort-
ini vann hann á teimum,
sum eru gøddir heima.
Havt stóran týdning
Petur Karl av Rana sigur, at
seyðasýningarnar hava havt
sera stóran týdning fyri
seyðahaldið í Suðuroynni.
Tað er týðiligt, at seyð-
urin er blivin nógv betri,
síðani sýningarnar komu,
sigur hann.
Hann sigur, at fyrr vóru
lombini gjørd upp ímeðan
tey lógu bundin í rættini, og
so varð tað størsta tikið burt-
urfrå og gjørt til brund.
Tað kemur ikki fyri
longur. Nú verður mett um
lombini ímeðan tey standa
uppi og tey verða kannað
og dømd eftir eini heildar-
meting. Nú er tað týðiligt,
at menn eru blivnir meiri
áhugaðir at seta tað besta
við, sum rætt er, ístaðin fyri
at gera sum fyrr, tá ið tað
besta mangan varð dripið.
Nýtt blóð er neyðugt
Annars verður mangan sagt,
at seyðurin í Suðuroynni er
minni enn seyðurin norð-
anfjørðs.
Og Suðuroyingar eru
somuleiðis ógvuliga ójavn-
ir á máli um, antin tað er
rætt hjá suðuroyingum at
fáa seyð norðanfjørðs suður.
Summir halda, at tað
oyðileggur slagið í Suður-
oynni. Tí av tí at seyðurin
norðanfjørðs er stórri, krev-
ur hann eisini meiri fóður.
Og fær hann ikki nokk
fóður, verður hann rak.
Seyðurin í Suðuroynni
krevur hinvegin minni fóð-
ur fyri at gerast feitur.
Hesum er Petur Karl av
Rana ikki samdur í.
— Tað er rætt at flyta seyð
inn av og á, fyri at fáa nýtt
blóð. Men annars er tað
ongin grund til at flyta seyð
til Suðuroyar, tí her er seyð-
urin nóg góður, sum er.
- Tað er bara at seta tað
besta við so hvort. So tað er
ongin orsøk til at flyta so
nógv inn.
Annars heldur bóndin í
Trongisvági, at tað er ein
leysasøga, at seyðurin norð-
anfjørðs skal vera so nógv
stórri enn seyðurin sunn-
anfjørðs.
--Eg havi nógv samband
við bøndur norðanfjørðs.
- Og eg haldi ikki, at
seyðurin norðanfjørðs er so
nógv stórri enn okkara
seyður.
— Tað, sum vit hoyra um,
eru bara stakseyðirnir.
Tí tað eru sanniliga eisini
nógvir bøndur norðanfyri,
sum hava seyð, ið ikki kem-
ur nær í námind av seyð-
inum, sum nógvir hava her
suðuri, sigur Petur Karl av
Rana.
Dupultskipað
Hinvegin heldur bóndin í
Trongisvági, at suðuroying-
ar hava alt ov nógvan seyð
á.
Hann sigur at eitt nú í
Trongisvági er tað dupult-
skipað.
- Tað eru nógvir, sum
hava fulla skipan í hagan-
um.
Men afturat tí hava teir
eisini traðirnar fullar av
seyði.
Meiningin er jú, at um
veturin skal seyðurin úr
haganum kunna koma á
traðirnar á vetrarbit. Men tá
eru traðirnar avbitin.
Men tað eru eisini
trongisvågskingar, = sum
hava seyð í øðrum bygdum,
sum eisini verður sleptur í
bøin í Trongisvågi um vet-
urin.
Og hetta heldur Petur
Karl av Rana ikki er tann
gongda leiðin.
— Varð skipanin hinvegin
lækkað, hevði vektin hækk-
að munandi, kjøtið hevdi
batnað munandi og fleiri ær
høvdu lemt tvey lomb.
Tvs, at menn skuldu bara
føtt eina ær fyri at fingið
tvey lomb, ístaðin fyri sum
nú, at teir mugu føda tvær,
sigur Petur Karl av Rana.