Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 27. november 1999 tíðindablaðið Ikki tveitast í favnin hjá storkapitalinum Oljumálaráðharrin hevur meldað út, at politisk avgerð ikki eigur at verða tik- in um, hvar ein komandi oljuvinna skal savnast. Men Hergeir Nielsen stendur fast við, at neyðugt er við politiskari stýring á ókinum JOHN JOHANNESSEN Tað ber ikki til at lata marknaðarkreftirnar ráða so mikið nógv, at vit tveita okkara lítlu tjóð í føvningin hjá útlendskum stórkapitali. Tí eri eg als ikki samdur við Poul Mohr, sum sigur, at politikararnir skulu halda fingrarnar burtur frá olju- vinnuni. Hergeir Nielsen stendur fast við, at neyðugt er at tosa saman politiskt um, hvar ein komandi oljuvinna skal savnast. Somuleiðis stendur hann fast við, at ein samdur Tjóðveldisflokkur stendur aftan fyri skrivliga svarið, hann hevur sent Suðuroyar Oljuvinnuráð í sambandi við, at oljuvinnuráðið spurdi allar politisku flokk- arnar, hvørja stóðu teir hava til, at ein komandi oljuvinna verður savnað í Suðuroynni. Hergeir Nielsen segði við Sosialin hósdagin, at hann ikki vil siga beinleiðis, hvat stendur í svarinum til Suð- uroyar Oljuvinnuráð, men at hann vegna Tjóðveldis- flokkin mælir til, at ein komandi oljuvinna verður savnað í Suðuroynni. Hes- um tók formaður floksins í sama blað undir við, og seg- ði hann, at flokkurin metir tað vera skilabest at savna oljuvinnuna í Suðuroynni. Skapt øsing Suduroyingar fegnast sjálvsagt um svarið frá Tjóðveldisflokkinum, men útmeldingin hevur sanniliga skapt øsing - eisini í Tjóð- veldisflokkinum. Poul Mohr, sum saman við skotska felagnum Asco hevur ætlanir um eina olju- vinnuhavn á Sundi og Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, sum sigur olju- vinnuna vera vælkomna inn á Skålafjørdin, halda báðir lítið um útmeldingina frá Tjóðveldisflokkinum. Teir siga báðir, at marknaðar- kreftirnar sjálvar eiga at ráða fyri, hvar oljuvinnan skal savnast. Torbjørn Jacobesen, floksfelagi hjá Hergeiri úr Eysturoynni, sigur, at Tjóð- veldisflokkurin als ikki hev- ur givið Hergeiri Nielsen heimild til at svara Suður- oyar Oljuvinnuráð vegna flokkin. Hann sigur, at mál- ið ikki hevur verið til við- gerðar í flokkinum, og skilir tískil ikki Hergeir. — Hetta kann sammetast Við Birting nn; Á permumyndini leggja Føroyar til brots Fram móti nýggjari óld, sum listakon- an Elin P. Andreasen tekur til. Við forkunnugum førn- ingi stevnir eisini Birting inn í spennandi framtíðina. Eingin ringur posamatur, men fyndarríkar krásir fyri allar lesarar. Greinin hjá Axel Tórgarð um Orðini og ORÐIÐ er ein vísilig præd- ika - til allar tíðir. Eisini tað, hann skrivar um Paradísið og tydingina av hesum bibliusøgusangi Grundt- vigs. Eingin stendur Axeli kurl sum týðari av bibilsk- um visum! I Sidsømiligum krutli tek- ur Sverri Egholm upp gamla spurningin um, hvussu fyrstu foreldur okkara í Paradísi vóru kropsliga utgjørd. Heini Olsen sigur frá eysturlendskum siðum og søgum, m.a. um Nálar- eygað, sum tað er líka so ringt hjá kameli at sleppa ígjógnum, sum tað er hjá ríkum manni at koma í himmiríkið. Og Jeffrei Hen- riksen greiðir frá Gyllini- árum - og endurnytslu! Steinbjørn B. Jacobsen er ein teirra, ið sigdli og róði norður fyri Bjørg við seks- æringi til 100 ára dag há- skúlans - og tekur lesaran við í Ferdini til Føgrulidar! - Haðani sæst til Lorvíkar, har Uppsala Pætur sat, tá ið hann ikki streyk um landið, sum skilst á søgnini og tekningini hjá William Heinesen. Freydis Poulsen skrivar um eftirkomarar Uppsala Pæturs. Hon kann eisini at rekja forfedrarnar aftur til Guttorm í Múla! Ødrvisi »merkismadur« var Henry Ette, sum biileik- aðist í Vestmanna fyri mans- aldri síðani. Her fekst hann við fiksaútflutning og at skriva hvassorðaðar bøkur, tiltikin er De tørlagte Færøer og Spiritussmug- handelen (1930). Ein leik- kona i California arvadi leikritini, sum Ette skrivadi. Søgan um hendan stórorð- aða pólfara og samfelags- revsara er aftur eitt íkast hjá Sverra Egholm. Knút Olsen hevur gjørt nýtt lag til Heysið mesan og stórsegl... eftir H. A. Djur- huus. Gentan í miðjuni eftir Birgith Jacobsen er um ein forelskaðan drong og eina dularfulla fotomynd. Later- na Magica eftir William Heinesen er ein glað minn- ismynd, ein >roynd at siga hvussu vorðin lukkan er<. - William, sum hevði fylt 100 ár í 2000, eigur framvegis framtíðina myndir í BIRTING. Um- framt tey longu nevndu eru myndir eftir Hjalmar D. Apol, Gyðju H. Didriksen, Zacharias Heinesen, Bárð Jákupsson, Kristoffur Krist- offersen, Ingálv av Reyni 0.0. Hestprest hevur tikid sær av prenarbeiðinum, og verkstaðurin hjá Helga Just- inussen bant inn. Hendan 11. útgávan av BIRTING, sum Niels Natte- stad og Sverri Egholm hava lagt til rættis, er 62 síður við fleiri myndum, eisini í lit- um. Mentunargrunnurin hevur stuðlað. BIRTING verður seld í bókahandlum og av bóka- seljarum um alt landið og kostar bert 80 krónur. - Ein- stakir eldri árgangir eru at fáa frá útgevarunum. við, at eg fór í fjølmidlarnar og segði, at ein samdur Tjóðveldisflokkur hevur av- gjørt, at Vaktar- & Bjarging- artænastan nu skal liggja i Runavík, segði Torbjørn Jacobsen og vísti á, at hann fer at kreyja eina frágreiðing á næsta floksfundi. Flokkurin er samdur Men Hegeir Nielsen stend- ur, sum áður nevnt, fast við, at Tjóðveldisflokkurin er samdur um svarið til Suð- uroyar Oljuvinnuráð. — Vit hava tosað saman í flokkinum um hetta mál, men eg skal tó ikki siga, at talan kanska var um ein fund, har Torbjørn Jacobsen ikki var hjåstaddur. Tjóðveldistingmaðurin úr Suðuroynni sigur seg ikki vera bangnan fyri at geva Torbirni Jacobsen eina frá- greiðing um málið á næsta floksfundi. Hann er nevni- - Poul Mohr skal bert stýra einum parti av vinnulívi- num, meðan vit skulu stýra øllum landinum. Tí eigur hann ikki at gera av, hvar ein oljuvinnuhavn skal vera, heldur Hergeir Nielsen liga vísur í, at alt er farið reiðiliga fram, og at hann ikki hevur tíkið sær stórri heimildir enn gott er. Ansa eftir útmeldingum Hergeir Nielsen sigur seg vita, at Javnaðarflokkurin eisini hevur svarað fyri- spurninginum frá Suðuroy - ar Oljuvinnuráð. — Talan var nevniliga um eina munnliga útmelding á einum fundi í Suðuroynni við persónligari heilsan frá Jóannesi Eidesgaard. Tískil hongur tað ikki saman, tá Jóannes Eidesgaard sigur, at Tjóðveldisflokkurin tosar suðuroyingar upp í lag, tá hann meldar út, at oljuvinn- an skal savnast í Suður- oynni. Hergeir Nielsen leggur afturat, at vit mugu ansa eft- ir, at kjakið um oljuvinnuna ikki verður til ógvusligar og óneyðugar útmeldingar frá flokkunum uttan nakra í- tøkiliga handling