Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið Nr. 227 - 27. november 1999 Nogv er sjálvsagt Framsøgukvinna Javnaðarfloksins viðvíkjandi tingviðgerðini av álitinum um útbúgving og gransking, undrast á, at fólkaskúlin ikki er umboðaður í neyndini. Hetta heldur hon er orsøk til, at nógv av tilfarinum um undirvísing í på álitinum, eru stórar og kendar sjålvfylgiligheitir. Viðvíkjandi gransking heldur hon, at eingin orsøk er til at uppfinna djúpa borðiskin fleiri ferðir. Neyðugt er at vita hví ein granskar og so satsa á tað, sum vit ikki fáa aðrastaðni DAGFINN OLSEN Katrin Dahl Jakobsen held- ur so nógv sjálvsagt standa í álitinum frá útbúgvingar- politikkneyndini víðvíkj- andi fólkaskúlanum, at tað beinleiðis er banalt og er tekin um, at fólkini í nevnd int vita ikki, hvat hendir í skúlanum. I rødu síni í løg- ungmum visti Katrin Dahl Jakobsen eisini á, at 5 av 8 neyndarlimum koma úr um- Katrin Dahl Jakobsen takkaði nú- og fyrrverandi landstýrismonnum fyri ar beiðið at orða komandi út búgvingarpolitikk, tí hetta nýtast við ella uttan fullveldi Alt hevur skund Hon hevur tó hug at fýlast landsstýrið álegði neyndini at leggja upp fyri sjålvstyrisverkætlanini og harvid broytti arbeidssetn- ingin. Eisini skuldi arbeiðið vera liðugt 10. maí 1999, fyri at koma við í Hvítubók og gjørdist tíðarfreistin hjá neyndini ti Knøpp. Katrin Dahl Jakobsen vidmerkir, at tad tykist, sum alt, sum hevur samband vid sjålvstyrisverkætlanina hev- ur skund. Alt skal henda a, al skjótt Hol í sjógvin Katrin Dahl Jakobsen er ikki samd, tá sagt verður, at ábyrgdin fyri skúlaverki- num ikki gjørdist okkara, fyrr enn í 1988, tá vit fingu blokkin. Hon heldur ikki, at heildveitingin skuldi til, fyri at vilja og ætla við skúla- verkinum. Hon vísir á, at í 1962 hevði nýggja skúlalógin við sær, at undirvísingarleið- beining við fyrstu lesiætl- anunum vóru gjørdar til før- oysk viðurskifti. Sama år kom nýggj lóg um Lærara- skúlan. Seinni yvirtóku vit fyrisitingina, so vit hava gjørt hol í sjógvin. Men hon hevur hug at spyrja, hvar trupulleikin er, tá nevndin ikki heldur, at vit hava dug- að at funnið egnar loysnir, eftir at vit yvitóku skúla- verkið. Hon er samd við, at tey, sum virka innan fólkaskúl- an hava kent avmarkingar. Skúlin hevur verið niður- píndur. Hon heldur oll kunnu taka undir við til- mælunum um at halda fram við menningarvirksemi- num. Katrin Dahl Jakobsen heldur, at gott hevdi verið at sæð hetta aftur á komandi tíggjarlóg, har upphæddin til roynd og menning er hin sama fram til ár 2002 og als ikki er at finna fyri mið- námsútbúgvingarnar. Í hesum sambandi sigur Katrin Dahl Jakobsen, at t.d. Fiskivinnuskúlin er lítið vidgjørdur í álitinum frá út- bugvingarpolitikknevndini. Hetta heldur hon er ov vån- aligt. Hon saknar, at meira neyvt verður vidgjørt um vidurskiftini = viðvíkjandi Fiskivinnuskúlanum, út- búgving, fiskivinnu og gransking. Hetta átti at verið knýtt at eini meira miðvísari ætlan. Men hon leggur dent á. at nógv av nåmsfrødiliga prátinum er sjálvsagt og slíkt, sum er í skúlanum í dag. Ein trupulleika í fólk- askúlanum í dag heldur hon vera teir næmingar, sum detta burtur ímillum og orka er ikki at geva teimum neyðugu hjálpina. Katrin Dahl Jakobsen heldur vera sera neyðugt at styrkja ser- nåmsfrødiliga partin og at bóta um viðurskiftini hjá teimum, ið starvast innan hetta oki. Hetta sæst ikki í álitinum og tað sigur hon undrar Javnaðarflokkin. Samstarv Viðvíkjandi samstarvinum millum tey, sum eru um barnið, sigur Katrin Dahl Jakobsen, at samstarv er gott, tá miðað verður eftir einum máli. Men hon held- ur ikki vera skilagott at finna nýggjar trupulleikar og lata teir veruligu liggja óloystar. Hon heldur sam- starv vera gott, bert tað hev- ur eitt endamál Hon sigur, at Javnaðar- flokkurin heldur vera av stórum týdningi at fáa nýggju fólkaskúlalógina at virka í síni heild. Hon er ikki samd við teimum, ið siga at skúlavegleiðaraskip- anin er farin at virkað. Katrin Dahl Jakobsen vís- ir á, at ein niðurpíndur fólk- askúli er góður gróðrarbotn- ur fyri privarskúlar. Hon sigur, at Javnaðarflokkurin ræðist ikki privatskúlar, men at einki er vunnið við at fara í holt við nýggjar skipanir, meðan vanligi skúlin er niðurprioriteraður. Gransking Katrin Dahl Jakobsen vísir á, at innan gransking eiga vit at velja. Føroyar vera ongantíð eitt stórt gransk- ingarland. Tí er neyðugt at velja ta gransking, sum er gagnlig fyri okkara vinnu og okkara mentan. Vit kunnu njóta av, at gransking er altjóðagjørd. Hon heldur, at eingin orsøk er til at upp- finna djúpa borðiskin fleiri ferðir. Neyðugt er at vita hví ein granskar og so satsa á tað, sum vit ikki fáa aðra- staðni. Hon heldur tað vera rætt, tá ætlanin er at styrkja samfelagsgranskingina. Gamlan flota Katrin Dahl Jakobsen held- ur tað er løgid, at vit við 100 ára royndum innan fisk- iskap, bert hava ein fjøltått- aðan flota av antikkvitetum, hóast hann kanska hevur stórt virði. Vit áttu at havt vitan og verið serfrødingar. Men vitan hava vit ikki. Vit útbúgva ikki okkara fólk til tað, ið vinnan sigur seg vilja hava, men senda fólk á handilsskúlar. I Føroyum gjalda virki dýrt fyri at sleppa av við slógv. Í Noreg hava tey góða inntóku av hesum til bæði matvøru og heilivág. Katrin Dahl Jakobsen vísir á, at í Noreg er fyri stuttm eitt virki bygt fyri 70 milliónir bert til at gagnnýta slógv. Tað, sum hjá okum er burt- urkast. Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna Javnaðarfloksins Munurin Katrin Dahl Jakobsen held- ur, at munurin á fyrrverandi og núverandi landsstýris- monnum, sambands- og tjóðveldismanninum, er, at annar vildi byggja víðari á fyrimunirnar við ríkisfel- agsskapinum og hin sær hetta sum eina forðing. Teir hava hvør sína hugsan um tað, ið teir seta í verk. Tjóðveldismaðurin sær ongan trupulleika við at taka 1,3 milliard úr búskap- inum og framvegis tryggja ungdóminum útbúgving í útheimi. Hon mælir til, at vit sleppa okkum úr „dunnu- hyljamentalitetinum“, sum ger okkum so serstøk, at einki ber til. Nýtt pristal á veg — Eg hevði ikki torað at brúkt prístalið, sum tað sær út í løtuni, sigur stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Osk- arson. Hagstovan arbeiðir í løtuni við at gera eitt nýtt pristal, sum kann samanberast við pristølini í løndunum kring um okkum SVEINUR TRÓNDARSON Vit almannakunngera pristali tí ein løgtingslóg sigur, at vit skulu gera tað, men tað kann ikki brúkast til nakað sum helst, sigur Hermann Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya, tá vit ringja og spyrja hann um gongdina í samfelagnum. Fyrst í hesum mánaðinum kom Hagtíðindi á gøtuna við nógvum áhugaverdum tilfari. Millum annað stendur at lesa um prístalið, og har sæst, at prístalið, sum í byrj- anini av 1997 var 2,8 er hækkað til 4,5 triðja árs- fjórðing í ár. Tá hevur tað enntá verið heilt uppi á 6,2 prosentum í juli í ár Tað nyttar einki at trúgva upp á hasi tølini, tí tey eru ikki røtt. Tað er einki í vegin við at brúka prís- hækkaninar bólk fyri bólk, men av tí at vektingin ikki er røtt, so ber ikki til at siga, at prístalið er hækkað so nógv, sigur Hermann Osk- arson. Samráðingarstríð Tá Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið sam- ráddust í vár, var ein av teimum heilt stóru samráð- ingarknútunum júst prístal- ið. Tá endaði stríðið við, at trý umboð fóru inn í avløstu glasborgina á Argjum at rokna >rætta< prístalið. Myndugleikarnir = vilja eftir øllum at dóma ikki enda aftur í hesum meldri- num, tí nú hava teir heitt á Hagstovu Føroya um at bera so i bandi, at eitt nytt sam- anberiligt prístal verður gjørt, og hetta arbeiðið er sambært Hermanni Oskar- syni farið í gongd. — Vit hava fingið eina áheitan um at gera eitt nýtt prístal, og tað arbeiðið eru vit farin undir, sigur Her- mann. Hann vísir á, at tað nýggja prístalið verður gjørt á sama hátt, sum tað verður í grann- alondunum, og at tað tí fer at bera til at brúka >okkara nýggja< prístal at saman- bera við. — Tað verður gjørt á sama hátt, sum tað verður eitt nú í OECD og í ES, og tí fer tað at bera til at samanbera prísgongdina í Føroyum við gongdina aðrastaðni. Tað ber ikki til við verandi prís- tali, sigur Hermann Oskar- son. Vektingin er heilt burturvið Trupuelleikarnir við verandi prístalið eru nógvir, og tí er tað beinleiðis villeiðandi at brúka prístalið, sum tað sær út nú. — Vektingin av teimum ymsu vørubélkunum er heilt burturvið, og onkrir bólkar, sum í grundini hava týðandi leiklut í dagliga lív- inum eru als ikki við, sigur Herman Oskarson. Hann vísir á, at matvør- urnar vera vektaðar við góð- um 42 prosentum í okkara prístali, meðan tær í granna- londum okkara vera vekt- aðar við minni enn 20 pros- entum. At vektað merkir í grundini tað sama sum tað sum vit brúka í hesum føri, og tað merkir, at av eini før- oyskari inntøku fara umleið 42 prosent til matvørur. — Tað er ikki so í veru leikanum, men av tí at vekt- ini er sum hon er, spæla matvørurnar ein ov stóran týdning í útroknaða prístal- inum enn tær eiga, sigur Hermann Fýra arbeiðsbólkar Tað er kortini ikki hissini arbeiði at fara undir, at gera eitt nýtt prístal. Arbeiðsorkan á Hagstov- uni er avmarkað og tí fer nýggja prístalið við tí ar- beiðsorku, sum er á skriv- stovuni. — Prístalsarbeiðið hevur ligið á láni, men nú er alt annað lagt til viks, so at síga, fyri at fáa hetta frá hondini. Vit hava gjørt fýra arbeiðsbólkar sum sam- starva um hetta og vit vænt- að, at vera lidnir í summar sum vit hava lovað, sigur Hermann Oskarson. Tann fýra arbeiðsbólkarn- ir eru býttir soleiðis at tann eini situr á Hagstovuni, tann eini í Fíggjarmálastýrinum, ein í landsbankanum og tann seinasti á Toll og Skatt. — Omanfyri er so settur ein stýribólkur, sum hevur eftirlit við tí sum fer fram, og í tí bólkinum eru fólk frá Hagstovuni, sum hevur verkætlanarleiðsluna, frá ar- beiðsmarknaðinum og fólk, sum fyrr hevur arbeitt við at gera pristøl, sigur stjórin á Hagstovuni, sum hevur fingið Petur Zachariassen og Bjarna Olsen at vera við í arbeiðinum at gera nýtt prístal. Hagstovan undirmannað Sum sagt, so fer arbeiðið við nýggja prístalinum við meginpartinum av arbeiðs- orkuni hjá Hagstovuni, og tí spyrja vit, um tað merkir, at Hagstovan er undirmann- að. — Hyggja vit at hvussu nógvir akademikarar eru á hagstovunum í løndunum kring okkum, so eru vit und- irmannað. I Grønlandi eru t. d. 18-20 fólk á Hagstov- uni, og sambært okkara metingum eiga vit at vera eini 15-20 fólk, sigur Her- mann Oskarson, sum annars vísir á, at umstøðurnar at arbeiða við hagtalstilfari í Føroyum eru góðar, av ti at skrásetingin er so góð. — Tað skuldi gjørt tað munandi lættari hjá okkum at arbeitt við, men vit hava kortini brúk fyri akademik- arunum, sigur Hermann. Nú skal hetta ikki skiljast soleiðis, at tað er vandi fyri at annað hagtalsarbeiði kemur at líða undir at før- oyingar skulu hava eitt nýtt prístal, tí tí er eingin vandi fyri.