leygardagur 27. november 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 27. november 1999
tíðindablaðið
13
Og regnið oysti
niður
Fríggjanáttina regnaði av grimd, og sum vera man, elvdu stóru vatnmongdirnar til áarfóri ymsastaðni í landinum
Jákup Mørk
Tað man vera langt síðani,
at tað hevur regnað so illa,
sum tað gjørdi fríggjanátt-
ina. Harumframt hevði tað
eisini kavað nakað undan-
farnu dagarnar, og saman-
lagt elvdi hetta til sannan
ruðulleika fríggjamorgunin
Fleiri áarlop
Í hóvuðsstaðnum høvdu teir
á brandstødini úr at gera.
Osvald Jacobsen, vakthav-
andi á stødini, greiddi okk-
um frá, at teir høvdu fingið
fleiri fráboðanir um vatn-
skaðar og vátar kjallarar
fríggjamorgunin. Síðani
klokkan 4.30 gjáramorgun-
in var ein javnur streymur
av fráboðanum, og tá vit um
hálvgum tólv tíðina tosaðu
við hann, hevði hann júst
fingið frí, hóast hann av
røttum átti at verið heima
um átta tíðina.
Osvald sigur at telefonin
ringdi so at siga út í eitt, og
brandmenninir høvdu úr at
gera við at seta upp pumpur
og súgva vatn út úr ymsu
kjallarunum og bilhúsu-
num.
Serliga illa statt var við
Landavegin, har trýstið frá
Rættará var somikið ógvus-
ligt, at dekslið skamt frá
Missi6nshtisinum varð trýst
upp. Eisini fingu fleiri hús
har á leiðini vatnskaða í
Himmalin yvir Føroyaland
verdur vakur nyggjårskvøld
Ahugin at keypa stór fýrverk er ómetaliga stórur í ár
Nú einans 35 dagar eru eftir
til túsund ára skiftið hava
flest allar føroyskar bygdir
og býir fyrireikað seg til
nyggjårskvøld. Veitsla og
dansur verður so at siga í
hvørjari bygd, og stórfýr-
verk er keypt í sera stórum
mongdum.
P/F J.F. Kjølbro Heilsøla,
sum i fleiri år hevur selt
stórfýrverk, sigur, at åhugin
fyri at keypa stórfýrverk er
rættuliga stórur. Tað vísir
seg, sum oll vilja hava stór-
fýrverk. Fólk í hópatali seta
seg í samband við okkum
við fyrispurningi um fýr-
verk. Serliga eru tað bý og
bygdarráð, men eisini eru
tað nógv itrottarfeløg, býl-
ingar og aðrir felagsskapir,
sum liggja fram við, siga
teir á Kjølbro Heilsølu. Í
lýsing aðrastaðni í blaðnum
í dag bjóðar Kjølbro Heil-
sóla øllum teimum, sum
hava áhuga at keypa fýr-
verk, at seta seg í samband
við teir.
kjallaran, og er hetta ikki
fyrstu ferð, at slíkur ruðu-
leiki tekur seg upp við
Landavegin.
Fyri nókrum árum síðani
var talan nevnliga um júst
sama trupulleika, men hóast
nakað av arbeiði er gjørt
síðani tá, so er ikki líkt til,
at trupulleikin er loystur. Vit
royndu í gjár at fáa fatur á
Boga Haraldssyni, býar-
verkfrødingi, men orsakað
av fundarvirksemi var íkki
gjørligt at hitta hann á máli.
Eisini við Villingardals-
vegin, Marknagilsvegin og
úti á Argjum floymdu ábnar
upp um bakkarnar, soleiðis
at krapi, runa, grót og eyrur
skolaðu inn á vegirnar. Við
Marknagilsvegin var so-
mikið ógvuslift, at ein
rennugravari varð settur at
ruddað vegin, og úti á Argj-
um máttu menn eisini nýta
stór amboð, til tess at greiða
ruduleikan, sum åarføri
heyði við sær.
Fleiri staðni í Havnini
lupu ánnar
fríggjanáttina, soleiðis
at rúna og grót floymdi
út á vegirnar. Her eru
teir í ferð við at ruddað
úti á Argjum
Mynd: Alvur Haraldsen
Um alt landið
Sum skilst av omanfyri-
standandi, so hevur grimd-
arregnið gjørt nógv um seg
í høvudsstadnum, men tí-
betur er líkt til, at skaðin
ikki hevur verið so stórur
aðra staðni í landinum, hó-
ast slúsurnar hava verið
opnar alla staðni.
Sosialurin hevur havt
samband við ymsar aðrar
kommunur, og eru boðini
frá flestu teirra, at regnið
hevur verið nógv og ánnar
stórar, men at hetta tíbetur
ikki hevur elvt til skaða.
I Klaksvík hevur tíbetur
verið hampuliga fridarligt
frætta vit úr býráðnum. Heri
Hammer, byarverkfrøding-
ur, sigur, at tey seinastu ár-
ini hava tey arbeitt við at
minkað um vandan fyri áar-
føri, við at grava sonevnd
sandfang, har åarinntøkuni
eru. Hetta arbeiði er tó ikki
heilt liðugt enn, men í øllum
førum kann staðfestast, at
hetta arbeiði hevur bøtt
munandi um trygdina, við
tað at frárenslini nú kunnu
svølgja stórri vatnnøgdir
enn talan hevur verid um
fyrr.
I Skopun varð áin tó lop-
in, men hvussu umfatandi
skaðarnir av hesum høvdu
verið, var ikki greitt áðrenn
evstamark okkara. Nakrar
fráboðanir høvdu tó verið,
men tá vit høvdu samband
við kommunuskrivstovuna,
vóru menn í ferð við at
kanna ymsu málini
Eisini á Tvøroyri hevði
regnið gjørt um seg. og
fyrrapartin í gjár høvdu tey
har suðuri úr at gera við at
fáa ristir, frárensl og annað
í rættlag aftur. Vatnverkið
hevði eisini havt nakað av
trupulleikum av stóru vatn-
mongdunum, eins og tey
høvdu frætt um onkrar
smærri vatnskaðar, orsakað
av áarlopi
Av tí allarringasta
Frá Annfinni Jacobsen. sum
vedurstødini,
frættu vit, at avfallid hevði
verið av tí allar allar grov
asta fríggjanáttina. I tíðar-
skeiðinum frá á midnátt til
klokkan 6 fríggjamorgunin
vórðu måldir heilir 34,3 mm
av avfalli, og er hetta eitt
tað hægsta talið nakrantíð
Til samanberingar kann
nevnast, at avfallid ein van-
ligan mánað í Føroyum
liggur um 40 mm, so graf-
arnir hjá Peturi Skeel í hes-
um blað, fara ivaleyst at
gera eitt megnarlop uppeft
ir
starvast á
Jólaskógvar
til tey smáu
UG
Handilskjarnin
N. Finsensgøta 8 * Tlf. 317919
www.handilskjarnin.fo