Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 27. november 1999 Lovsongur til komandi ljósið Miðsíðurnar ristina heldur jól fyri børnunum í SvF Fyrst var hon í starvsvenjing í Sjónvarpi Føroya, síðani byrjaði hon at arbeiða har undir tiltakinum Ung í arbeiði. Nú hevur hon fingið uppgávuna at gera sendingar til børn til jóla Kristina Viderø Olsen verður einsamøll í sjónvarpsstovuni, har hon fer at gera jólaklipp, sum børn kunnu gera heima Turið Kjølbro Longu í morgin byrja jólasend- ingarnar fyri børn í Sjónvarpi Føroya. Hesa ferð verður tað 17 ára gamla Kristina Viderø Olsen av Skála, sum stílar fyri. Send- ingarnar vera í høvudsheitum brot úr gomlum jólasendingum umframt jólaklipp, sum Kristina ger. - Tað verður lætt jólaprýði og klipp, sum børnini kunnu gera heima. Brotini, vit fara at vísa, eru úr Dólgunum, Vættrunum á Galdralondum og ødrum kendum og væl umtóktum sendingum, sum hava verið í SvF, sigur Kristina. Kristina Viderg Olsen var liðug við 10. flokk í summar og starvsvenjingina í 10. flokki fekk hon í SvF. Í hesum umfari er tað igjøgnum Ung í arbeiði, at Kristina er komin í Sjónvarp Føroya at arbeiða. Og hon hevur rættiliga fingið blóð á tonna. - Mær dámar ógvuliga væl, og tað er akkurát nakað fyri meg at arbeiða kreativt. Eg eri rættiliga sloppin at royna meg, serliga á verkstaðnum, har eg havi gjørt lutir til ymiskar sendingar, og tað er helst har tey hava sæð, at eg havi evni fyri at gera ymiskt saman við børnum, greiðir Kristina frá. Upptøkurnar eru farnar í gongd, og fyrireikingarnar um at verða lidnar. Góða hjálp fær hon frá Regini Patursson, sum arbeiðir á verkstaðnum í húsinum, bæði til tað kreativa og annars til sjålva framførsluna. Kristina verður leys úr Sjón- varpi Føroya hálvan januar, og tá ætlar hon sær møguliga av landinum í skúla. Jólasendingar byrja í morgin 28. nov. og verða sendar hvønn dag fram til jóla kl. 18.30