leygardagur 27. november 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
meini tað
Rigmor Dam. lærari.
skrivar:
Onga viðmerking, takk!
Eg eri komin til Keypmannahavnar fyri fyrstu ferð
lyt annað ár. Vit ganga á Ráðhúsplássinum. eg
»e vinkonan. Tá hendir tað. sum bara má henda
ngin av "en ristet hot-dog" kinir næsarnar, og
dðrenn eg vert av, havi eg bitið eitt stórt petti av
Sum hon smakkar væl av Danmark
Men stokkut er gleðin og lagnan isakøld” tá vin-
Er hatta nú so
gott, altso. at tú etur hatta? Ert tú klár yvir. hvat er
i einari sovorðnari pylsu? Tú hevði ikki etið hana.
1 eg segði tað!
formaninginå 1 meg
Antiklimax !'
Eg royni at umbera meg, meðan hon næstan for
nermað eygleiðir. at eg, nú meira í treiskni, sodni
pylsuna, hóast hon als ikki gagnast mær longur. Nú
skal hon bara meltast og blotna — ikki njótast. Tað
er tað sama hverja ferð. Um eg ikki eri einsamøll,
tå eg syndi, so er alt oyðilagt.
Tíbetur fekk eg ikki varug mein av traumatisku
upplivingini á Ráðhúsplássinum. Eg loyvi mær enn,
uttan samvitskubit, at eta Fish and Chips á Vaglinum
ella drekka sjokolåtu við róma í á Konditarínum.
Ella, sum herfyri, tá marglæti brast á meg og 9 ára
gamla sonin: at sleikja litfagurt lagkøkukrymmil
upp úr lógvunum, eftir at vit høvdu etið makrónirnar
og turru kleynurnar úr spiskamarinum! Vit hugnaðu
okkum veldugt og eingin kom til skaða.
Tá er tað eg spyrji: hvat er tað, sum fær fólk at
vera so ófólkalig. at tey koma sær at viðmerkja tað,
sum eg seti til lívs? Er tað umsorgan fyri korpusi
mínum ella øvund yvir. at eg havi dirvi at bjóða
lagnuni av? Jú. eg haldi, at tað er deyðsótti, sum
ótilvitað verður projiseraður yvir á meg. Hetta
merkir, at tey í veruleikanum høvdu ynskt, at tað
vóru tey, sum settu tennirnar í wienarbreyðið ella
pylsuna. Men stýrd sum tey eru av alskyns dómad-
agsprofetum og ræðumyndum. les: kostráðgevum
og trendsetarum, unna tey sær ikki at frøast um tær
søtu síðurnar av tilveruni — hvorki so ella so. Og
uttan at seta orð á tað, eru tað askesa og fråhald,
sum dríva verkið, og fær tey at kenna intensitet í
veruni. >For man kan jo dø af at leve«, tykist
moralan at vera.
Um vit fylgja við í donsku fjølmidlunum, lesa og
hoyra vit dagliga um hugtøk, sum eg enn ikki kenni
føroysku heitini fyri, so sum pestisidir, hormonir,
vækstfremmere, EU-direktiver, neytagði, nitrit og
nitrat osv. Henda stóða hevur ein slíkan ótta við
sær, at tað kennist sum at bíta í eitraða súreplið hjá
óndu stjúkmammuni, tá gaffulin nærkast munn-
holuni.
f Føroyum eru vit ikki so hysterisk hesum við-
víkjandi enn. Okkurt hissini gleps um, hvussu
vandamikil maturin er, kemur av og á. Sum herfyri,
tá onkur ráddi okkum heldur at eta grasið frá seyð-
inum enn kjøtið av honum! Men slíkt rínir ikki
rættiliga við her heima, Gud havi lov fyri tað. Tí,
hvat er tað ikki praktfult at eta. At skaffa, hagreiða,
kokkerera, steikja, brúnka og ikki minst servera?
Harvið ikki sagt, at maturin ikki kann vera heilsu-
góður, men eg biði meg undan allari fanatismu,
hvat kosti mínum viðvíkir. Um sósin smakkar best
við róma, ja, so geri eg hana við róma, og Gud náði
tann, sum finst at tí!
Purruterta til sína tíð og stokt riv til sína tíð, og
onga viðmerking, takk.
Nr. 227 — 27. november 1999
Pokémon er
nýggjasta dillan
Pokémon, sum er
japanskt
gameboy-spæl
og teknirød, er
nyggjasta dillan
hjå heimsins
børnum. Nýggj
tøl vísa, at
Pokémon fer at
umsita fyri meiri
enn seks
milliardir krónur
um allan heim
næsta ár
Iurið Kjølbro
Størsta dillan millum børn
nakrantíð er yvir okkum.
Pokémon er heitið. Eitt hitt
av dimensjønum, sum hev-
ur elvt til størstu samlisjúk-
una millum børn um allan
heim nakrantid. Og dillan
er nå å veg hendanvegin.
Tad snyr seg um japanska
gameboy-spælid og tekni-
rødina Pokémon, sum TV3
just hevur keypt rættindini
til at visa i Danmark, No-
regi og Svøriki næsta år.
Foreldur eru um at ganga
frå verðini av ørkymlan alla
staðni, har Pokémon er
komið undan kavi. Poké-
mon talar nevniliga til
keypihugin hjá børnum, at
keypa meiri og nýggjari
alla tíðina. Samstundis
hava sålarfrødingar ávarað
ímóti ávirkanini av spæl-
inum á tey smæstu.
Í farnu viku stakk ein
níggju ára gamal drongur
ein vin niður í New York
undir einum orðadrátti um
Pokémonsavnikortini.
Sama hendi í síðsta mánaði
í Quebec í Kanada.
Back Reload bome
2 = 3 Á a ao
Search Netscape Prut
Security
HURSDAY
NOVEMBER 75. 1990
Fe Official Pokernar: vebuite
from Nintendo af Amerios
TARTOONS
B000%
NØ TRAINERS
PKEPX
The Pokédex witl
tell you everything
you need to
Av heimasíðuni hjá Pokémon (www.pokemon.com)
Hati-teldubrøv
Børn skriva hati-teldubørn
til tey, ið finnast at spælin-
um. Kritikarar hava ikki
spart uppá krútið, tá ið teir
hava funnist at Pokémon-
filminum, sum teir halda er
ógvuliga primitivt teknaður.
Í New Jersey hevur ein bólk-
ur av foreldrum saksøkt
elektronikkfyritøkuni Nin-
tendo og leikuketuni Has-
bro, sum standa aftan fyri
Pokémon. Hesi skuldseta
fyritøkurnar fyri at hava
gjørt nøkur av teim 151
savnikortunum so sjåldsom,
at børnini keypa seg sjålv og
teirra foreldur fátæk i jagstr-
anini eftir fullkomna savn-
inum.
Í jólamánaðinum fyri
tveimum árum síðani fingu
700 japansk børn um somu
tid eitt herdindi, medan tey
hugdu at einum åvisum
parti av sendingini um
Pokémon. Parturin visti eitt
bumbuålop å ein av figur-
unum i rødini. Eitt litid sek-
und blinkaði myndin fleiri
ferðir í ymiskum litum, og
tað halda japanskir læknar
kann elva til epilepsilíkn-
andi herðini. Pokémon varð
steðgað í fýra mánaðir,
meðan kanningar vórðu
gjørdar, og framleiðararnir
broyttu eftir spælið.
Fyrsti spælifilmurin
Í farnu viku varð fyrsti
Pokémonspælifilmurin
frumsýndur í USA. Hann
kom beinanvegin ovast á
tindarnar á amerikanska
topp-10 listanum við eini at-
gongumerkjasølu á 52,1
mi6. dollarar. Samstundis
visa nyggjastu sølutølini, at
Pokémon fer at umsita fyri
yvir seks milliardir krénur
um allan heim.
Vanliga senda fyritøkurn-
ar aftanfyri Pokémon helst
til størstu sjønvarpsstødurn-
ar í landinum, men í Dan-
mark hava bæði DR og TV2
valt at lata vera við at senda
sjónvarpsróðina. Á TV3
hava tey ikki hava sama
samvitskubit. Haðani frætt-
ist, at Pokémon verður sent
í komandi ári, men enn er
ikki gjørt av, um tað verður
til várs ella um bíðað verður
til heystar.
Firda besta lokalblaðið í Europa
Åvisin Firda i Førde í Noregi er kosin best formaða lokalblaðið í Europa
Turið Kjólbro
Kappingin var hørð um at
gerast besta avísin. Vinn-
ingurin fór til Sogn og Fjor-
dane í Noregi, har lokal-
avísin Firda heldur til. Tað
var serliga fyri góðu mynd-
inar, at avísin fekk virðis-
lønina.
Tað eru journalistfakblød-
ini Medium Magazin í Týsk-
landi, De Journalist í Niður-
londum og eysturríkska
Osterreichischer Journalist,
sum halda, at Firda er besta
avísin. Fyrst og fremst er tað
nýtslan av myndum, sum
skarar framúr. Týski avistil-
evnarin Norbert Kiipper
sigur vid Bergens Tidende,
at tað er sjåldsamt, at lokal-
blød hava so høga dygd i
myndaarbeiðinum sum
Firda. Kiipper sipar her ser-
liga til myndirnar, sum
verða brúktar í reportasjum.
- Vit hava sæð dómi um,
at ein einstøk mynd í Firda
nærum sigur alla søguna. Í
grundini kann Firda saman-
berast við nógv stórri og
uttan iva fíggjarliga sterkari
avisir, sigur Kiipper.
Ikki færri enn 161 avisir
tóku lut í kappingini.
Verdens Gang 19.11.99
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2'aran: turid&sosialurin fo.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið S
Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller. Blaðstjórn: Turið Kjølbro.
osialurin.