Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227 — 27. november 1999 William Heinesen fortelur einastaðni, at sótu hann og Jørgen-Frantz Jacobsen og fingu sær øl onkustaðni í Keypmannahavn. so fegnaðist Jørgen-Frantz størliga, um ein fluga settist á ølglasið. Hann plagdi tá at bera fram orðatakið „Sjáldan kemur fluga í feiga manna fat“. Men Jørgen-Frantz Jacobsen var feigur, tá ið hann skrivaði „,Barbaru“ ella „.Barbu og harra Pál“. sum hon eitur í týðingini hjá Christiani Matras. Longu í 1922 gjørdu tuberklarnir vart við seg, og í tríati árunum gjørdu teir so mikið um seg, at alt arbeiði var ein kapprenning við deyðan. Tá ið høvundurin andaðist í mars 1938, hevði hann ikki fullkomiliga útint ta ætlan, hann hevði havt við skaldsøguni. Tað má sigast at vera ein guds lukka, at handritið til „.Barbaru“ er til í heilum líki, tí Jørgen- Frantz sendi tað til nógv vinfólk at meta um. Sama heyst, sum Jørgen-Frantz Jacobsen andaðist á vári, fór Christian Matras á Gyldendals forlag við handritinum, men synd er at siga, at ráðgevin Poul la Cour var ovurfegin, hóast hann eisini helt ymiskt gott vera í skaldsøguni. Ein atfinning var, at bókin var ikki nyskapandi, ein onnur - og kanska tann týdningarmiklasta - var, at bókin var ikki liðug. Nú verður handritið sent Williami Heinesen, sum tettar nøkur glopp og skrivar alt inn á maskinu. Í eini samrødu vil hann vera við, at tað var júst tí at handritið var so ringt at lesa - tað var á tremur av útstrikingum og uppískoytum - at Gyldendal hevði víst tað frá sær. William varð eisini biðin um at gera ein enda, men tað sýtti hann. Tað rættaða og innskrivaða handritið varð nú sent Gyldendal, og nú er viðvent í holuni. Aftur hesa ferð er tað Poul la Cour, og nú er hann sera væl nøgdur við avrikið. Viðvíkjandi titlinum, so hevði Jórgen-Frantz Jacobsen eitt skifti í hyggju at geva skaldsøguni heitið „Far, verøld, far væl“, eftir sálminum hjá Thomas Kingo, sum hevur so stóran leiklut í bókini. Men sambært William Heinesen helt hann, at „hesin tittulin var ov átrokandi, ov langtandi“. Í 2 Sjáldan kemur fluga. .. Mánadagin komandi hevði Jórgen-Frantz Jacobsen verið 99 ár. Og í heyst vóru 60 ár liðin síðani skaldsøga hansara „Barbara“ kom út. Á fødingardegnum kemur bókin „Den yderste kyst - og andre essays" út í Danmark við tekstum eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Jógvan Isaksen, békmentafrødingur, hevur lagt til rættis og skrivað eftirmæli brævaskiftinum sínámillum kallaðu Jórgen-Frantz og William aloftast bókina fyri Barbaru ella Barbaru-bókina, so tað var rættiliga líkatil at navngeva skaldsøguna. Tað var altso nóg mikið, sum royndi at seta fót fyri bæði skriving og útgávu. Men so skuldi ein hildið, at tann stórfingna móttgka hon fekk av lesarum og ummælarum hevði tryggjað henni sess í bæði donskum og føroyskum bók- mentum? Hjå lesarunum: ja. Hon er prentad og uppaftur- prentad i mongum hundrad- túsund eintøkum um allan heim. „Barbara“ kom út tann 6. sept- ember 1939 og fekk eina framúr móttøku frá bæði ummælarum og lesarum. Utgåvumånadin bleiv hon prentað í 4 ferðir 2000 eintøkum, restina av árinum í 3 ferðir 4000 eintøkum, og bara á donskum er hon komin í væl omanfyri 200.000 eintøkum. Sostatt er „Barbara“ ein av mest seldu skaldsøgum í Danmark yvirhøvur. 17 bokmentasøgan i vid hesi burturkve „Hansara C Barbara, ei sum Gyldendal søga, var ein bestseljari” W. Glyn Jones ger í eini grein kortini eins og Barbar: til trupulleikar millum bók mentafólk, sum 1 rættiliga vita, hv siga um hana“ Glyn Jones vil vera við. at ein av orsøkunum er, at lesararnir hava krøkt seg fastar í tittulin og ikki geva tí gætur, at hann av fyrstan tíð var „Far verøld, far væl“. Tískil smokkar helvtin a tematikkinum burturimillum Hóast Jógvan Isaksen heldur, at Glyn Jones undirmetir bókmentafólk. tá ið hann vil vera við, at tittulin einsamallur skal hava beitt hesi á skeiva kós, so er hann samdur við honum í ti, at tað er merkisvert, at tað er skrivað so lítið um eina so nóg lisna og umhildna bók Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði alt sítt lív. Frá 1925 til 1937 skrivaði hann eina rød av kronikkum í Politiken. og teir alraflestu snúgva seg um føroysk vidurskiftir. Somuleiðis gav hann í 1927 út bókina Danmark og Færøerne”, sum er eitt framúr ikast til kjakið um viðurskiftini ímillum londini bæði. I tjúgunum gjørdist hann leysur medarbeidari å Politiken, og frå 1932 til 1934 arbeiddi hann fast fyri blaðið. Men alla tidina fordadu nyggj herdindi av herviligu sjúkuni, at hann fekk avrikad tað, hann fegin vildi. I 1934, meðan hann lá á Vejle- fjord Sanatorium, fór hann undir skaldsøguna „.Barbaru“ im teir IKKI at teir skulu Brot úr fyrsta kapitli í bókini „Á verðin, verðin“ eftir Jógvan Ísaksen, ið nágreiniliga viðger skaldsøguna „Barbaru“. Lagt til rættis Turið Kjølbro