leygardagur 27. november 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
?
Nr. 227 — 27. november 1999
hann våttar, at fara teir út um seks
fjórðingar, er sjóverjan eftir teim-
um beinanvegin og fær teir inn
um aftur.
Fall við Múrinum
- Eg lá undir, tá Berlinmúrurin
fall, sigur tann 35 ára gamli fyrr-
verandi fiskimaðurin, Rafael Soa-
res, sum vit hava avtalað eina
samrøðu við.
Hann roynir í dag at skaffa sær
nakrar dollarar við at koyra taxa
við fremmandum ferðafólki í ein-
um gomlum russarabili, hvors
uppruni er ringur at staðfesta. Men
vit koma tó til, at tað er ein umleið
30 ára gamal Moskowittur.
- Tað er ikki altíð, at løgreglan
veit av, hvat eg takist við, sigur
hann og yppir øksl. Ein greið
ábending um, at helst verður íkki
alt uppgivið, sum hann <vinnur<.
- Men hvat skal ein gera? spyr
hann. Eg havi eisini familju at
forsyrgja.
Vit koyra heim til hansara. Hann
býr við konu og eini trý ára gaml-
ari dóttur í norðara parti av
Havana. Í somu húsum býr eisini
mamma hansara, umframt bæði
systrar og bróður.
Rafael sigur frá, at hann var
fiskimaður til einaferð miðskeiðis
Bensindunkurin hjá Rafael.
Amerikanarabilarnir hava sína egnu søgu.
i nitiårunum. Tá var hann koyrdur
í land, og skipið, hann var við,
varð lagt.
Tað var, meðan hann fiskaði og
vann pening, at ráð vóru til at
keypa sær bil.
Beinleiðis orsøkin til, at hann
var koyrdur av, var, at eingir fiski-
veiðisáttmálar vóru, greiðir hann
frá. Londini, kubanar
samstarvaðu við, vóru stutt og
greitt ikki til meira.
Rafael hevur annars verið við
trolarum, síðan hann var heilt
ungur. Hann hevur roynt nógv í
kanadiskum sjógvi, sigur hann.
Við stórum verksmiðutrolarum,
sum umskipaðu á New Found-
landsbankunum og Flemish Cap
í stóru móðurskipini, sum komu
við útgerð til teirra. Túrarnir
vardu vanliga einar níggju
mánaðar, men eitt ár var heldur
ikki óvanligt at vera umborð.
Hinvegin varð ein heimsendur,
tá ein hevði verið tólv mánaðar
umborð. Longri slapp ein heilt
einfalt ikki at vera við úti í eitt,
sigur Rafael.
- Men vit høvdu tað hóast alt
betri enn arbeiðsmaðurin á landi,
so vit hildu út, sigur Rafael. Og
hann helt ikki, at tað gjørdi so
nógv, um veðrið var heldur buldr-
asligari á Flemish Cap, enn tað var
á Kuba.
Jú, hann hevði eisini sæd før-
oyingar har uppi, visti hann at siga
frá. Stór og fín skip, mintist hann.
Framvegis lækkandi
Hóast eitt nú føroyingar hava
merkt eina ávísa framgongd í fiski-
skapinum, síðan hann var upp á
tað ringasta í níti árunum, hevur
ongin bati verið hjá kubanarum,
letur Rafael at.
Tað merktiskt sjálvandi allar-
mest fyrst í níti árunum, men
minkingin hevur staðið við alla
tíðina. Til dómis eiga kubanar bara
5.000 tons í kanadiskum sjógvi í
ár, og tað klára eini trý-fýra skip
saktans at fiska, sigur hann.
Og flotin? Ja, sumt er til um-
vælingar. Sumt er leigað út til
útlendsk reiðarí. Meðan ein stórur
partur liggur svínabundin í yms-
um kubanskum havnum.
Teir, sum eru komnir frægast
burtur úr tí, eru teir, sum hava
leigað skipini út til útlendsk reið-
arí.
- Og tað merkir vanliga til spani-
ólar, sigur Rafael. Spaniólar leiga
skipini við manning at fiska
spanskar kvotur.
Hví teir gera so, veit Rafael ikki
rættiliga at siga okkum. Men
grundin man helst vera tann, gitir
hann, at kubanska arbeiðsmegin
er so bílig.
- Men skipini eru gomul. Mið-
alaldurin liggur um eini 25 år,
heldur hann.
Og okkara maður nikkar og
heldur, at tað er gamalt. Hann sig-
ur tó einki um, hvør miðalaldurin
á føroyska flotanum er
Friðaligt fólkaslag
Hóast livilíkindini á Kuba eru sera
vånalig, roknar kona Rafaels,
Juana, ikki við nakrari nýeggjari
Ég lá undir, tá Berlinmúrurin fall, sigur tann
23
eru »Fidelistar«, siga tey á Kuba.
Gott hugflog
Hugflognum bilar einki, tá tað
ræður um at fáa gamlar maskinur
at rigga, bilar at koyra, ella okkurt
annað tekniskt undur at snurra.
Kuba er kent úti í heimi fyri
allar teir gomlu amerikansku bil-
arnar, sum koyra her. Hetta eru
bilar, sum stóðu eftir, tá amerik-
anarar flýddu yvir háls og herðar
undan kollveltingini í 1959. Og
teir koyra enn, hóast teir larma og
dálka illa. Og hóast veteranbil-
fanatikarar sum ungi blaðstjórin
á Sosialinum og Mortan á Argjum
ivaleyst høvdu verið sum smá-
dreingir undir jólatrænum, um teir
sluppu fram at rúgvuni her, er íkki
vist, at fútin hevði givið einum
einasta teirra nummarplátur
Tá vit eru á veg út aftur í bilin
hjá Rafael fer ein maður framvið
Á eini vanligari, gamlari traðki-
súkklu, sum hann hevur riggað ein
gamlan seymismaskinumotor
uppá. Og so fer hann so vælnøgd
ur trallandi sín veg
Og at neyð lærir nakna kvinnu
at spinna, er vinur okkara, Rafael.
eisini eitt talandi dómi um
Tá vit koma út aftur til bilin, og
hann skal koyra okkum aftur á
hotellið, er bensinpumpan gingin
fyri. Nú er tað ikki soleiðis. at tú
bara fert yvir til Derek Brockie
og keypir eina nýggja pumpu. Nei,
her skal hugflog til. Og Rafael
varð ikki føddur í gjár, so hann
visti, hvussu tað skuldi ornast
Hann fylti bensin í eina stóra
sodavatnsfløsku. Gjørdi eitt lítið
hol í proppin og stakk eina klæna
gummislangu niduri. Bant ein
snørisstubba um fløskuhålsin og
eitt pappirsklip i, sum hann so
krøkti í fóðringina undir takinum
innanvert forrutin høgrumegin
35
ára gamli fyrrverandi fiskimadurin, Rafáel Soares
kollvelting.
Tað heldur hon ikki fer at nytta
eitt einasta petti. Tað fer bara at
forkoma tí sindrinum, tey nú hava,
heldur hon, og so tekur tað nógv
ár at byggja upp aftur á verandi
stóði.
Men hon ivast ikki í, at åbøtur
eru tiltrongdar. Og tær mugu
koma, líka mikið hvussu nógv
leiðararnir so royna at billa fólki
inn, at tey hava tað gott.
Men hon er samstundis greið
yvir, at tað fer at taka tíð. Hon er
ikki fyri at gera sum russar hava
gjørt. Høvdu teir hildið seg til
Gorbatjov, hevði kanska verið bet-
ur vorðið, heldur hon.
- Framburðurin hevði helst
gingið nakað seint, men ivaleyst
vóru russar so slopnir undan tí
hurlivasanum, nú valdar
har eysturi, heldurJuana.
- Sjálvandi vil eg hava fleiri
pengar, meira klæðir og ikki minst
betri mat, sigur Juana.
Og tað eru serliga hesum fólk
hava brúk fyri, metir hon. Mest
børn og gomul.
Men tað er ongin, sum torir at
hugsa um, hvat fer at henda, tá
Fidel Castro eina ferð doyr. Tí-
ansheldur siga tað hart, greiðir
Juana frá.
Fólk eru ógvuliga trúgv móti
forsetanum. Ikki tí, at tey siga seg
vera kommunistar. Als ikki. Tey
Skrúvaði rútin eitt sindur niður og
stakk slanguna út igjøgnum. Síðan
lat hann motorhjálmin upp. seyg
við munninum bensinið. til so
mikið var komið úr, at tað rann
Onkursvegna varð so slangan fest
í karburatorin, og gamli russarin
koyrdi aftur.
Men vit bæði, tulkurin, vórðu
staðiliga biðin um alla tíðina at
halda eyguni væl eftir løgregluni.
- Hetta er einki lív fyri meg,
sigur Rafael. Eg vil sleppa til skips
aftur. Tess fyrr, tess betri. Fái eg
ein kjans í morgin, taki eg av bein-
anvegin. Eg eri útbúgvin til at
fiska, og tað dugi eg.
Aja, vit koma heilskapað aftur
til hús, og Rafael fær fimm doll-
arar fyri samrøðuna og túrin.
Og hann letur væl at. Tað er
næstan líka nógv, sum konan fær
um mánaðin.
Hon er skrivstovukvinna í eini
handilsfyritøku í Havana. Har
tjenar hon umleið sjey dollarar
Einar 50 danskar krónur.
Eftir ynski og fyri ikki at
koma keldum okkara í trupulleik-
ar heima á Kuba, eru øll nøvn í
greinini broytt. Blaðmaðurin
kennir tó samleikan hjá persón-
unum og kann vátta rættleikan í
greinini.