leygardagur 27. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 227 — 27. november 1999
Fiskimaðurin er yvirstættin
Stórur partur av trolaraflotanum liggur nú svinabundin.
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Sleppur tú sum kubanari við ein-
um fiskiskipi, er framtíðin bjarg-
að. So kanst tú vinna pening, sum
gevur atgongd til verur, tann van-
ligi kubanarin bert kann droyma
sær til.
So stutt og greitt lýsir tann 49
ára gamli Lazaro Gomes støðuna
hjá kubanska fiskimanninum mót-
vegis tí vanliga arbeiðsmanninum
á landi.
Og hann fær undirtøku frá Rafa-
el Soares, sum var sjómaður til
einaferð miðskeiðis í nitiårunum.
- Fiskimenninir eru at rokna
sum reinir milliónerar, heldur
Rafael uppá.
Lazaro Gomes sigur, at hóast
endamálið hjá kommunistisku
stjórnini á Kuba er, at øll skulu
vera líka, er eingin ivi um, at ein
ávísur stættarmunur er.
Og hann ivast ikki í, hver yvir-
stættin er. Tað er hansara egna
stætt. Teir sum manna fiskiflotan.
- Sjálvandi liggur fiskimaðurin
eitt stig hægri enn onnur fólk á
Tann, sum livir av at fiska á Kuba, er eina best fyri í samfelagnum.
Hóast kubanska fiskivinnan, eins og sama vinna um mesta partin av
heiminum, hevur kent til niðurgongd seinastu 10 árini, verða
fiskimenninir roknaðir sum ríkmenn á Kuba
Kuba. Ti fiskarin kann vinna so
mikið av peningi, at hann fær spart
upp. Tað hevur vanligi arbeiðarin
ongan verðins kjans til, sigur
hann.
- Loyndarmålid er, greiðir
Lazaro frá, at fiskimaðurin hevur
havt møguleika at koma í fremm-
andar havnir, har hýran verður
útgoldin í dollarum. So ber til at
keypa ymiskt, brúk er fyri heima,
og sum ikki fæst á Kuba.
Eisini eru fiskimenninir tað bet-
ur tryggjaðir enn onnur, at teir
hava eina minstuløn upp á 350
pesos um mánaðin. Hóast tað ein-
ans er umleið 120,- danskar krón-
ur, er tað eftir kubanskum viður-
skiftum góð inntøka. Men ert tú
heppin og fiskar væl, kann hon
saktans koma upp á tað dupulta.
Tí eisini í tí kommunistiska Kuba
verður avroknað eftir marknað-ar-
prinsippum. Og manningin fær
part av tí, sum veiðan gevur. Er
so lagið gott á reiðaranum, og
hann hevur atgongd til dollarar,
verður útgoldið í fremmandum
valuta. Og tað skramblar í kass-
anum.
Lazaro Gomes tosar av roynd-
um. Hann hevur síðan á heilt ung-
Hetta er einki lív fyri meg. Ég vil sleppa til skips
aftur. Tess fyrr, tess betri. Fáfeg ei
"kjans í morgin,
taki eg av beinanvegin. Eg eri útbúgvin til at fiska,
og tað dugi eg.
um árum verið sjómaður. Seinnu
nógvu árini hevur hann verið
maskinmeistari við ymsum trol-
arum hjá stóru statsreiðaríunum.
Nú er hann farin av trolararum og
fer við einum havrannsóknarskipi.
Sum meistari.
Eisini raktir
Tað rakti kubansku fiskivinnuna
ógvuliga hart, at kommunistaveld-
ini í Eystureuropa gingu burtur
seinast í áttati- og fyrst í nítiárun-
um. Knappliga var eingin av
gomlu, traditiónellu samstarvsfel-
øgunum eftir.
Fiskiveiðiavtalur, sum vanliga
vórðu gjørdar vid Sovjetsamveld-
id og DDR, fingust ikki meira, ti
londini vóru ikki til. Heldur ikki
bar til at fiska á vanligu leiðunum
fram við afrikansku strondini, sum
kubanar plagdu at fáa loyvi til í
sinåmillum avtalum við Sovjet,
sum hevði fiskiloyvi har niðri.
Serliga varð roynt við Kongo- og
Angolastrendurnar, og varð tá
vanliga umskipað í Las Palmas á
Gran Canaria.
At avtalur framvegis eru við
Kanada hjálpir eitt sindur. Men
heldur enn føroyingar sleppa kub-
anar ikki at fiska óavmarkað í
kanadiskum sjógvi. Og eisini teir
merkja í ríkiligt mát avmarking-
arnar á eitt nú Flemmish Cap, har
teir annars hava fiskað rækjur
seinnu árini.
Eitt sindur av útróðri er á Kuba.
Men tað er bara ein vidfåningur,
heldur Lazaro Gomez.
Tað er soleiðis, at gamlir, upp!-
lagstir fiskimenn fáa loyvi at
royna fram við landi í egnum joll-
um. Soleiðis fyri at skoyta sær eitt
sindur upp í pensiónina, sigur
hann. Og tað, teir fáa, kunnu teir
so selja á almenna fiskamarknað-
inum.
Men vilja teir heldur sjálvir nýta
fongin, ber tað eisini til. So verða
teir dógurðarnir færri at keypa.
Men teir hava bert loyvi at
royna innan fyri seks fjórðingar,
greiðir Lazaro Gomes, maskin-
meistari, frá.
Um grundin er, at tað er so stutt
til Florida, ella tað er tí, at bátarnir
ikki eru í serliga góðum standi,
vil hann íkki siga nakað um. Men