Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Marknaðardeild: Jan Muller | Jonhard Hammer j . Hansen Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Ha Eirikur Lindenskov | Blaðfólk: | Áki Bertholdsen, 4 Turid Kjølbro Fullveldisætlanin dyrkar - men prinsippini gerast biligari Oddagrein Politiskar hugsjónir eru biliga til solu í hesum døgum, og Tjóðveldisflokkurin tykist at hava tomt hillar einaferð afturat. Fiskurin - tilfeingi Foroya fólks - skal nú gerast søluvøra, og 'Fólkatryggingin" skal nú seljast sum skatta- lætti Eftir ti semju, sum varð almannakunngjørd seinrapartin mánadagin, skal eingin peningur nýtast at endurnýggja flotan fyri. So her hevur Tjóðveldið fingið sín vilja. Harafturat skal skatturin hjá partafelogum lækkast niður í 20 prosent Men Føroya fólk fær eisini ein skattalætta. Hann fer tó ikki at síggjast á konto ini næstu- ferð, tá tann foroyski lonarbeiðarin fær lon. Nei, skattalættin skal brúkast til eina eftirlon Hvorja, vil landsstýrismaðurin í fiskivinnu- málum (22?) ikki út við enn. Kanska spøkir "fólkatryggingin" hjá Fólkaflokkinum aftur? Enn eru stórtíðindini frá mánadegnum ikki lýst út í æsir, men eftir ollum doma hevur Fólka- flokkurin einaferð afturat toga ella skupma Tjóðveldisflokkin inn í hugsjónarbásin hjá sær. Spurningurin er bara, um hann setti hógvarnar ímóti og fekk koyrilin í gumpin, ella um hann fór við góðum. Vit minnast, hvussu formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum, Heini O. Heinesen, stríddist saman við Atla Dam ímóti handilskvotum, tá Log- tingið viðgjordi uppskotið hjá landsstýrinum um kvotulógina. Hesir og aðrir góðir menn fingu tá staðfest í lógina, at tilfeingið í sjónum er ogn Foroya fólks. Nú skal tað gerast ein søluvøra millum teir, sum eru skipaeigarar idag. - Er hetta ikki ein skipan, sum just islendskir fiski- og útróðrarmenn eru énøgdir við? Tjóðveldisflokkurin hevur verið harðliga ímóti, at almennur peningur verður brúktur til at endurnýggja flotan fyri, tí nógvur peningur er tøkur. Hetta er ein erlig áskoðan, men hiðani og til at góðataka, at fiskidagarnir skulu kunnu seljast frítt, er met í politiskum skarvslopi. Neyvan er nakar ímóti, at partafelagsskatturin lækkar niður í 20 prosent, um tað kann verða við til at menna vinnuna. Harafturat er tað gagnligt við einum partabrævamarknaði, um hann kann elva til, at váðafúsur kapitalur verður tíkin úr skuffum og væl goymdum sparikassabókum. Logið, at Fólkaflokkurin nú knappliga hevur slept kravinum um, at tað almenna skuldi hjálpa til at endurnýgga flotan. Orðini hjá Jorgen Niclasen um, at nú skal tann "harða linjan" verða galdandi, og at nógvastaðni "fer at svíða", kunnu ikki skýrast annað enn politisk kúvending. Eisini eru tey beint ímóti tí, sum fólkafloksreiðarar hava júkað upp í saman. Men skulu vit koma víðari, er neyðugt at gera politiskar semjur, ella neyðsemjur. Tó vardi tað ongan - heldur ikki vanlig tjóðveldisfólk - at Tjóðveldisflokkurin fór at gera fiskin til søluvøru. Fullveldisætlanin gerst dýrari og dýrrari og prinsippini bíligari og bíligari. Sosialurin Dagfinn Olsen | John Johannessen | | Sveinur Tróndarson | Eyðun Klakkstein | | Høgni Mohr | | Niclas Johannesen | Yngd: Jákup Merk Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Lýsingar: lysing G sosialurin.fo Prent: Sosialurin Hugsa teg væl um løgmaður, áðrenn tú tveitir terningin! Tá ið Cæsar í árinum 49 f. Kr. skuldi fara yvir um ánna Ru- bicon, sum var sjálvt markið inn til Ítalíu, steðgaði hann eitt sindur á, áðrenn hann tók endaliga avgerðina við kendu orðunum ,Jacta est ala“ ella „Temingurin er kastaður“ Søgumenn hava síðan undrast yvir, at Cæsar, sum jú var ein framúr dugnaligur heryvir maður, tók sær stundir til at hugsa seg um, áðrenn hann fór yvir um ánna. Hetta var ikki honum líkt Løgmaður situr í hesum døgum á einum øðrum áar- bakka, og mini ráð til hansara skulu verða, at hann sum Cæs- ar, uttan annars at gera sam- anberingar, eisini hugsar seg væl um, áðrenn hann tveitir terningin niðan í uttanlands- neyndina Vert er at geva gætur, at sjálvt um trøini ikki veksa inn í himmalin, so er tíðin nú bugvin til at gera skilagóðar og munagóðar broytingar í okkara ríkisrættarligu viður- skiftum. Vit vita, at føroyingar fáa stórt sæd tað, sum føroy- ingar ynskja. Danir bíða bert eftir einum føroyskum út- spæli. So stóri spurningurin er ikki, hvat danir siga ella halda, men hin vegin hvat vit føroy- ingar kunnu semjast um? Kunnu vit finna eina semju, sum eisini kann vinna undir- tóku á einari folkaatkvødu? Møguleikin er søguligur, og tað kann ikki fyrigevast okk- um politikkarum, at vit ikki gera skilagott brúk av hesum møguleika. Og skilagott merkir í mínari verð eina loysn, sum hevur undirtøku í føroyska fólkinum. Seinasta veljarakanningin var ein týðilig ábending til fyrst og fremst løgmans um. at fer samgongan bert fram við sínum ætlanum um fullveldi uttan at taka andstøduna við, so er tað rættiliga sannlikt, at alt málið verður felt av Foroya fólki við eina folkaatkvødu. Ferð eftir ferð hava vit hoyrt løgmann, sum tann stóri dipl- omatur hann jú er, siga, at tað verður neyðugt við breiðari politiskari semju, áðrenn vit fara til samráðingar um broyt- ingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum. Og vit eru fleiri og fleiri, sum taka undir við hesum sjónarmiði. Men í Dagblaðnum mána- dagin sigur løgmaður, at hann ætlar at fáa samráðingarupp- leggið niðan í uttanlands- neyndina seint í novembur mánaða. Víðari sigur løgmad- ur, at hann roknar við at telv- ingin i nevndini vid andstød- uflokkarnar fer at verða drúgv. Hetta boðar í hvørfall mær frå, at hann ikki ætlar sjálvur at brúka serliga nógva tíð og orku til at kjakast við andstød- una um eina semju, áðrenn hann kastar terningin. Mangt bendir nú á, at løg- maður ætlar at avreiða málið til uttanlandsneyndina, og síð- an skal tað verða upp til neyndina at gera eina semju Hetta er at skulka sær undan uppgåvuni. Hette er at renna undan málinum. Og eitt kann eg vissa løg- mann um, og tað veit hann eins væl og vit aðrir, at uttan- landsnevndin er ikki eitt „Mekka“ fyri diplomati á høgum stødi. Har verður be- tongdiplomatiid brúkt. og teir, sum eru við, eru við, og hinir kunnu so sita við sínum. Stutt og greitt. Tað verður neyvan nøkur semja snikkað til í hasi nevndini. Tað havi eg so ikki nógvar vónir um. So, um løgmaður veruliga hevur meint nakað við orðu- num um tað breiðu semjuna, so haldi eg, at hann skal sjálv- ur taka stig tann vegin, áðrenn málið verður latið uttanlands- neyndini. Alt annað er at vísa ábyrgdarloysið í einum týð andi máli. Løgmaður er leiðari fyri samgonguna, so tað er bæði rætt og náttúrligt, at hann átekur sær hesa uppgávuna Eg kenni úrslitið framman undan, um formaðurin í utt- anlandsnevndini skal standa á odda fyri slíkum samráðing um. Og vónandi veit løgmaður. at semjan kemur ikki av sær sjálvum. Hon kemur ikki dal andi úr leysum lofti. Men hon kann skapast við politiskari telving. Men tað verður ein torfør semja at gera, og ti krevst umframt ríkiliga tíð eisini smidligheit. So mini ráð til løgmans eru enn einaferð, at hann tekur stigið til samráðingar við and støðuna, áðrenn málið fer í utt- anlandsnevndina. Lat ikki myndina av Cæsar við ánna Rubicon gerast eina mynd av øðrum heryvir- manni, nevniliga Napoleon vid Waterloo. Jóannes Eidesgaard Føroyar til solu Í hesi vikuni kom aftur ein bók út, av tí slagnum, sum skal læra okkum føroyingar at húsast í einum sjålvstød- ugum ríki. Hesaferð vóru tað Ný Sælendingar, sum vistu best, hvussu hetta skuldi ger- ast. Nidurstødan í bókini er heilt einføld. Vit mugu fyrst av øllum sleppa okkum av við almennu skuldina, við at selja almennar ognir, um føroyska samfelagið skal klára seg sum sjålvstødugt ríki. Føroya Banki, Atlantsflog, Føroya Tele og mangt annað, skal å sølulista. Sidani skulu vit millum annað gera tað lættari hjá út- lendskum kapitali, at keypa seg inn í føroysk partafeløg. Alt hetta verður, sambært Caragata álitinum neyðugt, um vit skulu fóta okkum bú- skaparliga, uttan ríkisstuðul úr Danmark. Hver keypir? Ein kann ikki lata verða við at spyrja seg sjálvan, hvor ið kann hugsast at vilja keypa hesar ognir, tí fyri at kunna selja, má eisini onkur keypari vera. Einasti hugsandi keyparin av Atlantsflog, er kappingar- neytin Maersk air. Tað fyrsta, sum hendir, eftir at hesin hand- il er gjørdur, er at føroyska flogfarið verður tikið úr flúgv- ing. Harvið er kappingin burt- ur, og Maersk kann seta sínar egnu prísir á ferðaseðlarnar. Síðani kann til dømis Tele Danmark keypa Føroya Tele — og hvør veit — kanska ligg- ur Den Danske Bank aftur framvið, tå Føroya Banki verður seldur? Prísurin fyri tað sonevnda ”evsta vald" verður millum annað, at almennar ognir í Før- oyum mugu seljast. hvor eftir aðra. Í veruleikanum fáa før- oyingar minni og minni reelt vald. Og fáa vit eina nýggja búskaparkreppu, so eiga al- mennu Føroyar hvorki pening ella aðrar ognir, at standa ímóti við. Ikki neyðugt at loysa Tað áhugaverda við Caragata ålitinum er, at øll tiltøkini, ið verða nevnd í ålitinum, kunnu saktans verða sett í verk, með- an vit eru partur av danska rikinum. Tað er als ikki neyð- ugt at loysa frá Danmark, fyri at føra ein stramman búskap- arpolitikk. Men loysa vit, so noyðast vit - um vit vilja tað ella ikki - at seta hørð tiltøk í verk, ið koma at raka mong. Vit hava sostatt nógv stórri frælsi í ríkisfelagsskapinum, enn vit fáa, eftir eina møguliga loysing. Neyvan verður tað stuttligt hjá okkara eftirkomarum at ásanna, av vit sum í dag liva (teirra forfedrar), seldu alt undan okkum. — Ja ein kann spyrja: er hetta alternativið? Heðin Mortensen Er SAM ov lítil ella Ternan ov stór? Omanfyrinevndi spurningur man mangur stilla sær sjålv- um, nå ferdasambandid um Vestmannasund er bumbad eina hálva old aftur í tíðina. Tí antin man ein sera stórur yvirkapacitetur vera um sund- ið, tá stóra Ternan siglir — ella er ein ógvuliga stórur und- irkapacitetur nú Sam siglir einsamallur um sundið. Vit, ið nýta hesa farleið nógv hava okkara greiðu hugsan um hesi vidurskiftir. Nevniliga, at í løtuni er talan um ein ógvuliga stóran undir- kapacitet. Spurningurin hjá okkum er víðari, um SL og politiski myndugleikin, ið helst leingi hevur havt ætlanir um at seta hesa skandaluloysn í verk, ikki misrøkir sýna flutnings skyldu og monopolstødu um sundið við einum alt ov lítlum skipi? Hvor ferjukapacitetur eigur at vera um Vestmannasund? Hvor ferjukapacitetur er um sundið í vetur? Hvor hevur ábyrgdina av at farleiðin, sum landsmonopol eigur, misrøkir hesa farleið á slíkan skammiligan hátt, sum vit síggja fer fram í løtuni? Eru tað flakavirkir, fiskavirkir, onnur virkir og ferðandi, ið skulu gjalda rokningina fyri tørvandi planlegging av hesi farleið ? Skal økta rokningin sendast til SL ella Landstýrið fyri at fleiri hundra arbeiðsfólk standa fyri onki og bíða eftir at råvøran skal koma fram? Eitt er púra greitt, og tað er, at misrøktin hjá SL av hesi farleið førir við sær, at ein uppaftur stórri rokning liggur eftir úti á virkjum og privatum á útjaðaranum. Ein rokning, ið longu nú er alt ov stór. Tað kann ikki góðtakast — og tað verður ikki góðtikið! Marjus Dam, løgtingsmadur