mikudagur 10. november 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 10. NOVEMBER 1999
tíðindablaðið
Helena Dam á Neystabø:
Hevur ikki tosað
við yvirlæknarnar
— Tað gongur púra ongan veg at loysa ósemjuna um leiðsluna á Landssjúkr-
ahúsinum. Læknarnir eru nú boðsendir at samráðast um lønina hjá lækna-
stjóranum, men tað nokta teir
AKI BERTHOLDSEN
Enn rekist púra onki fyri,
at ósemjan um leiðsluviður-
skiftini á Landssjúkrahús-
inum verður loyst í bræði.
Tvørturim6ti tykist tað
sum um óvissan bara verður
stórri og stórri.
Tað er nú ein mánaði síð-
ani, at læknarnir gjørdu
greitt, at teir kundu ikki
góðtaka lýsingina eftir
læknastjóra, sum Almanna-
og heilsumálastýrið ætlaði
at seta í Ugeskrift for Læg-
er.
Talan er um starvið ið
skal setast í sambandi við
nýggja bygnaðin, sum
ætlanin er at seta í verk á
Landssjúkrahúsinum við
einum læknastjóra og ein-
um sjúkrasystrastjóra á
jøvnum føti í leidsluni, sam-
an við sjúkrahúsleiðaran-
um, sum verður beint oman
fyri.
Men hóast tað er ein mán-
aði síðani, at felagið boðaði
frá, at lýsingini ikki kundi
góðtakast, er púra onki hent
í málinum enn
Tað hevur als onki sam-
band verið ímillum Al-
manna- og heilsumálastýrið
um at loysa málið, sigur
Jóan Petur Davidsen.
Men kortini hava yvir-
læknarnir nú fingið boð um
at møta í fíggjarmálastýr-
inum at samráðast um løn-
ina hjá læknastjóranum.
Jóan Petur Davidsen, for-
maður í føroysku deildini
hjá danska serlæknafelag-
num, sigur, at teir eru vón-
brotnir av, at Almanna og
heilsumálastýrið enn ikki
hevur tikið stig til at loysa
ósemjuna um orðaljóðið í
lýsingini eftir læknastjóran-
um.
--Men hóast púra onki
samskiftið hevur verið í
millum partarnir, og hóast
vit enn ikki hava góðtikið
lýsingina, hava vit nú fingið
boð frá fíggjarmálastýrinum
um at koma til samráðingar
um lønina hjá læknastjóran-
um.
--Fíggjarmálastýrið sigur,
at Almanna og Heilsumála-
stýrið metir, at starvslýsing-
in er ílagi og at vit tí vera
bidnir um at koma á fund at
samráðast um lønina.
Men Jóan Petur Davidsen
ger púra greitt, at serlæknar-
nir fara ikki at samráðast
um lønina hjá einum lækna,
sum skal setast eftir eini lýs-
ing, sum læknafelagið ikki
góðtekur.
Tí fer serlæknafelagið at
boða fíggjarmálastýrinum
frá, at felagið kemur ikki á
fund at samráðast um lønina
hjá læknastjóranum, fyrr-
enn viðurskiftini eru fingin
í rættlag og starvslýsingin
er góðtikin.
Fleiri orsøkir
Formaðurin í føroyska ser
læknafelagnum sigur, at tað
eru fleiri viðurskifti í starvs-
lýsingini, sum yvirlæknar-
nir ikki kunnu góðtaka.
Eitt nú skal læknastjór
in vera ráðgevari hjá Al-
manna- og heulsumálastýr-
inum, samstundis, sum
hann skal verða í eini trý-
mannaleiðslu á Lands-
sjúkrahúsinum.
- Hetta kunnu vit ikki
góðtaka, tí ein og hvor við
minsta kunnleika til virkis-
skipan, veit, at tað fer at seta
læknastjóran í eina ómøgu-
liga stóðu.
- Tí ødrumegin skal hann
vera við í eini trýmanna-
leiðslu, saman við eini
sjúkrasystir, við sjúkrahús-
leiðaranum beint omanfyri.
Hinumegin skal hann ráð-
geva Almanna- og heilsu-
málastýrinum.
- Tvs, at í summum før-
um skal hann arbeiða undir
sjúkrahúsleiðaranum, men í
øðrum fórum skal hann ráð-
geva omanfyri henda sama
sjúkrahúsleiðara.
Hetta er eitt dómi um tað,
sum serlæknafelagið ikki
vil góðtaka, men tað eru eis-
ini nógv onnur viðurskifti,
sum gera seg galdandi,
sigur Jóan Petur Davidsen.
Ikki bæði ísenn
Annars fýlist Jóan Petur
Davidsen á mannagongdina
í málinum.
Landsstýrismaðurin í
Almanna- og heilsumålum,
hevur alla tíðina tvíhildið
um, at bæði starvið sum
læknastjóri, og starvið sum
sjúkrasystrastjóri, skuldu
lýsast ísenn.
— I tí fyrra uppskotinum
Tað er ein mánaður síðani, at serlæknarnir boðaðu frá
at teir kundu ikki góðtaka lýsingina eftir læknast
jora d
Landssjúkrahúsinum. Síðani er púra onki hent í máli
num. Kortini er serlæknafelagið nú boðsent at
samrat
ast um lønina hjá sama læknastjóra
hjá sjúkrahúsleiðaranum
vóru oll vidurskiftini
serlæknafelagið í lagi.
Men tá varð tvíhildið
um, at ongi størv vórðu lýst
leys, fyrrenn vidurskiftini
við sjúkrasystrafelagið eis-
ini vóru greidd.
- Men hóast hetta, so er
ætlanin kortini at lýsa størv-
ini, nú sjúkrasystrafelagið
hevur góðtikið lýsingarnar,
sjålvt um læknafelagið ikki
við
hevur gjørt tað, sigur Jóan
Petur Davidsen
Hann sigur, at veit ikki
hvussu gongdin verður í
málinum
Men fyrsta stigið víðari
má vera, at Almanna- og
heilsumálastýrið tekur upp
samráðingr við okkum um
starvsklysingina eftir
læknastjóra, sigur formað -
ðurin í føroyska serlækna-
felagnum
Verkfallið kostaði
Starvsblaðið veit at siga, at tað, at lónir vórðu fluttar undir verkfallinum í vár, hevur kostað landskassanum dýrt
DAGFINN OLSEN
Starvsfólkini, sum vanliga
flyta lønir vóru í verkfalli,
men landsstýrið skipaði
fyri, at lønir vórðu fluttar.
Hetta hevur kostað nógv
eyka arbeiði og upprudding
hjá starvsfólkunum, tá tey
komu aftur til arbeiðis.
Hetta skrivar blaðið hjá
Starvsmannafelagnum,
Starvsblaðið.
Bjarni Mikkelsen, cand.
scient., heldur fyrilestur, ið
hann kallar Kópur í Før-
oyum. Bjarni Mikkelsen
er útbúgvin livfrødingur
við lærda háskúlan í Nor-
egi, Tromsø, i februar
1998. Høvudsuppgåvan
var um fødina hjá kopi í
Føroyum. Hann arbeiðir í
løtuni sum fiskifrødingur
játtanarfíggjarlógina
Í viðmerkingum til eyka-
fyri
1999 stendur, at flestu út-
reiðslur koma av eyka løn-
útgjaldingini, sum var
koyrd uttan um skipanina.
Gjaldstovan hevur eina
eykaútreiðslu upp á 432.000
krónur, Almanna- og Heils-
umálastýrið 202.000 krón-
ur, Landssjúkrahúsið
342.000 krónur, Klaksvíkar
Sjúkrahús 260.000 krónur,
Kópur í Føroyum
Almennur fyrilestur verður á Fiskirannsóknarstovuni
mikukvóldið 10. nov. 1999 kl. 19.30.
á Fiskirannsóknarstovuni,
har høvudsåbyrgdarøkid
er upsi. Innan gransking
verður mest hugt at upsa-
num, men ætlanin er eisini
at kanna nærri mongd av
livilíkindi hjá smáfiski og
seiði fram við landi og
millum oyggjarnar.
I fyrilestrinum verður
nomið við kóp í norður-
Suðuroyar Sjúkrahús
50.000 krónur og Almann-
astovan 430.000 krónur.
I Eykajáttanaruppskoti-
num síggjast meirútreiðsl-
urnar hjá Vinnumálastýri-
num og Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum ikki.
Men Starvsblaðið skrivar, at
stórir trupulleikar hava ver-
ið á stovnum undir hesum
stýrum, fyri at fáa skil á
aftur flytingarnar.
høvum, serliga látrakóp.
Komið verður inn á, hvat
vit vita um kóp í Føroyum,
m.a. úrslitini frá kanning
av fødini hjá kópi, ið
vórðu innsavnað sumrini
1993, 1994 og 1995 við
Svínoynna, Sandoynna og
norðurvestan fyri.
Beinleiðis eykaútreiðsl-
an, sum kemur til sjóndar á
eykajáttanarfíggjarlógini
fyri 1999, og sum koma av,
at lønir vórðu fluttar uttan
um skipanina, hava kostað
landskassanum 1,716 mill-
iónir krónur.
Eykaútreiðslurnar = hjá
Vinnumålastyrinum og
Undirvísingar- og Menta-
málastýrinum eru ikki upp-
lýstar, men Starvsblaðið
roknar útreiðslurnar á leið
tær somu, sum hini stýrini
hava havt. Tað merkir 3-
400.000 krónur. Soleiðis
verður komið fram til, at í
alt hevur tað kostað lands-
kassanum 2,4 milliónir, tá
verkfallsrakt arbeiði varð
gjørt í vår.
Sjálvandi heim við Norton
Úr Hanstholm 18. og 22. desember 4
Ur Tórshaon 1. og 7. januar -
við 4 fólkum i bilinum
úr bara 910,- fyri hvonn