Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyr Jan Møller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Bladfoik: Aki Bertholdsen, Turid Kjølbro | Dagfinn Olsen | | John Johannessen | Sveinur Tróndarson | Eyðun Klakkstein | Høgni Mohr | | Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Utgevari, uppseting: | Sp/t Sosialurin | Bústaður: | Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, = 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Lýsingar: lysing € sosialurin.fo Prent: Sosialurin | i Stakkals Heini Oddagrein Heini O. Heinesen fekk ikki eina lætta upp- gåvu týsdagin. | fjølmidlunum mátti hann verja semjuna millum Fólkaflokkin og Tjóð- veldisflokkin, hóast hann ikki hevði verið við til at viðgjort hesa søguligu semju - semjuna uttan pappír. Líka síðani foroyingurin fyrst ferð hoyrdi um ætlanina - ella donsku krovini - at seta eina kvotuskipan í gildi ger á landi, hevur Heini O. Heinesen staðið í huganum hjá føroy- ingum sum kappin, sum skuldi syrgja fyri, at vit ikki fingu handilskvotur her á landi. Men týsdagin - 10 ár eftir at múrarnir millum Eystur og Vestur rapaðu - mátti hann krúpa til krossin. Ja, hann mátti vegna Tjóðveld- isflokkin staðfesta, at fiskidagarnir og veið- iloyvini vóru longu frítt umsetilig her á landi, og tí var einki at gera. Føroyingar sótu sum kánus. -Hevur onkur - kanska Fólkaflokkurin - lumpað formannin í Tjóðveldisflokkinum og sníkt frítt umset- iligar fiskidagar niður yvir okkum á miðjari nátt, meðan Heini hevur sovið sín søta blund norðuri á Gili í Kunoy? Ella hevur hesin varðhaldsmaðurin hjá for- osyka útróðrarmanninum snorksovið, með- an fiskimálaráðgharrarnir í Fólkaflokkinum hava "lumpað og lirkað" frítt umsetilig veið- iloyvi gjognum okkara høga ting? Øll minnast, hvussu Heini lovaði bál og brand, tå Frojanes-málið fylti tíðindasend- ingarnar og breddarnar á blødunum. Hetta var ímóti lógini, og vóru ivamål, so skuldu tey beinast av vegnum alt fyri eitt. Nú skuldi ruddast upp, men enn er formaðurin í Vinnunevndini ikki farin at rudda. - Hevur Fólkaflokkurin einaferð afturat lump- að Heina í Kunoy? Skuldi ikki uppskot um broytingar leggjast fram tíðliga í heyst. Broytingaruppskot er einki komið! Afturímóti kom Caragata-álitið nú um dagarnar. Og Caragata mælir til storri umsetiligheit í fiski- vinnuni. Hevur nú onkur eisini lumpað Car- agata, og sagt, at vit hava ikki fría umseti- ligheit, sum teir jú mæla til, men sum vit kortini hava sambært Heina O. Heinesen. Lógin um vinnuligan fiskiskap er flokt. Í øllum forum er lógin, sum setir upp karm- arnar fyri okkara fiskivinnu, so ógreið, at hvorki formaðurin í Vinnunevnd Logtings- ins og stórir partar av Føroya fólki vita, hvussu umsetilig fiskidagaskipanin og veið- iloyvini eru. Hetta ljóðar skemtiligt, men hetta er í grund- ini ein sorgarsoga. Fiskivinnan er okkara hevuðsvinna, og tað er neyðugt, at breið politisk semja er um, hvussu vit skipa okkara hovuðsvinnu, so grundhugsjónin ikki broyt- ist alt eftir, hvor situr í landsins stýri. Og ti er tað heldur ikki gott politiskt handalag, at semjur verða gjørdar - uttan pappír - og uttan at floksformaðurin í landsins storsta flokki er við. Sosialurin Viðv. Endurnýgging av skipaflotanum Havi lurtað eftitr orðaskift- inum hesum viðvíkandi síðstu tíðina, men eg má finnast at, at ongin tekur mun ímillum heimnaflotan og t. d. rækuflotan, tí for- treyturnar her eru als ikki tær somu. Nú skal eg bara viðgera rækuskipuni, tí tað haldi eg meg hava eitt sindur av skili tyri. Rækjubátarnir fiska fyri tað mesta á internationalum oki, og vit geva ikki nakra kvotu afturfyri á Føroysk- um oki (burtursæð frá tí lítla vit fáa í Eysturgrønlandi), so man kann siga, at hesi tons ella krónur, hesi skip avreiða telja næstan dubult. Polittikarar tosa nógv um at skapa karmar um vinn- una, og her er tað vit kunnu gera eitt sindur við karmar- nar, tá tað kemur til rækju- bátarnar. Tí um vit skulu sammeta okkum við nógvar at teimum, sum vit kappast ímóti, t.d. á Flemmish Cap, so kann man taka Hvivlt- enni fyrr og nú sum eitt gott dómi. Her eru tað Íslenskir spekulantar við Eystlensk- um flaggi, sum standa aftan fyri keypinum av Hvivlt- enni og ca 15 ørum mod- ernaðum skipum við tveim- um trolum, sum fiska rækj- ur á Flemmish Cap, har er Skiparin, meistarin og prod- uktionsformadurin íslendar- ar/føroyingar og restin av manningin eru russar. Manningarhýrurnar eru eini 15% (móti 34% á før- oyskum skipum) og eisini eru arðrar útreiðslur nógv minni hjá teimum. Hetta er also tað, sum vit skulu kappast ímóti, teir spara fleiri milliónir um árið í hýruútreislum og ørum út- reislum í mun til okkum. Stødan í dag er eisini tann, at vit útnytta als ikki alla okkara rækukvotu, og hetta vidførir so líðandi, at vit missa hesi rættindi, sum vit søguliga gjøgnum nógv ár hava forvunnið okkum, og vit fáa tey ALS ikki aftur nakrantíð. Nei um vit ætla at behalda ella endurnýgga rækjuvinn- una, so má ein heilt onnur tankagongd til, og einasti máti, sum eg dugi at sígga, er at man ger eina DIS skip- an fyri rækubátarnar ella líknandi skipan, so man er javnsettur við teir, man kappast ímóti. Við hesari skipan fær landið ongar ella lítlar skatt- ainntøkur av hesum skipum ella monnum, men tað er tað at velja ímillum ella ongan rækuflota at hava um nøkur ár - tá fær so ongin nakað. Gongdin nú er ræðandi fyri okkum, tí fyri bert tveimum árum síðani máttu vit læna dagar frå grønlend- arum á Flemmish Cap, men í ár leypa eini 600 dagar av, bara tað hevði verið nokk til at 2-3 rækutrolarar høvdu kunnað ligið har aftrat, so hetta eru uml. 80 mill kr í mistari inntøku bara á Flem- mish Cap, og so kemur 8 á Svalbard ella Barenshavið aftrat. Og sum treytirnar eru í dag verður als onki nýtt skip bygt, men kanska vit kunnu keypa okkurt, sum arðir kasserað. Bjarni Petersen Orðaskifti ella kjak Eg royndi í einari viðmerk- ing, sum eg kallaði “Tað stóra mistakið", at kanna orðabrúkið hjá landsstýris- manninum í sjálvstýrismál- um. Eg helt meg kunna vísa á, at hann altíð brúkar nógv positiv orð tá hann skal pro- pagandera sín egna loysing- arpolitikk, og hinvegin nógv negativ og kanska mistonkiliggerandi orð tá hann skal siga nakað um andstøduna. Um fólk duga at síggja hetta klárt, og royna at finna tad sakligu kjarnuna í tí sum skrivað ella sagt verður, var tað vón- andi so, at vit nærkaðust einum orðskifti, og sluppu undan at kjakast (sum merkir at skeldast). Við tí sum J.C. Carlsson skrivar “Rolf Guttesen og mistøkini” í týsdagsblað- num, koma vit ongan veg. Tí viðmerkingin hjá JCC snýr seg mest um gitingar um mína og annara fortíð. Tí hevði tað verið frægast, at JCC vist nakað um tað, hann skrivar um. Hóast hetta ikki verður nakað í- skoytið til orðaskiftið pol- itisku framtíðina, so noyðist eg stutt at rætta ymsar villur hjá ICC. Oyggjaframi var ikki nøkur a-4 avis, sum JCC tekur til. Blaðið, hann helst hugsar um, kallaðist Fram- in, og hevði í vælmaktini í 70-unum eitt upplag uppá meira enn 1000, og tað var slett ikki so galið. Annars kann eg upplýsa, at tað sum undirtittul hevði orðini “Sosialisma og sjålvstyri”. Og hesi grundleggjandi ýtir meini eg framvegir eru skil- agóð. Felagið, sum gav hetta blað út kallaðist Føroyskir Sosialistar. Tað var rættiliga breitt, og hýsti limum, sum “niðri" vóru alt millum Sos- ialdemokratiid og DKP. Samstundis var eitt annað felag í Føroyum, sum kall- aðist Oyggjaframi. Eina tíð var eitt vist samarbeiði, men tað slitnaði, tá Oyggjaframi í Føroyum fór at bekenna seg til maoismuna, og seinni til tað albanska para- dísi, sum tað einasta rætta. Meðan enn eitt vist sam- starv var, varð eg einaferð boðin við á fund í Havn, og tað varð eitt sera sjáldsamt upplivilsi. Fundurin varð settur við at orðstýrarin las eitt sitat úr reyðubók hjá Mao, og síðan útlegði hann sannleikans tekst, sum ein annar predikantur. Eg skal ikki nevna eitt einasta navn, men hesin orðstýrarin er í dag kendur limur í Tjóð- veldisflokkinum. Og hann er ikki tann einasti, sum endaði har. JCC nevnir meg “stóran dialektikara”. Hevdi verið visur i, at JCC sjålvur visti hvat ið dialektikkur er, so hevði eg tikið tað sum ein stóran heiður at fingið hetta heiti. Men eg eri næstan vís- ur í, at JCC ikki veit nakað um dialektikk, sum er eitt tað torførasta hugtakið inn- an filosofi/heimspeki. Men kanska fari eg skeivur i hes- um. Nógv onnur hava skilt ør- indi mítt í viðmerkingini, tað er bara ikki sent blødu- num. Tað, sum JCC hevur sent bløðunum, vísir tíverri, at hann ikki hevur skilt við- merkingina. Vinarliga Rolf Guttesen 9.11.99 Atlantic rapsodi - eitt fråsøgukvædi Fúka um oyruni í nógvum stuttum brotum nógvir grónir litir í hvassari kontrast og mótsøgn við málað andlit, klædnapløgg og spjarrar. Ein skørvut samanseting og spennandi. Kvikt fremmandamál í mótsøgn við seigliga føroyska spyrjandi »ha?« Ein fúkandi ferð við livandi og ivandi ungum gentum kring landið. Altjóðagerðin og heimavitskan. So føroyskur, so føroyskur, at tað brennur frå sær. Og tó alheimskur. Men djúpt heimligur. Tú kennur tað aftur. Sjáldan úttalað, ongantíð nevnt, tagt burtur millum bygdafólk. Alt ov viðkvæmt evni. Og tó vita øll at siga somu søgur um teirra egnu. Eyguni, sum alla tíðina eru har, málað ella ikki. Eins og húsini, sum enn eru her. Summi standa og skríggja í tí grøna bønum - enn. Í skrigginum ei veikur ivi. Leitandi eftir harmoni. Innan eru tey kanska heit og fjálg? Ein heimsmynd í kendum korum. Leitandi og leitandi, lurtandi, hyggjandi, spyrjandi - livandi. Í heimlandinum halda fólk seg aftur at líta at sterkum myndum - sonnum myndum. Sigandi listarligar kvikmyndir at síggja um aftur - nógvar ferðir um aftur. Regin Debess